Hey hjartaliga vælkomin til Vakurleiki.fo, í dag so fara vit at byrja uppá nýggja heftið, sum tit mæltu mær til á Snapchat. Hetta er triðja heftið í røðini av hesum báðum. Hetta heftið er skrivað til trúgvandi, og er enn meira avbjóðandi enn hini bæði hava verið. Yvir skriftirnar eru hesar:…

Afturat hesum hugsaði eg, at gjøgnum ganga nøkur evni, sum eg haldi vera viðkomandi fyri nú tað nærkast summarinum.

.

Fráfall ella at /fara av leið?

Fyrsti kapitulin í hesum heftinum, og partur 25 í hesi røðini eitur “Avvik og endurnýggjan”.

Avvik merkir at víkja av leiðini ein eigur at ganga. Eg hoyri nógv brúka orðið fráfall, tá tey meina við at víkja frá. Men hetta er als ikki tað sama.

Fráfall merkir, at onkur er droppaður út ella deyður. Og ein sannur trúgvandi kann aldri fella frá trúnni ella doyggja frá trúnni. Gud hevur frelst hin trúgvandi, og Gud er tann, sum heldur tí trúgvandi trygt (Jóh.10,26-30; Róm.8,35-39). Tá Bíblian tosar um fráfall, so tosar hon um eitt nýtt ættarlið, sum veskur upp og vrakar Gud. Ikki trúgvandi fólk. Sigur eitt menniskja seg vera falnan frá trúnni, ella ikki vera trúgvandi longur, er tað sambært Bíbliuni sera ivasamt um hann nakrantíð var ein sannur trúgvandi, tvs. frelstur. (1.Jóh.2,19)

Men “at onkur víkir frá leiðini” merkir, at hann ger ein feil.  Vit kalla tað eisini fall ella at fella. Ein sannur trúgvandi kann gera feilir. Øll trúgvandi gera feilir til tíðir í størri og minni mun. Hetta merkir ikki, at henda gongdin er varandi, tí ein sannur trúgvandi trívist ikki í syndini. Og hann ynskir at koma á rætta leið. 

Sum trúgvandi, so kunnu vit standa og fella, men vit kunnu reisa okkum aftur. Vi kunnu ganga á leið og villast, og koma aftur á rætta leið. Tað stendur: (Orð.24,16). So kennir tú onkran trúgvandi, sum í stríðist við júst hesum ella hesin persónurin er tú. So ert tú komin til tað rætta staðið, tí tað er vón.

 

.

Hví fara trúgvandi av leið?

  • Tað er ongantíð neyðugt hjá einum sonnum trúgvandi at víkja frá leiðini. Gud gevur okkum alt, tað sum okkum tørvar sum trúgvandi. (2.Pæt.1,3; Matt.6,33). Vit síggja í hesum versunum, at Gud hevur lovað at syrgja fyri okkum, líta vit á Hann. Sannleikin er, at missa vit samfelagið við Harran er tað okkara egna skyld.
  • Orsøkin til, at trúgvandi fara av leið, er altíð av synd. Tað er syndin, sum slítur samfelagið við Gud. Og samfelagið verður verandi slitið inntil syndin er játtað og burturbeind.

.

Hvat hendir millum hin trúgvandi og Gud, tá ein trúgvandi fer av leið?

  • Ein trúgvandi kann ikki missa frelsuna, men samfelagið við Harran kann vera slitið, tá ein trúgvandi fer av leið. Tað er sum, at samfelag í eini familju vil siga, at øll liva lukkuliga saman. Men hugsa tær um móður og barn fara at klandrast. Samfelagið teirra millum er slitið. Familjubandið er ikki slitið, tey eru enn í familju og fara altíð at vera tað óbroytiligt. Men samfelagið (ella stemningurin) teirra millum er slitin, inntil alt er komið í rætt lag aftur og tey hava biðið um fyrigeving. Soleiðis er eisini í Guds familju. Hin trúgvandi er í familju Guds óbroytiligt, tí hann er føddur av Gudi (Jóh.1,12). Men synd slítur samfelagið millum teg og Gud. Eitt menniskja kann ikki hava samfelag við Gud og njóta at liva í synd, sum Gud fordømir. (1.Jóh.1,6-7). Tann eymi samfelagsstrongurin slitnar – og verður verandi slitin inntil syndin er játtað og burturbeind.
  • Vit kunnu hugsa um familjusambandið við Gud, frelsuna, sum eina óslítiliga ketu. Meðan samfelagið er at líkna við ein trá í einum eiturkoppaspinni. Tá ein trúgvandi syndar verður hann altíð barn Guds, men samfelagið er slitið. Hin trúgvand missir ikki frelsu sína, men hann missir frelsugleðina.

.

Hvussu byrjar ein trúgvandi at fara av leið?

Tað kann henda fyri ein og hvønn trúgvandi, tí er gott, at vita hvussu trúgvandi fara av leið, fyri at síggja ávaringar tekn í okkara lívið og lívinum hjá øðrum trúgvandi vinfólkum, soleiðis at vit kunnu hjálpa okkum sjálvum og øðrum.

  • Vanliga er tað ein spakulig afturgongd og ikki ein knappilig hending.
  • Ofta byrjar tað við, at óskyldig ting kunnu troðka burtur bíbliulesnað og bøn: arbeið, svøvnur, dovinskapur, skúli o.a. Vit halda tað bilar einki, um ein dagur verður lopin um. Men áðrenn vit vita av tí, so eru fleiri dagar gingnir, har vit ikki hava lisið í Bíbliuni. Og vit gevast at biðja, tí vit halda Gud ikki hoyrir ella bøn ikki er so týdningarmikil. Tá vit ikki lesa Bíbliuna og biðja, so vera vit veik. Vit taka ikki syndina í álvara og freistingar verða lokkandi. 
  • Ringur vinaskari ella felagsskapur kann lokka okkum at liva og hugsa skeivt.
  • Ónøgdsemi og ójáttað synd, kann bedøva okkara dømievni at síggja hvat er rætt og skeivt. Og so spakuliga geva vit eftir fyri freistingum, holdinum og Satan.
  • Vit skammast. Vit játta ikki Jesus alment longur.
  • At enda er ringt at skilja ímillum okkum trúgvandi og tey vantrúgvandi.
  • Flestu trúgvandi víkja frá leiðini eina ella aðra tíð í lívinum. Bíblian sigur okkum frá monnum og kvinnum, sum loyvdu synd at slíta samfelagið við Gud: Lot (1.Mós.19,292.Pæt.2,7-8), Samson (Dóm.14-16); No’omi (Rutt.1,1-5), Dávid (2.Sám.11,2-), Jónas (Jónas 1,3), Pætur (Luk.22,54-62) og Demas (2.Tim.4,10) til dømis. Legg merki til, tey fullu ikki frá knappiliga, men líðandi. Ein trúgvandi, sum heldur, at tað kundi ikki hent sær, er í størsta vanda fyri at fella. (1.Kor.10,12)
  • So skjótt, sum samfelagsstrongurin er slitin, fer Heilagi Andin til arbeiðis, at fáa okkum aftur á rætta leið. Hann vísir okkum á synd, og at vit eiga at játta hana fyri Gudi. Men vit menniskju hava eitt hart sinni, og tí kann hetta taka vikur, mánaðir og ár.

.

7 eyðkenni, hjá teimum, sum eru vikin av leið?

Ein trúgvandi, sum er vikin av leið, hevur nøkur serlig eyðkenni.

  1. Hann hevur ikki hug til at lesa Bíbliuna og biðja. (1.Kor.3,1-2)
  2. Hann hevur ikki hug til at vera saman við trúgvandi. Hann hevur ikki hug at fara á møti og heldur talururnar ella onnur fólk vera so troyttandi. Kanska hann kemur á møti við hvørt ella kanska slett ikki. Hann roynir at fjala, hvussu veruliga illa stendur til andaliga. (2.Tim.4,10).
  3. Hann hevur onga ætlan um, at vaksa andaliga, tí at vaksa andaliga hevur ikki nakran týdning fyri hann (Hebr.5,12)
  4. Hann lítur ikki á Gud. Hann ger egnar ætlanir og livir sum hann sjálvur vil. (Ják.4,13)
  5. Hann hevur onga sanna gleði. Hann kann royna at goyma tað, men eingin sannur trúgvandi er áhaldandi glaður, tá hann er fallin. (Sálm.51,14)
  6. Hann følir seg fordømdan og er kritiskur móti øðrum. Ístaðin fyri at viðurkenna sína synd og biðja um hjálp, so gevur hann øðrum skyldina fyri tað ringu støðu hann er í, sum Ádam og Eva (1.Mós.3,9-13; 2.Sám.13,14-15). Tað er sum um, ein illaluktandi maður, sum gevur øðrum skyldina fyri hansara ringa lukt.
  7. Hann heldur seg vera meira rættvísan enn onnur trúgvandi, sum fariseararnir. Hann livir eitt dupult lív og krógvar veruleikan. Og umskyldar seg við, at ávísar syndir ikki eru synd, tí tær eru gjørdar í kærleika. Hann sigur, “Tað eru mong gudlig trúgvandi, sum eru verri enn eg.” (Matt.7,3; Mal.2,17)

.

Avleiðingar fyri at víkja av leið?

Áðrenn eg nevni avleiðingarnar, vil eg gera nakað greitt. Hin trúgvandi fer aldri at gjalda STRAFF syndarinnar í ævinleikanum, men hann kemur at líða undir AVLEIÐINGUM syndarinnar her á jørð. Jesus doyði fyri straff syndarinnar á krossinum, og tískil kemur hin trúgvandi ikki til dóm, tvs. hann fer ikki til Helviti (Jóh.5,24). Jesusar offur var nóg mikið. Og Gud fer ikki at krevja at goldið skal verða tvær ferðir. Offur Jesusar var nóg mikið.

  • Tá ein trúgvandi syndar, klagar Satan hann fyri trónu Guds í Himli. Tá stígur Jesus fram og peikar á sár Síni og sigur: “Eg rindaði fyri hasa syndina fyri 2000 árum síðan. Skriva tað á rokning mína.” (1.Jóh.2,1-2a). Tann, sum er farin av leið, kemur tí ikki at gjalda ævigu revsingina fyri synd sína í Helviti. Men Hin trúgvandi kemur at líða av avleiðingini av syndini í hesum lívinum. Tað stendur, at tað, sum menniskja sáar, skal tað eisini heysta (Gal.6,7)  Nakrar avleiðingar eru:
  1. Skomm, ring samvitska og sorg, av at hava vanvirt Jesus, familju sína, samkomuna og seg sjálvan í ólýdni (Áp.5,1-11).
  2. Oyðilagdur vitnisburður.
  3. Onnur eru vorðin særd.
  4. Stór peningaspilla og tíðarspilla.
  5. Persónlig neyð og vanlukka.
  6. Burturspiltir møguleikar at tæna Jesusi.
  7. Onnur fella, tí tey hava sæð upp til tín.
  8. Heldur ein trúgvandi áfram á ólýdnis leið, tekur Gud viðhvørt ein slíkan heim til Himmals (1.Kor.11,29-32; 1.Jóh.5,16). No’omi í Bíbliuni misti mann sín og tveir synir, sum úrslit av, at hon við familju síni veik av leið Harrans. (Rutt.1,20-21).

Men hóast alt hetta, so er Gud er størri enn syndir okkara. Hann er størri enn fall okkara. Og Hann bíðar eftir tí falna at koma heimaftur. Hann stendur altíð við opnum ørmum. Og Harrin hevur undurfullar vegir at yvirstýra synd og mistøk okkara til Sína egnu dýrd og til okkara góða, hugsa vit um m.a. søguna við Jósef og beiggjum hansara.

Tá vit eru fallin er tað tveir tankar, sum koma í okkara høvd. Ein sigur: “alt er vónleyst og alt ger tað sama”, hetta er Satan. Síðani er tað hin milda rødd, hon sigur “Tað er vón. Kom heim.” hetta er Harrin Jesus, lurta eftir Honum.

..

Hvussu reistist eg aftur?

Eins og No’omi kunnu vit fella í okkara egnu styrki. Men er ein leið aftur til Gud? Ja, Gud stendur við opnum ørmum og bíðar tær, um tú vilt koma aftur (Luk.15,20-23). Sum søgan um hin burturvilsasonin, so hyggur Faðir tín, Gud eftir tær, og tekur hjartaliga synd í tær. Hann bíðar eftir at sleppa at koma rennandi ímóti tær og fevna teg. Og geva tær alt Sítt allar besta.

Hetta er leiðing heim:

  1. Játta: (1.Jóh.1,9) Øll synd eigur at vera játta fyri Gudi. Vit eiga lyfti um, at vit verða fyrigivin í somu stund, sum vit játta. Fyrigeving Guds er óavmarkað. (2.sámuelsbók 12,13). At játta inniber eisini at vit sleppa syndini. (Sálm.51Orð.28,13; Hebr.12,1b).
  2. Bøt aftur: Eru onnur menniskju ávirkað av syndini, má hon eisini játtast fyri teimum. (Matt.5,23-24) Og endurgjald eigur at vera givið, har synd okkara hevur volt øðrum beinleiðis tap, sum t.d. stolnir lutir eiga at verða latnir aftur við endurgjaldi. 
    • Skommin og vanæran av at rætta okkara feilir, verður ein góð áminning í framtíðini, um ikki at víkja av leið. (Matt.5,23-24)
  3. Endurnýggjan: (Sálm 23,3 : Lívgar, endurnýggjar sál mína).
    • So skjótt vit hava játta fyri Gudi (og menniskjum um vit sært tey) so er samfelagið við Gud endurreist.
    • Minst til, at Gud hevur fyrigivið tær, eisini um tú ikki følir tað so. Vit eiga lyftið í 1.Jóh.1,9, lít á tað. Og tá Gud hevur fyrigivið tær, eigur tú eisini at fyrigeva tær sjálvum, og ikki plágast av skuldarkenslu longur. 
    • Tá samfelagið við Gud er endurreist fer Heilagi Andin at arbeiða við, at fáa hin trúgvandi upptiknan av Jesusi ígjøgnum Bíbliulesnað og bøn. 

Hvussu fara vit ikki av leið? Hvussu halda vit okkum á rættari leið?

  1. Les: Les Guds orð og bið dag um dag, og liv eftir Bíbliuni. Set tær fyri at lesa Bíbliuna hvønn dag, í minsta lagið eitt vers. Tað er ikki nóg mikið at lesa Bíbliuna, vit mugu gera sum hon sigur. (Sálm.119,9-11; Ják.1,22; Es.66,2; Fil.4,6-7)
  2. Rudda: Eitt hugskot er at gera ein húsupprudding og sleppa sær av ið bløð, klæði, lutir, filmar, Smartphone appir o.a. sum kann vera ein freisting. (Jud.23)
  3. Játta: Ansa eftir eyma samfelagstreinginum við Harrran. Deil alt við Hann, tak óndar hugsanir til fanga og játta syndigar hugsanir og syndir, so hvørt sum tær koma. Bíða ikki. (2.Kor.10,51.Kor.11,31)
  4. Undirgivni: Ver vilja Guds undirgivin, sum Jesus. Vilja Guds koma vit at kenna við at lesa Bíbliuna. Tað er ein styrki og trygd at vera Gudi undirgivin. At gera eftir okkara egna vilja er vandamikið.  (Róm.12,1-2).
  5. Upptikin: Hin trúgvandi eigur at vera mest upptikin av at tæna Gudi og samlast saman við øðrum trúgvandi, sum kunnu fáa hann at brenna fyri Harran. Freistingar eru sterkast, tá ið vit keða okkum (2.Tim.4,7Orð.27,17; 1.Kor.11,23-24; Hebr.10,24-25) Og spakiliga fær hin trúgvandi frelsugleði aftur.
  6. Nøgdsemi: Liv við áliti á Gud. Hetta merkir, at vit eru nøgd við føði, klæði og tak yvir høvdið. (1.Tim.6,6-12)

Annars havi eg gjørt video um hesi evnini: eitt um freistingar, eitt at hoyra Guds rødd og um at lesa bíbliuna, eitt um bøn, eitt um vilja Guds og eitt um nøgdsemi. So hyggi eftir teimum, og um tað er okkurt, evnið, sum tit halda manglar, so skrivið til mín.

 

Endi:

Takk fyri í dag, Harrin signi tykkum og styrki tykkum á leiðini. Hava tit hugskot, spurningar og viðmerkingar, so eru tit hjartaliga vælkomin at skriva her á Youtube, Facebook ella Snapchat. Eg havi tykkum í bønum mínum.

Skriva viðmerking