Hey! Hjartaliga vælkomin til Vakurleiki.fo. Í dag fara vit at gjøgnumganga kapitul 4, sum er síðsti kapitul av Rutts bók. 

Matt.6,33-34

Eg havi býtt kapitulin upp í 4:

  • Vers 1-6: Boaz møtir hinum loysaranum
  • Vers 7-8: Avtalan
  • Vers 9-12: Boaz lovar at loysa Rutt
  • Vers 13-16: Boaz giftist við Rutt
  • Vers 17-22: Obed og ættartalvan

Vers 1-6: Boaz møtir hinum loysaranum

Um morgunin fer Boaz beint til býportri, har elstarnir sótu og har løgfrøðilig mál vóru sett. Fyrri loysarin kemur tá (Sniðgjørd tilfeldigheit). Boaz biður hann steðga og sigur honum søguna um Rutt og Noomi. Boaz gevur honum møguleikan at loysa og keypa veðsettu jørðina. Áðrenn Boaz nevnir Rutt, sigur loysarin ja. Men tá Boaz nevnir Rutt bakkar fyrri loysarin, tí hann var bangin fyri at missa sítt navn. Og “ironiskt” nokk, missir hann sítt navn og er als ikki nevndur við navni í Rutts bók.

Boaz, fyrri loysarin og mennirnir eru eisini ein skuggamynd. Fyrri loysarin ímyndar lógina. Tey tíggju vitnini ímynda tey tíggju boðini. Boaz ímyndar Jesus. Rutt ímyndar okkum menniskju. – Tey tíggjuboðini vitna, hvussu tey ikki eru ment til at frelsa syndaran. Lógin kann ikki loysa tann, ið hon fordømir. So hevði hon mótsagt sær sjálvari. Men Kristus var mentur, sum Róm.8,3 sigur.

 

Vers 7-8: Avtalan

Á teimum døgum vóru allar avtalur, sum snúðu seg um loysing og býti viðurkend við at ein sandala var tikin av og givin hinum. Lógin ásetti, at einkjan skuldi taka sandaluna av fyrra loysaranum og spýta hann í andlitið. (5.Mós.25:9). Men hesaferð tók fyrriloysarin sjálvur sandalina av og gav Boazi hana.

 

Vers 9-12: Boaz lovar at loysa Rutt

So skjótt, sum Boaz fekk sandaluna, so lovar hann at loysa jørð Elimeleks og giftast við Rutt móabitkvinnuni. Fólkið biður fyri og signar Boaz, at hann má fáa eftirkomarar í tali sum Rakul og Lea. Tá Perez eftirkomari av Tamar hjá Judah verður nevnt, so verður keðiliga sjónarhornið gloymd, og signingin nevnd, at Tamar ein fremmand gjørdist ein partur av Ísraels fólki – og kom sum Rutt í ættartalvu Jesusar.

 

Vers 13-16: Boaz giftist við Rutt

Boaz giftist við Rut, hvør ein gleði fyri hana, tá Boaz kom heim aftur. Sama gleði og størri fara vit at hava, tá Jesus kemur aftur eftir okkum.

Rutt og Boaz fingu ein son, ið tey nevndu Obed. “Her stendur fosturmóður í føroyskum umsetingini.” Í Macdonal stendur viðmerkingin: at Noomi tók Obed til sín, sum sín egna og bleiv hansara barnagenta. – Veruliga orsøkina at Noomi verður barnagenta kann vera ymisk. Kanska hon bara ynskti tað. Ella Rutt hevði ringan fødsel osv. Tað stendur tó ikki í hesum tekstinum. So best er nokk at taka tað sum stendur og ikki tað sum ikki stendur.

 

Vers 17-22: Obed og ættartalvan

Obed bleiv pápi til Ísai pápa Dávid. Hendan bókin endar við ættartalvuni til Dávid (hin elskaði), sum er ein partur av einari størri ættartalvu, ættartalvu Jesusar í Matt.1.

 

Undurfult at síggja signingina tað førdi við sær, at Rutt valdi at seta Gud fyrst. Sum minnis ørindi sigur Matt.6,33-34. Gud gav henni og Noomi alt umframt. Somuleiðis, um tú ert farin av leið, so skal tú vita, at tað hevur altíð signing við sær at venda við til Gud. Gud tekur ímóti tær við opnum ørmum og ynskir at geva tær framtíð og vón (Jer.,31).

 

Takk fyri hesaferð, vit síggjast aftur næstuferð, tá fara vit at hava síðsta partin um tær 4 bønirnar í Ruttsbók, sum eisini allar verða svaraðar.

Skriva viðmerking