Bloggur/stuttsøga eftir Dinu Jensdóttir Bech.

Eg gangi á einum fortovskanti, ið førir til staðin í kallast Eldsjógvurin. Staðurin er ræðuligur, umfevndur  av svávuli og flytir yvir av eldi. Har er grátur og tannagrísl. Pínan har, er verri enn at ríva bæði armar, bein og eygu av og verða krypil og blindur alt lívið. Ikki ein gongd Satan hevur valdið í hesum staði, men fer at verða dømdur har ein dag eins og hini, ið hava valt hesa lívsleið. Á hesum fortovskanti, havi eg mítt egna lítla “space“, sum eg eigi heilt fyri meg sjálvan at ganga á. Eg kallið tað: “Mína egnu leið”. Innan fyri hettar økið, kann eg gera alt, sum eg vil.

Eg kann synda so nógv sum eg vil, tó ikki so leingi sum eg vil, tí tíðin styttist í hvørjum til deyðan.

Tað ræðir meg at hugsa um deyðan. At hugsa um, at tað besta eg havi upplivað her á jørð, verður tað besta eg havi upplivað alla ævir, tí mín ævinleiki verður í Eldsjógvinum.

..

..
Tíðum møti eg fólki á mínari leið, og tíðum fylgist eg við fólki á hesi leið. Vit liva í óndskapi og øvund, verða hata og hata hvørt annað. Vit eru útkoyrd, slitin av lívsins viðurskiftum. Vit síggja út til, at stuttleika okkum uttan á, men ein longsul tærir okkum innan. Í mannadýpinum er eitt tómrúm, sum etur okkum upp innan. Hetta tómrúmið fylla vit við alskyns ungdómslystum. Drykkjulevnaði og ymsum avgudum frá Heiminum, sum eita Egoisma, Sjálvskærleiki, Kærleiksloysi, Útsjónd, Havisjúka, Njótan, Peningakærleiki, Lygn, Ólýdni, Ótakksemi, Girnd, Ótrúskapur og aðrir mætir avgudar, ið hava nógv vald í Heiminum, har eg eri ættaður frá. Hesum avgudum tilbiðja og trælka vit undir. Teir hava leinkjað okkum. Vit eru føst í snerru Djevulsins, fanga at gera vilja hansara. Vit eru børn hansara, tað sæst á fruktini – deyðu verkum okkara. Djevulin, ið er nevndur við fleiri nøvnum, er harri óndskaparins í Heiminum, mínum heimstaði.

.

.
Kærleiki, ið eg kenni til, er eitt stað har tú kemur og fert, sum tær líkar, til egna njóting. Tað er ikki nakað, sum er vert at berjast fyri. 

.

..
Tess, meira vit fylla hettar tómrúmið, tess størri verður tað. Húðin hjá mær er nú vorðin spidølsk og útholað av sliti.  Eg gangi í síðum klæðum og havi bundið um mínar liðir, fyri at eingin skal síggja, hvussu nógvan skaða syndin hevur havt á mítt lív.

Tað gera øll, ið ganga á hesum vegnum. Øll líða, men øll goyma tað. Øll hava sundurbrotið hjarta og sundursorðaðan anda, men vit fjala tað.

Tað finst eingin leking fyri hjartað og andan í Heiminum. Læknarnir siga, at syndin, ið sorðar okkara hjarta og anda finst ikki. Læknarnir siga, at eingin synd er, bara lógir, ið vit sjálvi gera. 
Mong á hesum vegnum, her eg gangi, eiga valdið yvir øllum ríkju heimsins og dýrdina í teimum, men tey eru livandi deyð, innholað av syndini, sum eg. 

.

.

Ein annar vegur er. Hann havi hoyrt um, og hann kallast smali vegur og hann førir til Himmals.

Á hesum vegnum havi eg hoyrt, at tað finst grøðing, og at tann stóra syndabyrðan, ið øll bera uppá her. Hon, ið tærir mín rygg upp, verður tikin av bert við at seta títt álit á ein mann, ið kallast Jesus.

.

,..

Uff… Ov gott at vera sannleiki hugsi eg. Innan í hjartanum stingur tað, tí eg veit, at hettar er sannleiki. Men harrin, satan, í hesum heimi hevur blindað mína hugsan fyri, at eg ikki skal skilja sannleikan. Ja, hann hevur nú eisini broytt sjálvan týdningin á orðinum “sannleiki“, til orðið “fakta“. Soleiðis, at sannleikin, sum eg kenni hann er ein hvítlygn. Ein svørt lygn. Ein lygn. Ein lygn um, at eingin synd er og eingin ‘góður Gud’ er. Eingin skapan, eingin ætlan, og at eg eri her av óvart. Eg, eitt óhapp. Hetta gevur mær eitt svart virði. Einki virði. Onga meining. Onga ætlan.

Tí eri eg noyddur at finna mítt virði í mínum avrikum, dugnaskapi og útsjónd. Virðir, sum øll følna við árunum og eru avmarkað av tíð og umstøðum.

.

.
Nøkur fólk eg hitti á hesum vegnum, til undirgangsstaðin, halda seg ganga á vegnum, ið førir til Himmalstaðin. Men tey ferðast við fullari ferð móti eldsjógvinum við áliti á, at verk teirra: ‘góðir gerningar, status, olmussur, tilbiðjan, forbøn, møtigongd, breyðbróting, dópur, altarsgongd, komfirmatión ella teirra gudsótti‘, fer at frelsa tey. Tey siga tey kenna Gud og messa bønir og skriftstøð, men tey avnokta Gud við lívi Sínum. Mong av hesum hava profiterað í navni Jesusar, rikið út illar andar og gjørt mangar kraftargerðir í Jesu navni, men tey ganga á sama vegi sum eg. Tey trúgva, at ein gud er, eins og teir illu andarnir, men tey hava ikki sett sítt álit á Jesus. Tey ganga á somu leið sum eg, á veg til ævigan dóm. Staðin, ið Jesus Messias kallar Helviti.

.

..

Eg síggi, at tey sum ganga á smala vegnum, tey, sum hava sett sítt álit á Jesus, ongantíð eru einsamøll. Identitetur, ID, teirra er ‘Børn Guds’.

Hann sjálvur, Jesus, fylgist við teimum, enn tá tey ganga í dali deyðaskuggans. Tá tey fella, so heldur Hann í hond teirra.

Hann verjur tey við keppi Sínum, og vegleiður og uggar tey við stavi Sínum. Sundurbrotin hjørtu og sundursorðaðar anda vanvirðir Hann ikki, nei Hann er teimum nær og bjargar teimum. Hann bindur um sár teirra og hellur letur olju og vín í tey. Hesin, sum fylgist við teimum, er størri enn djevulin og hevur sigrað á honum við deyða Sínum á krossinum.

.

..

Hesin Jesus hevur givið teimum eitt persónligt bræv við at lesa á leiðini. Ja, tað lærir, sannførir, rættleiðir, uppfostrar tey. Brævið er so hvast, hvassari enn nakað tvíeggja svør, tá tey kenna tað. Hvassari og mætari enn nakar avgudur og synd, ið Heiminum. Satan, harri myrkursins, faðir lygnarinnar, má sjálvur víkja fyri kraftini, ið Gud hevur lagt í brævið, Orð Sítt.

.

.

Eitt annað eg undrist á er, hvussu eg síggi bønir teirra stíga upp til Himmalstaðin, har Gud teirra býr. Ja uttan, at vita tað so hjálpa og stríðast tey fyri hvørjum øðrum í bønum sínum.

.

.
Eg síggi, hvussu Heimurin hatar tey. Eg síggi, hvussu tey á hesum vegnum, sum vilja liva gudiliga verða atsøkt av menniskjum, tygnum, veldum og andaheri óndskaparins. Men tey standa. Tey standa, tí tómrúmið hjá teimum, er ikki sum hjá okkum. Tómrúmið hjá teimum er fylt. Gud, sum gongur við lið teirra býr eisini í teimum. Hann fyllir tey, endurnýggjar tey og gevur teimum kraft.

Tey eru veik, men kraft Guds teirra verður fullkomin í veikleika teirra. Tí hava tey gott mót í ringari viðferð, í neyð, í atsóknum, í angist fyri Jesusar skuld.

.

.

Vegnum til Himmals fylgi eg ikki, men eg gangi mína “egnu leið“. Tað einasta, tað kostar er, at eg seti mítt álit á Jesus sum Harra og mín bjargingarmann, frelsara. “Hví ikki“, undrast tú. Jú, tann størsti avgudur mín stendur í vegin. Sjálvur eg, mín stoltleiki, mítt harða hjarta, mítt vitloysi. At avnokta Jesus og takka nei til Hansara gávu til mín, kostar mær ein ævigan ræðuleika í Helviti.

.

.
Á hvørjari leið gongur tú? Vegirnir eru einans tveir. 

“Rannsaka meg, Gud, og kenn hjarta mítt, royn meg og kenn hugsanir mínar! Vita, um eg eri á vanlukkuleið, og leið meg hin æviga vegin!” (Sálm. 139:23-24)

."Mín egna leið"

 

"Mín egna leið"

Skriva viðmerking