“Single bells, single bells, single all the way…” Sást tú tað meme’ið á Facebook?

Single Bells ein hugleiðing/bloggur, ið eg skrivaði í eftir summarferiuna 2018, meðan eg enn var single/støk.

 

 

 

FACEBOOK:


YOUTUBE:

 

BLOGGURIN:

“Single bells, single bells, single all the way…” Hetta stuttliga “meme’ið” var eg taggað í á Facebook í oktober, og eg var um at skrædna. Samtíðis, sum tað var stuttligt, so kendi eg meg ómetaliga væl aftur í hesi myndini.

 

 

Mong jól havi eg sitið innballað í teppi við kakao og hugt at einum romantiskum jólafilmi. Filmarnir vístu á jólahugna, jólapynt, siropskøkur og so eitt ungt par, ið fann saman. – Áh den romantikkur. – Samtíðis, sum ævintýrakendu filmarnir hugtóku meg, so fingu teir meg eisini at kenna tað, sum um eg manglaði okkurt… ella onkran?

Eftir, at filmarnir høvdu fingið romantisku kenslurnar at flaksa, so dalaðu tær eftir filmin, og fingu meg at kenna meg soo single. Kanska júst sum mangar aðrar gentur og onnur, ið taggaðu hvønn annan í “Single bells” meme’ið á Facebook. Mong ung í góðum aldri, sum syngja, flenna og hálvavegna gráta saman. Ja, mangar blandaðar kenslur. Og ja vinir, eg kenni meg aftur í øllum hesum.

 

Fyri umleið einum árið síðani koyrdi eg heim frá einum ungdómsmøti. Kvøldið hevði verið so hugnaligt við góðari talu og undurfullum samfelag, men onkursvegna sá eg einans tað, eg ikki hevði. Ein sjeik, ein maka, ein mann… Eg kærdi mína sorg fyri míni vinkonu. Sorgin, bleiv til eina stúran fyri, at støðan sum støk ongantíð fór at broytast. Vinkonan, ið eisini var støk, var ógvuliga friðarlig. Eg sat við førarasetrið og hugdi yvir á hana og spurdi, um hon hevði nakra viðmerking. Eg beit merki í, at hon var ikki petti blíð. Eg spurdi hana, hvat bagdi. Hon suffaði, og vildi ikki beinanvegin siga, hvat ið tyngdi hana. Eftir eina løtu segði hon við einari syrgnari rødd:

”Dina, tá tú ert ólukkulig, av tí tú ert single, so verið eg eisini ólukkulig. Tú ávirkar meg, veitst tú ikki tað?”

Ikki mong orð vóru mælt eftir tað, hon segði. Eg hevði hálvavegna gron, og mætli ikki orð. Men tað, ið hon segði slóð meg. Eg visti, at hon segði satt, og tað var sum eitt tvíeggjað svør. Eftir, at eg var komin heim, tók eg eina avgerð. Eg gjørdi av, at eg skuldi ikki longu syrgja yvir, at eg var støk, men gleðast yvir hetta tíðarskeiðið. Eg bað Gud hjálpa mær í at gleðast í hesum tíðarskeiðinum sum støk.

 

 

Frá tí degi broyttist alt so lýðandi. Eg loyvdi ikki mær sjálvari longur at knarra um mína støðu sum støk, tá eg kendi meg einsama. Ístaðin, valdi eg at læra meg at virðismeta og takka. Ja, hóast eg ikki dugdi at skilja gleðina, prýði í hesum tíðarskeiðið, og virðismeta tað. Tað stendur í 1.Tess.5,18, at vilji Gud er, at vit takka í øllum førum, eisini tá vit ikki skilja.

“Takkið í øllum førum – tað er vilji Guds við tykkum í Kristi Jesusi!” (1.Tess.5,18)

 

 

So eg takkaði fyri lívið sum single. Eg takkaði fyri familju, vinir, hús, heim, og tað besta Guds orð og samfelag við Hann.

Takksemi fyri lívið sum single, tað ið eg hevði vanvirt, hildið hánt um og roknað fyri einki, bleiv júst tað, eg fór at virðismeta og gleðast um. Hóast tað mangan var og er enn svárt, so kundi eg tá ikki stúra, men kæra mína sorg fyri Gudi. Tá havi eg mangan kent friðin, sum kemur, tá vit ákalla Gud í bøn. Hetta lyftið hava vit í Fil.4,6-7.

“Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk! So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.” (Fil.4,6-7)

Eisini kundi eg gleðast enn meira, tí eg lærdi í Filippibrævinum og sálmunum at gleðin var ikki at finna í umstøðum, einum manni ella vinningi. Nei, sonn gleði og nøgdsemi er at finna í Gudi og Hansara nýggju náði hvønn dag:

Gleðist í Harranum, altíð! Aftur sigi eg: Gleðist! (Fil.4,4)

Í Honum gleðist hjarta okkara, tí vit líta á heilaga navn Hansara. (Sálm.33,21)

Metta okkum, táið morgunin kemur, við náði Tíni! So skulu vit fegnast og vera glað allar dagar okkara! (Sálm.90,14)

Tí Tú hevur glett meg við verki Tínum, HARRI, eg rópi av gleði um tað, ið hendur Tínar hava gjørt. Hvussu stór eru ikki verk Tíni, HARRI! Sára djúpar eru hugsanir Tínar! (Sálm.92,5-6)

 

 

Tá giftu vinkonur mínar viðmerktu, hvussu eydnurík eg var – og løgdu dent á, at eg hevði ongan skund, – so bað eg tær vísa mær á hvørji ting, eg kundi læra meg at virðismeta.

Viðmerkingarnar vóru læruríkar og til tíðir heilt stuttligar. Tær nevndu m.a., hvussu eg kundi gleðast um einans at vaska egin klæðir, njóta samveru við systkin og foreldur. Hvussu eg kundi ferðast, ganga í skúla og leggja ætlarnir uttan at spyrja nakran eftir. Hvussu eg kundi sova væl og leingi uttan at nakrar snorkaði. Og uttan at noyðast at fara upp at geva barnium.

Ja, eg mátti ásanna, at sjálvt um, tað uttan iva var ein gleði at fáa sjeik og giftast, so kom tað eisini við sínum avbjóðingum. Ja, sum tær søgdu, so hevði eg hevði ongan skund, og kundi njóta hetta tíðarskeiðið við Guds hjálp. 

 

 

Ja, lívið sum single og forlova/gift, var nú ikki so nógv øðrvísi, tá ein roknar tað upp í gleði og takksemi.

 

 

Hóast eg síggi fram til teir dagar, eg vónandi verið forlovað, gift við einum sjeikapetti og eigi nøkur deilig børn. So gleðist eg í hesum tíðarskeiðinum sum støk. Eg royni at læra meg at gleðast um alt tað, ið eg havi, eigi og fái frá Gudi júst nú. Eg njóti at fylgjast við Jesusi. Eg njóti samfelagið við Hann og tað góðu tíðina, eg havi at súgva Hansara orð og lærdómar til mín.

 

Endamálið at læra at gleðast í hesi tíð er, at eg seinni kann við gleði hyggja aftur á lívið og minnast, hvussu eg gleddist og virðismetti hesa tíðina. Tí eitt er vist, hon kemur ongantíð aftur. 

.

.

PRAKTISK RÁÐ

Stríðist tú í at gleðast í tíðarskeiðinum single? Her eru nøkur praktisk ráð. Fyri tað fyrsta mást tú viðurkenna sorgina og ásanna, at vend má koma í. – Hví? Jú, tí tað einfalt klæðir tær betur at gleðast í nøgdsemi! Tað er nemliga ein vinningur sambært 1.Tim.6,6! 😊

Ein góð hjálp er at skriva sær nøkur vers niður og okkurt, sum tú ert takksamur fyri júst nú, í hesum tíðarskeiðinum. Kanska tú fekk okkurt hugskot frá blogginum. Hang hesar viðmerkingar upp við songarstokkin og bið ella les tær, tá tú vaknar um morgunin og legst á kvøldið. – Minn teg á orð Guds, tað er lekidómur fyri hjarta og sál. (Sálm.147,3)

.

.

Eg eri áhugað í at frætta frá tykkum vinir:

  • Hvat ert tú takksamur fyri sum støk/stakur?
  • Hvat heldur tú sum giftur, at støk skuldu virðismett meira í tíðarskeiðinum sum støk?

single

Skriva viðmerking