Dánjal vísti abbanum bókina “Náttúra og tøkni”. “Her er nakað, eg ikki skilji. Um Bíblian er sonn, tá hon sigur, at Gud skapti alt, hvussu so við menningarlæruni? Skapti Gud meg, ella eri eg mentur út frá eini apu? Og hví trúgva nógv fólk menningarlæruni, um hon ikki er sonn?” spurdi Dánjal.
“Ja, góður spurningur, Dánjal!” svaraði abbin. “Sært tú, trupulleikin er, at nógv fólk vilja ikki trúgva Gudi sum sín skapara. Um tey vildu trúð, høvdu tey verið samd um, at Gud hevur rætt til, at siga teimum, hvussu tey skulu skikka sær. Gud ikki bara skapti okkum. Nei, Hann skapti okkum í mynd Síni!”
Jensa spílaði eyguni upp og spurdi. “Meinar tú við, at vit síggja út sum Gud?”
Abbin smíltist. “Ikki likamliga. Minst til, Gud hevur ikki eitt likam, sum vit hava. Men vit líkjast honum á annan hátt.”
Abbin tók Bíbliuna fram og segði: “Vilt tú vita um uppruna menniskjans, mást tú lesa í fyrstu bókini í Bíbliuni, Fyrstu Mósebók. Vit lesa her, at:
“Gud HARRIN myndaði menniskja úr moldini í jørðini.” 1. Mós. 2:7.
Menniskjað kom ikki úr djóraheiminum. Djórini vórðu ikki skapt í mynd Guds, sum menniskjað varð.”
Dánjal og Jensa høvdu fleiri spurningar at seta abba sínum.
“Hvat merkir tað at vera skaptur í mynd Guds?”
Menniskjan er lík Gudi á tann hátt, at hon er tilvitað, kann hugsa, skilja og hevur kenslur. Men menniskjan kann ongantíð vita eins nógv, og Gud veit. Heldur ikki elska líka nógv, sum Gud elskar.
Gud skapti menniskjuna við evnunum at døma. Tað merkir, at menniskjan kann skilja ímillum rætt og skeivt.
At vera skapt í mynd Guds merkir, at menniskjan umboðar Gud á jørðini. Tá Gud skapti Ádam og Evu, segði Hann:
“Nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina og gerið tykkum til harrar hennara, ráðið yvir … (øllum), ið á jørðini rørist!” 1.Mós. 1:28.
Gud segði við Ádam og Evu, at tey skuldu giftast og fáa børn. Gud skapti menniskjuna at liva í familjum og familjuna at liva í samfeløgum. Menniskjan skal ráða yvir jørðini og hevur ábyrgd fyri Gudi, hvussu hon røktar heimin, sum Gud gav henni í varðveitslu.
Menniskjan fer eisini, eins og Gud, at liva ævigt. Gud gav menniskjanum eina sál í likamið. Sálin er tann veruligi “tú”. Likam títt er “húsið,” sum sálin býr inni í. Likam títt doyr, men sál tín fer ongantíð at doyggja. Sálin hjá øllum menniskjum livir ævigt, annaðhvørt saman við Gudi ella skild frá Gudi.
Ein dag skal hvørt einstakt menniskja svara Gudi, um tað hevur trúð á Hann, og hvussu tað hevur livað lívið. Bíblian sigur:
“tí Hann kemur, Hann kemur at døma jørðina; Hann dømir jørðina við rættvísi” Sálm. 96:13.
“Hví skapti Gud menniskjuna?”
Menniskjan varð skapt av Gudi og til Gud. Kol. 1:16. Bíblian sigur:
“hvønn tann, ið kallaður er við navni Mínum, og sum Eg havi skapt, Mær til dýrd, sum Eg havi myndað og gjørt!” Es. 43:7.
Gud vil hava eitt serligt og inniligt samfelag við menniskjuna. Hann vil, at vit eru eins og maðurin Asaf, ið skrivaði Sálm 73. Hesin maður segði:
“Hvønn havi eg í Himli! Og tá ið Tú ert mín, trái eg ongum eftir á jørðini.” Sálm. 73:25.
Í Bíbliuni lesa vit, hvat Gud vil, at vit skulu trúgva og gera.
Minnisvers.
“So skapti Gud menniskjuna í bílæti Sínum; í bílæti Guds skapti Hann hana; sum mann og kvinnu skapti Hann tey.” 1. Mós. 1:27