“Bíblian er eitt sera týðandi bræv frá Gudi og er beinleiðis skrivað til hvønn einstakan okkara. Bíblian lærir, at Gud sendi ein serstakan boðskap, sum er ætlaður tær. Hóast hetta brævið varð skrivað fyri mongum árum síðan, er tað framvegis líka týdningarmikið, sum tá ið tað var skrivað. Hvør drongur og hvør genta eigur at vita, hvat Bíblian sigur teimum.”– Lambið, Leirkerið 2016
Bíblian er ein bók sett saman av 66 ymsum bókum. Fyrsta bókin eitur 1.Mósebók (Genesis) og tann síðsta Opinberingin (Revelation). Bíblian er deilt í tveir partar: Gamla Testamenti (GT) við 39 bókum og Nýggja Testamenti (NT) við 27 bókum. GT er skrivað áðrenn Jesu føðing, og NT eftir Jesu føðing. Í GT eru nógv profetiir um, at Jesus (Kristus/Messias) skal koma, og NT sigur frá, at Hann er komin (Jesus, Kristus/Messias). Kristus á griskum ella Messias á hebraiskum merkir ‘hin salvaði’. (Jóh.1,42; Jóh.4:25)
.
Kanska fleiri enn 36 menn og kvinnur hava skrivað Bíbliuna gjøgnum umleið 1600 ár. Men tað er týdningarmikið at minnast, at hesi fólkini skrivaðu beinleiðis leidd av Gudi. Gud stýrdi tey í tí, sum tey skrivaðu, orð fyri orð_. Hettar, at Gud “stýrir orð fyri orð” verður eisini kallað “innblást”. ‘Innblásing’ kemur eisini av orðinum “íblástur” ella “inspiratión”. Tvs. Gud hevði ávirkanina á tað, ið var skrivað. Bíblian er “innblást” av Gudi_. Tað er, sum tá tú skrivar ein tekst á telduni. Tú trýstur á knøttarnir, soleiðis at teldan fær boð um, hvat hon skal skrivað. So teksturin, sum tú skrivar er 100% íblástur ella inspiratión frá tær. Teldan skrivar stavirnar fyri teg, men tú ræður fyri orðunum. Sama er við Gudi. Gudi skrivaði Bíbliuna, og hon er 100% inspiratión frá Gudi. Ikki eitt Orð er av tilvild.(2.Pæt.1:20-21; 2.Tim.3,16-17; Jóh.17:17)
.
Bíblian verður eisini rópt “Orð Guds”. Fortelur eini vinindu eina hending ella skrivar eitt sms, so eru tað tíni orð. Tey eru frá tær, og tey hava eitt endamál. Soleiðis er við Bíbliuni. Hon er Guds persónligu orð, boð ella sms til tín. Tú ert móttakarin, og Gud vil fortelja tær nakað týdningarmikið í Sínum brævi, Bíbliuni. (Jóh.3,16-18; Luk.24:44-45, Róm.15,4)
..
Gud elskar teg so nógv. Hann hevur so nógv at fortelja tær, at Hansara hjarta fyllist og flýtir yvir, og Hann letur Bíbliuna skriva. Bíblian er yvirflóðin av Guds hjarta: “the overflow of God’s heart”. So minst til, tá tú lesur, at Guds hjarta er aftanfyri, Hansara kærleiki til tín. (Matt.12:34b)
.
Líka nógv, sum tú vildi ynskt at lisið eitt bræv frá einum fittum sjeiki, sum elskar teg. So eigur tú líka nógv, og nógv meira at tráða eftir og ynskja at lesa Bíbliuna, sum er bræv Guds til tín. (Sálm.119:97; Sálm.119:113; Sálm.119:163)
.
Týdningarmikið er eisini at vita, at Bíblian er einasta bræv Guds, einastu Orð Gud, einasta opinbering (revelation) Guds til okkara. Eingin onnur bók, einki annað skriv ella orð frá fólki kunnu sammetast við Bíbliuna, sum eru einastu Orð Guds. (2.Pæt.1:20-21; Sálm.119:160)
.
Í seinasta kapittuli í Bíbliuni ávarar Gud menniskjunum ímóti at leggja nakað afturat ella taka nakað burturav Bíbliuni (Op.22:18-19). Um onkur hevði skrivað okkurt afturat einum brævið hjá tær ella tikið okkurt burturav, tá var tað ikki tíni orð longur. Tí er hettar, so sera álvarsamt fyri Gudi. Gud vil, at tú skalt lesa Hansara bræv, Hansara egnu orð. ( Sálm.119:160; Esaias 40:8)
.
Tá vit lesa Orð Gud, Bíbliuna, so broytir Hann okkara hjarta. Tá Gud sleppir at broyta okkara hjarta, so broytast okkara tankar, orð, gerðir og verumáti við. Tá vit lesa Bíbliuna, so sleppir Gud at gera okkum vøkur innan. (Hebr.4:12; Ef.6:17; 2.Tim.3:16-17; Sálm.119:11; Sálm.119:9; Sálm.119:105; Matt.7:24; Matt.4:4; Jóh.17:17)
Um tú vilt vita meira um hettar evnið, so kanst tú trýsta á versini og fara á Biblian.fo, ella í tína egnu Bíbliu, at granska hetta evnið nærri.