http://www.youtube.com/watch?v=YU9a4uCXrus

 

“Alt, ið Gud tekur sær fyri viðvíkjandi mannaættini í hesum tíðarskeiði (vit liva í), er grundað á náði. Tað vil siga, at Hann tekur ímóti menniskjum á ein hátt, sum tey alt ikki hava uppiborðið.

Orðið “náði” finst meir enn 160 ferðir í Bíbliuni. Av hesum eru 128 í Nýggja Testamenti. Gud verður umtalaður sum “Gud alrar náði” (1.Pætursbr.5,10). Jesus er sagdur at vera “Fullur av náði” (Jóh.1,14). Heilagi Andin er nevndur “Andi náðinnar” (Hebr.10,29). Teir tríggir persónarnir í Guddóminum eru soleiðis nær samanknýttir við náðini.” – (Hvat lærir Bíblian – Emmaus Bíbliuskeið)

 

I. Hvat er náði?

Orðið, sum nýtt verður í Gamla Testamenti (á frummálinum), merkir at boyggja seg ella vinarliga stíga niður til ein av lægri standi. Orðið í Nýggja Testamenti merkir fagnaður, vælvild ella kærleiksfull miskunn. Fylgjandi skilgreiningar vilja hjálpa at skilja betur, hvat náði er.

  1. Náði er kærleiki sýndur óverdigum syndarum. Gud er kærleiki. Táið Hann vísir henda kærleika til sekar, óverdigar syndarar við uppreistarlyndi, tá er tað náði. Við øðrum orðum: Náði er, tá ið tú fært nakað, sum tú ikki hevur uppiborið.
  2. Kærleiki hyggur upp, er tilbiðjan. Kærleiki til javnlíkar er samyndi. Kærleiki, sýndur einum av lægri standi, er náði.
  3. Tað er av náði, táið Gud vísir okkum kærleika og miskunn, táið vit ikki hava uppiborið annað enn vreiði og dóm. Tá boyggir Gud seg niður til okkara í óendaligum kærleika.
  4. Náði kemur til sjóndar, táið Gud gevur Himmalsins besta fyri at frelsa heimsins versta.

 

II. Mótsetningar

Náði má ikki blandast saman við verk. Um menniskju megnaðu at vinna sær frelsu við góðum verkum, so var frelsan av sonnum nakað, sum tey høvdu uppiborið (Rómbr.4,4-5; Rómbr.11,6). Men Gud skyldar ongum menniskja nakað, tí er frelsan ein náði-gáva (Ef.2,8-9).

Náðin má ikki blandast saman við lóg. Menniskju verða ikki frelst við at halda lógina. Men tey verða frelst av náði. Fylgjandi dømi lýsa hettar greitt (Gal. 2,21Rómbr.11,6)

  1. Lógin vísir á verk, ið skal gerast. Náðin sigur frá einum verki, sum er gjørt.
  2. Lógin sigur: “Ger hatta, og tú skalt liva.” Náðin sigur: “Liv, og so skalt tú gera.”
  3. Lógin sigur: “Tú skalt elska Harran Gud tín.” Men náðin sigur: “So hevur Gud elskað heimin (Jóh.3,16), og vit elska, tí Hann hevur elskað okkum fyrst” (Jóh. 4,19).
  4. Lógin fordømir hin besta (Rómbr.3,19). Náðin frelsir hin versta (Rómbr.3,24; Rómbr.4,5)
  5. Lógin opinberar synd (Rómbr.3,20). Náðin opinberar frelsu (Tit.2,11-13).

 

III. Tørvar okkum náði?

Ja. Menniskjað er ein syndigur skapningur, sum hevur gjørt uppreistur móti heilagu lóg Guds (Rómbr.3,23; Kol.1,21). Av teirri grund hava vit einki uppiborið uttan dóm Guds. Menniskjað stendur sekt fyri dómstóli Guds, tí tað hevur brotið heilagu lóg Guds (Rómbr.3,19; Gal.3,10; Ják.2,10). Tí eru øll undir banni Guds.

Av tí at menniskja hevur vrakað og dripið Son Guds, hevur tað als einki at krevja av Gudi. (Jóh.12,31-33; Jóh.3,18).

 

IV. Er frelsan av náði?

Ja. Skal ein verða frelstur, má tað verða av náði Guds. Gud er heilagur og kann ikki lata synd um seg ganga, tí synd má straffast.

Evangeliið sigur okkum, hvussu Gud kann frelsa syndarar og gera tað á heilagan og rættvísan hátt. Jesus leið vreiði og dóm Guds yvir syndini. Vegna verk Jesusar, kann Gud fyrigeva syndir teirra, sum líta á Harran Jesus.

Jesus hevur fullgjørt verkið, og tú kanst einsans blíva frelstur við at trúgva, tí alt er av náði (Ef.2,7-9).

 

V. Signingar gjøgnum náðina

Náðin veitir syndaranum mangar undurfullar signingar. Her eru tríggjar tær størstu:

  1. Frelsa (Tit.2,11-13). Hetta merkir, at hin trúgvandi hevur ævigt lív í Himli.
  2. Rættvísgering (Rómbr.3,24-26). Hetta merkir, at Gud roknar syndaran, sum trýr á Jesus, at vera uttan skyld og ósekan.
  3. Atgongd til Gud (Rómbr.5,2). Hetta merkir, at tann, ið trýr á Jesus ikki longur skildur frá Gudi orsaka sínum syndum. Hevur tú trúð á Jesus, kanst tú til eina og hvørja tíð stíga inn í nærveru Guds í bøn.

“Gud, Tín náði er størri enn orð kundu týtt. Gud, Tín náði, hon vísir mær virði mítt, ein ófatandi prís, eg kostaði Tær. Gud, Tín náði er lív hjá mær.” – Blóðið sum rann

Skriva viðmerking