Hey! Hjartaliga vælkomin til Vakurleiki.fo. Hetta er annar partur, har vit granska tí læruríku, fantasisku, ljósareyðu og romantisku bókina Rutt! Hon er kanska ikki ljósareyð, men hitt passar hehe.

Minnisørindini og yvirskriftin fyri hesa bókina er Matt.6,33-34

.

Endin av 1.kap og nú kap.2

Endin av 1.kapitli snúði seg um heimkomuna.  Noomi kemur heim og viðurkennir sína synd. Í hesum kapitlinum síggja vit, hvussu Gud signar Noomi og Rutt fyri at tær hava valt at søkja Gud fyrst. Og hvussu Gud so gevur teimum alt hitt umfram sum versið sigur. Og tað meir, Gud signar tær so nógv, at tað rennur út úr teirra steypi. Rutt fær nemliga ikki bara føði, men møtir einum undurfullum, gudsóttandi manni, sum eitur Boaz 🙂

 

Rutt kap.2

Eg fari at býta hendan kapitulin í fýra partar við yvirskriftum. Vit fara at lesa teir saman og tosa um teir.

  • Vers 1-7 Rutt og Boaz møtast á akrinum – Coincident I think not!
  • Vers 8-13 Bøn Boazar fyri Rutt
  • Vers 14-19 Góðska Boazar og trúfesti Rutts
  • Vers 20-23 Noomi frættir um Boaz

.

Vers 1-7 Rutt og Boaz møtast á akrinum – Coincident I think not!

Vit lesa her, at Rutt fer út at leita eftir mati. So Rutt søkir fyrst ríkið Guds, men hon er ikki passiv í at bíða eftir mati og klæðum. Hon ger sum kvinnan í orðtøkunum 31, hon arbeiðir frá morgni til myrkurs fyri at forsyrgja sær og sínum. Tað var nevniliga eisini lóg í Ísrael at nakað av øksum skuldi vera til tey fátæku og teimum, sum annars tørvaðu tað (3.Mós.19:9; 5.Mós.24:19)

Rutt fer út í áliti á Gud og í lýdni, í frælsi og undir skjóli av hesari lóg Guds, sum vardi og syrgdi fyri henni. Hugsa tær, tá Gud áseti hesa lóg um øksini, tá hugsaði hann um Rutt. Og tá Gud skrivaði Rutts bók, tá hugsaði hann um meg og teg, og tað vit kunnu læra av hesi bók.

Boaz merkir “í honum er styrki”. Hann hoyrir um hesa Rutt, sum komin til trúgv á Gud og tænir so trúføst sínari vermóðir Noomi.

Eg elski hesi orð: “tað vildi so til…” og “…júst tá…” og alt eg kann hugsa um “Coincident, I think no!” Umsett “Av tilvild, tað haldi eg ikki!” Og so hugsi eg um hvussu genialur og romantiskur Gud er.

Eitt annað undurfult, sum eg elski, er hvar Boaz og Rutt møtast. Tey møtast á akrinum. Tað minnir meg um, hvussu Gud kallar okkum sum trúgvandi at fara út á akurin. Tvs. fara út vinna menniskju fyri Jesus. Hvar er betri at møta einum øðrum trúgvandi, enn júst tá man vinnir menniskju fyri Jesus. Tá man tænir á akrinum. Tað kann verið t.d. úti í missión, á bíbliuskúla, bønarmøti ella ungdómsmøti.

.

Vers 8-13 Bøn Boazar fyri Rutt

Boaz, eigarin av akrinum, finnur Rutt og biðjur hana vera verandi á hesum akrinum. Hann rósir henni fyri hennara trúgv og dirvi at fylgja Gudi eftir og fara frá sínum heimlandi. Eisini rósir hann henni fyri hennara trúskap móti hennara vermóðir. Kundi tað verið soleiðis eisini, at vit gentir tæntu Gudi so væl, at tað hoyrdist víða um, um okkara trúfesti og vitnisburð til Guds æru.

So Boaz sær nakrar sera áhugaverdar kvalitetir í Rutt (Há.2,2). Hon trýr á Gud, er trúføst og arbeiðssom. Í hesum læra vit eisini kvalitetir Boazar. Hann trúði Gudi, var honum lýðin og hevði eitt gevandi lyndi. Hann ikki bara kendi orð Guds, men livdi eftir tí í øllum eyðmjúkleika og Gudsótta. (Há.2,3; 5,9-16).

Í hesum partinum biðjur Boaz eisini eina bøn fyri Rutt, hvør ein maður ha?! Hann biðjur (vers.12). Hetta er ein av fýra bønum í Ruttsbók, sum var svara. Tað sjálvsama við hesi bønini, var at Gud nýtti Boaz at svara hansara egnu bøn fyri Rutt. Hetta er mangan júst so. Vit kunnu biðja fyri vinum og familju, um eitt hvørt. Kanska at tey kunnu koma til trúgv, og til tíðir brúkar Gud biðjaran sjálvan at svara. So biðið vinir og verið til reiðar at tæna Gudi við álit á, at Hann kann brúka tykkum sum eitt bønarsvar. Og vinir, tá tit finna ein, sum tit fáa gott eyga á, biðið fyri teimum.

Rutt svarar aftur við stórum takksemi og eyðmjúkleika.

.

Vers 14-19 Góðska Boazar og trúfesti Rutts

Vit síggja her góðsku Boazar og trúfesti Rutts. Boaz var serliga góður við Rutt. Í hásonginum spyr kvinnan: “Hava tit sæð hann, ið sál mína elskar?”. Og eg síggi ógvuliga nógvar líkheitir ímillum hásongin og Rutt. Hvussu Boaz og Sálomo vísa ein serligan kærleika til kvinnuna, sum ikki bert er eiti (1.Pæt.1,22).

Í vers 14 bjóðar Boaz henni bitan, hann hevur gjørt alt til til hennara. Hon skal bara taka ímóti. Á nógvan hátt so er Boaz ein vøkur mynd av Jesusi. Jesus gjørdi alt til til okkara á Golgata, vit skulu bert taka ímóti. 

Í vers 15-16 síggja vit gevara lyndi Boazar. Tað stendur at “Gud elskar glaðan gevara” (2.Kor.9,7). Boaz gav frívilliga ikki einans tað, hann skuldi, men meira, tí hann var so góður við Rutt.

Í vers 17-19 síggja vit hvussu Rutt hevur avlop av mati og fullan favn av kornið. Hon hevur nógv mikið og tað flýtir yvir. Tað er soleiðis Gud ynskir at geva og signa okkum. Hann ynskir ikki bara at geva okkum nokk, men í yvirflóð (Sálm.23,-). Tá eg hugsi um henda serliga kærleikan Boaz hevði fyri Rutt, so veri eg mangan rørd. Tí tað er júst soleiðis Jesus elskar meg og teg.  (Há.4,9-10; 7:12) Hesin kærleikin frá Boazi er gevandi og elskandi. Kristusar kærleiki til okkum er gevandi og elskandi, treytaleystur (Agapé).

.

Umframt hettar so ímyndar Boaz Jesus soleiðis:

  • Boaz var ein ríkur maður (v.1)
  • Boaz var miskunnsamur móti einum fremmandum, sum ikki hevði krav uppá hansara vælvild. (v.8-9)
  • Hann visti alt um Rutt, áðrenn hon hevði møtt honum (v.11). Júst sum Jesus visti alt um okkum áðrenn vit komu at kenna hann.
  • Hann tænti Rutt náðisliga og nøktaði allar hennara tørvir (v.14).
  • Hann gav henni verd og ríkidømi fyri framtíðina (v.15-16).

Í hesari náðiger síggja vit eina skuggamynd av loysara okkara Jesusi.

.

Vers 20-23 Noomi frættir um Boaz

Tá Rutt kemur heim og sigur frá, kann eg ímynda mær at Noomi fekk frið (Há.8:10). Hon sá nú, at Gud hevði eina góða ætlan fyri hana og Rutt fyri framman (Jer.29,11) Noomi visti at hann var nærskyldur við tey og kundi vera loysari teirra. Noomi eggjaði hana at halda seg til Boaz og njóta gott av hansara umsorgan og vernd.

.

.

Undurfull søga! Elska tit ikki eisini bara Rutt og alt ríkidømi í hesi bók?! Tað geri eg.  

Hesaferð hava vilt sæð hvussu Rutt og Boaz møtast, koma at kennast og hvussu Boaz biðjur fyri Rutt. Eg veit ikki um hetta svarar til eitt kaffimunnprát í dag. Men tey koma í øllum førðum at kennast og síggja kvalitetirnar og andaliga ávøkstin, sum Gud hevur ment í hvørjum einstøkum á teimum.

 

.

Næstuferð fara vit at granska kapitul 3. Tað er ta Noomi biðjur Rutt fara at biðja Boaz loysa hana. Ja, Rutt fer og sigur: “Hey! Boaz, eg eri áhuga! Vilt tú vera maður mín?” Og Boaz, sum elskar Rutt, sigur… hvat?! Tað fara vit at tosa meira um næstu ferð.

Eitt áhugavert kjak í samband við hetta, er “the first move”. Hvør ger í veruleikanum “the first move” í Rutts bók ella í Hásonginum? Er tað Rutt? Er tað Boaz? Lesi bókina í gjøgnum og deilið tykkara tankar um hetta alment ella sendi email ella boð í messenger.

Viðmerkið endiliga niðri undir og stuðli mær við at dáma og deila ella senda hetta videoið til tykkara vinfólkum.

Skriva viðmerking