Her eru 5 sannleikar um varðveistlu hins trúgvandi
1. Ein trúgvandi missir ikki frelsu sína, tá ið hann syndar. Jesus hevur longu goldið skuldina fyri allar syndir hansara – í tátíð, nútíð og framtíð. Gud fer ikki at krevja rindan tvær ferðir. Av tí at Jesus doyði fyri syndir mínar, fari eg ikki at doyggja fyri tær.
Gud, hin rættvísi dómarin, fyrigevur syndaranum, sum trýr á Jesus.
Tveir sangir siga soleiðis:
“Mín synd – áh, hvør sæl henda vissa tó er! – mín synd er til æviga tíð út strikað, tí negld hon til krossin jú varð, og mín sál, hon er frí, hon er frí.”
– Um friður sum flóðin.
“Jesus paid it all, All to Him I owe; Sin had left a crimson stain, He washed it white as snow.”
– Jesus Paid It All
2. Men tá ein trúgvandi syndar, so kann hann ikki tekkjast himmalska faðir sínum, og hitt lukkuliga familju-samfelagið, ið átti at verið millum barnið og faðirin, verður verandi brotið, til syndin er játta (1.Jóh.1,9).
Tú mást gera tær greitt, at stórur munur er á Gudi, dómaranum, sum viðgerð syndaran, og á Gudi, faðirinum, sum viðgerð sítt brekaða barn. Í hinum fyrra førinum er skuldin fyri synd, deyði og Helviti. Í seinna førinum er úrsliti av syndini brotið samfelag (1.Jóh.2,1-2).
3. Sjálvt ein trúgvandi sleppur ikki bíliga við at synda. Villist eitt Guds barn burtur frá faðir sínum, so má tað rokna við at verða revsað og rættleitt (Hebr.12,6-7).
Gud nýtir kanska líðingar og sorg til at leiða barn sítt, teg, aftur. Í summum førum tekur Gud enntá hin trúgvandi heim til Himmals (1.Kor.11,30-32). Likamið doyr, men sálin verður frelst (1.Kor.5,5).
4. Tíanverri er tað so, at ein trúgvandi bæði kann synda og gera synd, men einki satt Guds barn kann halda fram at njóta og liva í synd. Tað trívist ikki í synd, tí tað hevur eina nýggja náttúru innan í. Um hann heldur fram í syndini og ikki kemur í samfelag aftur við Gud, hóast hann verður revsaður, so er hetta uttan iva tekin um, at hann ongantíð var endurføddur.
Trygd okkara má ongantíð gerast ein umbering fyri at synda, men heldur ein eggjan til okkara um ikki at synda.
(2.Kor.7,9-11; 2.Kor.5,17; Gal.5,19-26; 1.Jóh.4,6; Róm.6,1-2).
5. Mong skriftorð í Bíbliuni eru, sum kunnu tykjast at benda á, at ein trúgvandi kortini kann fortapast aftur. Men um tú kannar hesi skriftstøð gjølla, kemur tú at sanna, at tey sipa til teirra, ið bert látast at vera frelst menniskju, ella til tílík, ið einaferð hava kent vegin til frelsu og fingið møguleikan, men hava vrakað hann. Bíblian sigur ongantíð, at ein, ið av sonnum er endurføddur, kann fortapast aftur.
Ein sangur sigur:
“Ei óttast vil eg, hvat enn galt,
Kristus jú alt í øllum er;
Hann leiða vil meg gjøgnum alt
og meg á Sínum herðum ber.
Ei Satans makt,
ei megi mans meg ríva kann úr hondum Hans,
Í Kristusi mín sál er trygg,
inntil í dýrd Hann heintar meg.”
– Á Kristus bert.
“Um friður sum flóðin skal fylla meg her,
um stormur meg treingir og stríð,
hvør enn er mín lutur, eitt veit eg tó vist,
at mín sál, hon er frí, hon er frí.”
– Um friður sum flóðin
Eitt vers sigur:
“Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!” (Orðt. 3,5)
“Trust in the LORD with all your heart And do not lean on your own understanding.” (Proverb. 3,5)
Niðurstøða:
Er ein av sonnum vorðin endurføddur, kann hann aldri fortapast! Ein, ið veruliga er frelstur er eina ferð og altíð frelstur, í allar ævir. Tann, ið av sonnum er frelstur er fullkomiliga tryggur. Hetta kunnu vit hvíla í.❤️