Bloggur eftir Dinu Jensdóttir Bech.

Kennir tú teg nakrantíð vónbrotnan? Tú helt, tú vónaði, tú royndi? Ja, tað kennist sum at standa yvir einum putlispæli, har fleiri prikkar eru horvnir. Heildarmyndin kennist so óklár, og tú manst hugsa, at alt var til onga nyttu.

 

Soleiðis kendi eg tað, nú ein dagin. Hjartað tyktist so tungt og vónbrotið. So vónbrotið, at tað sveið í bringjuni. Íløgan eg hevði gjørt tyktist at vera til onga nyttu. Bygningurin, eg hevði smíðað mær í mínum tonkum var rivin niður.

Dagarnar framman undan hevði eg roynt at leitt tankarnar frá, so brotini ikki skuldu kennast eins tung. Men sannleikin var, at hetta vardi bert eina stund, inntil eg sat einsamøll við brotunum aftur. Brákini, sviðin, komu framfyri meg fyrst tá friður var.

 

Vónbrot er vónbrot, sum tekur tíð at lekja. Vónbrot er ikki eitt putlispæl, ið skal loysast, men ein teinur, sum má gangast. Besti hátturin at ganga henda svára tein, er at ganga hann við Jesusi. Besti hátturin at veita vónbrotnum hjarta frið er, at tað søkir sær skjól hjá Jesusi.

.

SUM EIN KAFFIBØN

.

Hendan dagin hevði eg suffað til Gud, og biðið hann lekt mítt hjarta. Eg fór uppá í køkin og gjørdi kaffimaskinuna til. Eg tók ein neva av kaffibønum og stroyddi tær í kaffimaskinuna. Í meðan kaffið var gjørt til, eygleiddi eg eina av bønunum í lógvanum. 

 

Eg ímyndaði mær leiðina tær høvdu tikið fyri, at nú vera her hjá mær. Vaksnar á 1800 metrar hæddum í Kenya. Hentaðar við hond – ja enntá hendan í mínum lógva. Síðani turkaðar og fluttar við skipum allan vegin til Føroyar. Brendar, pakkaðar inn, keyptar og koyrdar heim. Og nú, á vegamótinum vóru tær knústar í kaffimaskuni. Ígjøgnum brotnu bønirnar streymaði livandi vatn, sum bleiv til vælangandi, myrk kaffi. Eftir í frárenslinum lóðu brotnu kaffibønirnar.

 

Við einum smíli kundi eg á ein hátt suffa við teimum. Tær vóru brotnar og eg var brákað. Tað var sum eitt ljós birtist fyri mær. Eg sá, at Harrin kundi virka í mær nú, meðan eg var brotin, júst sum við kaffibønunum. Harrin kundi lata sítt livandi vatn renna ígjøgnum míni brot og skapa úr tí nakað betur enn áðrenn, sum kundi vera til Hansara æru. (2.Kor.12,7-10)

Mín bøn var nú:

“Harri, virka í mær, meðan eg eri brotin. Lat títt livandi vatn renna ígjøgnum míni brot og samvirka míni brot mær til góða. Skapa eitt hjarta betur enn, áðrenn sum kann vera tær betur til æru.”

 

Víst er tað eingin ætlan Guds, at vit gerast vónbrotin, brotin og særd av menniskjum. Men Gud kann samvirka teimum trúgvandi tað til góða. Tað stendur:

“Vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað.” (Róm.8,28)

 

Gud er mentur, at mynda okkum í teimum sváru teinunum, vit ganga ígjøgnum. Gud skapir ikki tað illa og ónda til nakað gott. Tað illa er ilt og vil altíð vera verandi tað. Men Gud kann vissuliga skapa í okkum trúgvandi eitt reint hjarta, hóast tað illa og tann órætt vit uppliva. Eins og Gud gjørdi í Jósefi, tá hann leið so nógvan órætt í sínum lívið.

Kærleikin …goymir ikki agg, tilroknar ikki hitt illa; hann gleðist ikki yvir órættvísi, men gleðist yvir sannleika; hann breiðir yvir alt, trýr øllum, vónar alt, tolir alt. (1.Kor.13,5-7)

 

Tí var mín bøn nú:

“Harri, mítt hjarta er vónbrotið. Harri tak tú tað, lek tú tað. Hjálp mær at søkja mær frið, vernd og skjól hjá tær, tá brotini eru ov tung at bera. Hjálp mær Harri at ganga henda svára tein við tær. Men Harri í hesum svára teiði, ver tú dýrmettur gjøgnum hesi brot og sárbæra hjarta. Amen.”

 

LIKE A COFFE BEAN.

 

SUM EIN KAFFIBØN

Skriva viðmerking