Bloggur/stuttsøga eftir Dinu Jensdóttir Bech.

Hon knýtir nevarnar saman so knúgvarnir krísla. Andi hennara er sundursoraður, og hjarta hennara bløðir. Ongantíð veit hon, um pápi hennara fer at koma aftur á lívi.

Hon fevnir alt hon eigur eftir, beinini, og hálar tey so tætt inn at kroppinum sum hon kann. 

Svarta hárið fjalir dimma andlitið. Tárini trilla oman eftir køldu kjálkunum. Eitt tár fellur hon fyri hvønn av hennara systrum og brøðrum í Harranum. Tey, sum í óteljandi talið, hvønn minutt verða dripin og pínd fyri trúnna á Kristus. Millum hesi teljast pápi og familja hennara. Tárini eru matur hennara dag og nátt, av tí at í heilum verður spurt hana: “Hvar er Gud tín?” 

.

.

Hon hyggur upp móti Himli og biðjur: “Áh Harri, eg veit, at Tú hevur hoyrt rødd gráts míns. Tár míni eru goymd í skinnsekki Tínum og standa skrivað í bók Tíni. Tú goymir bønir mínar í gullskálum. Tú heldur um meg aftanfrá og frammanfrá og leggur hond Tína á meg fyri at stilla hjarta mítt. Fyri Tær eri eg mangar meiri verd enn mangir spurvar.

Eg óttist ikki menniskja, ið kann drepa likam mítt.

Nei, eg óttist nógv heldur Harra mín, Tú, sum ber og varveitur sál mína æviga í Tínum hondum. Eg líti á Teg Harri, og eg óttist ikki – hvat kann menniskja gera mær? Mær kom í hug Orð Títt, og Harri eg fann troyst. Troyst Tín lívgar sál mína. Sál mín setur Harran høgt, og andi mín kann gleðist í Gudi, Frelsara mínum; tí Hann hevur sæð til tænastukvinnu Sína, sum so lítið hevur at týða.”

..

.
Hon lyftir upp hendur sínar til Gud og spyr:

Áh, Harri, Gud mín, hví hevur Tú gloymt meg?

Hví skal eg ganga sorgarbundin, kúgað av fíggindum? Tað er, sum hvørt bein í mær varð sundursorað. Eyga mítt tærist burt av sorg. Eyga mítt flýtur í tárum og fær ikki hvíld. Sára skelvur sál mín, áh Harri, hvussu leingi enn? Eg eri følnað burtur, grøð meg, HARRI, tí liðir mínir skelva! Harri, hoyr bøn mína og lat róp mítt koma fyri Teg!

.

..
Skelvandi, veika bønin vellur út í ein lovsong: Lívssæla vissa: Jesus er mín! Hann er mín vinur, kallar meg Sín;…” Hon syngur versini út við síni hásu stemmu, og trívur í síðsta vers:

Sál mín kann hvíla, stillað og glað, etur hin mat, ei menn hava sæð; Jesus meg frelsti, skuld mína galt, eg eri einki, Hann er mær alt.

.

..
Við eitt verður hurðin skrikt upp og tríggir menn við byrsum koma inn. Vitandi, at hon bert um eitt bil skal møta Frelsara sínum, teskar hon niðurlagið fyri Harra sínum, eina síðstu ferð her á fold: “Hann er mín gleði, songur mín Hann, meðan mín tunga røra seg kann; ævigt hjá Gudi lova eg skal Honum, tí sál mín frelst varð og sæl.” Hon andar inn síðstu ferð og sigur í bøn:

Betri lovsong Harri Tú í Himli fáa skalt.”

.

.

Eg veit um verk tíni. Hygg, Eg havi framman fyri tær sett dyr opnar, sum eingin fær latið aftur. Tí tú hevur lítla kraft, og tó hevur tú varðveitt orð Mítt og ikki avnoktað navn Mítt.” (Opinb. 3:8)

.

”Ein søga gloymd. Eitt vitni so stórt.
Og eg livi lív mítt í yvirflóð og gleim,
tó menniskju kring allan heim líða fyri Kristi navn.
Er mítt lív eitt savn av fáfongd her, ella er tað nakað, ið til Himmals ber?”

.

Vissa

Skriva viðmerking