Hey! Hjartaliga vælkomin til Vakurleiki.fo. Í dag so fara vit at snakka um evnið, ið ein av tykkum er komin við. Evnið verður “Hvat er at óttast Gud?”

Fyri at skilja, torfør orð sum hesi “at óttast” so brúki eg serliga tveir hættir. Leiti eftir orðinum á Sprotanum, og eg leiti eftir orðinum á bíbliuappini ella Biblian.fo, fyri at finna fleiri vers við sama orði. Harafturati kann kommintarurin hjá Macdonnald “Beliver’s Bible Commentary“, sum kann keypast frá Logos Bókahandli í Havn anbefallast.

.

Óttast, hvat er tað?

Hyggur tú, at orðinum óttast, so merkir tað sambært sprotanum at ræðast ella ærufrykt. Ærufrykt merkir virðingarótti. Og virðingarótti, merkir at tú hevur stóra virðing fyri einum persóni. Og virðing er føroyska orðið fyri respekt. So ótti kann eisini umsetast sum øðilig stór respekt fyri einum persóni, og ærufrykt ella virðingarótti.

T.d. so óttist eg mammu og pápa mín, havi ærufrykt fyri teimum. Men tað merkir ikki, at eg eri bangin, ræðist tey og goymi meg fyri teimum. Nei, tað merkir, í hesum førinum, at eg havi stóra virðing fyri teimum, teirra meiningum, teirra ynskjum og hvat tey ynskja mær til besta. Og har afturat, so merkir tað, at eg akti, virði og elski tey. Men onkutíð havi eg óttast tey, meira í tann rættning at ræðast, men tá er tað, tí eg havi gjørt okkurt skeivt. Og tað trúgvi eg, er ein sunnur ótti at hava. Tá haldi eg hettar verður veruleiki:

“og tað skal spyrjast í øllum Ísrael, so at tey óttast, og slík illgerð verður ikki gjørd uppaftur millum tykkara!” (5.Mós.13,11)

So óttast, meira í ein rættning at ræðast ein við autoriteti er ikki endiliga ringt, tí tað kann forða okkum at gera nakað skeivt umaftur.

.

Hvat sigur Bíblian um at óttast?

Bíblian tosar nógv um at óttast. Hvat vit skulu og skulu ikki óttast. Bíblian tosar yvir 160 ferðir um, at óttast Gud, hava ærufrykt fyri Gudi. Hon sigur 365 ferðir “óttast ikki”. So einaferð til hvønn dag í árinum sigur Gud “óttast ikki”. Men fyrst, fara vit at hyggja eftir, Hvønn vit skulu óttast. Gud.

.

Hvat er at óttast Gud?

Vit hava ofta hendan spurning, “Hvat ynskir Gud”. Hetta versið svarar tí spurningi:

– …Hvat annað krevur HARRIN Gud tín av tær, enn at tú skalt óttast HARRAN Gud tín og ganga allar leiðir Hansara, elska Hann og tæna HARRANUM Gudi tínum av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni, (5.Mós.10,12)

Ja Gud vil og ynskir, at vit skulu hava ærufrykt fyri Honum og soleiðis akta og elska hann.

Men fyrst og fremst, so lesa vit at tað, at óttast Gud er nakað, sum vit mugu læra:

– so tú kanst læra at óttast HARRAN Gud tín allar dagar. (5.Mós.14,23)

Harafturat, at læra at óttast Gud hongur saman við, at vit hoyra og lesa og læra Bíbliuna at kenna:

 Eg skal lata tey hoyra orð Míni, so tey kunnu læra at óttast Meg, so leingi sum tey liva á jørðini, og læra børn síni tað við!” (5.Mós.4,10b)

“Hetta eru boðini, lógirnar og fyriskipanirnar, ið HARRIN Gud tykkara hevur álagt mær at læra tykkum… so tú skalt óttast HARRAN Gud tín og akta eftir øllum lógum og boðum Hansara… (5.Mós.6,1-2)

Komið higar, børn, lurtið eftir mær, eg skal læra tykkum ótta HARRANS! (Sálm.34,12)

David biður: Lær meg veg Tín, HARRI! Eg vil liva í sannleika Tínum; gev mær heilt hjarta til at óttast navn Títt! (Sálm,86,11)

Og her síggja vit eisini, at óttast vit Gud, so akta vit Hann og Hansara orð, Bíbliuna:

– Og halt boð HARRANS Guds tíns, so tú gongur leiðir Hansara og óttast Hann! (5.Mós.8,6)

… fáa sær avskrift av hesi lóg; hana skal hann hava hjá sær og lesa í henni, allar dagar ið hann livir, so hann kann læra at óttast HARRAN Gud sín og akta eftir hvørjum orði í hesi lóg og eftir hesum fyriskipanum og halda tær. (5.Mós.17,18-19)

…so tey kunnu hoyra og læra at óttast HARRAN Gud tykkara og akta væl eftir at halda øll orðini í hesi lóg! Og børn teirra, sum enn ikki hava lært hana at kenna, tey skulu hoyra hana og læra at óttast HARRAN Gud tykkara (5.Mós.31,12-13)

 

At lesa í Bíbliuni førir til, at læra at óttast Gud og akta Bíbliuna, sum er orð Guds. At lesa bíbliuna er keldan til at læra at hava ærufrykt, ótta fyri Gud, sum er alneyðug:

Tann, sum óttast Gud fær ómálda náði, trygga frelsu og æviga syndafyrigeving:

Men Eg sigi við tykkum, vinir Mínir: Óttist ikki fyri teimum, ið drepa likamið, men so ikki fáa gjørt meir! Nei, Eg skal vísa tykkum, hvønn tit skulu óttast: Óttist Hann, sum hevur vald til, eftir at hava dripið, at kasta í Helviti! Ja, Eg sigi tykkum: Óttist Hann! (Luk.12,5)

Jesus sigur her, at vit hava av sonnum grund til at óttast Gud. Tí Hann er tann, sum skilir ímillum hvør fer í Helviti og hvør fer til Himmals. Gud sendi sín Son Jesus, at doyggja í okkara stað og betala okkara syndaskuld. Tað einasta boðið Gud gevur okkum, er at taka ímóti hesari frelsugávu.

Tann, ið vanvirðir orðið, forkemur sær sjálvum, men tann, ið óttast boðið, fær løn.(Orðt.13,13)

Óttast vit Gud, ja so virða tað, sum Hann gjørdi á Golgata fyri okkum, og taka ímóti Honum og fáa eina billett til Himmals. Vanvirða vit Gud, óttast Hann ikki, so taka ikki ímóti frelsuni, og avleiðingin fyri ikki at óttast Gud er Helviti. Í Lukas lesa vit um tveir menn, ein sum óttaðist Gud og ein sum ikki óttaðist Gud:

Annar av illgerðarmonnunum, ið hingu har, spottaði Hann og segði: “Ert Tú ikki Kristus! Frels Teg sjálvan og okkum!” Men hin hevði at honum og svaraði: “Óttast heldur ikki tú Gud, tú, sum ert undir sama dómi? Og vit av røttum; tí vit fáa aftur tað, ið gerðir okkara hava uppiborið; men hesin hevur einki skeivt gjørt.” So segði hann við Jesus: “Harri, minst til mín, táið Tú kemur í ríki Tínum!” Hann svaraði honum: “Sanniliga, sigi Eg tær: Í dag skalt tú vera við Mær í Paradísi!” (Luk.23,39-43)

Hesin eini hevði ærufrykt fyri Jesusi, og bað koma inn í sítt hjarta og taka burtur sína syndaskuld. Jesus tekur ímóti hvørjum tí sum óttast Hann og vendir við. Jesus gevur honum eina æviga frelsu:

men at í hvørji tjóð tekur Hann ímóti tí, sum óttast Hann… (Áp.10,35)

Nei, sum himmalin er høgt yvir jørðini, er náði Hansara stór yvir teimum, ið óttast Hann. So langt sum eystrið er frá vestri, letur Hann syndir okkara vera langt frá okkum. Sum faðir ger miskunn móti børnum sínum, so ger HARRIN miskunn móti teimum, ið óttast Hann. – – – Men náði HARRANS varir frá ævunum til ævirnar yvir teimum, ið óttast Hann… (Sálm.103,11-13 og v.17)

Tað sigi tey, ið óttast HARRAN, tí náði Hansara varir í allar ævir! (Sálm.118,4)

Ja, tann sum óttast Gud er ikki bara vorðin barn Guds, men vinur Guds!

Sum vinur við vin umgongst HARRIN tey, ið óttast Hann, og sáttmáli Hansara skal verða teimum kunngjørdur. (Sálm.25,14)

nei, HARRIN hevur tokka til teirra, sum óttast Hann, sum bíða eftir náði Hansara. (Sálm.147,11)

Tey sum hava tikið ímóti Jesusi, sum óttast Gud, tey hava fingið ómetaliga nógv dýr lyftir í Bíbliuni. Gud hevur givið teimum lyftir um, at Hann er við teirra lið, hoyrir tey og skal koma teimum til hjálpar:

Óttast tit nú HARRAN og tæna Honum og akta Hann, so tit ikki standa orði HARRANS ímóti, men fylgja HARRANUM Gudi tykkara eftir…so skal HARRIN vera við tykkum. Men akta tit ikki HARRAN, men standa orði HARRANS ímóti, so skal hond HARRANS vera móti tykkum sum móti fedrum tykkara. (1.Sám.12,14)

Nei, eyga HARRANS er vent til teirra, ið óttast Hann, og sum vóna á náði Hansara; (Sálm.33,18)

Eingil HARRANS tekur støðu rundan um tey, ið óttast Hann, og fríar tey út. (Sálm.34,8)

Tit, ið óttast HARRAN, lítið á Hann! Ja, Hann er hjálp og skjøldur teirra. – – – Hann skal signa tey, ið óttast HARRAN, bæði smá og stór. (Sálm.115,11,13)

Óttist HARRAN, tit heiløgu Hansara, tí einki fattast teimum, ið óttast Hann! Ungar leyvur líða neyð og svølta, men teimum, ið søkja HARRAN, fattast einki gott. (Sálm.34,10-12)

So hann sigur, at hann sum óttast Gud, hann fattast einki, tað merkir, hann manglar einki. Gud syrgir fyri honum, tað er eitt lyfti.

.

Sum trúgvandi, so kunnu eisini læra at óttast meira. Hetta kalla vit at vaksa andaliga. Vit læra at óttast Hansara orð, Bíbliuna  og akta hana. Vit mugu læra at gleðast og hvíla í teimum undurfullu lyftunum í Bíbliuni, sum Gud hevur givið okkum. Við at læra at óttast meira og vaksa andaliga, so verða vit meira vís. Bíblian sigur nemliga, at óttast Gud er vísdómur: 

Og Hann segði við menniskjað: “At óttast Harran – tað er vísdómur, og at skýggja hitt illa – tað er vit!(Job.28,28)

At óttast HARRAN er upphav kunnskapar; dárar vanvirða vísdóm og tykt. (Orðt.1,7)

At óttast HARRAN er upphav vísdóms, og at kenna hin Heilaga, tað er vit. (Orðt.9,10)

Tá vit læra at óttast Gud, so verður ávøkstur okkara annaðleiðis frá menniskjum sum vit umgangast annars. Vit fáa ávøkst andans, sum Galatia 5 tosar um.

Ein ávøkstur av, at læra at óttast Gud er at hata hitt illa:

At óttast HARRAN er at hata hitt illa; stoltleika, hugmóð, hin ónda vegin og hin falska munnin, hetta hati eg. (Orðt.8,13)

Tann, ið sannhjartaður gongur fram, óttast HARRAN, men tann, ið gongur sniðgøtur, vanvirðir Hann. (Orðt.14,2)

 

Sálomo klókasti maður, sum hevur livað, skrivar, at sannur vakurleiki er at óttast Gud:

Vænleiki svíkur, og vakurleiki er fáfongd; tann kvinna, sum óttast HARRAN, skal verða róst. (Orðt.31,30)

Hesi sami maður, Sálomo, sum átti alt og hevði roynt alt, segði ímóti endanum á sínum lívið:

Endin á øllum, nú ið alt er hoyrt, er hetta: Óttast Gud og halt boð Hansara! Tað er tað, ið hvørt menniskja eigur at gera. (Præd.12,13)

Sálomo staðfesti, at hetta, var tað einasta, ið veruliga hevði virði, at óttast Gud.

Veitst tú hvat? Gud leitar eftir menniskjum, sum óttast Gud, vilja hoyra Hann og vilja gera vilja Hansara:

Hvør er millum tykkara, sum óttast HARRAN, sum lurtar eftir tænara Hansara?… (Es.50,10)

Gud leitar eftir menniskjum, sum skilja verk Guds og óttast, og av tí ynskja siga øðrum frá, tí Gud hevur gjørt fyri tey:

Og øll menniskju óttast og kunngera tað, ið Gud hevur gjørt; tey skilja verk Hansara. (Sálm.64,10)

Komið og hoyrið, øll tit, ið óttast Gud! Eg skal siga frá tí, ið Hann hevur gjørt fyri sál mína. (Sálm.66,16)

Við tað at vit nú vita, hvat tað er at óttast Harran, royna vit at vinna menniskju… (2.Kor.5,11)

So óttast vit Gud, skilja tað sum Hann hevur gjørt fyri okkum á Golgata. So eiga vit at siga øðrum menniskjum frá tí undurfulla, sum Gud hevur gjørt fyri okkum.

Gud minnist tann, sum óttast Hann og fer at geva honum stóra løn í Himli: 

Tá talaðu tey saman, tey, sum óttast HARRAN, og HARRIN lurtaði eftir og hoyrdi tað; fyri ásjón Hansara varð skrivað minnisbók um tey, sum óttast HARRAN og hugsa um navn Hansara.” (Mal.3,16)

 

At óttast annað enn Gud?

Tá vit óttast Gud, so hava onga grund at óttast/ræðast nakað annað:

Halleluja! Sælur er tann, ið óttast HARRAN og hevur stóru gleði sína í boðum Hansara. – – – hann óttast ikki fyri ringum tíðindum, hjarta hansara er støðugt, tað lítur á HARRAN; fast er hjarta hansara og óttaleyst… (Sálm.112,1 og v.7-8)

Eftir Dávid. HARRIN er ljós mítt og frelsa mín – hvønn skal eg óttast! HARRIN er tann, ið verjir lív mítt – hvønn skal eg ræðast! (Sálm.27,1)

Gud gevur okkum enntá sum boð, at vit skulu ikki óttast nakað annað enn Hann. Tað snediga við at óttast onkran ella okkurt er, at tað vit óttast hevur vald á okkara lívið. Tú kanska óttast myrkur, sum førir við at tú svevur í ljósið. Tú óttast at ganga undir ein stiga, so gongur uttan um. Ræsla hevur eina snediga ávirkan á okkara daglig dag, fær okkum at taka aðrar avgerðir. Gud vil ikki, at vit skulu óttast nakað annað í øllum heiminum enn Hann. Hann vil ikki at nakað annað skal stýra okkara daglig degi enn Hann. Gud sigur 365 ferðir, einaferð til hvønn dag, “óttast ikki!”.

Havi Eg ikki sagt við teg, at tú skalt vera hugreystur og sterkur, ikki missa mótið og ikki ræðast! Tí HARRIN Gud tín er við tær í øllum, sum tú fert undir at gera.” (Josva 1,9)

Tak eina løtu og hugsa um hvat tú óttast. Myrkri? Framtíðina? At enda einsamøll og gloymd? Ikki at verða góður nokk? Ikki vera vøkur? Vera veik? Deyðan? At verða vrakað? Ella dislike’aður? Ikki passa inn?

Onkutíð, so virkar tað, sum tað vit óttast er bara tað ringasta í allari verðini. Vit óttast “worst case in scenario”. Og onkutíð so hendir “worst case in scenario”. Men kenna vit lyftini Gud gevur okkum í Bíbliuni, so missir tað vit óttast sína makt, og vit onga orsøk at vera bangin longur.

Eg byrjaði at gera vegg við øll, sum eg óttaðist, allar “worst case in scenario” eg hugsa mær. Og øllum svaraði eg aftur við einum Bíbliu versið. Og at enda so misti tað eg óttaðist sína makt. Og nú tá verið bangin, so kann eg minnast hesi versini (sannleikan) og vera sett í frælsi. Bíblian sigur: 

og tit skulu skilja sannleikan, og sannleikin skal gera tykkum fríar.” (Jóh.8,32)

Er hetta ikki fantastiskt, at tá vit óttast Gud, so hava vit onga grund at óttast nakað annað í allari verðini, heldur ikki “worst case in scenario”.

Til frælsi hevur Kristus gjørt okkum fríar. Standið tí fastir og latið tykkum ikki aftur leggja undir trældómsok! (Gal.5,1)

Skriva viðmerking