Mong av tykkum skriva inn og siga mær, hvussu tit persónliga ella tykkara familja ferð gjøgnum svárar tíðir. Nøkur stríðast við, at tey vera útistoytt, happa, spotta av øðrum menniskjum. Enntá trúgvandi mennsikjum.

Nøkur stríðast við sjúkum av ymsum slag. Sálarligar og likamligar sjúkur og veikleikar. Onnur stríðast við, at tey hava mist familjulimir og vinir. Síðani eru tað nøkur av tykkum, sum stríðast við lágt sjálvsvirðið og lygnir.

Og eg kann ikki siga annað enn, at eg havi djúpa samkenslu við tykkum. Eg gráti við tykkum og biði fyri tykkum. Orðini eg kann svara aftur at troysta tykkum, kennast ómetaliga fátøk. Tað einasta eg veit er:

“at eisini, tá tú ferðast gjøgnum svárar tíðir, kanst tú seta títt álit á Gud, at Hann fer at hjálpa tær og vera við tær. Ikki altíð, sum vit vilja tað, men sum Hann vil tað.” (Jer.29,11)

.

Eitt orðatak sigur: 

“When you have nothing left but God, then for the first time you become aware that God is enough.”

“Tá tú eigur einki annað enn Gud eftir, tá varnast tú fyri fyrstu ferð, at Gud er nóg mikið.”

.

At Hugsa um:

  • Ert tú nakrantíð farin gjøgnum eina svára tíð, har tað var trupult at seta títt álit á Gud?
  • Hvussu hevur tú sæð, at Gud hevur hjálp tær gjøgnum svárar tíðir?
  • Hvat hevði tú sagt við ein vin, sum kennir tað sum, at lívið er vónleyst?

 

Tá lívið gerst svárt

Bíbliu vers: 2.Kor.12:7-10

“Gud er skjól og styrki okkara, hjálp í neyðini, til fulnar royndur.” (Sálm.46,2)

Ein sonn trúarhetja í Bíbliuni var Paulus. Hann skrivaði umleið 13 brøv í NT, og umleið helvtina av ápostlasøguni snýr seg um hansara lív. Hvussu hann vendi við, vísti trúfesti, vakst í trúnni og byrjaði at virka fyri Gud. Ein skuldi trúð, at ein so íðin maður, sum Paulus hevði eitt gott og lætt lív. Ella ein maður, sum Jesus, bara gjørdi gott, hevði eitt fantasiskt lætt lív. Tvørtur ímóti, Jesus hevði eitt ómetaliga svárt lív. Sama var við Paulusi. Nøkur av hendingunum hann upplivdi var:

  • Hann var tríggjar ferðir húðflongdur (2.Kor.11:25; Áp.16:22-24)
  • Fimm ferðir fingið 40 sløg (2.Kor.11,24)
  • Einaferð steinaður og latin eftir at doyggja (2.Kor.11:25; Áp.14:5, 19)
  • Fýra ferðir í einum skipsvraki (2.Kor.11:25; Áp.27:13-28:10)
  • Hann var í fongsli fleiri ferðir og einaferð í tvey ár fyri at vera ein kristin (2.Kor.11:23; Áp.16:23-29; Áp. 23:33-27:2; Áp. 28:15-17)
  • Hann var kritiseraður, baktalaður og niðurgjørdur av kristum fólkum, sum dámdu betri teirra egnu leiðarar (2.Kor.10:10; 12:11)
  • Bitin av eini slangu (Áp. 28:3-5)
  • Mangan nær deyðanum (2.Kor.11:23)
  • Mangan vanda (2.Kor.11,26-30)
  • Afturat hesum var hann spottaður, hóttur, misti tættan vin og arbeiðsfelaga Barnabas (Áp.9:23,29; Áp.13:50; ÁP.15:11,39; Áp. 16:39; Áp.17:5-7,10; Áp. 17:23-14; Áp. 17:18; Áp. 18:12; Áp. 20:3; Áp. 22:24; Áp. 22:24-29; Áp. 23:1-8; Áp. 23:12-22)
  • Oman á alt hevði hann likamligar trupulleikar. Hann var sjúkur likamliga. Sjálvt um hann bað fyri øðrum menniskjum og tey vóru reist upp og grødd, so var hann sjálvur verandi sjúkur. (Gal.4,13)
  • Afturat øllum hesum er meira, sum tit kunnu lesa í einum enskum pdf skjalið, ið eg viðhefti niðanfyri: http://www.biblecharts.org/apostlepaulcharts/15%20-%20The%20Sufferings%20of%20Paul.pdf

.

Ein lýsing av Paulus:

Tit kunnu ímyndað tykkum, ein mann, ið stendur reystur og kunngerð Jesus Kristus. Hann lyftir armarnar upp og teppir hinar vísu farisararnar. Á ørmunum og hálsinum síggja stór arr, ið siga frá mongum sløgum. Á skøvninginum eru merki frá hondjørnum, ið javnan vera settar á hesar sakleysu hendur. Á høvdinum millum tjúkka, myrka hárið eru naknir, ljós plettir. Tey eru frá steinsløgum. Nøkur undrast á, at hann kom undan við lívinum frá hesi hending, hann var jú latin at doyggja. 

Á beinum ber hann merki av slangubiti. Á rygginum eru smáir blóðplettir, ið siga frá, at hann fyri kortum er húðflongdur fyri triðju ferð. Ein mildur maður, hvørs svøvnleysu eygu eru hovin og blána, tó so mild og kunngera frelsuvegin. Ennið er slitið av stórari byrðu og umsorgan fyri samkomuni. 

Ein skuldi trúð, at hjartað varð harðnað eftir slíka viðferð av mennsikjum. Men á ein undurfullan hátt, hevur henda viðferð gjørt hann til ein spakføran mann. Eingin ótti hómast í hansara reystu og sterku rødd. Einans ein undurfullur hjartafriður, ið er frá Gudi. Á klæðunum og skógvunum sæst, at tað hann eigur, er lítið. Tóma taskan vísir, at hann er rændur fyri tað, hann átti. Ringt orð hevur hann á sær, men tað heldur honum ikki aftur at kunngera Jesus. Tornirnar í likami hansara eru so sjónligar og toga hann niður, sum tungar byrðar. Men hóast ringa viðferð, so hevur hann gott mót. Hóast hann er veikur, so hvílir kraft Kristusar á honum. 

Fólk tippast kring hann.  – Hví? – Jú, summi av forvitni, og onnur fyri at finnast at honum. At enda eru nøkur, ið eru drigin at hesum sterka anda í hesum veika, slitna kroppi. Drigin, tí tað hann kunngerð, er veruligt og ektað. Tað sæst á hansara likami. 

Ein maður, so lýðin, at heimurin er hann ikki verdur. Ein maður, so íðin, at at liva er honum Kristus og deyðin er honum vinningur.

 

Hóast allar hesar ótrúliga sváru tíðirnar, so var Paulus glaður í Gudi. Hann fann sína styrki í Gudi og bygdi sítt álit á Hann. (Fil.2:29) – og hann hevði álit á, at Gud fór at taka sær av honum (Fil.4,13). Hann skrivar 2.Kor.4,5-12. Paulus hevði lært at um hann so misti alt í hesi verð, heilsu, vinir og familju, so var náði Guds honum nóg mikið. Hví? Jú, tí hann hevði lært tað gjøgnum svárar tíðir. So tá Paulus greiður frá við uppmuntran, at tað er eisini møguligt hjá okkum, so er tað sannleiki.

Um tú fert gjøgnum svárar tíðir. Les ápostlasøguna og brøvini. Tú ert ikki einsamøll! Legg merki til, hvussu nógv Paulus lýðir seinni í ápostlasøguni. Og hvussu hann meinar hvørt orð hann skrivar í brøvunum fyri at uppmuntra og troysta síni systkin í Harranum. Finn troyst í tí hann skrivar til tey. Tað er eisini til tín.

.

Vitnisburður Mirjam Kambsskarð:

– Ert tú nakrantíð farin gjøgnum eina svára tíð, har tað var trupult at seta títt álit á Gud?

– Hvat hevði tú sagt við ein vin, sum kennir tað sum lívið er vónleyst?

– Hvussu hevur tú sæð, at Gud hevur hjálp tær gjøgnum svárar tíðir?

Eg eiti Mirjam Kambskarð, og eg eri 22 ára gomul. Eg eri uppvoksin í einum kristnum heimi, og eg havi altíð hoyrt og trúð uppá Jesus. Hetta hevur havt sera stóran týdning í mínum lívið – fyrst og fremst at vita at mín sál er frelst, men so eisini at vita tað at eg einki hava at óttast fyri í mínum lívi, tí Gud er altíð hjá mær, og mítt lív liggur í Hansara hondum.

Eg bleiv 21 ára gomul summarið 2016, og tá eg skuldi byrja uppá mítt 2. semestur á mínari sjúkrasystur útbúgving, byrjaði eg at blíva sera troytt. Eg helt, at tað var snedugt, tí eg hevði júst havt summarferiu. Og so byrjaði eg eisini at fáa sera ringa nervapínu í arminum og upp til ryggin, og tað gjørdi at mín armur svav. Tað er sama pína sum at sláa albogan í, so at man fær albogastøt – men pínan vardi í næstan 5 vikur.

Hóast hetta ávirkaði mín gerandisdag sera nógv, so væntaði eg ikki, at hetta var nakað serligt at hugsa um og fór tískil ikki til lækna. Men morgunin í feburar 2017 vaknaði eg upp við, at eg ikki kundi standa á mínum beinum vegna vánaligari balansu, og eg sá dubult. Mítt høgra eyga kundi ikki flyta seg, og eg var hovin á høgru síðu av andlitinum.

Eg bleiv akut innløgd á sjúkrahúsinum, og læknarnir væntaðu, at eg hevði ein blóðpropp í heilanum, og tað var orsøkin til at eg var blivin partvís lamma í andlitinum. Men tað vísti eg aftaná fleiri kanningar, at eg hevði eina kroniska nervasjúku, og eg fekk so diagnosuna sclerosu. Hetta er ein sjúka, sum eg skal liva við restina av lívinum, og einki ordiligt medisin er fyri sjúkuna, tí man kennir ikki orsøkina til hana.

Men eg var og havi ongantíð verið bangin. Eg var ikki bangin, tá eg skuldi innleggjast, ella tá læknarnir søgdu, at teir ikki vistu hvat feilti mær, og heldur ikki tá eg fekk staðfest nervasjúkuna. Eg veit, at við hesari sjúkuni, so veit man aldrin um nakað fer at henda aftur ella nær nakað fer at henda. Eg veit ikki, um eg fari at vakna upp aftur onkra dagin við onkrari slag av lamming sum ikki fer burtur aftur.

Tað einasta eg veit er, at eg havi einki at óttast, tí Gud er við mær, og Hann er mentur at grøða meg. Læknarnir kunnu ikki hjálpa mær meir enn eitt vist (tí teir vita ikki orsøkina til sjúkuna), men Gud er altíð mentur at hjálpa mær. Um eg ikki verði grødd her niðri á jørðini, so verið eg grødd, tá eg komi til Himmals. Og um okkurt skuldi hent, so at eg bleiv verri fyri, so veit eg, at Gud elskar meg. Hann hevur ikki lova mær eitt problemfrítt lív, men Hann hevur lova mær styrki til at handtera alt.

Børn Guds eru sum ørin – tá ein stormur kemur, so flýgur ørin upp um stormur har sum friður er. Somuleiðis gevur Gud okkum styrki til at koma longur upp, so at stormurin ikki kann skaða okkum. Men tað er eins betýðandi við, at vit hyggja upp á Gud og hava eyguni vend á Hann. Um vit bert hyggja eftir storminum og ikki á Gud, so enda vit eins og Pætur, tá hann gekk á vatninum. So skjótt sum hann vendi eyguni burtur frá Jesus, so sakk hann niður, men Jesus lyfti hann upp aftur. Somuleiðis við Hann eisini altíð lyfta okkum upp.

.

Gerð (action step):

Hugsa um vitnisburðin hjá Mirjam. Hevur tú nakrantíð havt ein tættan vin, sum hevur havt eina svára tíð? Hvussu hevði tú uppmuntrað vinin? Prøva skriva nøkur uppmuntrandi orð og vers niður til ein vin ella tín sjálvan, sum fer gjøgnum eina svára tíð. Her eru nøkur vers við lyftum, ið kunnu geva tær eina byrjan:

Gud hevur lovað…:

  • Altíð at elska teg (Jer.31,3; Sorgs. 3:22-23)
  • Geva tær frið (Es.26:3)
  • Vera tilreiðar at hjálpa tær (Sálm.46:2)
  • Taka sær av tær (Es.43:1-2; Nah.1:7)
  • Sangur:”You are not alone!” –> https://youtu.be/AbRQvrBgCJA

.

Bøn:

Harri eg takki tær fyri menn sum Paulus, sum liðu nógv likamliga og av menniskjum. Harri takk fyri, at vit kunnu hava teir sum fyrimynd. Takk fyri Mirjam og hennara vitnisburð, sum kann vera okkum til fyrimynd. Takk fyri Harri, at Tú gjøgnum teirra veikleikar og tornir, vísir Tína stóru kraft.

Harri, eg leggi mítt lív og lívið hjá vinum mínum fram fyri teg. Harri hjálp okkum nú, í okkara trongd og sváru tíðum.

Harri, vit biðja og ynskja, at Tú hjálpir okkum úr hesum. Men Harri, veri ikki vilji okkara, men vilji Tín. Okkara størsta hjartamál er jú, at gera Teg kendan og lyfta Teg upp, um tað so má vera gjøgnum okkara veikleika og líðingar. Gev okkum úthaldni, Tín frið, eina sanna kenslu av frælsi, tol, eyðmjúkleika og kærleika til Títt orð. Amen

Skriva viðmerking