[sc_embed_player fileurl=”https://vakurleiki.fo/wp-content/uploads/2017/06/Karrysós-og-Bíbliulesnaður.m4a”]
Hey hjartaliga vælkomin til Vakurleiki.fo, í dag so fara vit at tosa um karrysós og bíbliulesna,
Tá Jesus varð freistaður í oyðimørkini, sum er ein verulig hending, vísti Jesus nakað týdningarmikið. Tá Satan freistaði hann, svaraði Jesus: “Menniskja livir ikki bert av breyði, men av hvørjum orði, ið gongur út av munni Guds.” (Matt.4,4). Við øðrum orðum segði Jesus, at lív menniskjans er ikki bara at eta likamligan mat, sum breyð, kjøt, grønmeti o.a. Menniskja má eisini fáa andaliga føði, sum er hvørt orð, sum gongur út av munni Guds.
Bíblian er andaligi matur hins trúgvandi. Eg veit, at eg havi tosað nógv um tað, men eg kann ikki nevna tað nóg ofta, tí tað er tað týdningarmesta! Ein og hvør sannur trúgvandi eigur, at seta tíð av hvønn dag at eta andaliga mat, lesa í Bíbliuni. Heftið kallar hesa løtuna: “hin dagliga stilla løtan.” Um tú ert mamma og upptikin allan dagin, so er kanska ein tann stillasta løtan beint áðrenn børnini vakna, ella beint áðrenn tú legst at sova.
- Ein mamma segði mær, hvussu hon hvønn morgun var farin at biðja, áðrenn børnini vaknaðu og hvørt kvøld áðrenn songartíð. Hon legði dagin í Harrans hendur og bað fyri Gud mátti hjálpa henni. Sum dagarnir gingu varnaðist hon, at bønirnar virkaðu. Tá børnini vóru móð og klandraðust, so hevði tol til tey. Tit mammur, sum hyggja, biðið og havi eina stilla løtu við Gudi hvønn dag.
Í heftinum viðmæla tey 1/2 tíma av ella meir. Men eg vil viðmæla tykkum at seta tíð hvønn dag, eisini um tað er 5 min ella 1 min. Ikki brúka tað, at tú hevur lítla tíð sum ein umskyldning. Øll tíð er nyttuglig, tá tú setir hana av til Gud.
Nú nevndi eg, at tað er sooo týdningarmikið. Men hví er tað so týdningarmikið at seta tíð av at lesa Bíbliuna og biðja?
- Tí: Fyrst av øllum tí Jesus er har. Hvønn dag bíðar Jesus eftir tær. Hann bíðar eftir til tú kemur at práta við Hann í Bíbliuni og í bøn. Í Bíbliuni tosar Gud við teg og í Bøn tosar tú við Gud.
- Tí: Uttan hesar løtur í Bíbliuni og bøn, so følnar títt andaliga lív og missir sína styrki. Akkurát, sum tú fært maktarloysi tá tú ikki etur.
- Eitt orðatak sigur: “Bíblian fer at halda teg frá synd, ella fer synd at halda teg frá Bíbliuni.”
- Heftið sigur: “Tú mást fylgjast við Gud, annars fer Satan at fylgjast við tær.”
- Tú mást vaksa og styrkjast andaliga fyri at liva sum ein rættur trúgvandi.
- Líka sum karrysós smakkar av karry og sær út sum karry, so eigur okkara andaliga lív at “smakka” og síggja út sum ein sannur trúgvandi. Við ongum karry ella bara við 1 grammi av karry fer karrysós ikki at smakka av karry. Nei! Nógv karry má í! Soleiðis er eisini við lívinum hjá hinum trúgvandi. Skal hin trúgvandi liva sum ein trúgvandi, so er ikki nokk einki at lesa ella bara eitt mannakorn um dagin. Hin trúgvandi má fylla seg við Bíbliuni, lesa hana, elska hana. Meira hann lesur hana, meira kemur hann at líkist Gudi. Líka karrysós. Meira karry við koyra í sósina, meira lit og smakk fær hon. Meiri ein trúgvandi lesur Bíbliuni meiri fer hann at “smakka” sum ein trúgvandi.
- Tí: Bara saman við Gudi er sál tín lukkulig (Sálm.73,25-26). Meiri tíð vit brúka saman við Gudi, meiri virði koma vit at síggja í at liva fyri Hann og tað komandi lívið (Matt.6,21-22). Har vit invistera í, har verður okkara hjarta. Okkara fokus verður har vit brúka mest tíð. Hvussu mong liva ikki fyri útsjónd, útbúgving, arbeið pengar osv. og eru ólukkulig. Vend tær til Gud, fokusera uppá Hann, tá vilt tú koma at kenna tí sonnu lukkuna og gleðina. Tað er ikki altíð umráðandi, hvussu nógv kunnu tæna Gud, men tað sum er umráðandi er, at vit eru í samfelag við Gud og ansa eftir at vit fylla okkum við andaligari føði, Bíbliuni. Sum Maria, so er tað týdningarmikið fyrst at lurta eftir Gudi í Bíbliuni, áðrenn vit tæna (Luk.10,39-42). Og hin Góði luturin er at lurta eftir Gudi í Bíbliuni.
- Tí: Muðurin talar tað, sum hjarta er fult av… So fyll teg við Guds orði, so tú kanst tala Hansara orð, tá tú tosar.
So set eina løtu av til Gud, men hvussu kanst tú brúka hesa løtuna? Minst til at endamálið við hesi løtuni er at sál tín fær andaligan mat. Her eru nøkur hugskot!
- Byrja við bøn. Royn og gloym dagsins strev og alt tað sum skal gerast eina løtu. Set teg niður og kasta teg í hendur Harrans (Sálm.5,4; Sálm.141,2).
- Vel eitt stutt brot út Bíbliuni. Kanska tú lesur eftir einari Bíbliu ætlan, ella sum eg, eg lesi bara nøkur vers hvønn dag, sum tað passar. Onkutíð ein kapitul, onkutíð nøkur fá vers. Men minimum altíð 1 vers hvønn dag.
- Tá lesur, les við umhugsni og hugsa um tað. Geogre Muller segði: “…Eg varð varur við, at tað var umráðandi fyri meg, at lesa orð Guds av álvara og grunda á tað, fyri at hjarta mítt kundi verða uggað, eggjað, ávarað, átalað og vegleitt. Á henda hátt kom hjarta mítt av sonnum í samfelag við Harran, meðan eg grundaði á orð Guds.” (Sálm.19,4)
- Lat tað tú lesur sodna heilt og lat Gud tala til tín gjøgnum tað. Lat at lata alt fara, sum forðar andaliga vøkstri tínum, opna títt hjarta og yvirgev títt lív av nýggjum hvønn dag til Jesus. Lat Gud vera Harran yvir tínum lívið, tíni tíð, tínum evnum, tínum vilja, ja øllum.
- Eitt gott ráð er at skriva tínar hugsanir niður. Hetta er gott at hyggja afturá og minnast seinni. Eg skrivi í hesa notat bókina. So dámar mær væl at tekna og skriva quotes og ymiskt eg upplivi gjøgnum dagin og varnist tá eg lesi í hesa. Eisini dámar mær væl at skriva í Bíbliuna sjálva. Tað er fantastiskt at kunna hyggja afturá gamlar notatir og vera mintur á ymiskt, sum tú ert komin í tankar um meðan tú hevur lisið.
- Tað sum hevur signa teg, signa onnur við tí. Tosa um tað tú hevur lisið gjøgnum dagin við onnur. Soleiðis kanst tú signa onnur við tí tú sjálvur ert vorðin signaður av. Tað er fantasiskt at tosa við menniskju sum elska Gud, og elska at tosa um Hansara orð. Tað eru av sonnum uppbyggjandi og lívgandi samtalur! Gud elskar tað, tá børn Hansara tosa saman um Hann: (Mal.3,16)
Hvat kann forða okkum at njóta hesa stillu løtuna við Gudi?
Hetta at seta tíð av til Gud er als ikki lætt. Nei, tað er sanniliga nakað vit mugu berjast fyri. Vilt tú seta tíð av til Gud koma nógv ting at verða, sum vilja royna at forða tær.
- Skundur. Í dag hava menniskju skund, alt gongur við fúkandi ferð og øll hava nógv um at verða. Telefonin plingar í heilum og um vit ynskja tað so kunnu vit vera upptikin og undirhildin hvørt sekund. Vit mugu tí bevíst seta tíð av og seta okkum fyri at lesa eina løtu í Bíbliuni. (Luk.21,34)
- Vit eru dovin. Vit vakna um morgunin og kenna okkum móð og tung. So vit sova eitt sindur afturat. Ella vit koma seint heim og kava undir dýnuna, tí vit eru so troytt. Vit skippa Bíbliulesnaðin. Tað er týdningarmikið at sova nóg mikið, men ansa eftir at svøvnur ikki stjelur tað stillu løtuna frá tær. (Matt.26,40-41; Orðt.6,9-11). Bið Gud hjálpa tær.
- Eitt áhugavert vit lesa í “- Men Gud gav vøkst” er ein bøn hjá Sloan. Hann biður: “Á, himmalsi Faðir, fyrigev mær syndir mínar, gáloysissyndir og syndigar gerðir, og ger meg mentan at stevna fram móti málinum; ger meg heilagan, at tann minsta syn skal oyða friðarkenslu mína, inntil eg vinni á henni. Serstakliga biði eg Teg, himmalsi Faðir, hjálpa mær at sleppa av við alla leti; gev mær at skilja og ásanna, at óneyðugur svøvnur er synd, er burturspilling av dýrari tíð. Hjálp mær, himmalsi Faðir, at vinna á hesari synd, sum hongur so fast uppí í okkum; og leggja av allar byrðar; víðka hjarta mítt í trúgv, kærleika og ídni og gev mær klárt sýni av Jesusi; gev mær eymt hjarta og eyma samvitsku, og ger meg dugnaligan til at halda klæði míni rein.” (s.54) Vakurt at lesa um ein mann, sum er so hjartans erligur við Gud um allar syndir og øll stríð í sínum lívið. Hetta er nakað hjá okkum at hugsa um.
- Tankarnir kunnu reika higar og hagar, og tað kann vera ringt at savna tankarnar. Rópa tá til Gud.
- At lesa uttan at skilja. Tað er ringt, næstan ómøguligt, at grunda á eitt brot í Bíbliuni, tá tí ikki skilir tað. Tað er gott at finna sær góðan bíbliukommintar, sum hendan “Bible Commentary eftir William Macdonld.” Tá kanst tú hyggja í hendan og skilja skriftstøðini betur og á henda hátt grunda á brotið tú lesur.
- Men ikki steðga upp, tú ikki skilir eitt orð ella brot. Nøkur ting koma vit at skilja seinni meira vit lesa.
Veitst tú hvat? Tú kanst við Guds hjálp vinna á øllum føringum, sum kunnu koma fyri. Fyll teg við orðið Guds so tú kanst verða ein karry-bíbliu-trúgvandi. Ein trúgvandi sum av sonnum livir sum ein trúgvandi. Tað kunnu vit bara gera, um vit fylla okkum við orði Guds. Onnur vilja síggja tað á tær, tá tú hevur brúkt tíð saman við Gudi (Áp.4,13; 2.Mós.34,29)
Síðsta ár gjørdi eg eina roynd. Eg setti mær fyri at lesa í Bíbliuni hvønn morgun og hvørt kvøld í 14 dagar. Eg avtalaði við mammu at hon skuldi siga mær, um hon sá nakra broyting. Hetta var ringt at byrja við, men eg megnaði tað. Eftir 14 dagar spurdi eg hana: “Nú mamma, hevur tú sæð nakra broyting?” Hon mátti erligt siga “at hon ikki beinleiðis hevði varnast nakra broyting.” Hóast hetta, so kendi eg meg sjálva lukkuligari og lættari um sinni av tí at eg eisini læs um morgunin. Eg helt á 14 dagar afturat uttan at hugsa um tað, tí mær dámdi tað so væl. Eftir ein mánað kom mamma mín til mín og segði: “Dina, nú havi eg av sonnum sæð eina broyting.” Og veitst tú hvat, tað var tá eg hugsaði minst um tað. Nokkso kuul.
So tit eg vil eggja tykkum at lesa í Bíbliuni, so nógv sum tit kunnu so ofta sum tit kunnu. Tí tað er bara gott. Hugsi um Karry, hvussu stóra virkning tað hevur. Bíblian hevur størri virkning!
Lurta eftir Gudi, Karry-Bíblian
Silvia ynskti versið 1.Jóh.5,13
Og vinnarnir vóru!