Hey! Hjartaliga vælkomin til Vakurleiki.fo
Í dag so fara eg at fortelja tykkum mín vitnisburð.
Síðan eg havi verið heilt lítil, so havi eg verið so signað at hoyrt um Guds stóra kærleika til mín. Hvussu Hann elskaði meg og doyði fyri meg, fyri at bjarga mær frá einum ævigum fortapilsi. Men sum 9 ára gomul hevði eg enn ikki tikið móti Jesusi. Eg minnist eitt kvøldið eg hevði verið á møti, og ein talari segði: “Far ikki heim fyrr enn tú hevur tikið ímóti Jesusi.” Men eg fór tíverri heim uttan at hava tikið ímóti Jesusi.
Ein dagin eg hevði verið á sunnudagsskúla, so lærdi eg eitt vers uttanat (Sálm.23,1): “Harrin er Hirði mín, mær fattast einki.” Eg fór heim. Og hvørt kvøld eg var bangin fyri myrkrinum, so segði eg versið fyri mær sjálvum. Eitt undurfult eg legði merki til var, hvussu nógvan frið eg fekk við at siga hetta versið. Eg merkti kraftina í orðið Guds. Tað stendur: “Ríki Guds er jú ikki orð, men kraft.” (1.Kor.4,20) og “Við slíkari kraft virkaði orð Harrans og fekk vald.” (Áp.19,20). Orsøkin eg altíð lesi so nógv vers fyri tykkum, er nevniliga tí eg trúgvi, at Orð Guds er ikki orð, men kraft. Tað er eisini henda kraft í Bíbliuni, orði Guds, sum leiddi meg til frelsu. Sum fekk meg at skilja, at eg hevði brúk fyri Jesusi.
Men tað var ikki nokk fyri meg, bara at siga eitt vers hvørt kvøld, eg ynskti at fáa sannan frið og hvíld í hjarta hvønn dag, alla tíð. Men eg var uttan Gud, gudleys. Jesus búði ikki í mínum hjarta, tí eg hevði ongantíð biðið Hann koma inn í mítt lív. Tað sendur í Job:
“Hin gudleysi livir í angist allar dagar sínar…” (Job.15,20) og “Hin gudleysi hevur mangar plágur;” (Sálm.32,10).
Tað hevði eg.
Eitt kvøldi spurdi eg mammu um Himmalin. Hon segði mær frá um, hvussu vakurt tað var. Gøturnar av gull og hvussu eingin pína og sorg var har, men bara gott. Orðini um Himmalin glógvaðu sum stjørnur fyri mær og eg ynskti mær at koma har tá eg doyði her. Tað stendur um Himmalin:
“Hann skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur – tí hitt fyrra er farið. Hann, sum í hásætinum sat, segði: “Hygg, Eg geri alt nýtt!” (Op.21,4-5)
Hini tólv portrini vóru tólv perlur; hvørt portrið fyri seg var úr eini perlu. Gøta staðarins var reint gull, sum klárt glas. (Op.21,21)
Staðnum tørvar ikki sól ella mána at lýsa sær, tí dýrd Guds lýsir hann upp, og lambið er ljós hansara. (Op.21,23)
Eg visti eisini, at Jesus fór at koma aftur skjótt. Eg visti, at um Jesus kom aftur og eg enn var gudleys, uttan Gud í hjartanum, so fór eg at vera eftir, tá Jesus tók síni børn heim, tey sum høvdu trúð á Hann:
“Hann, sum vitnar hetta, sigur: “Ja, Eg komi skjótt!” Amen! Kom, Harri Jesus!” (Op.22,20)
Harafturat hevði eg sæð í Bíbliuni, at eg var ein syndari. Bíblian sigur
“øll hava syndað, og teimum fattast dýrd Guds;” (Róm.3,23).
Tað vil siga, at eg var einki undantak. Hvussu lítil og óskyldig eg so sá út, so hevði eg logið, stolið, sagt ósatt, gjørt fortreð við míni systkin, ikki akta míni foreldur, verið øvundsjúk, hevnt meg, verið ónøgd, hatað, og valt onnur ting fram um Gud. Eg var skyldig í meira enn einum av teimum 10 boðunum.
“Tit hava hoyrt, at sagt varð við hinar gomlu: “Tú mást ikki drepa; og tann, ið drepur, skal vera sekur fyri dóminum.” Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, sum uttan grund er illur við bróður sín, skal vera sekur fyri dóminum. Tann, ið sigur við bróður sín: “Raka!” skal vera sekur fyri ráðnum, og tann, ið sigur: “Dári tín!” skal vera sekur til eld Helvitis. (Matt.5,21-22)
Tí tann, ið heldur alla lógina, men snávar í einum, er vorðin sekur í øllum. (Ják.2,10)
Eg var sek í allari lógini. Eg var ein syndari, og eg visti at eg hevði einki annað uppiborið enn straff Gud yvir syndina í mínum lívið. Straff Gud yvir syndina er deyði, sum merkir skylnaður fra Gudi, í eldsjógvinum í allar ævir eftir deyðan. Tað stendur:
“Um onkur ikki fanst skrivaður í bók lívsins, varð hann kastaður í eldsjógvin.” (Op.20,15)
Eg visti, at eg var gudleys, uttan Gud í hjartanum. Og tí var mítt navn ikki skrivað í bók lívsins. Men eg hevði enn ein møguleika at verða bjarga undan hesum ræðuligum skilnað.
Eg visti, at Jesus elskaði meg meira enn nakað annað í øllum heiminum. Hann elskaði lítlu meg, men hataði ræðuligu syndina í mínum lívið. Skal eg verða erlig, so hati eg eisini syndina í mínum egna lívið, tí hon oyðileggur so nógv, millum meg og vinfólk og familju.
Tað stendur:
Í tí er kærleiki Guds opinberaður millum okkara, at Gud hevur sent Son Sín, hin einborna, í heimin, fyri at vit skulu liva við Honum. Í hesum er kærleikin: Ikki at vit hava elskað Gud, men at Hann hevur elskað okkum og sent Son Sín til bót fyri syndir okkara. (1.Jóh.4,9-10)
Tí Jesus elskaði meg meir enn alt annað, ja sjálvan Seg, Himmalin og dýrdina har. So kom hann niður og setti Seg so lágt. Gud gjørdist til menniskja, og hann, sum var góður og fullkomin var umringaður av øllum ræðuleikunum í hesum heimi. Synd, kríggj, hatri, dovinskapi, øvundsjúku og alt annað, sum bestemmar í hesum heimi. Ja, hesin stóri, øðiligi, álvarsami, undurfulli, kærleiksfulli Skaparin, Jesus, doyði fyri meg á Golgata fyri at keypa meg frían úr valdið Satans. Jesus helt, at eg var verd at doyggja fyri. Hann helt at tú vart verdur at doyggja fyri:
Kristus keypti okkum leys undan banni lógarinnar, táið Hann varð bann fyri okkum – tí skrivað er: “Bannaður er hvør tann, ið hongur á træi” – (Gal.3,13)
So Jesus var hongdur á eitt træð og tók allar, allar mínar og tínar syndir á seg. Ikki ein tann einasta var eftir. Tað var tí, Jesus segði “Tað er fullgjørt”. Jesus útstrikaði allar syndirnar eg og tú høvdu gjørt av listanum:
Hann fyrigav okkum øll misbrot okkara og útstrikaði skuldarbrævið móti okkum, sum við boðum sínum gekk okkum ímóti; Hann tók tað burt við at negla tað á krossin. Hann avvápnaði tignirnar og valdini og gjørdi tey til skammar fyri eygum alra, táið Hann á krossinum vísti Seg sum sigurharra yvir teimum. (Kol.2,13-15)
Jesus gjørdi alt, og gjørdi enntá Satan og einglar hansara til skammar, tí Jesus vann sigurin á krossinum. Hann doyði sigrandi, tí Hann vildi at bjarga mær og tær. Blóðið hjá Jesusi, deyði Hansara, betalti syndina:
“blóð Jesusar, Sonar Hansara, reinsar okkum frá allari synd.” (1.Jóh.1,7)
Vit lesa mangan í Bíbliuni, at Jesus sigur: “Trúgv tín hevur frelst teg.” Jesus gjørdi nevniliga alt fyri okkum. Hjá okkum er bara at trúgva at Jesus er Sonur Guds, og at Hann doyði á krossinum fyri okkara syndir.
øll hava syndað, og teimum fattast dýrd Guds; og tey verða rættvísgjørd fyri einki av náði Hansara, við endurloysingini (bjargingini), sum er í Kristi Jesusi,… Soleiðis kundi Hann (Gud)… rættvísgera tann, sum hevur trúgv á Jesus. (Róm.3,23-15)
Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí nú frið við Gud við Harra okkara Jesusi Kristi. (Róm.5,1)
men av tí at vit vita, at menniskjað verður ikki rættvísgjørt av lógverkum, men við trúgv á Jesus Kristus, so hava vit eisini trúð á Kristus Jesus, fyri at vit kundu verða rættvísgjørdir við trúgv á Kristus og ikki av lógverkum; tí av lógverkum verður einki hold rættvísgjørt. (Gal.2,16)
Tit eru jú øll børn Guds við trúnni á Kristus Jesus. (Gal.3,26)
Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds, ikki av verkum – fyri at eingin skal rósa sær. (Ef.2,8-9)
og verða funnin í Honum, ikki við rættvísi míni, henni, sum av lógini er, men við rættvísini, sum er við trúgv á Kristus, rættvísini frá Gudi, sum er grundað á trúgv. (Fil.3,9)
Uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast Honum. Tí tann, sum stígur fram fyri Gud, má trúgva, at Hann er, og at Hann lønir teimum, ið søkja Hann. (Hebr.11,6)
at Kristus við trúnni skal búgva í hjørtum tykkara, (Ef.3,17)
fyri at hvør tann, sum trýr, skal hava ævigt lív í Honum. Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív. (Jóh.3,15-16)
Jesus sjálvur sigur: “Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, ið trýr, hevur ævigt lív.” (Jóh.6,47)
Vit vera frelst við at trúgva á Jesus, og at Hansara verk á Golgata var fyri teg. Jesus ynskir ikki at vit skulu ivast, men at vit skulu vita at vit eru frelst. Tí skrivar Hann:
Hetta havi eg skrivað til tykkara, fyri at tit skulu vita, at tit hava ævigt lív, tit, ið trúgva á navn Guds Sonar. (1.Jóh.5,13)
Jesus hevur givið okkum fleiri lyftið í Bíbliuni. Um tú játtar fyri Gudi, at tú ert syndari og hevur brúk fyri bjargingini, sum Hann gav okkum á Golgata. So eru hesi lyfti persónliga tíni frá Gud. Biður tú Jesus koma inn í títt lív, so skal Jesus reinsa teg og geva tær ævigt lív. Ævigt lív merkir ævigt samfelag. Vit verða bjargað við trúgv frá skilnaðinum, eldsjógvinum. Og bjarga til eitt ævigt samfelag við Gud í Himli tá vit doyggja!
Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi. (1.Jóh.1,9)
Men vit vænta eftir lyfti Hansara nýggjar himlar og nýggja jørð, har rættvísi býr. (2.Pæt.3,13)
Hevur tú biðið Jesus koma inn í títt lív, so eigur tú lyftið Guds um Himmalin, ævigt samfelag tá tú doyrt. Og í tí kanst tú hvíla og gleðast í. Hesin sami Jesus hevur lovað tær afturat:
“HARRIN – Hann, sum gongur á odda hjá tær – Hann skal vera við tær; Hann skal ikki sleppa tær og ikki fara frá tær; tú skalt ikki óttast og ikki ræðast!” (5.Mós.31,8)
Jesus sigur, at um tú trýrt á Hansara verk á Golgata, og hevur biðið Hann vera Harran í tínum lívið. So er Jesus Hirðin, leiðarin í tínum lívið. Og tú ert sum seyður Hansara og barn Hansara.
Seyður Mín hoyrir rødd Mína, Eg kenni hann og hann fylgir Mær. Og Eg gevi honum ævigt lív; hann skal aldri í allar ævir fortapast, og eingin skal ríva hann úr hond Míni. (Jóh.10,27-28)
Kærleiki Guds til tín er størri enn alt. Og tá Hann hevur frelst teg einaferð, so fert tú altíð at verða ein frelstur. Tað stendur nemliga:
Hvør skal skilja okkum frá kærleika Kristusar! Trongd, angist, atsókn, hungur, nakinleiki, vandi ella svørð! Tí eg eri vísur í, at hvørki deyði ella lív, hvørki einglar ella harradømi, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal, ella maktir, hvørki hitt høga, hitt djúpa ella nakað annað, ið skapt er, skal fáa skilt okkum frá kærleika Guds í Kristi Jesusi, Harra okkara. (Róm.8,35,38-19)
Hesin kærleikin frá Gudi er so stórur. Tá eg síggi, hvussu nógv Jesus elskar meg, hvussu nógv Hann hevur bjarga meg frá, hvussu nógv Hann hevur bjarga meg til, øll lyftini Hann gevur mær, so flýtir mítt hjarta yvir av kærleika Hansara og eg kann ikki tiga um Hann. Tí ynski eg so nógv, at tú eisini skalt kenna Jesus, sum tín frelsara, sum tín babba, sum tín Harra, Hirða, og allar besta Vin. Tað stendur nemliga:
Hann er bót fyri syndir okkara – og ikki bert fyri okkara, men eisini fyri syndir als heimsins. (1.Jóh.2,2)
Jesus er deyður fyri øll menniskju, einki menniskja er eitt undantak. Og Jesus ynskir at øll skulu koma til trúgv:
Honum, sum vil, at øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan. (1.Tim.2,4)
Jesus hevur gjørt alt fyri okkum. Men valið liggur til endans hjá okkum, taka vit ímóti ella ikki. Tað er sum ein gáva. Jesus hevur betalt fyri gávuna, pakka hana inn, borið hana allan vegin til hurðina hjá tær. Hann stendur og bíðar eftir tínum svarið. Letur tú upp og sigur ja-takk? Ella sigur tú nei. Kanska sigur tú einki og letur hurðina bara verða verandi aftur. Tað er eisini at siga nei. Alt annað enn ja til Jesus, er eitt nei til Jesus.
Eg havi sagt við tykkum, hvussu álvarsom avleiðingin er ikki at taka ímóti Jesusi. So tit latið ikki standa til, men takið móti Jesusi nú í bøn. Orðini tú nýtir eru ikki so farlig, tí Jesus skilir títt hjarta, tíni orð og tínar tankar. Tað kvøldið eftir, at mamma hevði sagt mær um Himmalin, so lá eg í myrktinum í songini. Eg legði saman hendur og segði: “Kom inn í mítt hjarta Jesus. Amen.” Eg trúði, og tað var alt sum skuldi til.
Eg vil biðja tykkum um at taka hesa avgerð, tí vit vita ikki, um vit liva í morgin. Jesus kann eisini koma aftur hvørja løtu. So tak hesa avgerð, meðan tað enn er lagalig tíð.
Hevur tú tikið ímóti Jesusi í trúgv? Avgerðin er tín.