Bloggur/stuttsøga eftir Dinu Jensdóttir Bech.

Eg havi so nógv at siga tær. Siga tær um tín Harra. Hann, sum skapti teg so ómetaliga undurfult. Hann, sum elskar teg við einum ómáldum kærleika. Hann, sum doyði fyri allar tínar syndir. Men tú leitar aðra staðni. Hví hyggur tú út um gluggan at fólkunum, ið ganga framvið? Hví drønar tú út og rennur undan mær?

Heldur tú, at hjartabankan fer at lekja tína sálarbankan? Gott, at eg ikki havi bein, tí so hevði eg fingið teg aftur.

Eg havi ikki bein, tí tú verður ikki tvungin at hyggja í meg. Tú hevur tað, Gud rópar ‘frælsi’. Frælsi til at velja og vraka. Eg bíði á borðinum. Eg eygleiði teg. Tú kemur drønandi inn eftir ein langan túr. Eg bíði.

.

.

Tú gongur yvir móti mær og mítt hjarta fer upp at flákra. Men tú tekur meg ikki upp. Tú ikki so mikið sum skeitir eftir mær. Tú førkar meg til síðis og eg detti á gólv. Í staðin fyri meg, so velur tú hina reyðu bókina. Tí reyðu bókina, sum er prýdd við alskyns rósum á permuni. So vøkur á at líta uttan, men við eitrandi orðum innan, sum kitla teg í oyruni.

Eg eri bara svørt uttan. Eg havi onga útsjónd at reypa av. Hyggur tú at blaðsíðum mínum, so tykist eg veik, langdrigin og tjúk. Á gulllitu síðu mínum er støv lagst á, so eg skíni ikki meira.

Í hjarta tínum er eisini støv lagst á, so tú skoðar ikki inn í meg meira. Eg kann ikki longur fáa hjarta títt at blotna og eygu tíni at lýsa upp.

.

.

Tú rópar til Gud, krevur eitt svar við hondunum knýttum móti Himli. Veitst tú ikki, at í mær finnur tú svarið? Veitst tú ikki, at eg eri orð og svar Guds? Veitst tú ikki, at eg eri muður Guds?

Ah menniskja, hvør løgin skapningur ert tú, at tað tú gert best, er ikki at lurta  eftir Gudi. So løgið. Tú fylgir tínum egna hugi og lystum, og spyrt ikki Gud eftir.

.

Tann tjúkka, svarta bókin

.

.

Í staðin fyri at lata meg balsamera hjarta títt, so letur tú balsam og skúm í hár títt. Í staðin fyri at lata meg prýða teg við hinum spakføra og stilla anda, sum er Gudi ógvuliga dýrabart. So brúkar tú alla tíðina uppá at prýða títt likam við forgeingiligu prýði. Í staðin fyri í mær, at læra um kærleika Guds til tín, so leitar tú eftir tumlum-upp, ið tú mistekur fyri kærleika. Í mær fortelur Gud tær, hvør tú ert. Men tú vilt definerast sum eitt tal, eitt nummar.

Gud sigur, at tú ert serstøk ella serstakur og hevur kallað teg at vera tað fyri Hann. Men tú vilt passa inn í mongdina og verða ein av hinum, kallið Guds ólýðin.

.

.

Tú rusar runt, finnur ikki frið. Tú gert tað tú vilt, tí tú trýrt ikki, at Gud ber alt í orði máttar Síns. Tú hevur ikki viðvarandi gleði, bara stuttar stutt-leikir. Eg bíði enn eftir tær. Gud sigur, at eg kann broyta teg. Hesa kraftina hevur Hann lagt niður í meg, og Hann sigur, at eg eri hvassari enn nakað tvíeggjað svør. Eg steðgi ikki, nei eg fari inn, djúpt inn og nemi tínar hjarta streingir, ið fáa teg at lovprísa Gudi.

Eg eri nyttulig í øllum umstøðum. Tá tú tørvar troyst, tá tú ert farin av leið, tá tú ivast og tá tú ert mistur. Tá tú ert lunkaður ella kaldur.

Tá tú verður freistaður, tá tú hevur givið upp og tá tú ert okey. Tá tú leitar, tá tær gongst væl, tá tú ert brennandi, tá tú gleðist ella ert ovurfegin. Tá tú ert tú, akkurát sum beint nú. So les meg av vilja tínum, og fevn meg við eygum tínum. Eg eri send av Gudi til tín júst nú, júst her.

..

Tann tjúkka, svarta bókin

.

Eg liggi á gólvinum og tú fert á føtur. Tú leggur til merkis, at eg eri dottin á gólv í alt dustið. Tú fert niður á knæ og blæsur støvið av svørtu permu míni. Gullstavirnir koma aftur til sjóndar. Eg bíði. Tú tekur meg upp, og eygleiðir meg sum ein gamlan kenning, tú ikki hevur hitt í langa tíð. Eg bíði. Hvussu gott kennist tað ikki at verða í tínum hondum. Men tað var ikki har eg var ætlað at verða verandi.

Nei, eg var ætlað at verða lisin, hildin í tínum hjarta, sum eitt lítið fræ, ið verður lagt í mold og ber góðan ávøkst, ávøkst andans. Eg bíði.

.

.

Hvat hevði tín Bíblian sagt um teg, um hon hevði likamlig eygu og munn?

Tí orð Guds er livandi og hevur kraft og er hvassari enn nakað tvíeggjað svørð; tað fer ígjøgnum, inntil tað klývur sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans.” (Hebr. 4:12)

“Vápnini, ið vit berjast við, eru ikki av holdinum, men full av kraft fyri Gudi – til at bróta niður hervirki- táið vit bróta niður hugsannabygningar og alt høgt, sum reisir seg móti kunnskapinum um Gud, og taka hvørja hugsan til fanga undir lýdni fyri Kristusi,” (2. Kor. 10:4-5)

Skriva viðmerking