Gestabloggur eftir Bjørg D. Djurhuus
Rutt
Hey vakra!
Áðrenn tú fert í gongd við at lesa hetta, skal eg gera klárt, at tað, at eg skrivi hetta, ikki merkir, at eg livi upp til øll hesi málini. Men hetta er nakað, ið Gud hevur lagt mær á hjarta at bera fram fyri okkum gentum, ið ynskja at liva eftir Guds hjarta.
Hetta er nakað, ið vit kunnu stremba eftir. Hetta er nakað, ið eg ynski at stremba eftir saman við tær. Eisini vil eg uppmuntra teg at lesa tey skriftstøð, ið verða nevnd. Hetta fer at gera boðskapin meir livandi fyri tær eftir Orði Guds. Og um tú hevur tíð, so les eisini líka bókina Rutt í Bíbliuni ígjøgnum. Bókin er bara 4 kapitlar og 4 síður. Tað er einki. 😉 So fært tú eisini eitt betur yvirblikk yvir heildina.
.
Tað eru ikki nógvar kvinnur í Bíbliuni, sum vit sleppa at lesa djúpt um. Har vit sleppa at læra um lív teirra, og sleppa at lesa um dygdir, veikleikar og kenslur teirra. Men í teimum førum, har vit fáa loyvið til hetta, fangi eg meg ofta í, at vera ógvuliga hugtikin av teimum. Eg veit ikki, hvussu tit hava tað, men eg havi í hvussu er altíð elskað at hoyrt og lisið um Ester drotning, Rutt, Hannu og Batsebu. Sjálvandi er tað eisini spennandi at lesa um menninar, men tað er nakað annað, tá ið tað er um eina kvinnu. Møguliga er hetta tí, at eg sjálv eri ein genta. Hetta ger, at eg klári at relatera til tær á ein heilt annan hátt, enn tá ið tað er um menninar. Eitt sum eg eisini haldi er sera vakurt við hesum kvinnunum í Bíbliuni (og monnunum), er at vit koma at kenna tær ógvuliga væl. Vit lesa ikki bert um styrkir teirra, men vit sleppa eisini at síggja veikleikar teirra. Hetta er sera týdningarmikið at hava í huga, tá ið ein fer undir at røkka hesum máli: at verða ein kvinna eftir Guds hjarta. Gud veit, at tú ikki ert fullkomin, og at tú hevur veikleikar. Hann skapti teg. Dávid sigur so vakurt í einum av mongu sálmum sínum, at Gud hevur skapt nýru tíni, Hann virkaði teg í móðurlívi. Hann kendi hvørt bein í kroppi tínum, áðrenn nakar eingongd visti av, at tú fórt at koma til verðina. Hann sá teg og elskaði teg, áðrenn mamma tín og pápi tín yvirhøvur høvdu hugsað um teg. Gud veit alt um teg (Sálm. 139). Gud ynskir, at tú skalt stremba eftir at liva tað lív, ið Hann skapti teg til at liva. Hann ynskir, at tú skalt liva í nærveru Hansara og kenna dirvið, ið hann hevur lagt niður í teg.
Hvussu var Rutt so ein kvinna eftir Guds hjarta? Lesur tú víðari, so finnur tú útav tí. Men áðrenn hetta, fært tú líka eitt sindur av bakgrundsvitan um Rutt.
.
Rutt var ein Móabittisk kvinna. Hon var abbadóttir Eglon, kongin í Móab. Elgon var abbasonur Balak, ið var kongur í Móab undir tíð Mósesar. Báðir hesir kongarnir vóru fíggindar hjá Ísraelsfólki. Balak kongur fekk sær “gandakallin” Bileam at banna Ísraelsfóki (4. Mós. 22-24). Eglon kongur fór í samgongu við Ammonittar og Amalekittar og hertók Ísrael í 18 ár, inntil Ehud, ið var dómari í Ísrael tá, drap hann (Dóm. 3). Rutt var tískil í roynd og veru ein Móabittisk prinsessa, ið giftist við einum Jødiskum manni, ið æt Malon (Rutt 1:4-5; 4:10).
Móabittar eru eftirkomara Móabs, sum var sonur Lot. Móab varð føddur av tí, at dóttir Lot fór í song við pápa sínum, eftir at hon hevði sæð Sodoma og Gomorra verðið lagt í oyði. (1. Mós. 19). Dóttir Lot átti á henda hátt sonin Móab við pápa sínum Lot (1. Mós. 19:37).
Í Móab høvdu Ísraelsfólk sína seinastu tjaldlegu, áðrenn tey fóru inn í Kána’ansland (4. Mós. 22:1; Josva 13:32). Eisini var tað á Móabsheiðum, á fjallinum Nebo, at størsti profeturin av øllum, Móses, hugdi yvir tað lovaða landið. Tað var her, Móses doyði einsama deyða sín, og tað var her, hann var jarðaður í dalinum í Móabslandi, beint yvir av Bet-Peor (5. Mós. 34:5-6).
Móabittar vóru avguda-dyrkarar. Tey dyrkaðu Kamos og Baal-Peor við ónæriligum serimonium. Onkuntíð enntá við menniskjaofrum (4. Mós. 21:29; 1. Kong. 11:7; Jer. 48:13; Jer. 48:46; 4. Mós. 25:1-3). Tá ið Ísraelsfólk komu úr Egyptalandi, bóru Móabittar seg at í miskunnarloysi (4. Mós. 22:24 – 5. Mós. 2:9). Hóast Gud eirdi teimum frá hertøku, so læt Hann ikki tey og eftirkomarar teirra vera ein part av teimum serstøku framíhjárættindunum, ið fólk Hansara hevði.
.
.
Tá ið No’omi fer úr Móabslandi við Rutt og Orpu, biður hon tær fara heim aftur. Men Rutt vil ikki. Rutt vil við No’omi, hóast No’omi er gomul og ikki hevur mann ella synir. Hetta merkir, at Rutt valdi at fara við vermóður síni, til eitt nýtt land, hóast hetta møguliga merkti, at Rutt ongantíð fór at verða gift og fáa børn (Rutt 1:14, 16-17). Hetta, at ein kvinna var ógift og barnleys, var ein ógvuliga stór skomm tá á døgum (1. Sám. 1:2, 6-8, 10-11). Men Rutt valdi heldur hetta, enn at fara aftur til sítt gamla lív. Rutt sigur soleiðis við No’omi:
“…Royn ikki at yvirtala meg at fara frá tær og fara heimaftur! Nei, hagar sum tú fert, hagar fari eg, og har sum tú búsetist, har búsetist er; fólk títt skal vera fólk mítt, og Gud tín skal vera Gud mín; har sum tú doyrt, vil eg doyggja, og har vil eg verða jarðað. …” (Rutt 1:16-17)
Hon vendir her fullkomiliga frá sínum gamla lívi. Rutt var uppvaksin í eini mentan, ið var sera ólík tí Jødisku mentanini. Hon var uppvaksin við at dyrka avgudar. Óivað hevur tað verið vanligt, at fólk búðu saman uttanfyri hjúnaband. Og at fólk gingu drukkin mest sum hvønn dag. Tey gjørdu júst so, sum teimum lysti. Rutt velur her at vraka ta mentanina, hon er uppvaksin í. Tá ið hon ger hetta, verður hon óivað eisini vrakað av familju síni. Men hon velur hetta, tí hon hevur sæð, hvussu Elimelek og No’omi livdu við Gudi. Hon er uttan iva komin at kenna Gud, og hevur skilt, at lívið við Honum er mangan ferðir betri enn lívið í Móab.
- Rutt vísir her ein eginleika, ið ein kvinna eftir Guds hjarta hevur. Hon er avgjørd um, at hetta er lívið, ið hon ynskir at liva, óansæð hvat hetta fer at kosta henni. Hon veit, at hon verður vrakað av familjuni. Og at hon møguliga ikki verður væl móttikin í Betlehem, av tí at hon er úr Móabslandi. Men hon veit, at hetta er tað besta fyri hana. Hon traðkar út í tað, hóast tað óivað fer at verða torført.
Soleiðis eigur ein kvinna eftir Guds hjarta eisini at vera. Hon eigur at venda gamla lívi sínum bakið, og venda sær til Gud. Hon eigur at stóla uppá, at Gud heldur hennara hond, og leiðir hana ígjøgnum alt. Óðansæð hvussu torført tað kann tykjast. Ein kvinna eftir Guds hjarta eigur at kunna siga við Gud:
“Hagar sum Tú fert, hagar fari eg, og har sum Tú búsetist, har búsetist eg; fólk Títt skal vera fólk mítt.”
.
Tá ið No’omi og Rutt koma inn í Betlehem, koma kvinnurnar ímóti teimum, og siga: “Er hetta No’omi” (Rutt 1:19), men No’omi vil ikki kallast soleiðis longur, tí; sigur hon:
“Kallið meg ikki No’omi (*Hin lukkuliga)! Kallið meg Mara (*Hin sorgarbundna), tí hin Alvaldi hevur latið nógva sorg koma yvir meg! Rík fór eg haðani, og fátæka hevur Harrin latið meg koma aftur. …” (Rutt 1:20-21).
No’omi hevur upplivað stóra sorg, og hon sær onga vón fyri framtíðini. Maður hennara er deyður, somuleiðis eru báðir synir hennara deyðir, og hon hevur ongi ommubørn. Tað einasta hon hevur eftir er ein Móabittisk verdóttir. Men í allari hesari sorgini hjálpir Rutt henni, og hon tekur sær av henni. Tær hava ongan mann í húsinum, og tískil hava tær onga inntøku. Tí má Rutt fáa mat á borðið. So hon fer at henta øks (Rutt 2:2-3). Rutt sankar á akri Boazar, og hon er ógvuliga røsk. Vit lesa:
“… hon hevur hildið á líka síðani tíðliga í morgun inntil nú og hevur ikki hvílt so mikið sum eina løtu.” (Rutt 2:7).
Hon verður boðin til borðs at eta, men situr bert eina lítla løtu, og reisist síðani aftur og fer at sanka (Rutt 2:15). Soleiðis sankar hon líka til kvølds, og fer heim til No’omi við tí (Rutt 2:17-18). Tá ið hon fekk at eta við borð Boazar, fekk hon so nógv, at tað leyp av (Rutt 2:14). Avlopið tók hon heim við sær, og gav vermóður síni tað, so at hon eisini kundi eta seg metta (Rutt 2:18).
Á henda hátt syrgdi Rutt fyri, at vermóður hennara og hon kundu liva. Hetta gjørdi hon inntil bæði byggheystið og hveitiheystið vóru at enda. Byggheystið var í apríl-mánaði, meðan hveitiheystið var í maj-mánaði. Hon hevur tískil gingið á henda hátt og sankað øks, mest sum hvønn dag í 2 mánaðir (Rutt 2:23).
.
.
Hóast Rutt óivað hevur havt tað tungt í Betlehem, so gjørdi hon alt fyri at hjálpa vermóður síni. Uttan iva hevur hon eisini gjørt nógv meir, enn vit lesa um í Rutts bók, tí Boaz sigur soleiðis við hana:
“Mær er sagt frá øllum tí, sum tú hevur verið fyri vermóður tína, eftir at maður tín doyði, hvussu tú fórt frá faðir, móður og føðilandi og fórt til eitt fólk, sum tú kendi ikki frammanundan.” (Rutt 2:11),
eisini lesa vit, at Rutt var No’omi betri enn sjey synir! (Rutt 4:15).
- Rutt vísir her ómetaligan næstrakærleika. Hon setir tørvirnar hjá No’omi fram um sínar egnu tørvir. Hóast hon er í einum fremmandum landi, og er langt burtur frá familju og vinum sínum, so velur hon ikki at hugsa um seg sjálv. Hon vil heldur, at vermóður hennara, ið er gomul, skal hava tað gott. Hon eyðmýkir seg og fer út at vita, um har ikki er onkur, ið vil vísa henni, einari Móabittkvinnu, náði, og lata hana sanka á akri teirra. Hon tekur ábyrgdina, ið maðurin vanliga hevði, á seg – at syrgja fyri at familjuni.
Hetta er ein fantastisk dygd, og Rutt er ein fantastisk fyrimynd hjá okkum at hava. Hon ger eftir størsta boðnum, ið vit hava fingið frá Gudi: At elska næsta okkara sum okkum sjálv (3. Mós. 19:18; Matt. 5:43; Matt. 19:19; Matt. 22:39; Mark. 12:31; Luk. 10:27; Róm. 13:9; Gal. 5:14; Ják. 2:8). Rutt uppfyllir hina kongligu lóg eftir skriftini (Gal. 5:14).
Hvat er vakrari enn ein kvinna, ið uppfyllir lóg Guds! Ein kvinna eftir Guds hjarta eigur at stremba eftir at elska næstar sínar, sum hon elskar seg sjálva. Men fyri, at hon skal megna hetta, má hon skilja, hvussu ómetaliga nógv hon er elskað av Babba í Himli. Hon má skilja, at hon er dóttir Hansara. Dóttir Kongin yvir øllum kongum. Hon er kongadóttir. Hon má skilja, at hon er ein prinsessa, og kongaliga skylda hennara er, at elska øll við sama kærleika, sum Pápi hennara, Gud, elskar hana við. (Róm. 8:15; Gal. 4:5; 2. Kor. 6:18; Gal. 3:26; Luk. 20:36; Jóh. 1:12; Jóh. 11:52; Róm. 8:14; Róm. 8:16-17; Róm. 9:22-26; Ef. 5:1; Filip. 2:15; 1. Jóh. 3:1-2; 5:2)
.
Tá ið Boaz sær Rutt sanka øks á akri hansara, er hann hugtikin av hvussu dugnalig og røsk hon er. Hann biður hana bert sanka á akri hansara, og fylgja við arbeiðsfólki hansara (Rutt 2:8-9). Tá ið hann sigur hetta við Rutt, fellur Rutt á andlit sítt og sigur:
“Hvussu ber tað til, at eg havi funnið náði fyri eygum tínum, so tú vísir mær slíka vælvild, tóat eg eri fremmand?” (Rutt 2:10,13).
Rutt veit, at hon ikki hevur uppiborið hesa vælvild, av tí at Ísraelsfólk og Móabittar ikki høvdu tað gott saman. Í eygunum hjá Ísraelsfólki var hon órein og syndafull. Rutt veit, at hetta er støðan, hon er í. Tá ið Boaz vísir henni náði, eyðmýkir hon seg í takksemi. Hon blakar seg niður við føtur hansara og takkar honum, at hann vísir henni slíka náði og vælvild, hóast hon er fremmand.
- Rutt vísir her ótrúligt takksemi og eyðmjúkleika. Hon veit, at hon einki hevur uppiborið, men hon tekur ímóti tí við takksemi, og fer út at arbeiða, og hon arbeiðir hart.
Eyðmjúkleiki er ein sera týdningarmikil dygd, ið ein kvinna eftir Guds hjarta eigur at hava. Tað er sera týdningarmikið, at ein kvinna eftir Guds hjarta, eins og Rutt, veit, at hon hevur ikki uppiborið ta náði og vælvild, ið Gud vísir henni. Tað er týdningarmikið, at hon klárar at siga:
“Hvussu ber tað til, at eg havi funnið náði fyri eygum Tínum, so Tú vísir mær vælvild, tóat eg eri ein syndari?”
- Síðani er tað týdningarmikið, at hon tekur ímóti náði og vælvild Guds við ótrúligum takksemi, og síðani fer út at arbeiða fyri Gud, og at arbeiða hart – eins og Rutt. Tá ið hon hevur skilt hetta, at hon er fyrigivin so ómetaliga nógv, eigur hon at kunna fyrigeva av heilum hjarta, eins og Pápi hennara gjørdi móti hana. (Matt. 4:19; Mark. 1:17; Róm. 12; Matt. 7:3; Matt. 18:21-35)

“…hon tekur ímóti náði og vælvild Guds við ótrúligum takksemi, og síðani fer út at arbeiða fyri Gud…”
.
Tá ið No’omi og Rutt hava verið í Betlehem í eina tíð, spyr No’omi Rutt, um hon ikki skal finna ein mann til hennara. No’omi hevur funnið útav, at Boaz er loysari teirra. No’omi veit, hvussu hetta skal fara fram. Hon sigur soleiðis við Rutt:
“Tá ið hann so legst, ansa tá eftir, hvar hann leggur seg, far so og lyft upp kappan við føtur hansara, og legg teg har – hann skal tá siga tær, hvat tú skalt gera!” (Rutt 3:4).
Tá ið Rutt fær hetta at vita, hevur hetta møguliga tókt henni ógvuliga merkiligt og óivað eyðmýkjandi eisini. At hon, ein fremmand Móabittisk kvinna, skuldi fara til ein mann. Mannin, ið hon sankaði øks hjá. Hetta hevur óivað verið ógvuliga torført hjá henni. Hildið verður eisini, at Boaz var fleiri ár eldri enn hon. Men hóast hetta svarar hon No’omi so vakurt og djarvt aftur:
“Eg skal gera alt tað, ið tú sigur!” (Rutt 3:5).
Hon ger sum No’omi sigur, væl vitandi at hon møguliga verður rikin burtur aftur og verður eyðmýkt ómetaliga nógv. Men Gud er trúfastur. Tá ið Rutt ger sum No’omi sigur, letur Gud tað verða soleiðis, at Hann longu langt áðrenn, hevur lagt eitt eymt stað í hjarta Boazar fyri Rutt. Boaz vil tí gera alt fyri at loysa hana (Rutt 3:10-13). Rutt er lýðin, og Gud gevur henni ein fantastiskan mann (eftir Guds hjarta) og ein son – Obed. Harafturat bleiv Rutt langomma Dávid Kongs, og hon fekk æruna at vera í ætt Jesusar (Rutt 3:13-22; Luk. 2:4; Jóh. 7:42; Róm. 1:3; 2. Tim. 2:8; Op. 5:5; 22:16).
- Rutt vísir ótrúligt dirvi í hesum, sum hon ger. Hon hugsar heldur um at akta No’omi, enn at hugsa um tað, ið møguliga kann henda. Hon stígur út í nakað, sum hon ikki kann stýra. Men hon stígur út í tað við dirvi og vakurleika. Soleiðis eigur ein kvinna eftir Guds hjarta at tora at gera. Hon eigur at stóla uppá Guds lyftir, at Hann skal als ikki sleppa henni og als ikki fara frá henni (Hebr. 13:5), og síðani skal hon, eins og Rutt (og Pætur), akta og stíga út á lyfti Guds við dirvi (Matt. 14:22-33; 1. Sám. 15:22-23). Ein kvinna eftir Guds hjarta eigur at kunna siga:
“Eg skal gera alt tað, ið Tú sigur!” (Rutt 3:5).
.
Tá ið Rutt sigur Boazi, at hann er loysari hennara, sigur hann soleiðis við hana:
“… Alt tað, ið tú sigur, skal eg gera fyri teg; tí alt fólkið í býi mínum veit, at tú ert dugnalig kvinna.” (Rutt 3:11)
Tá ið hon júst var komin at sanka á akri hansara segði hann:
“Mær er sagt frá øllum tí, sum tú hevur verið fyri vermóður tína, eftir at maður tín doyði, hvussu tú fórt frá faðir, móður og føðilandi og fórt til eitt fólk, ið tú kendi ikki frammanundan”(Rutt 2:11).
Í hesum báðum versunum síggja vit, at Rutt var sera røsk og dugnalig, og at øll vistu tað. Hetta var nakað, ið fólkið snakkaði um í býnum. Tey vóru hugtikin av hesi fremmandu kvinnu, ið var komin til Betlehem.
- Rutt vísir okkum her eina góða mynd av, hvussu vit eiga at liva sum vitnir í okkara dagliga lívi. Hon vísir her eina dygd, sum er sera týdningarmikil at hava, nevniliga at vera eitt vitni í øllum sum vit gera. Ikki bert í millum trúgvandi vinir ella í samkomuni, men allastaðni har vit eru. Hetta er ein sera vøkur dygd hjá eini kvinnu eftir Guds hjarta, at hava. Tað er týdningarmikið at æra Gud í øllum – arbeiði, skúla, frítíðarítrivi, ítrótti o.s.v. – so at vit kunnu uppliva, at fólk siga soleiðis við okkum:
“Mær er sagt frá øllum tí, sum tú ert fyri onnur, og tað ið tú gert. Alt fólki í býnum veit, at tú ert dugnalig kvinna. Harrin løni tær tað, ið tú hevur gjørt, og løn tín verði ríklig frá Harranum Gudi okkara.” (Rutt 2:11-12; 3:11)

“…nevniliga at vera eitt vitni í øllum sum vit gera. Ikki bert í millum trúgvandi vinir ella í samkomuni, men allastaðni har vit eru.”
.
Tað er so ómetaliga nógv, ið eg hevði kunnað skrivað um dygdir hjá eini kvinnu eftir Guds hjarta. Men hetta vóru tær, ið Gud læt eygu míni upp fyri, í samband við Rutt og lív hennara. So fyri at taka saman um eru tað hesar dygdir, ið vit skulu stremba eftir at hava:
- “Hagar sum Tú fert, hagar fari eg, og har sum Tú búsetist, har búsetist er; fólk Títt skal verða fólk mítt.” – Vend gamla lívið tínum baki og stóla uppá, at Gud heldur tíni hond og leiðir teg ígjøgnum alt!
- Hvat er vakrari enn ein kvinna, ið uppfyllir lóg Guds! – Tú mást skilja, at tú ert ein prinsessa, og kongaliga skylda tín e,r at elska øll við sama kærleika, sum Pápi tín, Gud, elskar teg við.
- Hvussu ber tað til, at eg havi funnið náði fyri eygum Tínum, so Tú vísir mær vælvild, tóat eg eri ein syndari? – Minst til, at Gud hevur fyrigivið tær so ómetaliga nógv. Ver eyðmjúk og fyrigev av heilum hjarta, og vinn onnur fyri Pápa tín í Himli.
- Eg skal gera alt tað, í Tú sigur. – Ver djørv og ger tað, ið Gud biður teg gera. Lít á Hann og Hansara lyftir.
- Alt fólki í býnum veit, at tú ert dugnalig kvinna. – Ver eitt vitni í øllum, ið tú fert undir at gera. Æra Gud í øllum, og vinn onnur fyri Hann á henda hátt.