Mong í okkara samfelag í dag vilja óiva undrast á, hví eg lesi Bíbliuna. Mong undrast eisini á, hví eg trúgvi á Jesus sum Frelsara. Eisini eru fólk, ið als ikki ein gongd trúgva, at Jesus livdi. So lat okkum tosa saman um, har eru nøkur fakta og prógv fyri, at Jesus var til og at hann var tann, ið Hann segði seg vera.


Mong í okkara samfelag í dag vilja óiva undrast á, hví eg lesi Bíbliuna. Nógv halda kanska einasta orsøkin at lesa Bíbliuna er fyri at skilja okkara mentanararv og kristna átrúnaðin. Kanska summi halda at hon er fín at lesa til skúla, til eina lærugrein sum religión, søga, samfelagsfrøði ella ettikur og heimsáskoðanir. Ja, Bíblian gevur nógv áhugaverd fakta í samband við hetta, men tað er ikki grund-orsøkin, at eg lesi Bíbliuna…

  •  So tú brúkar tíð uppá at lesa oldgamlar sagnir og mytir? Fyri, ja onga orsøk!?
  • Also…
  • Ert tú ein av teimum suuuper religiøsu, sum trúgva, at Jesus reis upp frá deyðum
  • Ja, also tað trúgvi eg…
  • So tú trýrt eisini uppá jólamannin, huldufólk, Risan og Kellingina, einhyrningar, alien? Trýrt tú so eisini kanska uppá allar hinar gomlu myturnar og átrúnaðir, sum primitiv, reikara stammur frá koparøldini hava funnið uppá, har teirra gudar doyggja og rísa upp aftur?
  • Nei…
  • Hvat er so munurin at Jesus reis upp aftur, og øllum hinum ævintýrunum?
  • Her er munurin: Mín trúgv á Jesus uppreisn er ein skynsom grundgeving (ella rationel). Tvs. mín trúgv er grundað á søgulig prógv!
  • Hæh! Fakta? Hvørji fakta?
  • Okey, sum tað fyrsta, Jesus doyði við at hann var krossfestur!
  • Wow! okey, bíða líka! Vit vit a ikki eingongd um Jesus hevur livað! Hví skal eg trúgva uppá tíni fakta?
  • Hesi 5 faktaðini, sum eg fari at geva tær, eru grundað á so nógv søgulig prógv, at flestu kritisku professionellu vísindafólkini, ið granskað hetta evnið, góðkenna hetta sum sannleika. : Brown, Allison, Pesch. Fuller, Crossan, Wright, Léon-Dufour, Holtmann,  Millum hesar eru eisini fleiri, sum eru skeptiskir ateistar.
  • Okey, so Jesus er ein veruligur persónur, sum livdi og legði upp til sín egna deyða, hvat so?
  • Tað er fyrsta faktaði! Næsta faktaði er, at hansara lærusveinar vóru sannførdir um, at hann var risin upp frá deyðum og vísti seg fyri teimum.
    • Triðja faktaði er, at Paulus veruligur fíggindin hjá teimum fyrstu kristnu, bleiv brádliga ein kristin.
    • Fjóða: Jesusar ivasami, skeptiski beiggi Jákup, bleiv eisini ein kristin.
    • Fimm: Grøvið, har teir løgdu Jesusar likam var tóm.
  • Og hatta eru væl grundað søgulig prógv?
  • Nemliga, men tú kanst ikki bara steðga har! Øll hesi faktaðini krevja eina frágreiðing, ikki so? Annars ger tað eitt stórt hol í mannasøguni.
  • Okey, her er ein frágreiðing!
    • Lærusveinarnir luðu allir. Tað var ein samsvørjing. Tað var tað mest stórfingna skálkabragdi í mannasøguni. Jesusar fylgjarar stjólu likam Jesusar frá grøvini og byrjaðu at siga øllum at hann var livandi, upprisin.
  • Hatta verður kalla samsvørjingar ástøðið ella “conspiracy teori” á enskum. Trupulleikin við hesum ástøðinum ella hugsandi frágreiðingini er, at hon ikki forklárar, hvussu nakrir vinglutir fiskimenn, sum krúpa seg undan í ótta fyri lívinum, megna at vinna á nøkrum væl vápnaðum, professionellum rómverskum hermonnum, og rulla ein stein á 2 tons (1814,37 (kg) næstan 2000 mjólapakkar í einum). Og síðani stjala likami og goyma likami í einum býi, sum eg fyltur av fólkum sum royna at finna likami.
    • Hin spurningurin er hví skuldu teir gjørt tað? Lærusveinarnir kundu absulutt einki at vinna við at lúgva um Jesusar uppreisn. Tvørtur ímóti vóru teir atsóktir. Her hava vit góð søgulig prógv um, at 5 av teimum vóru gjørdir til pínsluváttar orsakað av at teir stóðu fast við, at Jesus var risin upp frá teimum deyðu. Tað vísir seg, at ikki ein tók orðini aftur, men stóðu fastir við útsøgnina um at Jesus var upprisin frá deyðum. Fólk doyggja ikki frívilliga fyri nakað, sum tey vita ikki passar. Teir vóru har, teir vistu um tað var sannleiki ella ikki.
  • Okey, eitt annað ástøði! Lærusveinarnir hildu at teir sóu Jesus, eftir at hann doyði, men tað var bara ynskihugsan. Teir vóru strongdir og sóu eina hvørvisjón, teir sóu yvir seg. Teir hallucineraðu.
  • Hvørvisjón ástøðið “hallicination theory” á enskum, væntar eisinni nógv í sínari hugsandi frágreiðing. 500 vitni sóu Jesus somu tíð, og lærusveinarnir numu við hann. Sálarfrøðingar hava víst, at hvørvisjónir virka ikki á henda hátt. Hetta ástøðið greiðir heldur ikki frá, hví grøvin var tóm.
  • Okey tú, kanska mangli eg onkra betur frágreiðing, men vit vita at deyð fólk vera verandi deyð! At rísa frá deyðum hevði verið ein yvirnátúrlig hending, og fakta er at vísund hevur prógv at undur kunnu ikki henda!
  • Nú so? Nær er tað hent?
  • Eg veit ikki… eg havi bara hoyrt tað onkustaðni…
  • Vísund hevur ikki mótprógva undrum. Í veruleikanum hevði tað verið ómøguligt!
  • Hví?
  • Vísund granskar einans nátúrlig fyribrigdni, alisfrøðiligt evnistilfar og evnafrøðiligar tilgongdir. Ikkis so?
  • Ehh… ja…
  • Men eitt undur í orðsins týdningi er ikki eitt nátúrligt fyribrigdi. Tað er yvir-nátúrligt (super natural). Tað vil siga at ein yvirnátúrlig hending vil altíð liggja uttanfyri vísindaligu mørkini.  Tí er tað logiskt ómøguligt og skilaleyst fyri vísund at mótsiga nøkrum hugsanargrundarløgum (hypothesum), sum liggja uttan fyri mørkini fyri vísund. 
  • Hví havi eg ongantíð hoyrt hetta fyrr? 
  • Eg veit ikki, kanska tí tað er ræðandi?
  • Hví skuldi tað verið ræðandi?
  • Jú, so leingi, at Jesus uppreisn er einans eitt ævintýr sum við jólamanninum, so høttir hetta ikki mína lítlu verð og mín lívsstíl. Men um Jesu uppreisn er eitt fakta, um Jesus veruliga reis upp frá deyðum so er tað stórt! Tað broytir alt! Tað broytir  hvørja støðu tú mást tala til Jesus, títt lív her, ævinleikan osv. Tað er tí, at tað er so trupult at hugsa objektivt um Jesu uppreisn og tey faktaðini vit finna. 
  • Wow! heh…
  • mmhmm… stór wow!
  • Dina, tú ert ikki so býtt, sum eg helt tú vart…
  • Takk, kanska vit kunnu tosa aftur um hetta onkutíð?
  • Ja, heilt sikkurt! Tað mugu vit. Kanska hini sum hyggja eisini kunnu luta teirra meiningar og tankar um tað, sum tú segði?
  • Ja gjarna. Eg elski at hoyra frá tykkum. Tað besta eg veit er at sleppa at hava vanligar dialogar, sum hesar við tykkum. Ikki fyri at prógva meg, mína vitan, men fyri at skapa opinleika og tosa um sannleikan í Bíbliuni.
    • Eg plagi at siga við mínar vinir og tá eg diskuteri, at eg trúgvi uppá at Gud er almáttugur, tvs. Hann kann alt. So minsta útfordringin hjá honum, eftir at hava skapa heimin, gingið á vatninum osv, er at skriva ein bók og fáa hana at passa. Tí eri eg ongantíð bangin fyri at vera útfordra og útfordra Bíbliuna, tí, um mín Gud er tann sum hann sigur hann er, so má Bíblian vera sonn. Og er Bíblian sonn, so má hon passa vísindaliga, søguliga og uppá allar mátar. Sannleiki er bara sannleiki, um hann kann testast sum sannleiki.
  • Wauw! Hatta er ein rættliga físk hugsan og spennandi. Eg gleði meg til fleiri samtalur um hetta.
  • Ja, eisini eg. – Um hetta videoið hevði tín áhuga, minst til at smekka til dámi knøttin og vilt tú síggja meira minst til at smekka á fylgi knøttin á okkara sosialu miðlum. Minst eisini til at deila tínar tankar, spurningar og upplivingar í kommintar. Eg og vit høvdu verið glaðar at hoyrt tykkara upplivingar, tankar og spurningar, og sæð samtalurnar millum tykkum hyggjarar her á sosialu miðlunum. So ikki bara hyggja, men tak intiativ, ver aktiv/ur, sig tína hugsjón her. Tær eru altíð vælkomnar.

 

VAR JESUS EIN VERULIGUR SØGULIGUR PERSÓNUR?

 

 

 

 

Skriva viðmerking