Bloggur eftir Dinu Jensdóttir Bech.
Tit kunnu ímyndað tykkum, ein mann, ið stendur reystur og kunngerð Jesus Kristus. Hann lyftir armarnar upp og teppir hinar vísu farisararnar. Á ørmunum og hálsinum síggja stór arr, ið siga frá mongum sløgum. Á skøvninginum eru merki frá hondjørnum, ið javnan vera settar á hesar sakleysu hendur. Á høvdinum millum tjúkka, myrka hárið eru naknir, ljós plettir. Tey eru frá steinsløgum. Nøkur undrast á, at hann kom undan við lívinum frá hesi hending, hann var jú latin at doyggja.
Á beinum ber hann merki av slangubiti. Á rygginum eru smáir blóðplettir, ið siga frá, at hann fyri kortum er húðflongdur fyri triðju ferð. Ein mildur maður, hvørs svøvnleysu eygu eru hovin og blána, tó so mild og kunngera frelsuvegin. Ennið er slitið av stórari byrðu og umsorgan fyri samkomuni.
Ein skuldi trúð, at hjartað varð harðnað eftir slíka viðferð av mennsikjum. Men á ein undurfullan hátt, hevur henda viðferð gjørt hann til ein spakføran mann. Eingin ótti hómast í hansara reystu og sterku rødd. Einans ein undurfullur hjartafriður, ið er frá Gudi. Á klæðunum og skógvunum sæst, at tað hann eigur, er lítið. Tóma taskan vísir, at hann er rændur fyri tað, hann átti. Ringt orð hevur hann á sær, men tað heldur honum ikki aftur at kunngera Jesus. Tornirnar í likami hansara eru so sjónligar og toga hann niður, sum tungar byrðar. Men hóast ringa viðferð, so hevur hann gott mót. Hóast hann er veikur, so hvílir kraft Kristusar á honum.
Fólk tippast kring hann. – Hví? – Jú, summi av forvitni, og onnur fyri at finnast at honum. At enda eru nøkur, ið eru drigin at hesum sterka anda í hesum veika, slitna kroppi. Drigin, tí tað hann kunngerð, er veruligt og ektað. Tað sæst á hansara likami.
Ein maður, so lýðin, at heimurin er hann ikki verdur. Ein maður, so íðin, at at liva er honum Kristus og deyðin er honum vinningur.