“Nógvir svartir syndaplettir fylt í hjarta mítt. Nógvir svartir syndaplettir fylt í hjarta mítt. Tá fór eg til Jesus, Jesus veitst tú, hvat Hann segði? Boygg títt hjarta, her við krossin, tað skal verða hvítt.”

 

1. Hvat er synd?

Øll, sum lesa nakað í Bíbliuni, varnast beinan vegin, at hon talar nógv um syndina, hennara upphav og grøðing. Vit hugsa helst um synd í sambandi við brotsverk og morð. Men í Bíbliuni verður alt dømt sum synd, ið ikki stendur mát við fullkomileika Guds.” – (Hvat lærir Bíblian – Emmaus Bíbliuskeið)

Rómbr. 3,23 sigur:

øll hava syndað, og teimum fattast dýrd Guds;

Orðini her “dýrd Guds” merkja alt, sum hevur við fullkomileika at gera. Alt, sum tí ikki røkkur upp til hetta mark, er synd. Og í hesum eru øll menniskju sek. 

Synd er skilnaður frá Gudi. Orðið synd merkir “at raka við síðurnar av“. Vit kunnu ikki liva upp til Guds støði. Gud er heilagur og fullkomin, ið merkir, at Hann tolir ikki ta minstu syndina. Synd er alt tað, vit eftir mátistokki Guds gera, siga og hugsa skeivt. (Matt.5,28).

Í Bíbliuni verður tala um synd uppá tríggjar mátar:

1. Lógarbrot (Rómbr.5,13 og 1.Jóh.3,4)

2. Uppreistur móti Gudi ella lógloysi (1.Jóh.3,4)

3. Siðloysi (hava sexuella samveru uttan fyri hjúnarband) (Sálm.32,5). Óndir tankar eru syndigir eins og óndar gerðir. (Matt.5,28)

Synd er uppreistur móti Gudi. Synd er at vilja liva sítt egna lív á sín egna hátt og ikki á tann hátt, sum Gud vil. Synd er at seta seg sjálvan í miðdepil. Summi siga seg ikki vera syndarar. Tey duga ikki at síggja, at tey gera og hugsa tað, sum skeivt er. Men Bíblian sigur, at øll hava synda og hava brúk fyri dýrd Guds (Rómbr.3,23).

.

2. Hvaðani kemur syndin?

Bíblian sigur, at tann fyrsti, sum gjørdi uppreistur móti Gudi, var Lusifer. Eingilin fór at tráa eftir Guds plássi. (Es.14,12). Navnið á Lusifer merkir ” Lýsandi morgunstjørna.” Av hesum stoltleika, varð Lusifer stoyttur úr Himlinum og verður nú nevndur Djevulin ella Satan. Øll synd kemur frá Satan, faðir lygnarinnar, sum hann eisini verður nevndur (Jóh.8,44). Og tað er júst lygnina, hann brúkti til at freista Evu at eta av trænum. Eva og Ádam vórðu lokkað at synda. Tey vóru Gudi ólýðin og ótu av trænum, ið Gud hevði noktað teimum at eta av. Tey fóru í parti við Satani (1.Mós.3,1-). Soleiðis kom syndin inn í heimin. Avleiðingin er, at øll menniskju eru fødd í synd. Av tí at vit eru syndarar, so eru vit eisini andaliga deyð og fortapt (Rómbr.5,12; Rómbr.3,10-11).

.

3. Fýra avleiðingar av syndini

1. Skjótt aftaná at tey fyrstu foreldur mannaættarinanar syndaðu, vórðu tey varug við, at tey vóru nakin og royndu tí at fjala seg fyri Gudi (1.Mós.3,10).

2. Straff syndarinnar er deyðin. Ádam doyði andaliga í somu stund, hann syndaði. Tað vil siga, at hann varð skildur frá Gudi og bannlýstur frá nærveru Guds. Eisini varð hann av somu grund undirgivin hin likamliga deyðan. Tó at hann ikki doyði (likamliga) beinanvegin, varð likam hansara dømt til einaferð at doyggja. Akkurát sum ein blóma ella blað, ið verður tikið frá rótini, so følnar tað ikki beinanvegin, men eina tíð aftaná.

3. Syndiga náttúra Ádams er yvirførd til alla mannaættina. Ein og hvør, sum er føddur av syndugum foreldrum, er føddur sum ein syndari. Elsti sonur Ádams, Káin, varð av somu grund drápsmaður. (1.Mós.4,8) Við tað, at øll menniskju eru fødd syndarar, eru eisini øll andaliga deyð og dømd til einaferð at doyggja likamliga. (Rómbr. 5,12-18)

4. Synd menniskjans førdi bann yvir allan skapningin ella tað, sum skapt var. Tornir og tislkar eru t.d. prógv fyri hesum. Onnur prógv fyri hesum eru nevnd í 1.mós.3,14-19  Prógv fyri syndarinnar veruleika mangla ikki, so leingi sum her á jørð finnast sjúkrahús, fongsul og kirkjugarðar. Tár, sjúkur, sorg, pína og deyði eru nakrar av syndarinnar fylgjum.

.

4. Straff syndarinnar

“Lønin, sum syndin gevur er deyði…” (Rómbr.6,23).

Gud hevur kunngjørt, at straff syndarinnar er deyðin. Hettar merkir andaligan og likamliga deyða. 

Tá ið onkur ger okkurt skeivt, eigur hesin ikki at sleppa undan. Hann má vænta sær revsing. Soleiðis eigur at vera, tað er ikki annað enn rættvíst. Gud revsar allan óndskap á rættan hátt, ongantíð ov lítið og ongantíð ov nógv. Gud er altíð rættvísur. Av tí Gud er rættvísur, so mátti bótin fyri syndina vera goldin. Gud má straffa synd.

So leingi sum menniskjað livir í synd síni, er tað andaliga deytt, og hin likamligi deyðin liggur fyri framman. Trupulleikin við syndini er so stórur, at hann hevur avgerandi týdning fyri, hvat vit verða í ævinleikanum. Livir menniskjað alt lívið í synd síni (tvs. í fortaptu støðu síni), kemur tað undir hin æviga deyðan, sum merkir, at tað gjøgnum allar ævir verður bannlýst burtur frá Gudi og kemur at bøta fyri syndir sínar í eldsjógvinum. Hetta er hin annar deyðin, sum Opinb. 20,14 talar um.

.

5. Grøðing fyri synd

Gud elskar okkum, hóast vit eru syndarar og hava gjørt uppreistur móti Honum. Gud visti, at vit hava ongan møguleika at bjarga okkum sjálvum frá dóminum. Eingin uttan eitt fullkomið menniskja uttan synd kundi taka dóm okkara á Seg og verða Bjargingarmaður okkara.

Gud vildi gera okkum ein veg. Tað kostaði Honum ómetaliga nógv, men av tí Hann elskar okkum, so vildi Hann gjalda prísin. Gud útvegaði bót fyri syndina, so at tað er ikki neyðugt fyri menniskjað at koma at líða æviga straff fyri syndir sínar. Hann sendi Son Sín inn í heimin fyri at útvega ein veg til útfrían menniskjans. Jesus Kristus verð føddur av Mariu moy. Hann arvaði ikki Ádams syndigu náttúru. Hann var einasta syndafría menniskja, sum livað hevur á fold. Á Golgata krossi gav Hann Seg frívilliga undir straff syndarinnar og nøktaði øll Guds heilagu krøv. (Jóh.3,16-18) Av tí, at bøtt er fyri straff syndarinnar, kann Gud nú geva ævigt lív til ein og hvønn syndara, ið játtar seg sum syndara og tekur við Jesusi sum Harra og Frelsara sínum (Ef.2,8-9).

Bíblian sigur, at blóð Jesusar reinsar okkum frá allari synd (1.Jóh.1,7). Á krossinum læt Jesus blóð Sítt renna fyri teg og meg, so vit kundu koma til Gud. Í gjøgnum deyða og uppreisn Hansara er tað møguligt hjá okkum at gerast børn Guds. Tey, sum doyðu, áðrenn Jesus doyði á Golgata, vórðu bjargað á sama hátt, sum menniskju verða bjarga enn í dag – við at trúgva á lyftið Guds, Jesus (Rómbr.4,2-3; Ják.2,23; Gal.3,6; 1.Mós.15;6Hebr.11,6; Hebr.11,13).

Táið ein lítur á Jesus, er hann frelstur frá straff syndarinnar og megi. Tað vil ikki siga tað sama sum, at hann ikki longur kann synda. Men tað vil siga, at øll synd hansara í tí farna, í løtuni og í framtíðini er honum fyrigivin, at hann aldri verður fordømdur fyri hana. Nú hevur hann eisini fingið megi til at liva fyri Gudi í staðin fyri stuttleika syndanna (Ef.2,8-9).

Trúgv á Harran Jesus Kristus, so skalt tú verða frelstur…” (Áp.16,31)

Tí um tú við munninum játtar Jesus sum Harra og trýrt í hjartanum, at Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu, so skalt tú verða frelstur.” (Rómbr.10,9-10)

Skriva viðmerking