Kennir tú teg aftur í hesum?
Svaraði tú ja, so ert tú ikki einsamallur, vit øll eru skyldig í hesum til tíðir. Samvitskan rakar okkum hart, vit merkja sorg og vit biðja Harran um umbering. Men tá vit halda á at fella í somu synd, so hava vit ikki havt eina sorg sum virkar til umvending. – Hóast hetta brotið er stuttligt, so er boðskapurin álvarsamur.
Tað er nevniliga stórur munur á at hava ringa samvitsku/sorg og sorg eftir sinnalagi Guds. Tí tann sorgin, sum er frá Gudi, ger at vit ynskja at venda við og ikki longur gera tað skeiva, sum vit gjørdu. Eitt dømi um henda mun er Judas Iskariot og Símun Pætur. Judas seldi Jesus og fekk ringa samvirsku, men vit lesa ongantíð, at hann bað Gud um fyrigeving, nei, hann gjørdi av við seg sjálvan. (Matt.27:4-5) Men Símun Pætur, sum 3 ferðir avnoktaði Jesus, fekk sorg eftir sinnalagi Guds. Vit lesa at hann græt beiskliga (Luk.22:62) og seinni lesa vit, at hann var broyttur maður, og vendi við frá síni synd. (Jóh.21)
Paulus skrivar til eina samkomu í Korint, um hesa sorg eftir sinnalagi Guds:
2. Kor. 7:9-11
“so gleðist eg nú, ikki um, at tit fingu sorg, men um tað, at tit fingu sorg til umvending; tit fingu sorg eftir sinnalagi Guds, fyri at tit í ongum skuldu líða skaða av okkum.
Tí sorgin, ið er eftir sinnalagi Guds, virkar umvending til frelsu, sum eingin angrar; men sorg heimsins virkar deyða.
Hyggið, júst hetta, at tit fingu sorg eftir sinnalagi Guds, hvussu stóran íðinskap virkaði tað ikki hjá tykkum, ja, verju, ja, harm, ja, ótta, ja, longsil, ja, álvara, ja, straff! Í øllum vístu tit, at tit vóru reinir í hesi søk.
Sonn umvending, tann sum Gudi elskar,
broytir ikki bara okkara stavnhald, men okkara hjarta, at tað ikki trívist í hesi synd. Lat okkum tí, venda við av sonnum og ikki gera sum hesin seyðurin.