http://www.youtube.com/watch?v=j1B48azqQF4

 

Hey, í dag so fari eg at snakka um nøgdsemi, hvíla í tær sjálvari/um og at elska teg sjálva/n. Men hevði tað ikki verið meira passandi at tosa um tílíkt uttan sminku? Jú, tað haldi eg eisini, so eg fari líka at vaska sminkuna av.

 

Eg

Hettar eri eg. Hyggi eg í spegli nú, so havi eg møguleika at peika eitt hvørt út, sum ikki er fullkomið. Mínar pirrur, skeivu fingrar, skeivu tenn, bláa kjálka osv. Sama kunnu tit. Eg veit best av øllum, hvussu ófullkomin eg eri. Og tá eg hyggi at bløðunum, so síggi eg tær perfektu modellirnar, ið eg samanberi meg við. Og eg veri bara merkt av hesum stóra ónøgdseminum.

Hyggi eg á Facebook, so síggi eg tilboð til klæðir, sminku, venjingar, skinny-mint, motivatiónsvenjing, og annað, ið skal vera loysnin uppá mínar trupulleikar, ið er ónøgdsemi og ósikkurheit. 

Har afturat øllum, so havi eg syndað. Eg livi skeivt, veri særd og særi fólk við mínum atburði, orðum og gerðum.

 

Little O’Me

Sum yngri so royndi eg mong av hesum ráðunum á netinum, ið skuldu gera meg meira nøgda, meira sjálvsikra, kuula og alt hattar har. Veitst tú hvat? Einki broyttist. Longsilin í hjartanum bleiv bara størri og kenslan av tómleika og ósikkurheit bleiv størri. Meira eg fokuseraði uppá tað ytra, tess ósikkrari bleiv eg.

 Eg ynskti at vera vøkur, nøgd, sjálvsikkur, bedårende og elskverdig.

 

Turning point

Eg endaði við at vera særd og brotin. At enda so vendi eg mær til Gud, tí eg visti mær eingin onnur ráð. Eg fór at lesa í Bíbliuni og biðja. Har fann eg svarið. Eg fann útav at lykilin var ikki at royna elska meg sjálva, men at undrast á, hvussu nógv Gud elskar meg. (Les 1.Jóh.4,9-10)

 

I Saw Me Through Your Eyes

Tá eg sá Guds stóra kærleika til mín, vaks mín kærleiki til Hansara. Tá eg sá, hvussu nógv Gud hevði elskað meg, hvarv mín sjálvsfordøming. Gud elskaði meg og var deyður fyri syndir mínar, hvat kundu menniskju, eg sjálv ella Satan klaga meg fyri? Einki. Samtíðis sum mín kærleiki til Gud broyttist, so broyttist mítt sinnalag og hugsjón mótvegis mær sjálvari og øðrum menniskjum, uttan eg visti av tí. Eg helt uppat at kritisera og tala niður um meg sjálva og aðrar gentir. Tað sum hendi var, at eg sá meg sjálva gjøgnum Guds eygu. “I Saw Me Through Your Eyes”, soleiðis orðar Nick Nicole tað.

 

Spurningarnir

Spurningurin um at vera nøgd var veruliga ein spurningur um at leita eftir nøgdsemi í Gudi. Spurningurin um at hvíla í mær sjálvari, var veruliga ein spurningur um at hvíla í Gudi. Og spurningurin um at elska meg sjálva, var veruliga ein spurningur um at síggja hvussu nógv Gud hevur elskað meg.

 

 Fallið

Eg trúgvi at síðan fallið í Eden, tá menniskjan syndaði, so hevur Gud lagt hendan tómleika og longsul mítt og títt hjarta, tí Hann ynskir, at tú skalt leita til Hansara.

 

Er, Jesus tín Harri, so ert tú…

Eg fari at nevna 16 ting sum tú ert vorðin, tá tú hevur tikið ímóti Jesusi sum tínum frelsara! 🙂

  1. Tú ert vøkur/vakur (Sálm.45:12)
  2. Tú ert unik ella serlig/ur (Sálm.139:14)
  3. Tú ert elskað/ur (Jer.31:3)
  4. Tú er undrunarverd/ur (Ef.2,10)
  5. Tú ert skapt til eina ætlan (Jer.29,11)
  6. Tað er ein sum tekur sær av tær (Ef.3,18-20)
  7. Tú ert elskverdig/ur (1.Jóh.4,9-10)
  8. Tú ert ein dýrgripur (1.Kor.6,20)
  9. Tú ert sterk/ur (Sálm.68,36)
  10. Tú ert týdningarmikil (1.Pæt.2,9)
  11. Tú ert fyrigivin (Sálm.103,12)
  12. Tú ert ein nýggjur skapningur (2.Kor.5,17)
  13. Tú ert vard/ur (Sálm.121,3-4)
  14. Tú hevur fingið serlig evnir (Fil.4,12-13)
  15. Tú hevur fingið lut í Guds familju (Ef.2,19)
  16. Og besta av øllum! Gud sigur: “tú ert HANSARA!” (Es.43,1)

“Hvørja ferð tú fortelur Gudi, at tú elskar Hann, so ert tú ongantíð hin fyrsti at siga tað! Hvørja ferð tú sigur: “Jesus eg elski teg”, so sigur tú veruliga “Jesus eg elski eisini teg.” Tí Hann er altíð hin fyrsti at siga tað.”

Skriva viðmerking