.
Hey!
Hey! Hjartaliga vælkomin til heimasíðuna Vakurleiki.fo! Hygg teg um á síðuni og vitja meg á Youtube, og fá eitt smíl á varrarnar.
.
Hvør eri eg?
Navnið er Dina Jensdóttir Bech og eg eri 23 ár. Eg eri ein kristin, føroyskur og kreativur bloggari og Youtubari. Afturat tí, so er bara at siga, at mær dámar væl kaffi og ís, og so eri eg læraralesandi á Setrinum.
“Í dag havi eg brúk fyri eitt sindur av kaffi, og nógv av Jesusi!”
.
Hvat er nær?
- Mánadag leggja vit eitt vers/orðatak á Facebook og Instagram.
- Týsdag verður eitt stutt video lagt út á Youtube ella podcast á Soundcloud, um eitt Bíbilsk evni ella spurning.
- Hósdag hava vit bloggar á heimasíðuni. Outfit, stuttsøgu, blogg ella gestablogg.
- Fríggjadag kemur viðhvørt eitt stuttligt ella kreativt video út á Youtube.
.
Hvat er
endamálið?
Endamálið við blogginum er fyrst og fremst at tosa um mín Jesus, mín Harra og Frelsara. Eisini ynski eg at skapa meira føroyskt nettilfar, sum er andaligt, handaligt og stuttligt.
Mítt ynski er, at tilfarið, skal verða tøkt í teksti, ljóðfílu og video. Soleiðis, at øll menniskju ótarnað kunnu lesa, síggja ella hoyra tað, ið sagt verður.
.
Hevur tú lisið JAVNAN SETTIR SPURNINGAR?
:
Meira
Bloggurin hevur verið nógv umrøddur á ymsum miðlum, og her ber til at hoyra og síggja nøkur av innsløgunum.
Summartímin við Finnur, trýst her
25 minuttir (KVF) við Rebekku, trýst her
Røddin við Katrin og Gurðun, trýst her
Dagur og Vika, trýst her
Ó, trýst her
Røddin við Beinir, trýst her
Muffins, trýst her
Góðan Morgun Føroyar, trýst her
.
.
Sosialu miðlarnir
YouTube, Instagram Vakurleiki.fo, Instagram Dinovinir, Facebook síðan, Facebook bólkurin, Snapchat, Pinterest, TikTok, Tellonym, Soundcloud, Twitter, Vimeo
Error: No connected account.
Please go to the Instagram Feed settings page to connect an account.