Hey! Hjartaliga vælkomin til Vakurleiki.fo, í dag so fara vit at tosa um Kyn part tvey. Síðst tosaðu vit um, hvat biologiin og Bíblian sigur, at kyn er. Kynið liggur í DNA’num. Vit tosaðu um, at tað eru bara tvey kyn, og at tað kynið, sum tú ert føddur við, tað er tað kyn, ið tú ert. Gud gjørdi einki eitt mistak, tá hann gav tær títt likam við tínum kynið. Vit eru ikki bert menniskju, men vit eru menn og kvinnur.Hjúnabandið er millum ymisku kynini, og um tað ikki eru kynsligir munir, so er ikki talan um eitt hjúnaband. Vit lærdu eisini, at Gud hevur eina serliga ætlan við tær, við tí kyninum, sum Hann hevur givið tær. Um tú ikki hevur sæð tann partin, so vil eg viðmæla tær at hyggja at tí partinum.

Í dag, so fara vit at tosa eitt sindur um kenslur og attraktión, og tað er eitt framhald av videoinum frá síðst.

.

Kenslur?

Ein sangari sigur “I can’t stop this feeling”, “Eg kann ikki steðga hesi kensluni.” Er tað so veruliga so?

Okkara kenslur eru veruligar fyri okkum og fylla ein stóran part av gerandisdegnum. Vit taka avgerðir og gera ymiskt stýrt av kenslum.

Kenslur leiða til tankar, og tankar leiða til handlingar og avgerðir, sum leiða til vanar, sum leiða til lívsstíl, sum leiða til eitt heilt lív.

Vit hava kenslur, men tað er ikki altíð tað er rætt at handla uppá tær og gera eftir teimum. Kenslur kunnu vera ein góð og sunn motivatión, men tær kunnu eisini vera freistandi, svikaligar, skeivar og villeiðandi.

Sálarfrøðingar, ymiskir lærarar og venjarar eru tilvitandi um hetta við kenslum. Tey orða tað soleiðis, at vit sjálvi kunnu draga kenslurnar fram. Kenslur fylgjast nevniliga saman við tonkum. Tankar eru atvoldin til okkara kenslur. Roynið og hugsið tykkum um næstu ferð tit føla tykkum t.d. einsamøll ella óverdig. Hvørjir tankar fara gjøgnum tykkara høvd, og eru hesir tankar sannir?

Vit, sum menniskju kunnu føla góðar kenslur, men vit kunnu eisini føla ringar kenslur sum ótta, illsinni, tunglyndi osv. Ofta uppliva vit hesar kenslur, tí onkur hevur sagt okkurt óreint við okkum. Sannleikin er, at vit kunnu ongantíð stýra øðrum menniskjum. Eisini kann ymiskt óvæntað og ræðuligt koma á okkara leið, sum vit ikki kunnu forða fyri. Men eitt vit kunnu er, at velja hvussu vit reagera. Vit kunnu stýra, hvørjar tankar vit loyva okkum at hugsa. Hetta kemur í síðsta enda at ávirka ella avmarkað okkara kenslulív. 

Gjøgnum dagin taka vit nógvar avgerðir, har vit velja ikki at fylgja okkara kenslum ella hugi, tí vit vita betur. T.d. kann eg hava hug at eta bomm til morgunmat, men eg velji ikki, tí eg veit eg fái ilt í búkin, og tað er ikki gott fyri meg. Vit kunnu ikki altíð handla uppá okkara hug, kenslur og tankar í løtuni. Vit mugu hugsa okkum um. Brúka høvdið, og brúka fornuft. Hetta er tað sama Gud biður gera í Bíbliuni, tí Hann ynskir okkum tað allar besta.

Vit fara tí at hyggja eftir, hvat Bíblian sigur um kenslur, tankar og avgerðir.

“Hjarta” í Bíbliuni er tað, sum vit í dag kalla tankar, kenslur og avgerðir. The Bible project hava gjørt ein part um tað á Youtube. Link er niðri undir videounum til tað (https://youtu.be/aS4iM6KpPYo). Í Bíbliuni lesa vit um um sjúk og syndig hjørtu sum taka skeivar avgerðir, og vís og sunn hjørtu, sum taka rættar avgerðir.

.

Hvat sigur Bíblian um kenslur, tankar og avgerðir, ella hjarta?

Fyrst so fara vit at hyggja eftir, hvat Bíblian sigur um sjúk og syndig hjørtu.

Sjúk og syndig hjørtu: Hyggja vit, at teimum sjúku og syndigu hjørtunum, so synda tey móti Gudi og hava ein uppreistrar hug ímóti Honum. Vit lesa at upprunaliga hevur hvørt menniskja av náttúru eitt syndugt, sjúkt hjarta, sum hevur hug til synd, stríð og uppreistur ímóti Gudi (Róm.3,23). Tá vit menniskju vraka Gud, so fara vit at tráa eftir tí, tí ónáttúrliga, og ikki tað, sum vit av náttúru eru skapt til av Gudi. Vit tráa eftir tí skeiva í okkara likami. Í Bíbliuni síggja vit, at tá menniskju lurta eftir og handla uppá skeivar kenslur og tankar, so førir tað til skeivar handlingar/avgerðir, sum kunnu føra til ein skeivan lívstíl.

 (1.mós.17,17; 1.Mós.34,3Matt.5,282.Mós.7,133.Mós.26,365.Mós.30,17-181.Kong.11,41.Kong.15,32.Krøn.12,14Sálm.5,10Sálm.10,13Sálm.12,3 og v.9sálm.14,1; Sálm.53,2Sálm. 15,2Sálm.37,14-15Sálm.41,7Sálm.55,22Sálm.58,3-4Orð.6,17-18Orð.17,20Orð.18,12Orð.19,3Sorg.5,17Ez.11,21Ez.14,3Ez.28,2 og v.6Jer.17,9Matt.13,15-16Mar.7,21-23Áp.5,33Hebr.4,12Ef.4,17-19)

  • Nei, í hjartanum upphugsa tit tað, sum ónt er… Hini gudleysu eru líka úr móðurfangi farin av leið…(Sálm.58,3-4)
  • Hann gjørdi tað, ið ónt var; tí hjarta hansara var ikki vent til at søkja HARRAN. (2.Krøn.12,14)
  • …Hesir menn hava givið avgudum sínum rúm í hjartanum, og tað, sum fær teir at falla og gera tað, ið ilt er, hava teir sett fyri eygu síni…(Ez.14,3)
  • Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, ið hyggur á kvinnu og hevur hug á henni, hevur longu drivið hor við henni í hjarta sínum. (Matt.5,28)

Tað er tí ikki løgið, at menniskja finnur uppá mangt løgið, sum ikki er í samvar við orð Gud. (Præd.7,29). Eitt av hesum løgnu tingunum menniskja hevur funnið uppá er m.a. sum at hava sex uttanfyri hjúnaband, finna sær ein makað av sama kyni, royna at broyta sítt egna kyn osv. Hetta er alt ónátrútligt, tí tað er ikki tað, sum Gud av náttúru skapti okkum til. Hetta fara vit at tosa meira um næstuferð. Gud skapti menniskjuni, sum tey áttu vera, men tey finna uppá so mangt løgið. Ikki bara løgið, men løgið sum ger skaða uppá tey sjálvi kensluliga, likamliga, sálarliga og andaliga.

Falna menniskja upphugsar alt hetta løgna ónda og gevur tí pláss í hjartanum og letur tað blinda seg. Tey verða trælir. Harafturat so rósa tey, tosa gott um og upplyfta syndina og tað ringja (skarn). Tað er tí vit síggja m.a. bløð um sex, skrúðgongur fyri LGBT og alt møguligt annað løgið sum lovprísar syndini.

  • Tey tala lygn, hvør við næsta sín; við følskum vørrum, við tvísintum hjarta tala tey. …  Hini gudleysu sveima rundanum, táið skarn verður sett høgt millum menniskjabørnini. (Sálm.12,3 og 9)
  • Undan falli er hjarta mansins stolt… (Orð.18,12)

Gud skrivar vegleiðingarnar í Bíbliuni, tí hann ynskir okkum tað besta likamliga, sálarliga og andaliga. Gud er Skaparin og veit hvat er best fyri sítt skapanarverk. Skulu vit spyrja nakran til ráðs, so eiga vit ikki at spyrja ein serfrøðing, kynslívfrøðing, sálarfrøðing osv., men vit eiga at spyrja tann, sum veit best. Gud.

Eitt syrgiligt vit síggja í Bíbliuni er, at synd menniskjans og svansi tað rótar seg inn í, hevur ringja ávirkan á tey sjálvi likamliga, sálarliga og andaliga. Tað er tí so mong menniskju eru sjúk og veik (1.Kor.11,29-30). Eitt Gud m.a. ávarðar ímóti í Bíbliuni, og kallar synd, er tá tey við samakyns-attraktión liva saman, tvs. hava sex saman. Gud ávarar ímóti hesum, tí hann ynskir okkum tað besta likamliga, sálarliga og andaliga. Hetta evnið fara vit at koma meira inn á næstuferð.

Ein felagskapur í Føroyum, LGBT, sum talar fyri, at menniskju kunnu liva saman av sama kyni, gjørdi eina kanning fyri stuttum. Kanningin vísti at 49% av LGBT’arar eru tunglyntir, 56% kenna angist, 59% av teimum hava umhugsa sjálvmorð og 22% hava roynt tað. Kanningar frá Cambridge University vísa á, at LGBT’arar, fólk sum liva saman við øðrum av sama kyni, hava tvær ferðir so ringa heilsu sum fólk, sum liva rætt, sambært Bíbliuni. Tvs. í einum forholdi millum mann og konu. Hesi tølini vísa so greitt, tað sum Bíblian longu sigur. Tey vísa á, hvussu menniskjað forkemur sær sjálvum í ólevnaðnum og syndini tað livir í og dyrkar. Tølini staðfesta tað, sum Bíblian hevur sagt í 4000 ár.

  • Menniskjans egni dárskapur forkemur vegi hansara, men í hjartanum ilskast hann á HARRAN. (Orð.19,3)

So menniskja livir í syndini við uppreistur móti Gudi. Og tað løgnasta av øllum er, at menniksja ilskast inn á Gud, og gevur Gudi skyldina fyri støðuna tað er í. Gud, sum ávaraði tey ímóti tí.

..

Tey vísu og sunnu hjøtuni: Hyggja vit, at teimum, sum Bíblian kallar vís og sunn hjørtu, so hava tey vent við til Gud, játta sína synd, og hava eitt dagligt forhold til Gud gjøgnum Bíbliuna. (1.Mós.39,29; 2.Mós.35,35; 1.Kon.8,612.Kong.23,25; 2.Krøn.31,20-21Sálm.10,17Sálm. 15,2Sálm.28,7; Sálm.37,4; Sálm.37,31Sálm.40,9Sálm.49,4Sálm.51,8Sálm.51,12; Sálm.119,11; Mark.12,33Luk.6,45Luk.12,34; Ef.5,19; Hebr.10,22; 1.Jóh.3,20; Luk.6,45Luk.12,345.Mós.11.165.Mós.8Sálm.66,182.Tim.2,22)

Hjarta teirra verður varðveitt, rættleitt og sannført gjøgnum Bíbliuna, orð Guds. Bíblian dømir hugsanir og ráð hjartans, sum eru skeiv. Tvs. tey kunnu hava skeivar kenslur og tankar, men tey eru ikki bundin at fylgja teimum. Tey kunnu steðga á, hugsa og kanna eftir um tankarnir eru sannir sambart Bíbliuni (2.Tim.3,16-17).

  • Tí orð Guds er livandi og hevur kraft og er hvassari enn nakað tvíeggjað svørð; tað fer ígjøgnum, inntil tað klývur sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans. (Hebr.4,12)

So menniskju kunnu liva í einum holdið, sum hevur hug til synd uttan at fullføra syndina. Vit kunnu hava kenslur og tankar, men ikki fylgja teimum. Tí tá Gud býr í okkara hjarta, so kunnu vit berjast við kraft Guds og vinna á teimum skeivu kenslunum, hugsanunum og gerunum. Tað merkir ikki tey fara fullkomiliga burtur, men tað merkir at tey hava einki vald á okkum.

  • Tí um vit so liva í holdinum, berjast vit tó ikki eftir holdinum; vápnini, ið vit berjast við, eru ikki av holdinum, men full av kraft fyri Gudi – til at bróta niður hervirki – táið vit bróta niður hugsannabygningar og alt høgt, sum reisir seg móti kunnskapinum um Gud, og taka hvørja hugsan til fanga undir lýdni fyri Kristusi, og eru til reiðar at revsa alt ólýdni…(2.kor.10,3-6)
  • – Men varðið tykkum, at hjarta tykkara verður ikki dárað, so tit falla frá og dýrka aðrar gudar og tilbiðja teir! (5.Mós.11.16)
  • Varða teg, at ikki ljótur tanki kemur upp í hjarta tínum, so tú sigur… (5.Mós.15,9)

Vit vinna á skeivum tankum, kenslum og ólýdni, við at hava samfelag við Gud gjøgnum Bíbliuna og bøn. Goyma tað Hann sigur í hjartanum og taka avgerðir sum eru samberar við orð Guds. Betri vit koma at kenna orð Guds, betri verða vit før fyri at taka skeivar hugsanir til fanga.

  • Eg goymi orð Títt í hjartanum, fyri at eg skal ikki synda móti Tær. (Sálm.119,11)
  • lóg Guds hansara er honum í hjarta, hann vinglar ikki á fótunum (Sálm.37,31)
  • at um so hjarta okkara fordømir okkum, er Gud størri enn hjarta okkara og veit alt. (1.Jóh.3,20)

Tá vit lesa Bíbliuna, so fer Gud at geva nýggjar, sunnar og góðar tráanir í hjarta:

  • Og gleð teg í HARRANUM – so gevur Hann tær tað, ið hjarta títt tráar eftir! (Sálm.37,4)
  • Tí har sum skattur tykkara er, verður hjarta tykkara við. (Luk.12,34)

 

Hvussu kann at fara frá at hava eitt sjúkt hjarta til at hava eitt fríkst hjarta?

Vit tosaðu um, at upprunaliga hava øll menniskju eitt syndugt hjarta, sum hevur hug til synd. Hvussu fáa vit so eitt fríkst, reint hjarta, sum hevur hug til tað góða?

Healing: (Ez.11,18-19; Orð.3,5 og v.7Sálm.51,19Sálm.62,9Sálm. 141,4Sálm.73,26Sálm.86,11Sálm.119,36-37Sálm.112,7sálm.119,111Orð.4,23)

  1. Gev teg yvir til Gud. Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt! … Ver ikki vísur í egnum eygum, óttast HARRAN og vík frá illum! (Orð.3,5 og 7)
  2. Játta tína synd. offur til Gud er sundurbrotin andi; sundurbrotið, sundursorað hjarta vanvirðir Tú ikki, Gud! (Sálm.51,19Lítið á Hann altíð, tit fólkini, hellið út hjarta tykkara fyri Honum! Gud er skjól okkara. – Sela. (Sálm.62,9)
  3. Vend við. Lat ikki hjarta mítt fara av leið til nakað ilt, at gera gudleysar gerðir saman við monnum, ið gera órætt… (Sálm. 141,4)
  4. Lít á Gud. Lat bert hold og hjarta mítt ørmaktast! Gud er klettur hjarta míns og lutur mín í allar ævir. (Sálm.73,26)
  5. Hav Samfelag við Gud í Bíbliuni og bøn. Boygg hjarta mítt til vitnisburðir Tínar og ikki til vinning! Vend eygum mínum burtur frá at hyggja eftir fáfongd, halt mær á lívi á vegi Tínum! (Sálm.119,36-37)
  6. Fylg við Jesusi. Lær meg veg Tín, HARRI! Eg vil liva í sannleika Tínum; gev mær heilt hjarta til at óttast navn Títt! (Sálm.86,11)
  7. Reis teg upp. Tí sjey ferðir fellur hin rættvísi – og kemur aftur á føtur; men gudleys verða rend umkoll, táið vanlukkan kemur. (Orð.24,16)
  8. Varðveit hjarta títt. Varðveit hjarta títt, fram um alt, ið varðveitt verður, tí úr tí gongur lívið út! (Orð.4,23

.

Vit kunnu hava skeivar kenslur og tankar,  MEN er Jesus Harrin í okkara lívið, so eru vit ikki trælir undir hesum skeivu tráanum. Vit kunnu vinna á teimum (1.Kor.6,9-11). Vit lesa um menniskju sum tráaðu eftir hesum ymsiku syndunum. Men, Jesus sigur tað undurfulla “slíkt vóru summi av tykkum.” Tá vit hava tikið ímóti Jesusi, so er Hann Harri okkara. Vit eru vorðin rein, fyrigivin og hava fingið eitt nýtt lív. Harafturat hava vit fingið kraft til at vinna á teimum skeivu tráanunum. Tvs. vit eru ikki trælir at syndini longur, í Gudi kunnu vit vinna á henni.

Vit hava ymiskt, sum vit sum trúgvandi kunnu stríðast við. Tað góða er nemliga at tað er eitt stríð. Tað er eitt stríð, tí vit eru ikki trælir longur at syndini (2.Kor.12,7-10). Tað vit stríðast við er við til at eyðmýkja okkum og síggja at okkum tørvar Gud hvønn dag. Vit hava tørv á at hoyra, hvat Gud sigur í Bíbliuni og fylgja honum eftir. Í hesum síggja vit hvussu sterkur Gud er, tá vit kenna okkum veikast. Hitt góða og sunna hjarta er ikki stolt og sigur tað veit alt. Tað góða og sunna hjarta, boyggir seg fyri Gudi, ynskir at koma at kenna Guds orð og fylgja tí, eisini tá tað kostar og er torført.

.

Kenslur fylgjast eisini ofta við attraktión, hvønn ella hvat tú ert tiltrektur til. Hvat er tiltalandi. Sam Allberry, sum hevur skriva “Is God anti-gay?“, segði, “I am far more than what I feel” (eg eri meira enn mítt kenslulív) og at “You don’t have to live out your internal attraction” (Tú noyðist ikki at liva soleiðis, sum tín innanhýsis attraktión)

Og júst hetta, um samkynd, attraktión o.a. fara vit at tosa um næstuferð, um Gud vil, tí tá fara eg at svara einum spurningi frá tykkum hyggjanum. “Hvat sigur Bíblian um samkynd”. So hyggið við! Bei.

Skriva viðmerking