http://www.youtube.com/watch?v=SJTqyNzZjk4

 

“Ynskja vit at kenna sannleikan um menniskja, mugu vit venda okkum til Bíbliuna. Tað, sum Gud sigur okkum, við víkjandi menniskjum, er sannleikin.
Bíblian sigur okkum frá skapan menniskjans, tess nátúru, tess støðu til annan skapning og tess fali og ævigu lagnu.” (Hvat lærir Bíblian – Emmaus Bíbliuskeið)

 

1. Upphav menniskjans:

Tað er heilt nátúrligt, at menniskju ynskja at vita nakað um uppruna sín. Soleiðis hevur altíð veri. Heimspekingar hava til allar tíðir havt ymiskar áskoðanir um hesi viðurskifti. Og í dag er evolutión – ella menningarlæran – tann mest vanliga hugsanin, ið sigur, at menniskja er ment so við og við frá teimum lægru djórasløgunum.

Men Bíblian sigur: “Í upphavi skapti Gud himmal og jørð… og Gud skapti menniskjað” (1.Mós.1,1-27) Um hendan skapning sín, menniskjað, sigur Gud:

“…tann… sum Eg havi skapt, Mær til dýrd, sum Eg havi myndað og gjørt.” (Es.43,7).

Hin gamli spurningurin: “Hvat er høvuðsendamál menniskjans?” Fáa makað/sjeik, liva lívið, liva gott lív? Nei, tað er ikki høvuðsendamál menniskjans. Nei, høvuðsendamál menniskjans er at æra Gud.”

..

2. Náttúra menniskjans:

Tey, sum hava uppliva, at mist onkran, vita at umframt eitt likam, so hevur menniskja sál og anda. Í einari løtu er persónurin livandi… og í næsta eygnabragdi er hann farin. Likam hansara er tó framvegis her, men lívið er farið, og bert eitt lívleyst likam er eftir. Menniskja er nemliga, ikki bert likam, men hevur eisini anda og sál.

Bíblian lærir okkum, at menniskjað er ein tríføld vera – likam, sál og andi (1. Tess. 5,23). Hóast tað er torført at skilja til fulnar millum sál og anda, við tað, at tey eru ikki sjónlig eins og likamið, so sigur Bíblian, at munur er á teimum. Dýrini hava sál, men ikki anda, meðan menniskja hevur bæði likam, sál og anda.

Tað er sálin, sum eyðkennir og ger munin millum eitt livandi og deytt likam. Men tað er andin, sum frámerkir menniskja frá dýrunum. Andi menniskjans ger tað ført fyri at hava samfelag við Gud. Kenslur og tráan spíra úr sálini, meðan andin hevur í sær evnini til kunnleika (vitan) og hugsan. Við andanum vita vit, at vit eru til. Andin er tað, ið ger, at menniskja livir ævigt, eisini eftir at likamið er deytt. Menniskja hevur ábyrgd yvir fyri Gudi. Størsta skylda tess, er at læra, hvat Gud vil, at tað skal gera, og síðani gera tað.

.

3. Fríi vilji menniskjans:

 Vit høvdu síðst um, at Gud skapti alt tað vit síggja, og alt tað vit ikki síggja. Eitt tað fyrsta Gud skapti var einglar ella andar. Hesir hava ikki likam við vøddum og beinagrind ella menniskjalig likam og sál. Megi teirra er størri enn okkara. Teir vóru skaptir at vera serligu boðberar Guds, men við tað, at teir hava frían vilja, fullu summir av teimum í ólýdnisins synd.

Tað hendi soleiðis, at tann fremsti eingilin, Lusifer, var ónøgdur. Gud hevði skapt hann til tænastu, men Lusifer helt hann hevði uppiborið nakað betri. Honum dámdi ikki lógir Guds, og vildi gera sínar egnu lógir. Hann vildi vera Gud. Lusifer fekk fleiri einglar í parti við sær, ið ætlaðu at stíðast móti Gudi og spilla gleðina í Himli. (Es.14:12-14) Hettar, at vera ólýðin Gudi, er tað vit kalla synd. (Ez.28:17; Orð.6:16-17) Gud er rættvísur og tolir ikki synd, og mátti tí koyra Lusifer og einglar hansara út úr Himlinum. (5. Mós. 32:4; Præd.12:14; Ez.28,16-17) Gud broytti navnið á Lusifer til Satan, sum merkir ‘fíggindi’. Gud gjørdi hesum óndu einglunum eitt nýtt stað til reiðar, kallað Eldsjógvurin. Eitt stað fylt við vanlukku og tí ónda, hesir einglar vóru óndir og vanlukkuligir. Hettar er staðið, har Satan og óndu einlgar fara at verða revsaðir. Tey, sum koma at búgva í hesum staði koma at verða har í allar ævir. (Op.20:10; Matt.25:41; 2.Tess.1,9)

Um Gud vildi, so kundi Hann havt skapt nógvar maskinur til at gera vilja sín á ein mekaniskan hátt. Men í staðin valdi Hann at skapa skapningar, sum kundu tæna Honum sjálvbodnir og elska Hann av fríum vilja. (1.Sám.15,22Jóh.4,23; ) Vit skilja væl, at Hann ynskti, at tað skuldi vera so. Til dømis, kann ein persónur fáa verju móti innbrotum við tjóðávaringarskipanum, men tað er nakað við einum vaktarhundi, sum vekur kenslur okkara á ein hátt, sum ein maskina aldri kundi gjørt.

.

4. Synd menniskjans:

  Táið skapningar Guds vóru skaptir við fríum vilja, førir fyri at gera vilja Guds ella lata vera, má Hann hava verið greiður yvir, at nøkur vildu venda sær hin skeiva vegin. Og tað hendi eisini. Vit lesa m.a. fyrst at Satan vendi sær móti Gudi. Síðan tann dag, hevur Satan altíð roynt at forða ætlanum Guds. Tá menniskja varð skapt við fríum vilja, legði Satan beinleiðis eftir at freista menniskjað til at synda (1.Mós.3,1-). Gud hevði ávarað mennsikjuna, men tað eydnaðist Satani at draga menniskjuna niður í syndina við sær (1.Mós.2,16-17). Menniskjan fall, sum er Guds vakrasta skaparverk av øllum, tí hon er skapt í mynd Hansara (1.Mós.1,27).

Tá ið mennsikjan syndaði, mátti Gud burturvísa menniskjuni, eins Gud hevði gjørt við Satan og einglar hansara. Menniskjan var farin í parti við Satani, móti Gudi. Ádam varð rikin úr nærveru Guds.  (1.Mós.3,23)

Hendan syndiga náttúra Ádams er gingin í arv til alla mannaættina, sjálvt teg og meg. Øll eru fødd við einum syndigum lyndi, øll synda vit, gera skeivt, hugsa skeivt og eru órættvís. (Róm.3,23)

.

5. Framtíð menniskjans:

 Bíblian sigur okkum frá upphavi menniskjans, at vit eru vorðin til av Gudi, og um menniskjans syndarliga fall, sum leiddi til skilnað frá Gudi. Men Bíblian sigur okkum eisini frá, at hvør einstakur – maður ella kvinna, genta ella drongur – ein dag koma at standa fyri Gudi til ábyrgd fyri sína synd (Opin.20,12-15). Deyðin er ein veruleiki, ið einki menniskja sleppur undan. Bíblian sigur:

Og eins og menniskjunum er lagað at doyggja eina ferð – og hareftir er dómur -“ (Hebr.9,27)

Gud hevur skapt menniskjuna og opinbera vilja Sín. Gud hevur valt, at hvør einstakur skal taka ábyrgd fyri tað synd hann hevur gjørt. Tað er gjøgnum okkara lív her á jørð, at vit gera okkum tilreiðar til hitt komandi æviga lívið. Menniskjað doyr ikki sum dýrini, tí vit hava anda. Andi okkara kemur at møti Gudi, Skapara og Dómara sínum.

“øll hava syndað, og teimum fattast dýrd Guds; og tey verða rættvísgjørd fyri einki av náði Hansara, við endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi,”(Róm.3,23-24)

Biðja vit Jesus koma inn í okkara lív, taka okkara synd, fáa vit ikki lut í æviga eldsjógvinum. Men fara yvirum frá dómi til lív í Himli saman við Jesusi í allar ævir. Tak ímóti Honum áðrenn ov seint er.

Skriva viðmerking