"Óðansæð hvørji foreldrini eru, skal munur ikki gerast á børnunum!"
Hetta slagorðið sá eg fyri stutt síðan á Instagram “Óðansæð hvørji foreldrini eru, skal munur ikki gerast á børnunum.”
Eftir, at eg hevði myrkalagt telefonina og lagt hana frá mær, bleiv eg við at hugsa um hesi orð. Eg hugsaði við mær sjálvari, at eg eri ikki eitt foreldur, men eg havi foreldur, og eg eri sjálv barn til foreldur. Og ein skønnan dag – kanska – eg verið so heldig at gerast eitt foreldur.
AT GERAST FORELDUR ER EINGIN SJÁLVFYLGJA
At gerast foreldur, er als ikki nakað, ið er ein sjálvfylgja. Vit kenna øll onkran, sum ikki hava fingið tað í lut, at gerast foreldur. Hóast teirra hjartans longsul er fáa børn. Nøkur, kanska gjørdust foreldur, men fingu bert lánt tey stutta tíð, til tey vóru tikin heim til teirra Faðir í Himli.
Ó-ÆTLAÐ FORELDUR - ÆTLAÐ BØRN
Onnur gjørdust foreldur, og høvdu ikki ætlað ella ynskt síni børn, men ásanna í dag, at ætlanir og ynskir ikki áseta virðið á børnunum. Børnini eru øll líka dýrabar, og hóast nøkur ikki eru ætlað ella ynskt av menniskjum, so eru tey øll ætlað og ynskt av Gudi. Hvørt menniskja, er eitt undur, skapt av Gudi, sum Gud hevur eina ætlan fyri (Ef.2:10).
ØLL BØRN HAVA RÆTT TIL LÍVIÐ
So Óðansæð, hvørji foreldrini eru… so hava børnini rætt til – tann mest grundleggjandi mannarættin av øllum – lívið! Lívið er gudgivið, og tí hevur einki menniskja rætt til at taka tað.
ØLL BØRN HAVA RÆTT TIL SÍNA FAÐIR OG MÓÐIR
Óðansæð, hvørji foreldrini eru… so skuldi øll børn havt rætt til bæði sína móður og faðir, ið skaptu tey. Gud gjørdi tað soleiðis, at tvey skuldu til at skapa eitt barn. Ikki maður og maður ella kvinna og kvinna, líkamikið hvussu nógv tey hvønn annan ynna, kunnu skapa nakað barn. Gud innsetti tað soleiðis, at hjúnabandið skuldi vera millum mann og kvinnu. Teimum gav hann eginleikan at skapa børn. Foreldur eru tí innsett og kallað av Gudi at æla upp børn. Hvør við sínum serstøku eginleikum. Víst eru foreldur ymiskt hvør sær, men í tí, at tey eru børunum nær geva tey teimum tað, ið einans tey kunnu geva: nærleika, kærleika, samveru og kunnleika.
BØRN ERU IKKI "PYNTIDUKKUR OG GIFTIRINGAR"
Óðansæð, hvørji foreldrini eru… so hava børnini rætt til at vita, hvørji foreldrini eru. Tey eru jú tey, ið skaptu tey. Tá eg skrivi hetta, so hugsi eg serliga um broyttu hjúnabandslógina og royndirnar, at broyta barsilslógina og so hugsi eg um ísáðing, tá eina foreldrið er ókent.
Fyri mær tykist tað sum børn vera sædd sum eitt flagmerkið, at hava børn” merkir ella gildar eina familju, tí at bera heitið “hjún” ikki er nóg mikið longur. Men børn eru ikki pyntidukkur ella giftiringar, sum ein ber sum eitt merkið fyri, hvat tað merkir at gerast ein familja. Eini hjún eru hjún ella ein familja. Og børn eru náðigávur frá Himli, dýrabarðir eygnasteinar í eygum Guds, ið veksur um eina familju. Hetta, at børn eru Guds gáva er ógviliga álvarsamt, fyrst tí, ikki øll fáa tað í lut. Eisini tí, nøkur sleppa at atleiða børn, sum teirra egnu, og tey, sum hava roynt hetta viðurkenna, at hetta als ikki er nøkur løtt tilgongd, men ein gleðilig og týdningarmikil tilgongd.
Børn eru ikki eykalutir ella tilhoyr, ið ein og hvør kann krevja og ogna sær. Jesus sigur, at tann, sum er ein av teimum smáu til ástoyt, honum var tað betri at mylnusteinur varð hongdur um háls hansara, og hann varð søktur í djúp havsins. Tí hugsi eg mangan um, hvønn skaða tað ger, at fara ímóti tí, sum Gud hevur skapt gjøgnum náttúru menniskjan, ætlað, ynskt og givið boð um í sínum orðið.
KÆRU TRÚGVANDI... VIT EIGA AT FYLGJA SANNLEIKANUM
Kæru trúgvandi, ja, kenslur hava sítt egna lív. Men alt sum vit gera og siga, ja enntá okkara egna meining eigur at vera grundað á Bíbliuna. So latið okkara hjúnabond og familjur verða grundað á Bíbliuna, Guds heilaga, dýrabara orð. Lat okkum vera djørv at fylgja sannleikanum í eini tíð, tá alt stríðir ímóti. Tað er skeivt at gera herverk og ikki neyðugt at mæla orð, tí Harrin kennir hjartað okkara.
So hvat fyllir hjarta okkara? Er tað at æra Gud meira enn menniskju? Gera vit hetta, so er einki lyftið um, at okkara lív fer at vera lætt. Men vit hava lyftið um, at Gud fer at løna okkum fyri okkara lýdni í Himli, og at Hann gjøgnum tað kann vera dýrmettur.
GUD GER IKKI MANNAMUN
– Gud ger ikki mannamun. So óðansæð hvørji foreldrini eru, so ger Gud ikki mun á børnunum. Hann ger heldur ikki mannamun á foreldrunum at børnunum. Gud kennir og hevur skapt hvørt einstakt menniskja. Umframt hetta, sá hann tað støðu vit sum menniskju vóru í í okkara synd. Tí valdi hann at koma niður á jørðin at bjarga okkum frá einum ævigum fortapilsi. Hann doyði á krossinum, soleiðis at hvørt tann sum vil, kann taka ímóti honum og vinna ævigt lív. Tá vit taka ímóti hesi gávu Guds, so gert hann okkara Faðir og vit hansara børn. Hann er ein Faðir, eitt foreldur, sum aldri svíkur, viknar ella svevur, men altíð er nær til eina og hvørja tíð.
Tað nýggjasta á Síðuni
Ókeypis – Jólaheilsan og jólafrámerkir
Tak Jólaheilsan og frámerkir niður her: Vers og Jólamerkir
Søgan um páskirnar
Á páskum minnast vit at Jesus reis upp og livir í dag. Hetta er ein sera týdningarmikil dagur fyri okkum. Jóh.15:13 “Eingin hevur størri kærleika, enn at hann gevur lív sítt fyri vinir sínar.” Lukas 24:1-6: “Men fyrsta dagin í vikuni, tíðliga, í lýsingini, komu tær...
So var kalendarin 2024 her!
https://www.vakurleiki.fo/product/veggja-kalendarin-2024/ https://www.vakurleiki.fo/product/hond-kalendari-2024/
Fylg við
týsdagar
Bíbilsk video ella Prátið podcast