.

Nú vit vita hvørjar náðigávur Bíblian nevnir, so fara vit at hyggja at hesum gávum og spyrja hví júst hesar og hvussu virka tær?

 

Eg vil minna á trý ting:

  1. Vit lesa um náðigávurnar serliga í trimum kapitlum í Bíbliuni: Rómbrævinum 121.Korintbrævið 12 og Efesusbrævið 4. Og har síggja vit, at náðigávurnar eru umleið 20 tilsamans, og at ikki øll hava somu náðigávur.
  2. Eg skal minn á, at tað stendur ongastaðni, at vit muga kenna okkara andaligu gávur, áðrenn vit nýta tær ella tæna Gudi. Og tað er nógv týdningarmiklari at gera alt fyri Gud, enn at royna at finna útav hvørja náðigávu man hevur.
  3. Í NT síggja vit, at endamálið og ætlanin við náðigávunum eru fyri at tæna samkomuni (likami Jesusar) og ikki sær sjálvum ella heiminum.

Nú fari eg at snakka um tær, og tær eg havi mest at siga um á listanum, tær snakka vit um fyrst.

.

 

Ápostlagávan (1. kor 12:28 , Efesus 4:11):

Orðið ápostul merkir boðberi ella sendiboð. Og vil lesa í  Ef. 4,11:

“Og Hann gav okkum – nakrar til ápostlar”

Eftir, at Jesus var farin til Himmals, so valdi Hann samkomuni lærusveinarnar til ápostlar, og so nakrar aðrar afturat, m.a. Paulus og Barnabas.

Hesir menn, sum vóru útvaldir til ápostlar, høvdu sæð Jesus upprisnan við egnum eygum. Og hetta er nemliga eitt av krøvunum fyri at kunna vera ápostul. Ápostlarnir fingu uppgávuna frá Jesusi at prædika orðið og byrja samkomur (Áp. 1,21-22 og 1.Kor.9,1.). Vit kalla tað ápostolskan myndugleika. Teir fingu kraft, at prógva Gud-innblásta boðskapin um Jesus við teknum, undrum og kraftargerðum smb. (Heb. 2,3-42.Kor. 12,12).

 

.

Profetagávan 1 (Róm 12:6, 1. kor 12:10; 14:1-40, Efesus. 4:11)

Ef. 4,11: “Og Hann gav okkum … nakrar til profetar”.

Upprisni Jesus gav samkomuni nakrar profetar, her ímillum var Paulus. Ein profetur er ein talsmaður ella boðberi Guds. Hann sigur tað Gud vil hava hann at siga (Jer.1,7; Jer.1,9). Og hetta var aktuelt í eini tíð, har fólk ikki høvdu alt orð Guds samanlagt, sum í dag, har vit hava Bíbliuna. Profetar fingu beinleiðis opinberingar frá Gudi og góvu teir víðari til samkomuna.

Viðhvørt kundi profeturin siga framman undan um eina hending, sum fór fram seinni, men hetta var ikki altíð. t.d.(Áp. 11,27-28 og Áp. 21,10-11. Aðrir profetar í nýggja testamentið eru m.a.: Profetarnir í Antiokia (Áp.13:1), tær fýra døturnar hjá Filipi (21:9) og profetarnir í Korint, 1.Kor 14.

 

 ..

Profetagávan 2 (1.kor.14,3)

Í einum sekunderum týdningi kann orðið profetur vera ein, sum ber fram tað, sum Gud longu hevur givið okkum í Bíbliuni:

Áron í GT er eitt dømi um ein slíkan profet. Hann bar boðini víðari, sum Móses hevði fingið frá Harranum, 2.Mós. 7,1: 

“Tá segði HARRIN við Móses: „Eg seti teg til ein gud fyri Farao; og Áron, bróðir tín, skal vera profetur tín. Tú skalt tala alt tað, ið Eg áleggi tær; síðani skal Áron, bróðir tín, siga tað við Farao, fyri at hann skal lata Ísraelsmenn fara av landi sínum.”

Hetta er møguliga týdningurin av orðinum profetur í (1.Kor. 14,3-524Áp. 15,321.Kor.14,24-25)

Hesir ‘sekunderu’ profetar, fáa eins og Áron, hava ikki sjálvir ein nýggjan profetiskan boðskap frá Gudi, men profetera ella bera við kraft fram Orð Guds, Bíbliuna, Gud longu hevur givið okkum (Heb. 4,12). Hesir profitera, tvs. teir tala til uppbygging, áminning og troyst til samkomuna (1.Kor. 14,3).

 

.

Kunnskapartala og vísdómstala (1.Kor.12,8)

Kunnskapartala og vísdómstala er ógvuliga líkar. Tær eru at kenna Gud og Hansara vilja og greiða fólkinum frá tí. Lesa vit um hesar gávurnar Bíbliuni, so síggja vit, at tær líkast ógvuliga nógv profetagávuni. Við kunnskapartaluni, kann ein siga frá upplýsingum, sum eru guddómligar opinberingar. Vit síggja, at Paulus hevði hesa gávu, og hevur opinberað okkum mong kunnskaparorð í Bíbliuni, sum vit hava stóra gleði av í dag:

“Eg sigi tykkum loyndarmál: vit skulu ikki øll sovna, men vit skulu øll umbroytast,” (1. Kor.15,51)

Og so eru mong onnur vers her, sum tit kunnu lesa og síggja viðmerkingar til í blogginum, sum hoyrir til hetta videoið.

“Tí hetta siga vit tykkum við orði Harrans, at vit, ið liva – sum verða eftir til komu Harrans – skulu als ikki koma undan teimum, ið sovnað eru”. (1. Tess.4,15)

“Tí boyggi eg knø míni, eg, Paulus, …við opinbering varð loyndarmálið mær kunngjørt (Her verðu orðið gnorizo nýtt, sum er sagnorðið av gnosis).

Av tí kunnu tit, táið tit lesa tað, skilja kunnskap mín um loyndarmál Kristusar, sum í farnum ættarliðum ikki varð menniskjabørnunum kunngjørt (gnorizo, sagnorðið av gnosis), soleiðis sum tað nú við Andanum er opinberað heiløgu ápostlum og profetum Hansara: At heidningarnir við eru arvingar, hoyra við til likamið og eiga part við í lyftinum í Kristi Jesusi við evangeliinum.” (Ef. 3,1-6)

 “Nú, brøður! Um eg komi til tykkara og tali í tungum, hvat gagni eg tykkum tá – uttan so er, at eg eisini tali til tykkara, annaðhvørt við opinbering, við kunnskapi (gnosis) við profetiskum orðum ella við læru!”. (1.Kor. 14,6.)

 “Paulus, tænari Guds og ápostul Jesu Krists, til at virka trúgv hjá hinum útvaldu Guds og kunnskap (epi-gnosis) um sannleikan, sum hoyrir til gudsótta,” (Tit. 1,1)

 

.

Ápostla-, profetagávan, kunnskapartalan og vísdómstalan:

Í bíbliuni síggja vit, at ápostlar, profetar í primerum týdningi og kunnskapartalan/vísdómstala vóru náðigávur, sum løgdu grundina fyri samkomuna.

Paulus sigur í Ef. 2,20:

“tit (vit), sum uppbygd eru á grundvølli ápostlanna og profetanna – og hornsteinurin er Kristus Jesus sjálvur.”

Orð Guds ella Bíblian, er tað sum profetarnir í GT og teir í NT, og ápostlarnir góvu okkum, innblástir av Gudi. (2.Tim.3,15-17) Vit kunnu við øðrum øðrum siga, at teir sum eru jørð- og betong-arbeiðsmennirnir. Teir løgdu grundina. Og tænasta teirra varð liðug, tá grundvøllurin var liðugur, og bøkurnar í NT vóru liðugt skrivaðar. 

Í dag hava vit bæði ápostlarnar, profetarnar, kunnskapartalurnar og vísdómstalur niðurskrivaðar í Nýggja Testamentinum og hava teir soleiðis í millum okkara í dag í Bíbliuni. Tí er tað so týdningarmikið at vit lesa Bíbliuna. Tað er, á henda hátt kunnu vit tosa við Gud andlits til andlits.

 

.

Kraftagerðir/undur (1. Kor 12:28) og grøðing (1. Kor 12:9,28,30)

Kraftargerðir og undur eru serliga virkin í byrjanini av ápostlasøguni, har ápostlarnir prógvaðu myndugleika sín við hesum náðigávum. Vit lesa, at ápostlarnir og onkrir aðrir, høvdu hesar gávur. Henda náðigávan var ein treyt, fyri at vera aksepteraður sum ápostul. (Áp. 2,43) Paulus prógvaði nemliga sítt ápostlakall við hesum orðum:

“Tekin ápostuls vórðu jú í øllum toli gjørd millum tykkara, við teknum, undrum og kraftargerðum. (1.Kor. 12,12)

hvussu skulu vit tá sleppa undan, um vit skoyta ikki um so stóra frelsu, sum jú fyrst varð kunngjørd við Harranum og síðani staðfest okkum av teimum, ið høvdu hoyrt Hann, við tað at Gud vitnaði við, bæði við teknum, undrum og fjølbroyttum kraftargerðum og við at geva Heilaga Andan eftir vilja Sínum!” (Hebrearabrævinum 2,3-4)

Vit lesa at Paulus hevði og brúkti hesa gávu í Efesus (Áp. 19:11-12), men hann eisini, at hann ikki kundi grøða Epafroditus (Fil. 2:27), Timoteus (1. Tim. 5:23) ella Trofimus (2. Tim. 4:20). Harumframt skrivar Paulus um sínar egnu royndir við eini líðing í likami sínum í (2.Kor. 12,7-9)

Tá Paulus skrivar um førleikarnar hjá einum elsta, lærara ella hirða, so eru eingin krøv sett um náðigávur at gera kraftargerðir og grøða. Vit vera heldur ikki í Bíbliuni biðin um at hava ella fara til nakað grøðingarmøti ella ávísan persón, men tað stendur, at:

“Er nakar av tykkum sjúkur – hann kalli til sín hinar elstu í samkomuni! Teir skulu biðja yvir honum og salva hann við olju í navni Harrans.” (Ják. 5,14)

 .

 

At tala í tungu og at útleggja tungutalu (1. kor: 12:10 Kor. 13:8)

Tungutala er gávan at tala á einum fremmandum málið, sum tann, sum tosar, ikki kennir frammanundan. Útleggjan av tungutalu er at skilja málið, sum tosað verður og umseta tað. Vit møta tungutalu fyrstu ferð í Áp. kap. 2, har tosað verður á menniskjamáli. Orsøkin fyri at útleggja tungutalu var fyri at kunna tosa um Guds sannleikar og prógva, at evangeliið var frá Gudi. (1. Kor 14:5, 21-22). Orsaka av, at Korintiarmenn misnýttu hesa gávuna, gav Paulus teimum strong boð um, hvussu henda gávan skuldi brúkast. M.a., Einans ein ella tveir kundu tala hvørt møti, og eingin skuldi tala í tungum uttan so, at onkur var at útleggja. (Les 1. Kor 14 um tú vilt vita meira um tungutalu).

Vit síggja, at tungutala virkar sum tekin fyri jødarnar, sambært 1. Kor. 14,21-22. Vit lesa um tríggjar beinleiðis tungutalur í N.T., har síggja vit tað virkar sum tekin:

  • Á Hvítusunnu var tungutalan tekin fyri vantrúgvandi jødarnar um, at Harrin skjótt fór at verða tilbiðin á fremmandum tungumálum. (Áp. kap. 2,)
  • Í húsi Korneliusar var tungutalan fyrst tekin fyri ivasom, at Heilagi Andin eisini var givin heidningum. (Áp.10)
  • Í Áp. 19 var tungutalan tekin fyri lærusveinum Jóhannesar, at Paulus nú var teirra andaligi leiðari.

So er tá tungutalan til tekin… (1.kor.14,22)

.

Aðrar náðigávur á listanum:

Evangelisera (Efesus 4:11)

At evangeligelisera er gávan at forklára evangeliið klárt og greitt. Hóast nøkur hava fingið gávuna at evangelisera, so er álagt øllum at verða vitni. (Áp.1,8)

.

Hirða tænasta (Efesus. 4:11)

Hetta er gávan at verða um og at verja Guds fólk. Sum ein hirði er um seyðin. Hendan gávan inniheldur eitt sindur av at læra og at leiða.

.

Gávan at tæna (Róm 12:7, 1. Kor 12:28, Efesus. 4:12)

Hendan gávan er at tæna Harranum í øllum.

.

Gávan at læra (Róm 12:7, 1. kor 12:28, Efesus. 4:11)

Hetta er gávan at læra fólk Guds sannleikar í Bíbliuni.

.

Gávuna at áminna ella uppmuntra (Róm. 12:8)

Hetta er gávan at áminna, uppmuntra, stuðla og troysta fólki í samkomuni.

.

Døma um andar (1.kor 12:10)

Hetta eru evnini til at uppdaga antin um ein, sum talar tænir Gudi ella Satan. Ein við hesi náðigávu er førur fyri at meta um ein persónur er falskur ella sannur. Pætur hevði hesa gávu og var førur fyri at avdúka Símun: Áp. 8,20-23. Hendan uppgávan verður í dag gjørd við Heilaga Andanum gjøgnum Orðið, Bíbliuna.

.

Vísa miskunn (Róm 12:8)

Hendan gávan er at vísa miskunn, serliga mótvegis teimum, sum hava tað ringt og/ella eru sjúk.

.

At geva og býta út (Róm 12:8, 1. Kor 13:3)

Summi hava gávuna at geva. Hetta er ikki bundið at hvussu nógv tú eigur, ella umsitur. Ein, við hesi gávu væntar ikki við at fáa vinning ella nakað afturfyri tað.

..

Fyristøðumaður (Róm 12:8, 1. kor 12:28)

Hetta er gávan at stýra og leiða í samkomuni.

.

Trúgv (1. kor 12:9)

Øll hava trúgv, men øll hava ikki náðigávuna, trúgv. Gávan trúgv er at hava álit á, at Gud gevur okkum tað okkum tørvar. Tað er ymiskt hvussu stóra trúgv ymisk hava.

Henda gávan má ikki blandast við trúnni til frelsu, sum er givin øllum Guds børnum. Náðigávan trúgv, er ein guddómligur førleiki at taka burtur stórar trupulleikar, sum tykjast stórir og ómøguligir. Henda trúgv má vera grundað á Orð Guds.

Tveir mans kunnu takast sum dømi um hesa náðigávu. Hin fyrri er George Müller, sum stovnaði og hevði í 60 ár ábyrgdina av yvir 10.000 faðirleysum børnum, einans við áliti á Gud. Hin seinni er Hudson Taylor, Kina-trúboðarin, sum livdi í fullum áliti á Harran undir svárari mótgongd.

 

 

Kærleikin er hin størsti:

Bíblian sigur ikki frá fleiri andaligum gávum og gevur ikki ábendingar um, at tað eru fleiri. Náðigávurnar eru til fyri at røkja um samkomuna og tæna hvørjum øðrum.

Eftir náðigávurnar eru nevndar í 1.Kor.12, fer Paulus at tosa um kærleika í kapitul 13. Hví, spyrt tú? Jú, tí uttan kærleika eru allar náðigávurnar virðisleysar. 

“Kærleikin er langmóðigur, er mildur; kærleikin ber ikki øvund, kærleikin reypar ikki, blásist ikki upp; hann ber seg ikki ósømiliga at, søkir ikki sítt egna, goymir ikki agg, tilroknar ikki hitt illa; hann gleðist ikki yvir órættvísi, men gleðist yvir sannleika; hann breiðir yvir alt, trýr øllum, vónar alt, tolir alt. Kærleikin fellur aldri burtur.

Kærleikin er ikki ein náðigáva, men Andans ávøkstur, sum eigur at síggjast í lívinum hjá einum og hvørjum trúgvandi og í samkomuni (Gal 5,33).

Náðigávurnar eru ymiskar, men Andin er hin sami. Tænasturnar eru ymiskar, men Harrin er hin sami. Kraftargerðirnar eru ymiskar, men Gud er hin sami, sum virkar alt í øllum. (1. Kor. 12,4-6)

.

Fun Fact of the day:

Bíblian varð skrivað yvir 15 øldir. Gamla Testamentið var skrivað á hebraisikum og Nýggja Testamentið á griskum. Bíblian hevur verið skrivað á steini, neytaskinni, seyðaskinni, pappíri o.ø. Hon hevur verið goymd í leiríløtum, sáttmálaørkini, í kongahøllum, hjá biddarum, ja hjá tátímans og nútímans menniskjum. Men best av øllum so hevur hon verið goymd í hjartadýpi menniskja. Bíblian hevur yvir 40 høvundar. Men boðskapurin er tann sami gjøgnum alla Bíbliuna. Enn tann dag í dag. Hetta er fullkomiliga eitt undur, sum vísir okkum hvussu stórur okkara Gud er.

.

Endi:

Takk til øll tykkum eru so trúføst at hyggja og deila og biðja fyri mær. Og takk til Johann Petersen og Karl Jóhan Nielsen fyri tilfar. Hetta eru menn, sum hava granskað hettar evnið náðigávurnar í fleiri ár.

Skriva viðmerking