Í dag fara vit at tosa um evnið alkohol. Vit spyrja spurningin: Kann hin trúgvandi drekka alkohol og fara á festivalar o.a. tílíkt? Eg havi ongantíð, havt so ringt við at fyrireika meg til eitt video, sum til júst hetta. Harafturat er mítt sýnið av alkoholi og víni fullkomiliga broytt hesar dagar eg havi granskað hetta evnið í Bíbliuni.

Eg skal minna á, at vit hava ein mótstøðuman Satan, sum als ikki vil hava okkum at koma at kenna sannleikarnar í Bíbliuni. So eg biðið tykkum um at, biðja Gud opna tykkara hjarta og biðja Hann vísa tykkum á sannleikarnar í Sínum orðið. Eg biðið fyri, at hetta ikki mugu verða míni orð, men Orð Harrans, sum tala, sum eru full av kraft og sannleika. Um tað er okkurt tit ivast í, so lesið versini, minnist tey og haldið tykkum til tey, tí versini eru sannleikin, tey eru Orð Guds.

Í hesum videoinum fara vit at tosa um #Rúsfríttsummar, ávirkanina av alkoholi, hví eg ikki drekki, hvat Bíblian sigur um alkohol. Og so fara vit at tosa um trý ting, afturat sum eg elski søgu, evnafrøði og kaffi.

 

#RúsfríttSummar?

Tú hevur uttan iva sæð #RúsfríttSummar síðstu mánaðirnar. Hvat merkir hetta?

# verður nýtt á socialu miðlunum, sum eitt link, ið knýtir myndir saman.

Summar, er tað vit njóta beint nú.

Rúsur hvat er so tað? Rúsur, rúsevnir ella rúsdrekka er nakað, ið ávirkar heilan soleiðis, at hann fær rús. Rúsevnir forgifta heilan soleiðis, at hann ikki virkar sum hann skal. Heilin klárar ikki longur at hugsa klárt og logiskt. Rúsur ávirkar kenslurnar, og tað er júst tí, at alkohol drykkir, eru so bindandi hjá vanligum fólki. Persónurin, sum drekkur fær “kensluna” av, at hann er glaður, sjálvsikkur, stuttligur, socialur og passar inn. Løgið nokk, passar hetta í veruleikanum ikki. Heilin er ávirkaður kensluliga til at halda tað, men veruleikin er ein annar. Rúsur gevur heilanum eitt filtur og litar veruleikan annaðleiðis enn hann í veruleikanum er. Hava tit nakrantíð hoyrt full-fólk siga, “Vit høvdu tað so stuttligt í gjár!” So spyrt tú tey, hvat tey gjørdu. Tey svara at tey minnast ikki. Sannleikin er, at oftast hendi einki serligt “gjárakvøldið”, tað einasta, sum hendi var, rúsurin ávirkaði heilan hjá teimum kensluliga. Tað er sum at ganga við litaðum brillum, veruleikin sær annaleiðis út í høvdinum hjá einum, sum er ávirkaður av rúsi.

So góðar nýggjheitir til tín sum ikki drekkur, tú hevur ikki mist nakað, um tú ikki drekkur, og tú fert framyvir ikki at missa nakað.

Gev gætur, at ikki øll eru alkoholikarar likamliga, men nógv eru alkoholikarar í tann mun, at tey eru avhangið, av filtrinum, kenslunum og sjálvsikkurheitini, sum kemur fram, tá tú verður ávirkaður av alkoholi.

Eg havi lisið meg fram til, at #RúsfríttSummar at tað er ein kampanga ella átak, sum Blái Krossur skipar fyri. Tey spyrja, hví tað erneyðugt at rúsa seg, og biðja teg at lata vera hetta summarið.

 

Langtíðarávirkaninar av alkoholi?

Alkohol skaðar kroppin ómetaligt bæði heila, livur, likam, maga, hjarta, bein, nervar og mangt, mangt annað! Alkohol virkar sum kreftframkallandi fyri meira enn 10 sløg av kreft. Black out, tað at tú dettur av, virkar sum partvís amneisa, tvs. tú missir viti og minni. Ein serlækni segði í einum skrivi, at granskarar eru enn ikki komnir fram til, hvat hendir í kroppinum, tá fólk fáa timburmenn. Og fyri hann var júst hetta tað mest ræðandi av øllum fylgjunum av alkoholi.

Og hetta fari eg ikki meira inn á langtíðar fylgjarnar av alkoholi, tí hetta kunnu tit lesa alt um á netinum ella síggja dokumentarir, hvussu skaðiligt tað er. Stuttsagt, er alkohol als ikki vinarligt móti tínum kroppi. Menniskju kunnu halda tað er ein stuttur stuttleiki, men tað heldur kroppur menniskjans als ikki. 

 

 

Hví drekki eg ikki?

Orsøkirnar eru nógvar fyri at lata vera við at drekka. Eg havi hoyrt fólk siga m.a., at tað er spill av tíð, tað er at verða falskur, men persónliga má eg siga, at einasta orsøkin, at eg ikki rúsi meg, at eg ikki drekki er, tí eg eri trúgvandi og eg ynski at vera orðið Guds lýðin.

Tá eg gekk á miðnámskúla, so eg hevði sett mær fyri ikki at drekka. Hetta ávirkaði, at eg valdi miðnámsveitslur o.a. veitslur frá av einari orsøk. Eg var ikki sikkur í, at eg fór at klára at siga nei, um onkur bjóðaði mær rúsdrekka. Fleiri av mínum vinfólkum sokallað “ballaðust” uttan alkohol ella við redbull. Men tað vardi ikki leingi áðrenn tey fullu og fóru at ballast sum hini við alkoholi. Tað er sum orðatakið sigur: “Sig mær tínar vinir, og eg skal siga tær hvør tú ert ella verður.” Tí vinir ávirka vinir. At drekka vín ella øl við vinum er ikki ein máti at byggja brúgv millum hin trúgvandi og vantrúgvandi. Tað kann nógv heldur skaða tín kristna-image. Veitst tú hvat? Tað er ikki neyðugt. Fleiri persónar í GT og NT valdi vín og alkohol frá, tvs. teir drukku aldri nakað alkohol. (Mós.3; 4.Mós.6; Orð.31; 1.Tim.3; Dán)

Satan dugir at freista okkum. Tá Satan freistar okkum at at drekka, roykja, lúgva og gera onnur skeiv ting, so ger hann tað ikki knappiliga, nei so líðandi. Eg kann ímynda mær, at tað hendir nakað soleiðis.

Vit siga, at Pól er trúgvandi og drekkur ikki. Satan veit hetta og er ógvuligsa smartur. So hann sannførir Pól um, at hann ert sterkur nokk at siga nei til alkohol. Satan sigur Pól, at hann kann væl fylgjast við hinum, sum drekka, tað er jú akkurát líka stuttligt ikki at drekka. Í meðan Pól fylgist við vinunum, sum drekka, ávirkar hann hann til at halda, at hann er ein outsider og missir ein part av stuttleikanum. Satan lokkar Pól til at halda, at alkohol ikki er tað ringasta. Og næstuferð Pól verður bjóður alkohol tekur hann av. Knappliga, tá hann varnast, at hann eru farin av leið, so sannførir Satan hann um, at nú ger alt tað sama og nú er eingin vegur aftur. Satan fær enntá hert hansara sinni so nógv, at hann als ikki ynskir at biðja Gud um hjálp?

 

Hvat sigur Bíblian um rús?

Vit lesa alt er loyviligt men ikki alt er gagnligt (1.Kor.10,23) Tað er kanska loyvt at drekka vín, men spurningurin er tað gagnligt? Og vil tað fáa teg at vaksa andaliga?

Vín hevur altíð eitt potentalið, ið kann leiða til at ein verður ávirkaður. Bíblian hevur nógv at siga um at drekka alkohol. Bæði um vín og sterkari drykkir. Bíblian kallar vín spottara og sterkan drykk ein ófriðarkropp (Orð.20,1). Bíblian sigur, at fátækur verður tann, sum elskar vín (Orð.21,17). Lesa tit um hendingar í GT við vínið, so endar tað altíð ringt. Vit lesa m.a. um Nóa og Lot. Vit lesa eisini fleiri ferðir, at Gud biður menniskju bæði í GT og NT halda seg frá víni. Bíblian sigur, at tað hóskar ikki prinsessum og kongum og høvdingum at drekka sterkan drykk (Orð.31,4-5). Bíblian sigur eisini hví, tí teir.. v.5, tí teir gloyma lóg Guds, Bíbliuna, vilja Guds. Orðatøkini 23,31-33, siga nevniliga, at vín minkar um dømievnini, tey fáa teg at girnast “fáa lust”  (EN) eftir fremmandari kvinnu. Enntá prestar í Gamla Testamenti fingu forboð at drekka nakað alkohol, tá teir skuldu tæna Harranum (Ez.44,21). Og um vit hyggja eftir tí samanborið við Nýggja Testamenti, so er tað eitt gott princip. Tað stendur, at vit skulu ikki drekka okkum drukkin av víni, tí tað er spilling, men vit skulu lata okkum fylla av Heilaga Andanum (Ef.5,18). Fylling av Heilaga Andanum er ikki, sum tá man fyllir eitt glas, men sum tá eitt segl á einum seglskipið verður fylt við vindi. Tvs. fylt og flutt við Heilaga Andanum. Eitt vers, sum líkist hesum er (Kol.3,16). So hesi verisini vilja siga, at vit hava eitt lív, har Bíblian er miðpunktið og grundvøllurin, sum vit byggja á. Við øðrum orðum vit ferðast gjøgnum lívið, og Heilagi Andin stýrir okkara leið gjøgnum orð Guds, Bíbliuna.

 

Ætlanin við alkoholið er at tað minkar um títt smædni og lækkar tíni egnu mørk. Tað minkar um ta hægru funktiónina í tínum heila, sum tína døming ella meting og tína balansu. Tað gevur tær eina kenslu av vælveru. Tað er tí fólk tráa eftir effektunum av alkoholi. Tað gevur teimum eina kenslu av vælveru, at tey hava kontrol og tey kenna seg betur. Men um tú ert fyltur av Heilaga Andanum, so ger Hann eina sanna broyting innan í tær og tú ert ikki noyddur at vera ávirkaður av alkoholi.

 

Vín og sterkari drykkir í Bíbliuni?

Í Bíbliuni lesa vit um nógv um vín. Vín sum ofring til Gud, vín sum reinsing í sár, sum bedøvilsi, vín sum ein njótandi drykk. Men vín hevur eitt potentiali, sum kann verða ógvuliga skaðiligt.

 

Eitt er vert at leggja merki til. Nøkur ting eru ikki tey somu í GT og NT, sum í dag. Tí mugu vit eisini hugsa um, var vín í Bíbliuni tað sama sum í okkara degi í dag.

Í nøkrum mentanum vaksa víndrúvur, vín, sum er frá gamlari tíð blivin ein partur av teirra mentan. T.d. Italia. Í í sovorium londum enn í dag, drekka fólk vín afturvið eini máltíð. Tey drekka ikki bert, men tað er ein partur av teirra mentan, og tey drekka sømiliga við eini máltíð. Eg hoyrdi um ein vínbónda, sum hevði drukkið vín alt sítt lív, og hevði aldrin møtt einum fullum menniskja fyrr hann var og ferðaðist einaferð. Hetta er ikki tað slagið av drykkjuskapi vit tosa um. Hendan mentanin hevur einki samband við altjóða framleiðsluna av alkohol vinnuni. Altjóðaframleiðslan hevur ikki sum mál at framleiða minimalt til máltíðir ella eitt húsarhald. Tey hava eitt produkt við ávirkandi løgið, sum tey framleiða í stórum mongdum, tí tey vilja selja tað í stórum mongdum, tí tey vilja hava teg at keypa tað í stórum mongdum. Slíkt alkohol oyðileggur einstaklingar, hjúnabond, familjur, heim, arbeið, lív. 80.000 fólk um árið doyggja um árið í Amerika av alkoholið. 38 mió fólk eru alkoholikarar í Amerika og talið er vaksandi. Alkoholið kann í dag verða framleitt við so mongum %, at tað er óavmarka. Tvs. vínið og sterku drykkirnir í dag innihalda nógv meira alkohol % enn tað gjørdi í GT og NT tíðini.

Fyrr hevði lokala familjan ein víngarð, sum tey framleiddu vín út. Tey goymdu víndrúurnar í eini krukku í 2-3 dagar, sum geraði til 2-4% alkohol innihald. Søgan sigur, at grikkarnir goymdu vínið longri, ið gjørdi at víninnihaldið var upp til 12-14%.

Men í mentanini í Bíbliuni, hevði vín sera lágt alkohol innihald, ella %, harafturat var avmarkað nøgd av alkoholi. T.d. brúdleypið í Kána (Jóh.2). Tey høvdu eitt brúdleyp fyri allari bygdini. Tey vóru kanska umleið 500 fólk, og tey høvdu ikki nokk vín til eina viku. Hetta er ikki ovurhondsstór nøgd av alkoholi. Hetta víni var avmarka í % og á goymslu.

Í dag er tað óavmarka goymsla av alkoholi.

1000 ár eftir NT var skrivað varð destillatión uppfunnin, Destillatión gevur okkum møguleikan at økja um % av alkohol innihaldið frá 40% til 75%. Og seinni kundu fólk fáa % enn longur upp. Í dag innihalda vanlig vín 20% alkohol ella meira. Tvs. her er ikki talan um 2-4% sum í Bíbliskari tíð.

Tvs. vit tosa øðrvísi goymslu mongd, og vit tosa um øðrvísi alkohol % innihald. Harafturat var vín í gamlari tíð kóka ella blanda. So um tú hevur vín við 2-4% alkohol, og tú kókar tað, so fordampar alkoholið. Tvs. einki alkohol er eftir í víninum. Vínið verður til eitt krem, sum kann verða blanda við vatn ella brúkt sum súltitoy. Tað hevði ca. svara til rebena-saft í dag. Hetta kremið varð goymt í skinnsekkjum. Um tú ístaðin blandaði vínið, so blandaði tú tað t.d. 3 til 1 ella 20 til 1. Tvs. 20 partar vatn og 1 part vín. Tvs. alkohol % innihaldið minkaði munandi.

Ein griskur lækni segði umleið ár 4 fyri krist. Hetta er leystliga umsett úr enskum: “Gudarnir hava opinbera vín fyri menniskjum, sum er størsta signingin fyri tey, ið brúka tað rætt, men fyri tey sum brúka tað uttan mál, øvugt. Tí tað gevur mat til tey, sum taka tað og styrki í sinni og likami. Í medisini er tað mest gagnligt, tað kann blandast við vætu, medisin og veita hjálp til tey sjúku. Í dagligum sambandi, fyri tey, sum blanda tað og drekka tað við skili, gevur tað góða styrki; men fyri tey sum fara yvir mark, gevur tað skaða. Blandar tú helvt um helvt og tú fært vitloysi, óblanda elvir til at tú smellur um.” Tvs. tað var óakseptabult fyri ein mentaðan persón at drekka sterkan drykk. Tvs. einasti mátin at gerast fullur av víni, var at drekka fleiri mongdir av tí.

Vín var eitt tú blandaði við vatn. Vit lesa um tað í Bíbliuni, m.a. (Orð.9,2Orð.9,5; Es.65,11;). Tann vísi í orðatøkunum blandaði vínið, tað var týdningarmikið, tí óblandað vín var vandamikið. (Op14,10). Tey blandaðu vínið í Bíbliuni av fýra orsøkum.

  1. Tann fyrsta var, fyri at spara uppá vínið.
  2. Seinna orsøkin var fyri at styrkja smakkin. Vatn styrkir nevniliga smakkin í tveimum veskum, vín og kaffi. Hesar veskurnar verða ávirkaðar molekylært í vatni og geva smakk og minka um beiskleikan. Vín, sum fer upp um 10% verður beikst, sýrukent og smakkurin kemur ikki fram. Tit kunnu royna hetta við kaffi.
  3. Triðja orsøkin, tey blandaðu víni var fyri, at fólk ikki skuldu gerast ávirkað og full. Tí blandaðu tey onkutíð 20 partar til 1. Í ísrael er heitt um summarið og fyri fólk sum arbeiddu úti í hitanum var vandin altíð at gerast fullur um tú drakk ov nógv, tí tyntu tey vínið so nógv.
  4. Fjóðra orsøkin sum er tann týdningarmesta var, at vín var blanda við vatn fyri at reinsa vatnið. Vín var bakteriudrepandi. Høvuðsorsøkin at blanda vín við vatn var at reinsa vatni. Vínið gjørdi vatnið reint og trygt. Menniskja kann ikki liva uttan vatn, eingin kann. Tey livdu í ógvusligum hita, arbeiddu hart, og vatnið var ikki reint. – Menniskjan fekk ikki kunnleika um bakteriur og reinsuverk fyrr enn í endanum av 19.øld. – Men Gud, veit alt, hann visti eisini um bakteriur, fyrimunin og vandan við víni áðrenn menniskjuni, tí gav hann teimum hesar vegleiðingarnar longu í GT tíðini. Vín hevur eginleikan at drepa bakteriur sum m.a. samunella, klapsiella o.a. Tá vín verður framleidd verða nakrar sýrur framleiddar kallaðar malic og tartaric sýra. Hesar sýrur eru enntá í víninum eftir, at tað er kóka og alt alkoholið er farið úr. So vín her var ein gáva, so fólk kundu drekka reint vatn, og vatn bleiv ein drykkur, sum var tryggur at drekka. Harafturat virkaði tað reinsandi og lekjandi at hella í sár.

Men í dag liva vit í einum heimi, ið kann geva okkum reint vatn. Vit hava ikki tørv á ,at blanda vín í vatn longur. Tað var neyðugt tá, tað er tað ikki í dag. Men tá var tað í lágari nøgd, blanda vín við vatni ella mjólk ella kryddurtum. Í dag er tað ikki neyðugt.

Vit hava óendaliga nøgd av alkohol drykkjum, og tað sum hevur lægst alkohol innihald er veik øl við 4-5% og vit hava wisky, sum kann innihaldi upp til 75%. Og marknaðurin roynir at selja alkoholið til ung og børn. Tey reklamera alkohol saman við hálvnaknum kvinnum og monnum. Og hesar reklamurnar eru allastaðni í sjónvarpinum, filmum, serium, youtube allastaðni, og tú kanst hyggja at øllum uttan at vita nakað um alkohol. Alkohol drykkir innihalda nógv alkohol og nógv, søtt sukur, so tað skal virka tekkiligt til børn og ung. Og veitst tú hvat, eingin tørvar drykkir við alkohol. Alkohol er vandamikið, og tað elvir til deyða. 23% alkohol drekkarum drekka av 76% alkohol drykkjum, og hetta eru fólk, sum drekka við endamálinum at gerast ávirka ella full. Hetta eru tey, sum marknaðarførarnir royna at selja til. Hesi eru oyðileggja sítt egna lív og lívið hjá øðrum, tí einki vit gera ávirkar bara okkum.

 

Tað undrar meg ómetaliga, at leiðarar og pastorar eggja ungum at drekka alkohol. Tað undrar meg at teir eggja ungum at fara á festival og aðrar veitlur, har ALT handlar um alkohol og er avgudurin. Tað sjokerar meg, at tey fortelja ungum, at tað er loyviligt, at tað ikki skaðar nakran. Hetta er lygn. Størsti trupulleikin millum ung trúgvandi kring allan heimin og í Føroyum í dag, og hetta summarið er nevniliga drykkjuskapur, ólevnaður á festivalum, Ólasøku, til miðnámsveitslur o.a. Hetta er oyðileggjandi, oyðandi fyri tey trúgvandi. Vín og alkohol drykkir í dag kann als ikki samanberast við vínið, sum er umtala í Bíbliuni. Vínið var IKKI tað sama! Spurningurin, sum eg sitið eftir við. Hvør er orsøkin at drekka vín ella nakran alkohol. Harafturat sigur Paulus, at um eg eri bróður mínum til ástoyt, hugsa um, hvussu lítið innihaldi av alkoholið var tá, skal eg aldri í allar ævir drekka vín, og í hansara føri hevði hann eina góða orsøk, vínið reinsaði vatnið. Tá má eg siga, eg havi onga orsøk, at nærkast vínið í dag. Eg havi reint vatn at drekka, og um eg vil njóta góða ávirkanina av vínið, kann eg drekka tað alkohol frítt í from av t.d. rebenasaft.

Um tú gerst bundin av alkoholi, so er tað synd. Tvs. um tú ikki kanst ganga ov leingi uttan eitt glas av víni ella øðrum alkoholi, tá tú fert út ella etur eina máltíð. Ella um tú brúkar tað, sum ein máta at rýma uppá ella blenda inn uppá, so er tað synd.

 Er tað synd at drekka? nei, um tú ikki verður ávirkaður. Men, hvussu skalt tú ikki lata teg ávirka í dag av alkohol-drykkjum, tá alkohol % eru so høgt? Um tú verður ávirkar av alkoholi, so er tað synd. Um tú fært onnur at fella og ert teimum til ástoyt. So er tað synd. 

Verða øðrum til ástoyt vil m.a. siga, at onnur kunnu verða freista til at drekka. Tað kann merkja, at onkur sær upp til tín, sum tú hevur verið leiðari hjá ella ein sum sær upp til tín, tí hann heldur tú ert ein kulur, eldri, trúgvandi persónur. Tað eru  fleiri fólk, sum síggja upp til tín enn tú veitst av. Myndir á Facebook, frá ballum, veitslum, har ølir standa á borðunum kunnu eisini verða til ástoyt. So hugsi tykkum um, hvat tit gera, hvar tit eru, eisini tá myndir verða tiknar. Hugsa um, um tað kann verða onkrum yngri í trúnni til ástoyt. Persónliga er hetta eitt, eg altíð havi hugsað nógv um. Onkutíð havi eg eisini sagt nei til at tikið myndir saman við vinfólkum eg møti á Ólasøku, sum hava hildið í alkoholi ella øðrum rúsevni, fyri ikki at verða nøkrum til ástoyt umvegis m.a. Facebook og alnótina.

So tú gert betur við at vera vísur, og halda teg frá alkoholi. Og ivast tú, so halt teg frá tí, tí Bíblian sigur, alt sum ikki er av trúgv ella vissu er synd (Róm.14,23). Dániel setti sær fyri ikki at gera seg óreinan við m.a. vínið kongsins, og Gud signaði hann. Um tú gert tað sama, so fer Hann at signa teg fyri tað (Dán.1,8).

Eitt annað, sum eg vil viðmæla tykkum er, at seta tykkum niður, lesi versini í Bíbliuni, sum tosa um vín, at drekka o.a. Takið eina støðu heima í vísdómi, ikki meðan tit eru til eina miðnámsveitslu, á ólavsøku, festival, í einum føðingardegi ella á eini matstovu. Tá er skjótt at fella. Takið eina avgerð heima, meðan tit lesa og granska Bíbliuna, og setið tykkum hetta fyri og biðið fyri hesi avgerð, at Gud má geva tykkum styrki og mót. Minnist eisini til ikki at seta álit á tykkum sjálvi, men á Gud.

 

Hvat sigur Bíblian um festivalar og onnur tilstøk, har alkohol er ein stórur partur av tiltakinum?

Bíblian sigur í fyrsta sálminum í versi 1, at hin trúgvandi eigur ikki at taka lut í ráði, vegi ella spotti hins gudleysa: (Sálm.1,1-2). Hetta merkir ikki, at vit ikki skulu umgangast gudleys, men tað merkir, at vit ikki skulu taka lut í teirra spotti, drykkiskapi, og so slett ikki um tey kalla seg trúgvandi o.ø. (1.Kor.5,9-11). Harafturat sigur Paulus við Rómverjar, at hin trúgvandi er tempul Guds. Tí sigur hann, at hin trúgvandi eigur ikki at bera seg at sum heimurin, men gera tað sum er rætt, gott, dámligt og fullkomið (Róm.12,1-2).  Í Matt.21 lesa vit um Jesus, sum fer inn í templið. Har standa teir og hava handil selja djór, sum teir kundu ofra við. Jesus varð illur og koyrdi tingini um koll, so rópti hann: (Matt.21,13). Templi var heilagt, tað var ikki til at selja og keypa í sum uttan fyri. Templi var eitt bønhús, har Gud skuldi verða ærdur. Vit, sum eru trúgvandi eru tempul Guds. Gud ynskir ikki, at vit skulu vera sum hini í heiminum, nei okkara likam skal vera serligt, heilagt, sett til síðis. Í okkum, skal Gud verða ærdur ikki bara sunnudag, men 24/7, gjøgnum alla vikuna, nátt og dag. Templið stóð mitt í býnum, mitt í heiminum, mitt í øllum rokanum, og her siggja vit at templi var blivið líka inni sum uttanfyri, tað var ikki ætlan Guds. Templið skuldi vera serstakt, annaðleiðis, reint, heilagt og klárt til æra Gud. Sama er við okkum, vit eru í heiminum, men Gud ynskir ikki at heimurin skal búgva í okkum. Vit skulu verða serstøk, annaðleiðis, rein, heiløg, klár til at æra Gud. Tá Jesus biður fyri hinum trúgvandi, fyri tær og mær, so biðjur hann: (Jóh.17,14-18). Jesus sigur, at heimurin elskar okkum ikki. Nei liva vit sum Jesus, so hatar heimurin okkum (Jóh.15,18-19). So tað er eitt gott barumetur, hata menniskju teg fyri, at tú roynir at liva sum Jesus. Liva eftir Bíbliuni. Hevur tú nógvar haters, dislikers, trúgv mær eg havi, tað síggja tit á Youtube. So er tað eitt gott tekn sambært Jesusi. Jesus sigur enntá (Luk.6,22-23). So Jesus sigur tit skulu gleðast tá menniskju hata tykkum fyri mína skuld. So um tit hava hugsa um at blenda inn sum trúgvandi, drekka, fara á festival, gloym tað. Tit síggja at fokusi í Bíbliuni og hjá Jesusi er fullkomiliga annaðleiðis.

Eitt hugskot í staðin er at vitna fyri tínum vinum, fortelja teimum um Jesus, geva teimum eina traktat, senda teimum eitt video um hvussu tey við trúgv á Jesusar verk á Golgata kunnu verða frelst. Tú kanst vitja tey heima, fara forbíð stutt ella geva teimum eina traktat tá tú heilsar uppá tey. Á Ólavsøku eru nøkur, sum hava fatan tátt at geva traktatir út um dagin eftir kappróðurin. Møguleikarnir at tæna Harranum eru endaleysir. Bið Harran geva tær vísdóm, ikki brúka alkohol og festivalar sum ein umskyldning, tí tað er av heiminum. Paulus áminnur okkum at liva kallinum verdiga! Vit eru kalla til vísdóm! Drykkjuskapur garanterar dárskap og vitloysi (Ef.4,1) Og víðari kunnu tit lesa Efesus kap.6, har Paulus tosar um, hvussu tað verdiga leiðin sum trúgvandi sær út. Har eru nógvar góðar vegleiðingar, sum eg vil eggja tykkum at lesa nú aftaná videoið ella áðrenn tit leggja tykkum at sova í kvøld.

G! festivalurin hevur akkurát verið, og av royndum so trúgvi eg, at festivalar eitt tað ringasta hin trúgvandi kann fara á. Tað er niðurbrótandi, tað dregur til heimin, har er alkohol í langum banum og ymiskt annað, sum dregur hin trúgvandi av leið. Umframt alt hetta, so kanst tú verða øðrum trúgvandi til ástoyt. Sum tit síggja, reyð ljós allastaðni.

Til tykkum trúgvandi, sum hava verið á festival og nøkur kanska hava smakka sær á fyrstu ferð, vendið við til Gud. Játtið tykkara synd og biðið Hann um hjálp. Harrin er mentur at hjálpa tykkum aftur á leið, um vit av sonnum søkja Hann. Lat ikki Satan sleppa at binda tykkum við lygnini “Tað er ov seint” ella “ella alt ger tað sama“.

 

Alkohol kostar nógvar pengar?

(Ef.5,18), vit lósa at verða drukkin av víni er spilling. Fyrst spilling andaliga, spilling tímiliga og spilling peningaliga. Eg sá at nøkur fólk viðmerktu til eitt video, at hvussu kundi eg sita og snakka um at spara pengar, tá eg átti Ipad og mac-teldu. Afturat hesum eru kamera og mikrofon, sum eru neyðug, tá man skal taka upp video og leggja tey út á netið, sum eg geri í hesi tænastuni fyri Harran. Av tí, at eg ikki havi drukkið, roykt og oyst pengar, so havi eg kunnað givið til Harran og kunnað samla til at keypt mær teldu, Ipad o.a. til skúlabrúk. 

Tit! Tað loysir seg, at lurta eftir Gudi. Tað sparir teg andaliga, tímiliga og peningaliga. Tað merkir ikki at man fær eitt perfekt lív og verður hovedríkur, alt ikki. Tað merkir, at Gud skal ansa eftir tær, Hann vil forsyrgja tær. Foreldrini hjá mær virka bæði sum trúboðarar í Føroyum, og eg kann fortelja tykkum, at vit hava ongantíð mangla nakað, og tað er bara Gudi at takka. Viðhvørt so undrist eg ordiliga á tað, at vit veruliga ongantíð hava mangla nakað. Tað er eitt veruligt undur, eg kann ikki fata tað við at hugsa logiskt. Men eg kenni mín Gud, og eg veit, at Honum er alt møguligt.

So tit í hesum spurninginum um alkohol og festivalar, roynið Gud, setið tykkara álit á Gud og roynið tykkum uttan tað. Gud og Hansara orð Bíblian fer als ikki at skuffa tykkum. (Es.5,21-22)

Tykkara egnu tankar ella fólk sum siga at lívið er keðiligt uttan alkohol og festivalar, tað passar als ikki. Hygg í Bíbliuna.

Um tú hevur drukkið ella verður øðrum til ástoyt, men angrar tað veruliga, so bið til Gud. Játta tína synd, og bið Hann hjálpa tær at leggja av. Um tú hevur drukkið og veit tað er skeivt, men angrar tað ikki, bið eisini til Gud, bið Hann hjálpa tær og draga teg til Sín. Far og lesa aftur í Bíbliuni. Nógv ting, vit gera í synd, gera vit, tá okkara samfelag við Harran er brotið. Tvs. tá vit ikki lesa í Bíbliuni og biðja.

 

Skriva viðmerking