Bloggur/stuttsøga/leikur eftir Dinu Jensdóttir Bech.
Vóru mínar syndir skrivaðar á ‘Sticky-notes’ og hongdar uppá meg, so hevði tú ikki viljað kenst við meg. Tú hevði vent tær frá mær, vamlast við meg, fjalt títt andlit fyri mær.
.
Tú hevði roknað meg fyri einki, og sum á eina durðamáttu hevði tú trampað á meg.
Saman við hinum hevði tú peikað, flent og undrast á tær mongu syndir eg hevði gjørt. Eg, sum annars hevði áður dugað at fjalt tær væl. Tú hevði verið lamsligi av teimum duldu, og sagt: “Hon?!” – “Ja, eg” hevði komið úr mínum sjúka, følnaða og samankropna likami.
Mínar sticky-notes syndir høvdu fingið teg at følt teg mætan, sum tú ikki hevði verið so galin kortini. Tú hevði havt meg at peikað á. Meg at turka tínar blóðdálkaðu hendur uppí. Við hinum hevði tú gleðst um, hvussu reint títt egna skinn í veruleikanum er, og at tínar syndir ikki eru opinberar.
Niðurtyngd hevði eg verið av seðlunum. Ikki ein hevði troystað sær at rætt mær eina lítlu tá sum hjálp. Ótespilig, ódámlig, óelskulig, óunnilig, uttan virði, uttan tokka og uttan fagurleika.
..
Úr fjøldini har tú stendur, vendir ein maður sær til mín. Ein Kongasonur. Hann kennist við meg. Hann rættir mær ikki sína lítlu tá, nei Hann boyggir seg niður til mín og byrjar at skriva í sandin.
.
Hann boyggir seg niður til mín og hyggur inn í míni eygu, forbíð allar sticky-notirnar, sum hanga sum travsur úr mínum myrka, síða hári. Hann hyggur at mær við kærleika og ein heitur logi birtist innan í mær. Hann hyggur, at tær og hinum og sigur: “Tann av tykkum, sum er uttan synd, kasti fyrsta steinin.”
Eg hyggi upp at tykkum og síggi, hvussu tit varnast sticky-notirnar innan fyri klæði tykkara og vamlast við tykkum sjálvi. Varnast, at tit eru sum eg. Ótespilig, ódámlig og full av synd.
Andlit tykkara følnar og missur sítt harða bráð. Steinarnir í hondum tykkara fella til jarðar og dusti rýkur undan teimum. Tit tuska avstað, meðan tit halda væl um klæðini fyri, at eingin sticky-notes skal koma til sjóndar.
.
Hesin maðurin, sum er tann einasti uttan stickynotes, hyggur at mær. Hann tekur ongan stein, nei Hann tekur eymt í hond mína og reisir meg upp, og sigur: “Eg kann taka tína synd.”
.
Eg undrist á henda mann, sum vil kennast við meg, og ikki skammast við at vera vinur mín. Hendan mann, sum elskar meg yvir allar mínar syndir, ið standa skrivaðar á allar hesar neon-gulu seðlarnar.
Hvat man Hann síggja í mær? Áðrenn eg fái tíð at spyrja, so svarar Hann: “Eg skapti teg, eg elski teg við einum kærleika, sum ber yvir alt.”
Hann tekur mínar sticky notes, eina og eina hongur tær á seg, tí tað er vilji Hansara. Hann tekur tær lítlu, tær stóru, tær opinberu, tær duldu, allar til eingin er eftir.
Maðurin, sum hevur tokkað til mín, ber nú vanæruna, ið eg átti at borið. Hann ber skommina. Hann er tann, fólk nú vendir sær frá. Hann er kunnigur við mína synd, við mína pínu, við mína sjúku. Fólk fjalir andlit sítt fyri Honum og roknar Hann fyri einki.
.
Hann tømir sál sína til deyðan fyri meg og ber tað alt út á ein kross, har dómurin fyri mína synd fer fram. Hann doyr í mín stað. Við deyða Hansara følna sticky-notirnar, detta heilt burtur og kunnu ongantíð takast fram aftur.
..
Hesin maður er rættvísi mín, og eg standi rein, loyst og bjarga eftir. Dámlig, elskulig, unnilig, við virði, við tokka og fagurleika, tí Hesin maðurin bar mína vanæru.
Hesin gevur mær lív, ævigt lív, fullkomna gleði og ein frið, sum stígur upp um alt vit. Trý ting, sum heimurin ikki gevur og heldur ikki kann taka burtur.
.
Ein ófatandi prís eg kostaði Honum, og óverd eg var til ta náði Hann gav. Men Hansara náði fann meg, so sum eg var, og gjøgnum Hansara náði fann eg lív.
.
Hansara náði, ja tað er hon, sum gevur mær virði mítt.
.
(Jóh.8,1-11) (Es.53)