Gestabloggur eftir Torgerð Andreasen
Fyri nøkrum árum síðani tók eg ímóti Jesusi sum mín frelsara. Gud visti akkurát, nær og hvussu Hann skuldi gera. Hann sendi persónar inn í mítt lív at hjálpa mær, og stykja meg í trúnni. Tá eg bleiv trúgvandi, so broyttist alt. Eg royndi ofta at varðveita mítt gamla lív, tí eg var bangin fyri hvat hini hildu. Men eg kom til eina niðurstøðu. Mítt lív mátti broytast. So eg var noydd at flýggja frá øllum møguligum tingum, og lýta á, at Gud fór at fiksa alt. Sjálvt um eg misti nógv, tá ið eg valdi at fylgjast við Jesus, so fekk eg tað dupulta aftur.
.
Eg veit ikki við tykkum, hvussu tað er hjá tykkum, men ofta so royni eg at vera perfekt, tráði eftir nøgdsemi frá heiminum og royni at vera tann besta til alt møguligt. Gud vil, at vit skulu gera tað besta vit kunnu, og ikki, at vit skulu vera best. Tá ið eg havi problemir, so royni eg altíð at fiksa tað sjálv, men til endans so má eg viðganga, at har er bert Ein, sum kann fiksa tað, og tað er Gud. Í Ápostlasøguni kap. 27 vers 10-11, sigur Paulus við høvuðsmannin á skipinum:
”tit menn! Eg síggi, at henda sjóferð verður til vanlukku og stóran skaða, ikki bert fyri farmin og skipið, men eisini fyri lív okkara” Men høvuðsmaðurin setti meira lít til stýrimannin og skiparin enn til tað, ið Paulus segði.”
Soleiðis seta eisini vit okkara lít á okkara tankar og okkara vinir, heldur enn at lurta eftir, hvat Gud roynir at fortelja okkum. Endin er, at vit enda í einum stormi, sum vit sjálvi hava ført okkum inn í. Vers 18:
“Vit vóru nú illa staddir av storminum ; og dagin eftir tóku teir til blaka fyri borð. Triðja dagin kastaðu vit við egnum hondum skipsgreiðurnar út.”
Menninir royndu at fiksa problemið sjálvir, men Paulus sigur í vers 21-22:
“Táið teir nú leingi einki høvdu etið, steig Paulus fram mitt ímillum teirra og segði :”Tit menn! Tit skuldu aktað meg og ikki farið úr Kreta! So høvdu tit ikki komið okkum í hesa vanlukku og henda skaða. Men nú biði eg tykkum hava gott mót; tí eingin av tykkum skal doyggja; bert skipið ganga burtur.”
So sjálvt um vit koma út í problemir, sum vit gott høvdu kunna sloppið undan, um vit bert høvdu lurta eftir Gudi, so elskar Gud okkum so nógv, at Hann ynskir at leiða okkum út aftur úr problemunum. Tað einasta vit skulu gera er, at hava mót at halda út og lurta eftir Honum.
Paulus sigur eisini, at skipið skal ganga burtur. Sjálvt um eg eri bara 16, so hava tað verið nógv skip í mínum lívi, sum máttu ganga burtur fyri, at Gud kundi fullføra Hansara ætlan við mær. Summa tíðir var tað ítróttur og aðra tíðir var tað vinir, sum vóru skipið í mínum lívi.
Gud hevur stórar ætlanir fyri teg, um tú bara letur Hann gera Sítt verk í tær. Vit eru og kunnu ikki verða perfekt, men Gud kann brúka okkum. Gud brúkar nevniliga brotin fólk og fyllir tey við Sínum kærleika. So ja, Gud kann brúka teg.
- Hevur tú okkurt skip í tínum lívi, sum tú mást geva upp, so Gud kann byrja Sítt verk í tær?