Hjartaliga vælkomin til Vakurleiki.fo!

Hetta er framhald av 3 kapitli av Rutt

Minnisørindi er Matt 6,33-34

 

 Kapitul 3 er býttur upp í 4 partar:

  • Vers 1-4: Noomi gevur Rutt ráð
  • Vers 5-7: Rutt ger eftir ráðum Noomi
  • Vers 8-15: Boaz lovar at loysa Rutt og gevur henni gávu (pant)
  • Vers 16-18: Noomi biður Rutt vera kvirra

Hesin kapitulin er væl stytri enn kapitul tvey, men eg fara at lesa kapitul 3 saman og steðga á millum partarnar at tosa um tað, sum eg helt vera áhugavert. Øll videoini pjøvast heldur ikki at vera 20 minuttir ha?! noo.

 

Vers 1-4: Noomi gevur Rutt ráð

Noomi gevur Rutt nágreinilig ráð fyri, hvussu hon spyr Boaz um hann kann loysa hana, giftast við henni. Rutt var fremmand og kendi ikki siðirnar í Ísrael.

 

Vers 5-7: Rutt ger eftir ráðum Noomi

Rutt lurtar væl eftir Noomi og ger sum hon sigur.

Eftir at Boaz er lagstur fer Rutt og leggur seg undir hornið á kappa Boazar. Hetta virkar løgið í okkara døgum, men hetta var vanligur siður í Ísrael, og tað var einki ósømiligt ella ónt í hesum. Ez.16:8.

 

Vers 8-15: Boaz lovar at loysa Rutt og gevur henni gávu (pant)

Boaz vaknar um náttina og finnur Rutt við hansara føtur. Hetta minnir nakað um kvinnuna, sum lá við Jesu føtur og bað um náði, tí hon hevði skilt, hvør Jesus var. At Jesus var hennara loysari/frelsari. (Luk.7,38) Rutt hevði somuleiðis skilt, hvør Boaz er, at hann er hennara loysari. Hetta er sera áhugavert, tá vit hugsa um sum vit tosaðu um í parti 2, at Boaz er ein skuggamynd av Jesusi.

Boaz er als ikki illur við hana, men signar hana. Orðið “veingjum” í bøn boazar 2:12, er sama orðið, ið verður nýtt her í uppruna tekstinum. Boaz bað Rutt søkja sær skjól hjá Jehovah Gudi, og tað gjørdi hon, hjá Gudi, gjøgnum Boaz. 

Boaz kundi ikki siga nei, til eina kvinnu, sum var dugnalig og meira verd enn dýrar perlur (Orð.31,10). Boaz rósur kenni fyri hennara trúðfesti. Hann sigur, at Rutt hevur víst enn meiri kærleika enn áður. Rutt vísti kærleika at fara frá faðir og móðir til fremmant land við Noomi. Men Boaz sigur, hon vísir enn størri kærleika nú, hon halgar seg til hansara.

Móselóg gav boð um, at um ein maður doyði barnsleysur, so skuldi ein skyldmaður giftast við einkjuni (5.Mós.25:5-10), fyri at varðveita navnið.

Rutt var einkja og var latin barnsleys. Boaz var skyldur við Elimelek. Boaz var tí førur, og meira týdningarmikið VILLIGUR at loysa Rutt. – Soleiðis var Jesus Kristus eisini førur og meira týdningarmikið VILLIGUR at loysa okkum menniskju. 

 

Vers 16-18: Rutt fær gávu og heldur seg kvirra

Rutt heldur seg hjá Boas eina løtu afturat. Áðrenn lýsir, gevur Boaz henni pant – ov mikið av byggi (korn). Boaz sigur: “Tú mást ikki koma tómhent heim til vermóður tína.” Noomi biður hana so halda seg kvirra, hon hevur gjørt sín part: “spyrja.” Restina ger Boaz. Rutt skal nú bara bíða eftir afturkomu Boazar, til hann tekur hana heim til brúdleypi. Tá Rutt mundi kenna seg ótolna og mótleysa, so kundi hon bara hyggja at pantinum, mongdini av byggi, sum segði henni at Boaz fór at koma aftur eftir henni.

– Hyggja vit at skuggamyndini her, so er hon sooo vøkur! Gávan Rutt fær við heim kann vera ein mynd av pantinum vit trúgvandi hava fingið “Heilagi Andin.” Heilagi Andin ger, at vit ikki eru tómhent her á foldum, men at vit hava ein talsmann. Líka sum Noomi sigur við Rutt, at hon skal halda seg kvirra. So eiga vit eisini at at bíða í tolni og væntan, til afturkomu Jesusar, til hann kemur og tekur tey trúgvandi heim til Brúdleyp lambsins (Himmalin). At bíða er nevniliga truplasti parturin, tá vit ikki kunnu gera meira, men mugu bíða. Kenna vit okkum mótleys og ótolin, so kunnu vit minnast lyftini í Bíbliuni og pantin, Heilaga Andan, sum Gud hevur givið okkum, sum sigur okkum at Gud fer at koma aftur eftir okkum.

 

Endi

Er hetta ikki vakurt?! Eg elski at lesa Rutt. Rutt er ein so romantisk, verulig hending. Hon minnir meg á, hvussu hjúnabandið er ella eigur at vera ein ímynd av Guds kærleika til okkara, sum vit lesa um í Efesus 5. Eg veri mangan so rørd av at lesa Rutts bók, tí hon minnir meg um mína støðu yvir fyri Kristusi, og hvussu nógv hann elskar meg.

Takk fyri í dag, fylg okkum á Youtube, Facebook, Instagram, Snapchat, Musical.ly og øllum hinum! Harrin signi tykkum.

Skriva viðmerking