Eg ringdi til Gud í gjár. Tú hugsar beinanvegin, hvussu eg kann tað? Jú, Gud hevur eina linju, ið ongantíð er upptikin. Hon er heldur ongantíð úti fyri streymsliti ella uttan fyri samband. Eg veri ongantíð umstillað ella noydd at bíða. Har er eingin bíði-tóni ella “bib.” Tað er heldur eingin klokka á telefon linjuni, sum leggur á, tá ein tími er farin. Eg kann seta meg í samband við Gud, tá eg vil og hvar, ið eg vil. Eg kann tosa við Hann so leingi eg vil.

Umframt hetta, so kann eg siga alt við Gud. Hann slatrar ikki og biðjur meg ongantíð gevast at møsna. Hann lurtar fegin, tolin og ynskir, at eg lati hjarta mítt upp. Eg kann deila mínar daprastu tankar, ið onnur skakast av, tí einki skelkar Hann – Gud veit alt. Eg kann siga Honum mínar ljósastu dreymar, ið onnur halda vera ógjørligar – tí Gudi er einki ómøguligt.

Eg kann siga Honum mínar loynidómar, tí hann slatrar ikki.

Mong halda, at Gud er ein fjarður Gud, sum ynskir at vera blandaður uttan um okkara smáu ella stóru viðurskifti. Soleiðis er ikki. Gud ynskir at vera ein partur av okkara lívi. Okkara familju, okkara starvi, og tá týðandi avgerðir skulu takast. Hann ynskir at fylla okkara tankalívi og vera ein partur av øllum, ið vit fáast við.

Gud veit eisini, at lívið er ikki pent og ikki frítt fyri mótgongd. Og Hann ynskir at vera við tær í upp-og niður túrum, hvussu teir so síggja út.

Gud ynskir samrøður, sum eru erligar.

Hjartans grátur er viðhvørt, betur enn eitt Halleluja. Tár av skomm yvir eina gjørda gerð, er betur enn ein lovsongur viðhvørt. Erligur grátur frá knústum hjørtum, eru betur enn “Faðir vár” viðhvørt. Í samrøðu við Gud, so leggja vit alt fram, bert og nakið, og hetta ynskir Gud.

Kanska hetta ljóðar sindur ræðandi fyri teg, sum ongantíð hevur havt eina slíka djúpa, vanliga og kanska óperfekta, men frælsa samrøðu við Gud. Men eru ikki allar samrøður ræðandi at byrja við? Tað krevur dirvi at vera erligur og lata hjartað upp fyri einum nýggjum vini. Hví skuldi tað verið øðrvísi við Gudi? At byggja eitt forhold, tekur tíð.

Gud ynskir at vera tín vinur. Tín tryggi stuðul og lurtari til alskyns umstøður í lívunum.

Eftir, at tú hevur latið teg upp fyri Honum í dag og sagt Honum, hvat liggur tær á hjarta. Kanska tú fert at ynskja at hoyra, hvat Hann hevur at siga. Tað verður, tó ikki gjøgnum eitt talurør. Nei, Gud er ein romantikkari, Honum dámar at skriva brøv. Hann hevur skrivað 66 brøv, fyri at vera nágreinilig. Tað fyrsta eitur 1.Mósebók og seinasta Opinberingin. Hesi eru øll innbundin í tað, vit í dag kalla “Bíblian,” sum merkir “bókasavn.” Hetta savnið er eitt, ið Gud skrivaði við tær og mær í huga. Har lesa vit um alt, Hann hevur gjørt og ætlað okkum. Tað sum er hent, hendir og fer at henda. Líka, sum vit kunnu siga Gudi alt, so hevur Hann skrivað okkum alt og gleðist, tá vit ynskja at hoyra Hann.

At ringja til Gud er fantatiskt, ja, bønin, tað er nakað, mær tørvar hvønn dag. Hvør troyst at kunna vera sára-erlig við Gud um mínar bardagar, stríð, gleði og hjartans sorgir. Jesu ber tær byrðar, sum eg ikki megni at bera einsamøll. Og fyllir meg við gleði og friði sum tola mótgongd og trongd.

Men eisini tørvar mær at hoyra Hann gjøgnum Bíbliuna, hvønn dag. Hetta er ikki bara mín leiðbeining, men samfelag. Tá eg lesi, kenni eg Gud nær. Næstan sum, tá onkur gevur mær eitt klemm, ella sigur mær, at tey elska meg.

Hetta er tann sanna og vanliga telefonsamrøða, ið hin kristni eigur at hava við Gud dagliga.

Telefonsamrøða

Skriva viðmerking