“Tú lesur ikki leingi í Bíbliuni, fyrr enn tú rakar við, hvat trúgvin hevur at týða. Ein syndari kann ikki verða frelstur uttan við trúgv (Ef.2,8-9). Av teirri grund er tað umráðandi at skilja hvat hetta orðið merkir.” – (Hvat lærir Bíblian – Emmaus Bíbliuskeið)

 av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds, ikki av verkum – fyri at eingin skal rósa sær.” (Ef.2,8-9)

.

Hvat er trúgv?

“Trúgv er full vissa um tað, sum vónað verður, sannføring um tað, sum ikki sæst.” (Hebr.11,1)

Trúgv er at hava persónligt álit á einum øðrum. Vit nýta hetta orðið í daglari talu. At trúgva er at líta á, at tann, sum tú hevur sett títt álit á, fer at halda tað, hann sigur ella lovar. Trúgvin, sum Bíblian talar um, er at hava álit á Gudi og líta á, at tað Hann sigur er satt. Tað er gott at kunna vita, at Hann fer at frelsa og varðveita tann, sum trýr.

Fyri at skilja orðið “álit” betur fari eg at siga tykkum eina søgu úr “Lambið”.

“Ein dagin gingu Jógvan og abbin ein túr fram við eini á. Jógvan gekk ov nær áarbakkanum, og knappliga gleið hann, og TJÚMS! Hann endaði í ánni. Hann kikkaði eftir ondini og stríddist óført, sum hann fór oman eftir ánni. Hann var bangin. Vatnið var kalt, og av tí at klæðini vóru vát, kendust tey so tung. Hann fór skapuliga undir.

Men Abbi Jógvan leyp út í ánna. Hann var sterkur og hevði gott fótafesti. Hann rætti longu armar sínar ímóti Jógvandi og rópti: “Her, Jógvan, rætt mær hondina. Eg kann bjarga tær. Lít á meg!”

Hvat skuldi Jógvan gera?

Leit hann á abban, so tók hann í hond hansara. Leit hann ikki á abban, so helt hann á at stríðast sjálvur. Tað varð antin abbin ella hann sjálvur.

Hvønn skuldi hann líta á?

Jógvan tók í hondina á abbanum. Hann leit á, at abbin fór at bjarga honum, so hann ikki druknaði. Jógvan leit á hann. Hann tók røttu avgerðina.

Gud vildi somuleiðis, at Ádam og Evu tóku somu avgerð. Gud bjóðaði teimum at líta á Seg og trúgva, at Hann kundi frelsa tey frá ræðuliga staði Satans. Ja, Gud hevði eina frelsuætlan. Fóru Ádam og Eva at líta á Gud? (s.92-96 í Lambið, Leirkerið 2016).

Og les s.134-136 í Lambið, Leirkerið 2016

.

Hvaðani kemur trúgvin?

Á ein hátt kunnu vit siga at trúnna hava vit fingið frá Gudi, eins og vit hava fingið alt frá Honum (Jóh.3,27). Trúgv er ein eginleiki, Gud hevur givið hvørjum einstøkum menniskja, uttan mun til status, serligar førleikar ella eginleikar. Soleiðis er Gud, Hann ger ikki mannamun. (m.a. 5.Mós.10,17Áp.10,38StickyNotes) Gud kallar og dregur menniskjuni til sín. Hann ynskir at geva øllum menniskjum møguleikan at seta teirra álit á seg. Kanska er hettar tín møguleiki, ið Hann gevur tær júst nú? (1. Tim. 2,4; 2.Pæt.3,9;).

.

Hvussu kemur trúgvin?

Bíblian lærir, at trúgvin kemur við orði Guds. Tað kann vera við at lesa ella hoyra lesna úr Bíbliuni. Tí er tað avgerandi neyðugt, at øll hoyra ella lesa og soleiðis fáa møguleikan at trúgva.

“So kemur tá trúgvin av tí, sum prædikað verður; og tað, sum prædikað verður, kemur við orði Kristusar.” (Rómbr.10,17)

Her stendur, at trúgvin kemur av tí, sum tala verður, og tað, sum tala verður kemur frá orði Kristusar, sum er Bíblian. Bíblian sigur okkum frá um synd, Harran Jesus og um vegin til frelsu. Tí eigur tú at lesa Bíbliuna. Fyri tey, ið hoyra og lesa Bíbliuna og ikki eru frelst, kann tað virka til frelsu. (Hebr.4,12)

Áðrenn tú byrjar at lesa, kanst tú biðja: “Gud, er henda bók orð títt, og er Jesus Kristus Sonur Tín, og doyði Hann fyri meg, so vís mær hetta, meðan eg lesi.” Gud hevur lovað, at um ein ynskir at gera vilja Hansara, skal hann koma at kenna sannleikan (Jóh.7,17)

Fyri tey sum lesa Bíbliuna og eru frelst, virkar orðið til rættleiðing, sannføring og elur tann trúgvandi upp (2.Tim.3,15-17; Hebr.11,1; Sálm.119,9).

.

Hvørjum trúgva vit?

Mong hava upplivað, at tað, tey trúðu, helt ikki. Tey eru svikin av onkrum, sum tey væntaðu fór at verða trúgvur. Trúgvin nyttar einki í sær sjálvari. Hon má grundast á okkurt, sum heldur, annars er hon einki verd. Trúgv má við øðrum orðum hava eitt grundarlag. Hon má hvíla á onkrum álitsverdum. Tú kanst hava álit á einum persóni, sum tú av royndum kennir sum vin, ella tú kanst hava álit á deyðum lutum, sum til dømis einum stóli at sita trygt á. Maður kann hava álit á, at bilur hansara er førur fyri at føra hann trygt fram til ávíst stað, men er bilurin í vánaligum standi, verður honum skjótt greitt, at álit ella trúgv hansara kann verða til stóran skaða og als ikki til nakra nyttu.

Bíblian vísir á Harran Jesus sum hitt sanna grundarlagið fyri trúnni (Áp.20,21). 

Trúgvandi menniskju trúgva Gudi. Tey trúgva, at tað, sum Hann hevur lovað fer at halda. Tey vita, at Hann hevur prógvað Seg sannan gjøgnum tíðir, og hava sjálv upplivað, at Hann heldur Sítt orð. Tað er alneyðugt at tað, vit byggja lív okkara á, heldur!

“Jesus svaraði teimum: “Havið trúgv til Gud!” (Mark. 11,22)

 

Lítil ella stór trúgv?

Tað er ikki nøgdin ella støddin av trúgv sum er avgerandi, men hvat tað er, sum vit seta okkara álit á!

Um onkur ætlar sær tvørtur um eina á eftir eini kav-rotnari brúgv, so hjálpir tað lítið at hava stórt álit á brúnni. Støddin av trúgv fer ikki at fáa brúnna at halda. Um nú onkur annar við lítlari trúgv fer um eina góða brúgv, ja so broytir tað einki upp á brúnna, um tann ferðandi er bangin.

Sum trúgvandi menniskju ferðast gjøgnum lívið saman við Gudi og liva tað lívið, sum Hann ætlaði teimum, so økist trúgvin. Trúgvin er sum vøddar, hon veksur við at verða brúk! Vit vita, at brúgvin til Himmals heldur og tess størri áltið er á brúnna, tess hugaligari er ferðin. 🙂 

“Tá segði Harrin: “Høvdu tit trúgv sum sinopskorn, so kundu tit sagt við hetta morberjatræ: “Rív teg upp við rót og planta teg í havið!” – Og tað skuldi aktað tykkum.” (Luk.17,6)

Tað, sum um ræður, er ikki hvussu nógva ella stóra trúgv, tú hevur, heldur ikki hvat slag av trúgv. Men er trúgv tín á Kristus, so verður tú frelstur.

“Tað ber til at trúgva øllum, sum Bíblian sigur um Jesus og tó ikki trúgva á Hann. Tú kanst trúgva, at eitt jarnbreytarfar fer avstað frá støðuni kl.11, og at tað kemur fram til ein bý langt burturi kl.17. Tú kanst trúgva alt um ferðaætlanina, men tú lítur teg ikki til tokið, fyrr enn tú fert uppí tað, tí tú lítur á og roknar við, at tokið skal føra teg hagar tú ætlar tær.

Tað er møguligt at trúgva alt um Jesus og kortini ikki trúgva á Hann. Tú kanst trúgva, at Jesus var føddur í Betlehem, at Hann doyði á Golgata, at Hann reis upp aftur og fór til Himmals. Men tú hevur í veruleikanum ikki trúð á Hann, fyrr enn tú hevur litið á Hann til at frelsa teg frá syndum tínum og føra teg til Himmals.” – (Hvat lærir Bíblian – Emmaus Bíbliuskeið)

 

Dømi um trúgv

Bíblian er full av dømum um trúgv. Í Hebrearabrævinum kapitul 11, nevndur “trúarinnar heiðurslisti”, tí har er ein listi av mongum framúrskarandi monnum og kvinnum, sum høvdu trúgv. 

Tvey onnur dømi kunnu verða nevnd. Tað fyrra er trúgvin hjá høvuðsmanninum í Matt.8,5-10. Høvuðsmaðurin trúði, at Jesus Kristus kundi grøða tænara sín við bert at siga eitt orð. Hitt dømi er hin kananeiska kvinnan (Matt.15,22-28). Hon bað um, at breyðið (myndarliga talað), sum var ætlað teim útvaldu jødunum, skuldi verða givið henni, sum var heidningur. Hennara trúgv var eyðmjúk og átrokandi.

 

Tað lønar seg at trúgva Gudi!

Sonn trúgv verður ikki lønarleys. Eingin hevur nakrantíð litið á Gud til onga nyttu. Gud lønir teimum, sum søkja Hann og liva lívið saman við Honum.

Tað besta av øllum er, at hvør einasti leitandi syndari í søguni, sum hevur vent við frá syndum sínum og hevur trúð á Jesus, er vorðin frelstur.

Frelsarin, Jesus, segði: “…Tann, ið kemur til Mín, skal Eg als ikki koyra burtur” (Jóh. 6,37).

“Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.

Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.

Tann, ið trýr á Hann, verður ikki dømdur; tann, ið ikki trýr, er longu dømdur, tí hann hevur ikki trúð á navn einborna Sonar Guds.” (Jóh.3,16-18)

 

“Trúgv á Harran Jesus Kristus, so skalt  verða frelstur…” (Áp.16,31)

Skriva viðmerking