Bloggur eftir Dinu Jensdóttir Bech.

Mamma mín sigur altíð nei, tá eg spyrji hana…” hoyrdi eg frá einum lítlum drongi í barnagarðinum, sum hann stóð og snakkaði við ein annan. Hin drongurin svaraði honum: “Tað ger mín ikki…”  

 

Og eg hugsaði við mær sjálvari: “Um mamma tín bara sigur nei, so spyrt tú ikki rætt. Tú skuldi spurt hana um nakað, ið hon vil, so hon kann siga ja”

 

Og tað var sum Gud gjøgnum hesar dreingir segði við meg: “Dina, soleiðis er tað eisini við bøn.” .

 

Ov nógv fólk siga, at Gud ongantíð svarar teirra bønum, men spurningurin er, spyrja vit rætt?

 

Orð Guds sigur:

“tit biðja og fáa ikki, tí tit biðja illa – fyri at spilla tað burtur í lystum tykkara.” (Jákupsbr. 4:3)

 “…Bøn, biðin av rættvísum manni, avrikar nógv...” (Jákup 5:16)

 

 

Mamma mín sigur altíð nei

Skriva viðmerking