Fyrsti partur av heftinum “Lív og atferð hins trúgvandi”
Hvat er tað, sum veruliga hendir, táið eitt menniskja verður føtt av nýggjum?
“Hetta er tað, sum fer fram, táið ein verður endurføddur. Fyrst verður ein varugur við, at hann er ein fortaptur syndari, og at hann hevur uppiborið at vera allar ævir í Helviti.
(Bert Heilagi Andin kann sannføra um hetta.) Síðani angrar hann syndir sínar, tað er, at hann játtar fyri Gudi, at hann er syndari, og at honum tørvar ein Frelsara. Nú tekur hann í trúnni ímóti Jesusi Kristi sum sínum Harra og Frelsara, og í somu løtu er hann endurføddur. Syndir hansara eru fyrigivnar. Hann tekur móti ævigum lívi frá Gudi.” – Emmaus Bíbliuskeið, Lív og atferð hins trúgvandi.
Men hetta er bara ein lítil partur av søguni. Hetta er bert byrjanin. Vit læra frá Bíbliuni, at mangt annað undurfult fer fram, táið Gud frelsir eitt menniskja. Her eru tíggju aðrar undranarverdar hendingar:
.
1. Nú er hin trúgvandi fagnaður í hinum Elskaða (Ef.1,6)
Hetta merkir, at hann verður góðkendur av Gudi í øllum tí virði, sum elskaði Sonur Hansara hevur. Gud sær hann í Jesusi (2.Kor.5,17). Tað merkir eisini, at ein trúgvandi er vælkomin hjá Gudi, so leingi Jesus er vælkomin, og tað er sjálvsagt fyri allar ævir (Ef.2,6-7).
.
2. Hann verður eisini eitt Guds barn (Jóh.1,12)
Tú kanst hugsa tær, hvussu heiðraðan, tú vildi kent teg, um tú vart barn av einum heimskendum ríkisleiðara ella kongi! Men hvør mangan størri heiður er tað ikki at vera barn av mikla skapara alheimsins, sum einglar falla á knæ fyri (Gal.3,26).
.
3. Hann er rættvísgjørdur av Gudi (Rómbr.5,1; Rómbr.8,30-33)
Gud, dómarin, sigur hin trúgvandi syndaran at vera “ikki sekan” og sær hann, sum hann ongantíð hevði syndað. Gud kann gera hetta, tí Jesus doyði sum staðgongurmaður og hevur borið alla straffina, sum hin trúgvandi skuldi borið. Soleiðis stendur ein trúgvandi sakleysur fyri Gudi, og hann fer aldri at verða straffaður fyri syndir sínar (Rómbr.8,1).
.
4. Hann hevur búð Heilaga Andans (1.Kor.6,19)
Bíblian lærir greitt, at Gud, Heilagi Andin, veruliga býr í hvørjum trúgvandi (1.Jóh.4,13). Likam hins trúgvandi er tempul Heilaga Andans. Vegna henda heilaga frammíhjárætt átti eitt Guds barn at verið varið, hvat tað sigur, hvat tað ger og hvat tað fer.
.
5. Hann verður limur av tí sonnu samkomuni (1.Kor.12,13)
Samkoman verður lýst at vera “likam Kristusar” (Kol.1,18-24). Hon er samansett av øllum sonnum trúgvandi í Harranum Jesusi (Áp.2,47). Eingin størri heiður er á jørðini enn at vera limur av tí sonnu samkomuni.
.
6. Hann verður arvingur Guds (Rómbr.8,17)
Gud er skapari alheimsins, og Hann eigur allar lutir. Tað er lovað Guds børnum, at tey ein dag, saman við Jesusi, skulu stjórna allari jørðini, og tá skulu tey ognast allar lutir.
.
7. Hann verður heilagur (Rómbr.1,7)
Tey frelstu eru umrødd í Bíbliuni sum heiløg. Ein heilagur er ein, sum av Heilaga Andanum er bílagdur Gudi (Sálm.4,4). Í eygum Guds er hvør trúgvandi heilagur, tí Gud sær hann í Jesusi, og Jesus er vissuliga heilagur (1.Kor.1,2)
.
8. Hann er fullkomin í Jesusi (Kol.2,10; Hebr.10,14)
Hin trúgvandi hevur eina fullkomna støðu fyri Gudi. Hann er eins nær og eins dýrur fyri Gudi, sum Jesus er. Táið eitt menniskja hevur Jesus, so hevur tað alt, ið tí tørvar fyri eitt eydnuríkt lív og ein eydnuríkan ævinleika.
.
9. Hann fær lut í guddómligari náttúru (2.Pæt.1,4)
Hann verður skjótt varur við, at hann hevur nýggjar tráanir og nýggj ynski. Eitt nýtt hatur til synd og ein nýggjan kærleika til felags trúgvandi. Verður hin guddómliga náttúran lívgað av hinum trúgvandi sjálvum, kemur hann meir og meir at líkna Harranum Jesusi (Kol.3,10; 2.Kor.3,18). Hetta er endamál Guds við einum og hvørjum av børnum Sínum.
.
10. Hann kemur við tað sama undir Guds støðugu varðveitslu (Rómbr.8,28)
Einki kann henda einum trúgvandi, uttan Gud loyvir tí. Við øðrum orðum, ein trúgvandi verður ikki fyri “vanlukkutilburðum”. Alt, sum hendir einum Guds barn, samvirkar tí til góða. Sjálvt trongdir, royndir og tykt fremja andaliga uppbyggjan (Rómbr.5,3-5). Hitt kristna lívið er tí av sonnum eydnuríkt. Afturfyri alt hetta undurfulla, ið Gud hevur givið okkum lut í, átti ein og hvør trúgvandi at víst takksemi sítt í hvussu er uppá tveir mátar:
- Hann skuldi aldri givist at tilbiðið Gud fyri frelsuna í Harranum Jesusi.
- Hann skuldi givið lív sítt í villigari tænastu fyri Hann, sum gav lív Sítt á Golgata krossi (Rómbr.12,1).