Bloggur eftir Dinu Jensdóttir Bech.
Ongantíð áður hevur verið tosað so nógv um ‘at síggja gott út‘ sum júst nú. Fólk tuska til venjingarhallir, venjingar legur og skeiðir. Tey djarvastu renna úti í harðføra veðrinum. Tey kempa við fullpower á Burn. Trimma feitti av og vinna sær sixpack og vøddar. Fokus er á ymiskar kropspartar, ið skulu venjast til teir hava fingið sítt fullkomna skap.
.
Tað var fyri stuttum, eg kom at standa undir liðini á tveimum ungum gentum, ið tosaðu um dreingir, sum vera man. Eg gav mær ikki fær um samtalu teirra, fyrr enn ein segði:
“Uhh… Hann sær so gott út..!”
Eg bíðaði eftir, at setningurin skuldi halda á, men hesi orðini vóru hangandi. Hann sá “bara” gott út, hugsaði eg við mær sjálvari. Eg fór at hugsa nærri um hettar. Hvussu høgt menniskju í dag raðfesta “at síggja gott út”. Tað er nummar eitt á teirra egna lista, men eisini á listanum, ið eitur “finn ein maka”.
.
Paulus sigur við unga Timoteus:
“Tí hin likamliga venjingin er nyttulig til lítið; men gudsóttin er nyttuligur til alt og hevur lyfti, bæði fyri lívið, ið nú er, og fyri hitt, ið kemur.” (1.Tim. 4:8)
Víst sigur Paulus ikki, at likamliga venjingin er nyttulig til einki, men til lítið. Men hann heitir á unglingin, at venja seg til gudsótta, ið er nyttuligt til alt. Paulus og Timoteus vóru báðir tveir Gudræddir, ídnir Harrans tænarar. Og hugsa tær, hvussu gott Timoteus og Paulus hava sæð út ANDALIGA. Uhh… gott nokk andaliga vælvandar vøddar innan gudsótta. Gudsótti er av sonnum vakurleiki.
.
Eg hevði ynskt, at gudsótti var okkara fyrsta raðfesting á listanum fyri okkum sjálvi og onnur. Gudsótta fyrr enn ‘at síggja gott út.’
Tað hevði nú eisini verið stuttligt at hoyrt ungar gentur heldur sagt:
“Uhh… Hann sær so gott út… andaliga!”