Her er uppskriftin og videoið, men smakkurin uhhhh, hann kann bara upplivast! 😀
Uppskrift til 5-6 persónar:
Kakao við jóla-mint skúmi:
Tilfar:
- 1 pk kakao
- Jóla stavar (Candy Canes)
- 1 pk fløda
- Juleskum
Framfera háttur:
Knús jólastavarnar í smá pettir. Píska flødan og smá pettini saman. Hita kakao í grýtu ella microovni. Klipp jólaskumini í 4 pettir. Tak ein kopp, koyr heitt kakao í, jólaskúm og síðani ovast mint-fløtan.
Hugskot:
Tú kanst pynta, við at hanga ein stav á breddan á koppinum.
Kava-muffins
Tilfar:
- 100 g magarin
- 100 g sukur
- 100 g hveitimjøl
- 1/2 tsk bakipulvur (ella natron)
- 2 egg
- 2 spsk. kakao
- 90 g av Snowbites (ella aðrari sjokulátu)
Framfera háttur:
Píska smørið og sukurið saman. Píka hareftir mjøl og bakipulvur í. So eggini.
Blanda kakao við akkurát nóg mikið av vatnið, soleiðis tað verður eitt tjúkt krem. Píska síðani kremi í deiggið.
Knús ella sker sjokulátuna (Snow bites) í bitar. Hell bitarnar í deiggi og rør. Koyr alt tilfarið í muffinformar og set í heitan ovn á 180-200 gradir C alm. ovni í ca. 20 minuttir.
Hugskot:
Pynta við jólastavum, Snow bites ella aðrari sjokulátu.