Bloggur eftir Dinu Jensdóttir Bech.
Tá Rebekka spurdi meg, um at luttaka í KVF fyrradagin, byrjaðu tankarnir at mala í høvdinum. Eg hugdi at mær sjálvari og mistøkunum, eg hevði gjørt henda dagin. Eg hugdi upp til Gud og spurdi: “Áh Harri, hví eg? Hví nú?”
Eg segði ja, við álit á, at hesin møguleiki var Gudgivin. Eg hevði álit á, at Hann skuldi leiða meg ígjøgnum hetta. Í andvekri bað eg um náttina, at eg ikki mátti gera Gud til skammar. At Gud mátti vera dýrmettur í síðsta enda. – Men eg visti ikki, at eg ikki var einsamøll í bønini, men at fleiri lógu á knæ við mær, bæði tá og gjøgnum allan dagin.
Hóast eg var nervøs gjøgnum samrøðuna, so búði ein friður og eitt álit á Gud í hjartanum. Eg helt spurningarnar vera ómetaliga áhugaverdar, og eg svaraði tað besta eg dugdi.
Men aftaná, kom ivin aftur: “Hví eg? Hvat hevði eg gjørt at uppborðið hetta?”
Tá vit hugdu, at sendingini sá eg, hvussu Gud gav mær orð at svara í rættari tíð! Vissuliga var eg ikki einsamøll. (Luk.12,11-12).
Her fekk eg eisini svarið uppá spurningarnar, eg hevði spurt. Tað snúi seg als ikki um, hvør eg var, ella hvat eg hevði gjørt. Tað snúi seg um hvør Jesus var, og hvat Hann hevði gjørt!
Ein sangur, sum eg havi lurtað eftir, sungið og gleðst um í allan dag sigur hetta:
“Not because of who I am
But because of what You’ve done.
Not because of what I’ve done,
But because of who You are!” – Casting Crowns
Jaa ha?! Ikki av hvørji vit eru, men av hvør Hann er! Tað er tí, vit kunnu virka og tæna Gud.
Takk fyri tit, ið stuðla mær so væl og biðja fyri mær. Tykkara bønir verja meg, halda meg uppi og geva mær dirvi. Vissuliga vóru tær svaraðar í gjár!
- Sangur: https://youtu.be/mBcqria2wmg
- Sending: http://kvf.fo/25?sid=79697