Tá vit hava okkurt fyri neyðini - eru vit ikki dovin

Enda spælið - annars endar galið

Vit eru noydd at gera uppgávur, ið vit ikki tíma

Vit hava øll verið – ella eru – børn. Barnsins forvitnið er stórt og teirra lívsgleði við. Tað er so nógv, vit sum vaksin kunnu læra av børnum við at eygleiða og hava samrøður við tey. 

Tað hendi einaferð, tá eg undirvísti, at eg gav næmingunum eina uppgávu. Nakrir suffaðu og ristu við høvdinum, og søgdu, at hetta tímdu teir ikki. Vit prátaðu eina løtu saman um uppgávur, ið vit ikki tímdu at gera, men máttu gera. Eg fór sjálv at hugsa um uppgávur, sum eg ikki tímdi so væl at gera heima. Onkutíð var hugurin ikki góður, og aðrar tíðir kendust uppgávurnar truplar. Í skrivandi løtu havi eg enn uppgávur, næstan hvønn dag, sum eg ikki tími at gera. Klæði skulu vaskast, gólvið má feiðast og døgurði má gerast. Hetta eru uppgávur, ið mugu gerast hvønn dag, uttan mun til um hugurin er góður ella ikki. Men hví geri eg so hesar uppgávur, tá hugurin ikki er til tað? Jú, tí eg veit, at tað hevði verið lítið skil og illa statt til, um eg hevði latið vera. 

Hjá onkrum fellir tað ikki so lætt at gera mat, men vit vita betur, enn at sita svong ella lata familja sita svanga, so vit fara í gongd og gera okkurt til matna. Kanska vit troysta okkum við, at ein nemm máltíð við grýturætti og pasta, er betur enn einki. 

So vit fara í gongd. Viðhvørt við suffum og puffum. Hóast vit suffa, at vit gera tað. Hví? –  Jú, tí vit vita betur enn at lata vera. 

Enda spælið - annars endar galið

Enda spælið, tí annars endar galið

Tað stuttliga ella undaliga við lærugreinini støddfrøði er, at tað er ikki altíð so skilligt, hví tað er so týdningarmikið at læra teir ymsu rokni hættirnar.

Sum eg greiddi flokkinum frá, so hugsaði eg um órudd og týdningin av at eta. Men hetta er ikki júst nakað sum ung og børn skilja eins væl. Tá fall mær eitt ógvuliga gott dømi í hug, nemliga, tá man skal pissa. Eitt, sum eg haldi sjálv er strævið, er at noyðast at skunda sær út á WC. Serliga, tá man situr og hevur eina djúpa samrøðu við onkran. Tað kennist ófólkaligt at bróta tey av og fara á WC. Soleiðis er eisini hjá børnum. Fleiri tíma ikki á WC, tí tey spæla so gott. Tey eru so hugtikin av leikunum ella spælinum, og ynskja ikki at gerast avbrotin. Eg spurdi tí flokkin, hvussu tey gjørdu, tá tey vildu pissa. men ikki tímdu. Tey svaraðu, at av royndum vistu tey, at tey máttu enda spælið, tí annars endaði galið. Tey máttu á WC, hóast tey ikki tímdu, tí annars fingu tey karm. Tey viðurkendu øll, at viðhvørt var neyðugt at gera uppgávur, sum tey ikki tímdu, tí tað var neyðugt ella tí tað var betur fyri tey.

Andaligur karmur

Hetta dømi, hjálpti mær í støddfrøði at greiða børnunum frá, hví støddfrøði var týdningarmikið at læra, hóast tey ikki tímdu. Hetta var eitt stuttligt og øðrvísi dømi. Men hetta slóð meg veruliga, tá eg kom heim. Tað eru mong ting, ið eg veruliga ikki altíð havi hug til, eisini andaligir lutir. Tað kann vera at lesa í Bíbliuni, biðja ella fara á møti. Men samtíðis veit eg, at hetta er tað besta fyri meg, tí annars fer tað at enda galið. Ikki, at ein pissar í buksurnar, men at ein fær myndarliga tala ein ‘andaligan karm’ og kølnar. Tað, sum er ein verja fyri okkara andaliga lív, er nevniliga eisini tað, sum vit ofta ikki tíma: Lesa, biðja og fara á møti. Uppgávur, ið fella okkum tungt til tíðir, men eisini tað, ið er allar best fyri okkum.

Guds vísdómur eigur at vera okkara fyrsta raðfesting

“Men eg tími ikki!” – “Hugsar tú tað sama tá tú vilt pissa?”

Tað nýggjasta á blogginum

Javnan koma video, bloggar og poddar (ljóðfílur) út. Her er nakað av tí, ið seinast er komið út á síðuna.
Søgan um páskirnar

Søgan um páskirnar

Á páskum minnast vit at Jesus reis upp og livir í dag. Hetta er ein sera týdningarmikil dagur fyri okkum. Jóh.15:13 “Eingin hevur størri kærleika, enn at hann gevur lív sítt fyri vinir sínar.” Lukas 24:1-6: “Men fyrsta dagin í vikuni, tíðliga, í lýsingini, komu tær...

So var kalendarin 2024 her!

So var kalendarin 2024 her!

https://www.vakurleiki.fo/product/veggja-kalendarin-2024/   https://www.vakurleiki.fo/product/hond-kalendari-2024/

Fylg við

týsdagar

Prátið podcast kl.8:00

Fríggjadagar

Kreativ video og vlogar kl.8:00

Samband

Teldupostur

pp@vakurleiki.fo

Skriva viðmerking