Vit lesa um náðigávurnar serliga í trimum kapitum í Bíbliuni. Rómbrævinum 121.Korintbrævið 12 og Efesusbrævið 4. Eg vil viðmæla tykkum at seta tíð av at lesa hesar kapitlarnar. Í hesum kapitlum, tá náðigávurnar verða umtalaðar, verður tað nevnt í samband við sonnu samkomuna, sum er øll tey, sum hava sett sítt álit á Jesus.
Tvs. øll tey frelstu uttan mun til ættarslag, stað, tíð, bygningar osfr. Í hesum kapitlunum leggur tú eisini merki til, at endamálið og ætlanin við náðigávunum eru fyri at tæna samkomuni og ikki sær sjálvum ella heiminum:

Og Gud hevur í samkomuni sett: Fyri tað fyrsta nakrar til… (1.Kor.12,28)

Evnið samkoman/kirkjan viðgjørdu vit í síðsta týsdagsvideo: “Eru vit systkin?” Nú fara vit at tosa um at tæna í samkomuni ella náðigávurnar.

.

Hvør fær eina náðigávu?

Ein og hvør trúgvandi, sum hevur trúð á Jesus til frelsu hevur fingið eina ella fleiri náðigávur givnar frá Gudi av náði. At hesar gávur eru av náði vil siga, at tað er ikki, nakað sum vit hava uppiborið ella kunnu gera okkum verdan til. Tær eru givnar ókeypis og óuppiborið av náði Guds. 

Eingin trúgvandi hevur onga náðigávu. Og eingin trúgvandi hevur allar náðigávurnar (1.Kor.12,12-27). So um tú ert trúgvandi, so hevur tú fingið í minsta lagi eina náðigávu frá Gudi. (1 Pæt. 4:10) Náðigávurnar, sum tey trúgvandi fáa hava til endamáls at tæna samkomuni, sum er likam Kristusar. 

Sum vit vaksa andaliga, kunnu nýggjar gávur koma til sjóndar, sum vit ikki vistu, vit høvdu. Oftast er tað soleiðis, at vit ikki vita, hvørjar gávur vit høvdu, fyrr enn við endan á lívinum. Eingin trúgvandi hevur allar gávurnar, um so var hevði brotið í 1.Kor. 12:12-27 ikki givið meining. Trúgvandi tørva onnur trúgvandi, tí at ongin hevur allar náðigávurnar.

.

Hví náðigávur?

Síðst lósu vit versini í Matt.16, har vit tosaðu um, at Gud fór at byggja sína samkomu ella kirkju á klettin, sum vit funnu útav merkti Kristus Jesus. Hesaferð fara vit at leggja dent á orðið byggja í hesum versinum:

…á hesum kletti (Jesus) skal Eg byggja samkomu Mína, og portur deyðaríkisins skulu ikki fáa vald á henni.

Jesus lovaði her, at hann fór at byggja samkomuna. Orðið, hann nýtir fyri at byggja er griska oiko-doméo. Oikos merkir hús og oiko deméo merkir byggja hús.

Fyri at forklára týdningin av hesum skulu vit hugsa um, tá vit byggja eini hús. Tá vit byggja eini hús, so hava vit brúk fyri ymisk sløg av handverkarum. Fyrst so koma jørð- og betongarbeiðarar at slætta grundstykkið. Aftaná koma timburmenn, rørsmiðir, elektrikarar og gólváleggjarar, uppaftur seinni málarar o.s.fr.

Øll hesi fólkini, sum byggja húsið hava ymisk evni og gávur. Tey eru ikki øll samstundis á byggiplássinum. Nøkur verða liðug við sína uppgávu og gevast, t.d. betongarbeiðsfólkið, ímeðan onnur halda á. 

Veitst tú hvat? Soleiðis er eisini tá Harrin oiko deméo, tá Harrin byggir sína samkomu. Hann brúkar ymiskar náðigávur at byggja samkomuna upp við, men ikki allar samstundis. Men Hann hevur lovað okkum, at tað skulu ongantíð mangla tær neyðugu náðigávurnar, fyrr enn húsið er liðug. Tað er, tá Jesus kemur aftur og tekur samkomuna heim til Himmals (1.Kor.1,7):

“saman við øllum, sum á einum og hvørjum staði ákalla navn Harra okkara Jesu Krists – teirra og okkara ……………. Eg takki altíð Gudi mínum fyri tykkum, fyri ta náði Guds, sum tykkum er givin í Kristi Jesusi, at tit í Honum eru vorðin rík í øllum, í allari talu og øllum kunnskapi; eisini vitnisburðurin um Kristus er jú vorðin staðfestur hjá tykkum, so tit standa ikki aftarlaga í nakrari náðigávu (Dahl umsetur tað: so tykkum ikki skortar/manglar nakra náðigávu…) – meðan tit vænta opinbering Harra okkara Jesu Krists – Hansara, sum eisini skal staðfesta tykkum líka til endan – ólastandi á degi Harra okkara Jesu Krists.” (1.Kor. 1,2 og 4-8.)

Orðið “Standa aftarlaga” Eitur á griskum husteréo, sum merkir at skorta ella mangla. Harrin lovaði at arbeiðið við byggingini av húsi hansara, samkomuni, ikki skuldi steðga upp, tí teimum manglaði onkra náðigáva.

(1. Kor 12:11,18). Gávurnar verða givnar til Kristi likam í síni heild. Hetta meinast við at ikki allar lokalar samkomurnar hava allar náðigávurnar í síni lítlu samkomu. Ikki øll ættarlið hava allar gávurnar heldur, og summar gávur er til eitt ávíst ættarlið, T.d. so gav Gud gávur til Ápostlanna og fyrstu samkomuna sum teimum tørvaðu til at stovnseta samkomuna (Ef. 2:20). Eftir at grundin var løgd, var brúk fyri øðrum gávum. Í okkara tíð, hava vit enn gleði av teimum náðigávum sum ápostlarnir og teir fyrstu samkomuleiðarar høvdu, hóast vit ikki hava somu gávur í dag. Gávurnar verða givnar til hvørja samkomu, hvørt ættarlið og hvønn trúgvandi, í tí máti teimum/honum tørvar tað, tí Heilagi Andin hevur eftirlit við hesum.

Hvat er ein náðigáva og hvat er endamálið við teimum?

Griska orði fyri náðigávur, sum verður nýtt í uppruna tekstinum, er orðið “Karisma”. Hetta orð hevur samband við orðið “Náði”og vísir til náði Guds. 

Við tað at vit nú hava ymiskar náðigávur, eftir náðini, ið okkum er givin… (Róm.12,6)

Eitt samheiti til heitið gávur er orðið eginleikar. Tað, sum eisini liggur í hesum, er, at hesir eginleikar, ella gávur eru Gudgivin til tænastu í samkomuni.  

Hetta inniber, at Gud ígjøgnum Kristus ella Heilaga Andan er gevari og umsitari ella boss av hesum gávum, og menniskjað er móttakari (Ef. 4:11). Gávurnar ella eginleikarnir hava til endamáls at tæna samkomuni, sum er likam Kristusar. Gávurnar eru givnar okkum, tí Honum tørvar, at vit brúka tær til at uppbyggja likam Hansara. Hetta gevur sjálvt tí, sum í okkara eygum lítið hevur at týða í okkara eygum, stóran týdning.

..

Hvat er ein náðigáva ikki?

  1. Ein náðigáva er ikki eitt tænastuøkið: Ein náðigáva er ikki avmarkað av einum tænastuøkið. Náðigávur er ein andaligur eginleiki, sum ikki er bundin at hvar hesin eginleiki verður nýttur. Hann kann verða nýttur í samkomuni, úti á gøtuni, í eini smáttu, heima, allastaðni.
  2. Ein náðigáva er ikki ein tittul ella eitt arbeiðsøki:  Ein náðigáva er ikki at vera samkomuleiðari, elsti ella vaskifólk, tí hetta eru titlar og arbeiðsøki. Men vit kunnu brúka okkara náðigávur, sum at tæna ella læra m.a. í hesum arbeiðsøkjum. 
  3. Náðigávur er ikki ein tekniskur førleiki: Tað eru ongar náðigávur nevndar í Bíbliuni, sum eru at skriva andaligt tilfar ella spæla andaligan tónleik. Hetta eru tekniskir førleikar, sum náðigávurnar kunna verða brúktar gjøgnum.
  4. Náðigávurnar eru annað enn natúrlig talent/evni: Munurin er hesin, at eitt talent kanst tú nýta at tæna samkomuni við, men tú nýtir talentið eisini at tæna mannaættini sum heild. Meðan ein náðigáva er bert fyri at tæna likam Kristusar. Hygg her: Talvan vísir munin millum náðigávur og náttúrulig talent/evnir

munur náðigávur og talentir

Næstuferð:

Næstuferð fara vit at tosa um uppdagan og menning av náðigávum og øll sløgini av náðigávunum.

Serliga tøkk til Karl Jóhan Nielsen og Johann Petersen fyri hjálp og vegleiðing til hetta evnið. Eisini havi eg fingið hjálp við at brúk dokomentarin hjá William Macdonald: “Beliver’s Bible comentary”, sum kann keypast ella bestillast frá Logos bókahandilinum.

.

Fun Fact of the day:

Stytsa versið í Bíbliuni er tvey orð, í Jóh.11,35: “Jesus græt.”

Skriva viðmerking