Hey! Hjartaliga vælkomin til Vakurleiki.fo.
Og í dag, so fara vit at tosa um Kyn 1.partur. Hvat Bíblian sigur við okkum trúgvandi at kyn er? Sum tit vita, so er Bíblian orð Guds og er før fyri at svara øllum okkara spurningum. Hon kann eisini ráðgeva og rættleiða okkum. Bíblian er ikki ávirkað av tíðarrákinum, og hon er skrivað av einum ævigum Gudi, tí kann hon siga okkum sannleikan. (Jóh.17,17)
Vit liva í einum samfelag í dag, sum sigur at kyn er avgjørt og ávirka av litið (blátt og ljósareytt), klæðum, hvussu fólk fara við tær, hvør onnur siga tú ert, tínum kenslum og hvønn tú dámar. Fólk og samfelagið í dag fær kyn at ljóða so innviklað. MEN veitst hvat, Bíblian sigur nakað annað. Bíblian sigur, at kyn er einfalt og greitt.
Bíblian sigur, at Gud hevur skapt menniskjuna sum mann og kvinnu. Hvør kykna í okkara kroppi er segla við XX ella XY. Okkara kyn er bókstaviliga í okkara DNA! OG eg eri ikki bara eitt menniskja, eg eri ein kvinna! Og Gud ynskti, at tað skuldi verða so. (1.Mós.1,26-28; 1.Mós.2,20-25; Matt.19,5-6; Ef.5,31). Og Gud er faktiskt so smartur, at Hann skapti okkum í einum likami, sum skuldi vísa og minna okkum á hvønn dag, hvat kyn tey eru.
Gud er ikki ein Gud, sum vil hava okkurt at ganga ósikkurt, forvirrað og ivasom. Gud vil, at vit skulu vera sikkur og hava fulla vissu. Hann skrivar (1. Jóh.5,13; Hebr.11,1). Gud vil, at vit skulu vita. Gud vil, at vit skulu hava fulla vissu. Gud vil, at vit skulu verða sannførd so vit kunnu hvíla, serliga viðvíkjandi frelsuni. Vit vita, at við at trúgva á Gud so eru vit frelst allar ævir (punktum).
Og tá tað kemur til kyn, hvat kyn vit eru. So vil Gud als ikki, at vit skulu ivast, verða ósikkur og ivasom. Gud vil, at vit skulu vita, hava fulla vissu og verða sannførd. So hann gav okkum eitt likam, sum vísir okkum á og prógvar við DNA, hvat kyn vit eru. (1.Mós.2,23)
So tá eg ivist, so spyrji mítt likam OG ikki mínar kenslur!, hvat kyn eri eg. Eg eri ein kvinna, eg síggi tað, og tað eingin ivi í tí. So einfalt er tað. Og lat ongan gera teg ørkymlaðan um títt egna kyn, tí tað so einfalt.
Títt kyn er ein eginleiki kropsliga, mentalt, sálarliga og andaliga, sum Gud ynskir at brúka til Sína æru. So Gud gav okkum Bíbliuna, so vit kunnu við henni skilja Guds ætlan fyri okkara lív, við tí kyninum, sum vit eru skapt við. Kyn er ikki innviklað og háfloyt. Kyn er einfalt og greitt. Kyn er ikki nakað tú velur. Tað er nakað, tú verður skaptur við. Genta ella drongur.
Títt kyn er eingin tilfeldigheit, títt kyn er Gudgivið. Og Gud hevur bestemma títt kyn áðrenn tú nakrantíð vart føddur. Hann skrivaði tað í títt DNA tá tú vart gitin í móðurlívið, og tað kanst tú aldri broyta. (Sálm.139,13-17)
Kyn – XX og XY
Vit liva í einum rákið, sum roynir at útstrika kyn. Tey halda uppá, at kyn er nakað sum samfelagið er komið við. Nakað, sum vit hava funnið uppá gjøgnum árini. Kyn hevur als ikki nakað við litir, arbeið osv. at gera. Kyn er grundini ein partur av at verða menniskja. Blaða vit uppá síðu 1 í Bíbliuni, so er kyn eitt tað fyrsta vit læra um menniskja. At vera kona og maður, er tað, ið tað merkir at verða skaptur í mynd Guds. (1.Mós.1,26) Bæði kyn myndað ella spegla, hvussu Gud er.
Gjøgnum alla Bíbliuna verður myndatala nýtt, tá Gud verður lýstur við mannligum og kvinniligum eginleikum. Ja, Gud verður kallaður Hann og ikki hon. Hann er húsbøndi til ísrael, faðir til messias, kongur, krígsmaður, brúðgómur hjá samkomuni osv. Men Gud Skaparin verður eisini myndaliga kallaður El-Shaddai (Shad merkir bróst); ein mamma, sum føðir; ein mamma, sum gevur bróst; og ein høna sum ynskir at savna høsnarungunum undir veingir sínar. (1.Mós.49,25; 5.Mós.32,18; Es.42,14; Es.49,15; Luk.13,34).
Gud er ikki menniskjaligt kyn, sum vit hugsa um tað, tí Gud er andi. Vit liva og verða skapt av eggi og sáði frá kvinnu og manni. Soleiðis fáa vit eina byrjan. Men Gud er ævigur hevur onga byrjan og ongan enda, hann er omanfyri kyn. Men besti mátin at lýsa hansara eginleikar, so vit skilja tað, er við at lýsa hann við okkara eginleikum, sum eru skapt í Hansara mynd (Jóh.4,24)
Men aftur til menniskja. Kyn er grundarlagið fyri mannaættini. Tað er ikki nakað sum kom eftir syndafallið. Frá byrjanini, frá fyrsta setningi um menniskjað í Bíbliuni, so vóru vit maður og kvinna. Um vit sleppa okkum av við kyn og kynsrollur (sum hava samband við hvørt annað), so eru vit í vanda fyri hála grundarlagið undan mannaættini. Við kyn kunnu vit skilja hvønn Gud skapti okkum at verða.
Javnlíkar…
Tað fyrsta vit læra um kynini í Bíbliuni er, at tey eru javnlíkar, líkastillað.
- Vit eru bæði skapt í mynd Guds
- Vit eru bæði kalla til at “fylla jørðina og ráða yvir henni.” Skapa eina mentan og skapa heimin til ein urtagarðs-bý.
- Vit eru bæði kalla til at “nørast og vaksa í tali.” At fylla jørðina við lívi.
- Vit bæði bera bannið, frá synda-fallinum.
Eftir fallið og syndina, hevur menniskja sjálvt gjørt at menn og kvinnur eru blivin ólíka stillað. Men Gud hevur aldri verið fyri hesum. Gud sigur aftur og aftur gjøgnum alla Bíbliuna, at “Gud ger ikki mannamun.” Ein sannur lærusveinur Guds lurtar eftir orði Guds og ger ikki mannamun. (m.a. 5.Mós.10,17; 2.Krøn.19,7; Luk.20,21; Áp.10,34; Róm.2,11; Gal.2,6 ; Ef.6,9; Ják.2,9😉 Hvar enn so evangeliið er komið, so hevur tað gjørt meira fyri lyfta kvinnuna, enn nakað annað. Eitt orðatak sigur, at um Jesus gjørdi mun á kynunum uppá nakran máta, so var Hann fyri kvinnunum. Jesus fór við kvinnunum á ein hátt sum var fleiri 1000 ár framman fyri sína tíð. Og ikki bara Jesus. Søgugranskarar meina, at Paulus var hin fyrsti høvundurin í søgu menniskjans, sum kjakaðist fyri, at menn og kvinnur vóru skapt sum javnlíkar. (Gal.3,26-28). Eingin segði hetta tá í tíðini, og eingin sigur hetta í stóra partinum av modernaða heiminum. Hugsa um munin millum kynini í vesturheiminum, miðeystri og í Asia.
Bíblian ger ikki mammamun. Kvinnur eru uppá ongan máta lægri mettar enn menn. Vit eru javnlíkar, hava sama viðri í eygum Guds uppá allar mátar.
MEN vit eru eisini serstøk. Vit líkjast, men vit hava ymiskar uppgávur.
.
Serstøk likamliga og funktionelt
Hvussu eru vit ymisk? Fyrst og fremst so eru vit likamliga ella biologisk ymisk. Vit eru fødd við ymiskum kropslimum sum geva okkum eyðkenni sum kvinna ella maður. Tá eg var fødd so var eg fødd við kvinnuligum limum. Hetta er ikki nakað sum var tvungið uppá meg við mentanini. Tað var í mínum DNA frá, tí eg var gitin í móðurlívi. Eg eri eitt menniskja og eg eri ein kvinna.
Eitt annað dømi, sum ger okkum serstøk er funktión, ella virknaður. Vit eru meira enn anatompy ella kropsbygnaðarfrøði. Menn kunnu planta lív í eina kvinnu, so hon verður við barn. Hetta kann ein kvinna aldri gera. Eg, sum kvinna, eri før fyri at bera eitt barn í búkinum og bróstføða tað. Hetta er nakað, sum menn aldri kunnu gera. Hetta er tí, vit ikki kunnu skilja kynini frá kynsleiklutum ella teirra persónligu uppgávum.
Hvussu vit so lesa hendingina í 1.Mósebók, so sigur hon okkum okkurt um, hvørji vit eru.
Serstakar uppgávur
Hvat er so at vera ein kvinna? Og hvat er so at verða ein maður? Okkara mentan hevur eina so løgna hugsjón av hesi lýsing. Nakrantíð hoyrt “Menn gráta ikki.” ella “Kvinnur skulu ikki sleppa at verða heima og ansa børnini.”
Hyggja vit í bløðini og síggja modellirnar fyri konufólk, so er lætt at fara at hugsa, at tað er tað, sum tað merkir at verða konufólk. Og eg undrist á, at menn við skurðviðgerð, kunnu koma at síggja meira kvinnuligir út enn eg, sum havi XX kromosom. Men takk Gud fyri, at modellirnar í bløðunum ikki bestemma definitiónina fyri, hvat tað er at verða eitt konufólk, tí sjálvt eg lúki ikki flestu av teirra høgu standardum fyri perfektan kropp og sterka persónligheit osv. Og hesi tingini, sum bløðini, mentanin og mótin kemur við, eru ting, sum koma og fara frá gjøgnum tíðina.
Og hvat um tú ert ein kvinna, sum ikki tímur at brúka make-up, men lærir til bilmekanikarar ella ynskir bara at verða heimagangandi. Ger tað teg minni kvinnuliga? Als ikki. Ert tú fødd sum ein kvinna, XX-kromosom, so er tú ein kvinna per. definitión, eingin kann taka tað frá tær, og tú fært heldur ikki goymt tað fyri Gudi.
Avbjóðingin hjá okkum trúgvandi er, at reka burtur stereotypuna, sum samfelagið kroystir á teg, og halda teg til leiklutin, sum Gud hevur sett tær. So hvør er hesin leiklutur ella uppgáva?
Gud skapti Adam og setti Hann í Eden at arbeiða. Adam var skaptur fyrst, síðani kvinnan. (1.Mós.2,24-25). Legg merki til, at maðurin fer, ikki kvinnan. Hetta vísir okkum á, at maðurin er leiðarin í einum hjúnarbandið. Tað merkir ikki kúgari. At leiða merkir í grundini “at geva lív títt burtur til besta fyri ein annan.” Her er Jesus besta fyrimyndin.
Hinvegin er Eva hjálpari Adams. Orðið er “ezer” á hebraiskum, sum er umsett sum hjálp. Tað er ein, sum kemur undir liðina at hjálpa tær at røkka málið. Ein hjálpari er ein javnsettur, ein sum tú elskar og respekterar, sum hjálpir tær at røkka málið.
Bæði maðurin og kvinnan eru javnlíkar. Men tey hava ymiskar uppgávur og eru serstøk. Tað er brúk fyri teimum báðum, og eingin annar kann livað teirra kalli verdiga, enn júst tey (Ef.4,1). Vit síggja gjøgnum alla Bíbliuna, hvussu Gud kallar okkum javnlík, men serstøk.
.
Uppgáva mansins er m.a. at leiða, sum eisini kemur við eini ábyrgd. Vit síggja, at eftir fallið kemur Gud ikki til Evu, sum fyrst át av trænum. Nei, Gud dregur leiðaran til svars, sum er Ádam. Hetta sama hendir í dagligdegum. Hendir okkum við einum skipi, t.d. hevur maskinmeistarin gjørt ein feil, so verður hann ikki drigin til svar, men skiparin. Leiðarin hevur ábyrgd, og leiðarin verður drigin til svars. (1.Mós.1,16-17; 1.Mós.3,9-11; 1.Tim.3,2-5; 1.Tim.2,8; Ef.5,25-29 og v.33; Tit.2,2 og v.6-8; Ják.3,1; 1.Pæt.3,7;).
Uppgávan hjá kvinnuni er m.a. at hjálpa, læra børnini og ungu kvinnurnar, hvat er rætt. Kahatitarnir í Bíbliuni vóru ein grein av levittunum (prestum). Teir høvdu eina annaðleiðis uppgávu enn hinir levittarnir. Kahatitarnir, skuldu bera amboðini og sáttmálaørkina við hond. Teir fingu eingi kríatúr at leggja tingini á, at bera tingini fyri teir. Hví? Tí hesi tingini vóru serlig, tey vóru heiløg. Gud gevur ymiskum menniskjum serligar uppgávur, tí hann hevur eina serliga ætlan við tí. Gud letur kvinnuna bera barnið og geva tí bróst fyrstu tíðina, tí børn eru Gudi so ómetaliga dýrabar. Sum mamma, so vísir Gud tær tað álit víðvíkjandi børnunum. Sum pápi, so vísir Gud tær tað álit at leiða familjuna. (1.Kor.11,5; 1.Tim.2,9 og v.11-12; Ef.5,22-24; Tit.2,3-5; 1.Pæt.3,1-5; Orðt.31). (4.Mós.4,15; 4.Mós.10,21)
–
Næstu ferð, so fara vit at halda á við hesum evninum. Og eg ætlaði at tosa eitt sindur um samkynd, hjartað, attraktión og kenslur. Hetta verður møguliga tríggir partar, men vit fáa at síggja, hvussu leikur fer fram.
Um tit dámdu videoið, so eru tit vælkomin at dáma tað, um tit ikki dámdu tað, so kunnu tit gott dislike’a. Annars subscribe’a til mína kanal, sum tú vilt síggja fleiri video. Um tit ikki hava Youtube, so kunnu tit senda mær ein mail á dinabech@Vakurleiki.fo, og eg sendi tykkum eini boð, tá eitt nýtt video kemur út. Annars um tit fingu okkurt burturúr, so eru tit vælkomin at deila videoið og senda tað til tykkara vinir, so tey eisini kunnu fáa gleði av hesum videoinum.
Bei! 🙂