Bloggur eftir Dinu Jensdóttir Bech.
Um tú hvar sum helst nú, hvar hevði tú farið? Um tú ikki vart bundin at tíð og stað, hvar hevði tú verið? Í Gran Ganaria í sól og hita, ella í gamla Róm fyri Jesu tíð?
..
Tað var eitt kvøldið eg stóð saman við nøkrum vinum og prátaði, og eg spurdi tey:
“Um tit kundu fari hvar sum helst mánadagin, hvar høvdu tit so farið?”
Vit spældu við tankan og droymdu okkum fræls frá dagliga strevinum. Tað er nakað við at droyma, ið setur menniskja hugan í frælsi. Ikki so løgið kortini, at børn droyma seg burtur í spæli og tekningum. Við smáu, stadnaðum leikunum í bønum eru tey leyvur á markini í Afrika.
Vit stóðu saman og prátaðu í einum lítlum sali, men í huganum ferðaðust vit kring heimin. Vit koyrdu í gulum taxa í New York, sólaðu okkum í Gran Ganaria og ótu pizza í Italia. Tó hetta bert vóru dreymar, skapaði tað gleðis tankar og spenning.
..
Við eitt letur í einum, at hann hevði hugsað sær at farið til triðja Himmalin. Himmalin, Guds búðstað. Hesin rannsakandi tankin breyt fullkomiliga frá hinum. Sum ein gulur oljudropi brýtur frá vatni. Undrandi tóku vit í tonkum okkara undir við hesum tankanum.
.
.
Í veruleikanum eru vit øll ferðafólk. Vit eru øll á ferð og pallurin er lív okkara. Eftir deyðan koma vit til okkara endastatión. Bíblian lýsir hesa endastatiónina einans sum byrjanina til ævinleikarnar: Himmalin ella Helviti. Hevur tú tikið ímóti Jesusi sum tínum Frelsara, so ferðast tú til ævinleikan: Himmalin. Tín GPS er tín Bíblia, ið vísti tær vegin til frelsu. Tín GPS, Bíblian, vísir tær eisini tryggastu leiðina gjøgnum lívið. Men trúgvandi menniskju, eru menniskju, ið koma til tíðir taka skeiva leið og skeivar avgerðir. Men líka sum ein GPS kann finna nýggja leið og føra teg aftur á rætta leið, so kann Bíblian tað, um vit bert vilja lurta eftir henni. So tá Guds rødd ljóðar gjøgnum Bíbliuna:
“Drej til højre, Drej til høgre”
so eiga vit at lurta og verða honum lýðin.
.
Hvat gert tú, tá tú skalt ferðast til eitt ávíst land? Sum nummar eitt, so ert tú ómetaliga spentur. Tú lesur um landið og fyrireikar teg at fara hagar. Tú droymir um, hvussu tað man vera har. Tú kannar, hvat tú ynskir at síggja og uppliva. Kanska tú lærir teg nøkur nýggj orð á hesum fremmanda málið. Áðrenn farið verður á flog finnur tú tær passandi klæðir. Tú tekur tannbust, tannkrem, pass og lummapening við. Við øðrum orðum vit fyrireika okkum, tí vit gleðast og eru spent.
..
Sum trúgvandi ferðast vit til Himmals. Ert tú sum trúgvandi spentur? Kanska eitt sindur, onkur vildi sagt als ikki. Hvussu ber tað til, at so mong av okkum eru so lítið spent. So lítið spent til at sleppa til besta staðið?
..
Eg var leiðari á Zarepta á eini heystlegu fyri gott tveimum áðrum síðan. Eitt kvøldið til andakt, so fóru vit at snakkað um Himmalin og hvussu tað mundi vera har. Eftir eina løtu inn í samtaluna, so sigur ein:
“Also Dina, skulu vit so bara ganga í hvítum kjólum og syngja í allar ævir?”
Spurningurin var sagdur í einari krúllu og endaði í einum flenni. Vit flentu saman, men í eygum hennara sá eg, at spurningurin varð sagdur í einum álvarsemi. Eg hugsaði meg um eitt bil, so spurdi eg:
“Hvat er tað besta, kulasta tingið tú eigur?”
Av tí, vit høvdu havt ein steðg frá okkara telefonum í fimm dagar, so lat í henni:
“Mín I-phone”.
Fleiri av hinum gentum tóku murrandi undir.
“Hvat er tað stuttligasta tit vita at gera? Hvat er tað besta staðið at fara at ferðast?”
Tær settu høvdið í blot og sum maiskorn poppaðu hugskotini fram úr teimum.
“Tivoli, rusjibanar, baðiland, Gran Ganaria, Amerika, hyggja film, spæla teldu…”
Eg tók øll hugskotini við einum smíli, og segði:
“Ja ímyndi tykkum alt hattar. Alt tað besta, kuulasta, stuttligasta tit kenna og kunnu ímynda tykkum, so er tað bert ein brotpartur av, hvussu kuul, stuttligt, fantastiskt og spennandi tað fer at verða í Himlinum hvønn dag. Ímyndi tykkum rusjibanar, stuttligastu spølini, kulastu tingini 10.000 ferðir betur í allar ævir. So fantatiskur verður Himmalin fyri okkum hvønn dag.”
..
Vit blivu allar spentar og droymdu okkum burtur í hugskotunum og dreymum. Øllum møguleikunum í Himli. Víðari fóru vit at snakka um, hvussu tað mundi fara at verða at møta ommum og abbum. Og systrum og beiggjum, sum ongantíð sóu lívið. Hvussu tað mundi fara at verða at møta Dávid, ið drap Goliat. Og Móses, sum kleyv sjógvin í tvey við Guds hond. Og tað besta, at spasera við Jesusi fram við krystal á á gullvegi, og spyrja Hann um allar verðsins spurningar og fáa svar uppá teir allar. Ella at ganga við Hansara lið og leiða hansara naglamerktu hond, og bara njóta Hansara nærveru og reina kærleika.
Ein lítil genta helt, at beiggi hennara, ið ongantíð sá lívið, mundi nú spældi Fifa við Gudi. Vit smíltust og eyguni glógvaðu. Vit lósu úr Opinberingini 21 og droymdu okkum burtur, um hvussu Himmalin mundi vera. Hann var alt tað besta vit kundu droyma um. Og vitandi, at hann var nógv betur skapaði spenning, summarfuglar í búkinum. Tíðin fleyg undan okkum, og vit ballaðu okkum og sløktu ljósið. Áðrenn vit sovnaðu burtur, lat í einari:
“Eg haldi faktiskt, at eg nú gleði meg at koma til Himmals.”
“Ja” sungu allar í kór. So var sagt góða nátt.
..
Hvussu við tær, gleðir tú teg at sleppa til Himmals? Eg trúgvi, at gleðin at ferðast til eitt stað, ger at vit ynskja at fyrireika okkum at fara higar. Høvdu vit glett okkum meira at sloppið til Himmals, so trúgvi eg, at vit høvdu livað lívið fullkomiliga annaðleiðis. Vit høvdu liva ein heilt annan lívsstíl. Vit høvdu livað sum menniskju á ferð, við ryggsekki og GPS-Bíbliu í hond.
- Kanska okkara lív treingist til at frískast upp?
- Kanska vit eru steðga upp, sum trúgvandi og eru ómotiverað?
- Kanska tú hevur tørv á at taka GPS-Bíbliuna í hondina aftur, og fylgja hennara rødd. Guds rødd.
So eg vil eggja tær, at liva sum ein turistur, ein turistur á veg til Himmals. Man sær kanska sindur løgin út sum turistur, í sandalum, hætti, grønum buksum við GPS-Bíbliu í hond, men tað er í lagið. Tú ferðast soleiðis, tí tú gleðir teg at koma til endastatiónina, Himmalin.