Hey, hjartaliga vælkomin til Vakurleiki.fo, í dag er tað Dina Bech, sum situr her. Í dag, so fara vit at tosa um endamál lívsins, nevniliga tilbiðjan. Og hvat tað er og merkir at tilbiðja.

Eitt tað týdningarmesta í lívinum hjá hinum trúgvandi er tilbiðjan. Vil ein trúgvandi at halda góðan javnvág í andaliga lívinum og vaska andaliga, so eigur hann at tilbiðja. 

.

Hvat merkir orðið at tilbiðja?

Í samband við at tilbiðjan, so brúka vit nógv torfør orð, sum vit kanska ikki heilt skilja. T.d. prísa, lova, dýrmeta og æra. So eg fari stutt at forklára, hvat hesi orð merkja í grundini:

  • At tilbiðja (enska adore, worship) merkir, at vit elska onkran inniliga. Vit hámeta, elska, dyrka, dáma sera væl viðkomandi.
  • At prísa merkir, at vit vísa, at vit virðismeta onkran ógvuliga høgt. Vit undrast, tosa væl um, rósa viðkomandi og vit eru hugtikin at viðkomandi. Ja, tað er at vera fjepparar, av viðkomandi. 
  • At lova (lovprísa) merkir at takka, rósa og heiðra onkran, fyri tað fantastiska, sum tey hava gjørt.
  • At dýrmeta merkir at meta onkran ógvuliga høgt. Tú metir hann ella tað hann hevur gjørt dýrt.
  • At æra merkir at tú virðir og respekterar onkran. 

Sum tit síggja so líkjast hesi orð sera nógv og verða ofta brúkt í sama samanhangi. 

At tilbiðja Gud er at gleðast um Gudi. At gleðast um og takka fyri hvør Hann er, og hvat hann hevur gjørt fyri okkum. Tað er at prísa, lova, dýrmeta og æra Gud. Við øðrum orðum. Tað er at elska Gud inniliga, hámeta Hann, vera fjepparar av Honum, hugtikin av Honum. Vit undrast á Hann, tosa væl um Hann. Vit rósa Honum, og heiðra Hann fyri tað fantastiska Hann hevur gjørt fyri okkum. Vit meta Hann ógvuliga høgt og tað Hann hevur gjørt. Vit virða Hann og respektera Hann. Tað merkir tað, sum at tilbiðja merkir. 

.

Hvat er at tilbiðja?

At tilbiðja er ikki lovsongur og orð. Tilbiðjan er ein støða, sum hjarta okkara er í. Tilbiðjan er yvirflóðin, av einum hjarta, sum hevur bygt sítt álit á Jesus. Tilbiðjan er yvirflóðin av einum hjarta, sum gleðist í Jesusi. Tilbiðjan er tá andin boyggir seg á knæ fyri Gudi. Tilbiðjan er at geva til Gud.

Tilbiðjandi orð, sangur, yrkingar, smíl o.a. kann koma sum úrslit frá einum menniskja, sum hevur eitt tilbiðjandi hjarta. Jesus sigur:

“Tí muðurin talar tað, sum hjartað er ov fult av.” (Matt.12,34)

Er títt hjarta ov fult av Gudi, so tilbiður tað Gud. Og so tilbiður tú Hann dagliga. Ikki bara í sangi sunnudag, men hvønn dag, í tí sum tú sigur, ger, hvar tú fer og hvussu livir.

bíbliUm títt hjarta ikki er ov fult av Gudi, so er tað ov fult av onkrum øðrum, sum tú tilbiður. Kanska tú veitst av tí ella ikki hevur hugsað um tað. Kanska er tað móti, útsjónd, kondi, popularitetur, skúli osv. Hvat tilbiður tú? Tað tú tilbiður ávirkar teg, ikki bara ein dag um vikuna, men hvønn dag í vikuni, í tí tú sigur, ger, hvat tú fer og hvussu tú velur at liva títt lív. So eg fari at spyrja teg, hvønn ella hvat tilbiðjur tú? Tilbiður tú Gud?

.

Hví skulu vit tilbiðja Gud?

Fleiri bíbliuvers geva okkum fleiri góðar orsøkir at tilbiðja Gud.

  1. Vit skulu tilbiðja tí, vit eru skapt til at tilbiðja Gud. (Es.43,7). Nógv spyrja “hvat er endamálið við lívinum?”, Bíblian svarar, at endamál lívsins er at tilbiðja Gud. Vit fara ongantíð at kenna okkum heil, fyrr enn vit gera tað, sum vit skapt til, nevniliga at tilbiðja Gud. Vita tit hví, so mong menniskju eru ólukkulig, misnøgd, fortapt og desperat eftir alkoholi, peningi, makt ella einum maka? Jú, tað er, tí tey gera ikki tað ,sum tey vóru skapt til. Tey kenna seg tóm og stremba eftir tómum tingum, sum ikki kunnu fylla tey. Gud skapti okkum at tilbiðja Hann, og ikki fyrr enn vit gera tað, og boyggja hjarta fyri Gudi, at koma vit at kenna okkum heil. (Sálm.73,25)
  2. Vit skulu tilbiðja, tí vit sum trúgvandi vóru frelst og sett í frælsi, so vit kundu tilbiðja Gud (Ef.1,12). Jesus doyði á Golgata fyri, at menniskju skuldu blíva tilbiðjarar. Gud kann bara verða tilbiðin av loystum vørrum. Tvs. Gud kann bara verða tilbiðin av menniskjum, sum eru frelst og eru børn Hansara.
  3. Vit skulu tilbiðja, tí Gud, pápi okkara, leitar eftir tilbiðjan okkara (Jóh.4,22-24). Jødarnir her høvdu yvirført tilbiðjan til ein útvendan form. Tey høvdu ymiskar halgisiðir, har teir sóu út til at tilbiðja Gud. Tað er ikki neyðugt at ganga í prestabúna, hava væl fyrireikaðar bønir, halgisiðir og materiella hjálp. Hetta er ikki sonn tilbiðjan. Sonn tilbiðjan kemur frá einum boygdum hjarta. Jødarnir kanska boygdu seg niður, lyftu hendurnar upp, men teir tilbóðu ikki Gud við hjartanum. Teir kanska snýttu í handli ella livdu sum heimurin uttanfyri templi. Hetta er ikki sonn tilbiðjan. At tilbiðja Gud í anda og sannleika merkir ikki, at vit lyfta hendur upp ella gera nakra likamliga støðu. At tilbiðja er at boyggja hjarta fyri Gudi. Tað er, at ein trúgvandi kemur fram fyri Gud og tilbiður Hann. Gud ynskir at verða tilbiðin, elskaður inniliga og hávirdur, av sínum fólkið. Fær Hann slíka tilbiðjan frá tær?
  4. Vit skulu tilbiðja tí, vit koma at líkjast tí, sum vit hava í okkara tonkum. (2.Kor.3,18). Vit menniskju eru sum ein spegil. Vit spegla okkum hvønn dag í øllum kring okkum. So skjótt vit vakna, tendra telefonina og skrolla gjøgnum Facebook ella á alnótini, so spegla vit okkum í vinfólki, flottum modellum, idolum, reklamum o.ø. Øllum tí koma vit at líkjast og vilja vera líka sum. Tí er tað so týdninarmikið, at vit brúka tíð uppá Gud hvønn dag og spegla okkum í Honum, so vit kunnu koma at líkjast Honum og vera sum Hann.

.

Hvørji tilbóðu Gud í Bíbliuni?

Bíblian hevur mong dømi um tilbiðjan. Vit fara her at taka 4 dømi úr Nýggja Testamenti:

  1. Í Matteus 2 lesa vit, at vísmennirnir tilbóðu. Teir ferðaðust langt fyri at geva Jesusi dýrar gávur. Veitst tú hvat? Vísir menn og vísar kvinnur tilbiðja Jesus enn í dag. (Matt.2,11; Orðt.31,30)
  2. Í Matt.26 lesa vit um kvinnuna, sum salvaði Jesus við dýrari salvu, turkaði føtur Hansara við hári sínum og tilbað Hann. Hon gav Jesusi tað dýrabarasta hon átti. Lærusveinarnir hildu tað vera at spilla burtur. Men í eygum Guds er tilbiðjan ongantíð burturspilling (Matt.26,6-13; Mark.14,3-9).
  3. Í Luk. 10 lesa vit um Mariu sum tilbað. Her verður tilbiðjan sett upp sum mótsetningur til tænastu. Maria var upptikin við Jesusi, at lurta eftir Honum, ímeðan Marta var upptikin við matgerð. Tilbiðjan og tænasta eru bæði umráðandi, men tilbiðjan eigur at koma fyrst. Eitt ørindi sigur (Luk.10,38-42):
    • “Kristus ongantíð biður teg streva og stríða, so ei stundir til hvíld við Hans føtur tú fær. Men um tú við væntan og vón har vilt bíða, eins og fullkomna tænastu Hann hetta sær.” 

  4. Í Luk.17 lesa vit um hin reinsaða spitalska, sum tilbað. Tíggju spitalskir vórðu reinsaðir, men bara ein vendi aftur til at tilbiðja Gud. Skuffaði spurningur Jesusar, um hvar hinir blivu av, vísir á, at tað er nógv sum við gleði taka ímóti Jesusar hjálpandi hond, men gera sær ongan ómak at svara aftur við tøkk og tilbiðjan. (Luk.17,12-19)

.

Hvar kunnu vit tilbiðja?

Tað er einki bestemt tað á jørðini, har vit skulu verða, tá vit tilbiðja (Jóh.4,21). Likam hins trúgvandi kann vera bundið á eini sjúkralegu, í fongsli, úti í bønum, men andi hins trúgvandi kann koma Gudi nær gjøgnum trúgv og tilbiðja Hann, hvar sum helst og nær sum helst. (Hebr.10,19-22)

.

Hvussu kunnu vit tilbiðja?

Her eru tveir mátar, men minst til at báðir mátarnir eru umráðandi í lívinum hjá hinum trúgvandi.

  1. Sum einstaklingur. Hin trúgvandi kann tilbiðja Gud í hvørjari bøn. Hvørja ferð hann talar við Gud, kann hann siga honum frá takksemi sínum fyri alt, sum Jesus hevur at týða fyri Hann. Vit læra, alt tað Hann hevur at týða fyri okkum, við at lesa í Bíbliuni. (Fil.4,6; 1.Tess.5,18).
    • Í Sálmunum síggja nógv góð dømi um tilbiðjan. Tað er ein góður vani at læra seg nøkur vers uttanat og biðja við hesum versum.
    • Eisini eru nógvir góðir tilbiðingarsálmar og sangir, sum vit kunnu syngja frá hjarta okkara og endurtaka í bønum okkara. Tilbiðingarsálmar er ikki um okkum, og heldur ikki hvat vit kunnu gera fyri Gud. Tilbiðingarsálmar eru heldur ikki, at vit geva Gudi lyfti. Men tilbiðingarsálmar eru um, hvat Hann hevur gjørt fyri okkum og hvussu nógv Hann elskar okkum. Eitt brot úr einum sangi er:
      • “Tú gavst upp alt at frelsa meg. Tín stóri kærleiki, hann toldi deyðans veg, vildi krossins verk útinna, lívsins krúnu mær at vinna – náði tín er mær so dýrabar.”

  2. Sum samkoma. Fyri tað næsta, so kunnu vit tilbiðja saman við øðrum trúgvandi. M.a. tá breyðbróting, bønarmøti og møti annars eru.
    • Breyðbróting er minnismáltíð Harrans. Tað er tá vit bróta av breyðinum og drekka av vínum til minnis um Jesusar deyða og uppreisn. Við breyðbróting tilbiðja vit Gud uppá fleiri mátar. Vit minnast Hann (Luk.22,19), vit siga frá deyða Hansara (1.Kor.11,26), vit vænta Jesusar afturkomu (1.Kor.11,26), og vit vitna um einleikan í Jesusar likami, samkomuni (1.Kor.10,16-17). Tað eru eingi boð givin um, hvussu ofta henda minningarmáltíð skal verða hildin, men nakað bendir á, at fyrstu lærusveinarnir samlaðust hvønn fyrsta dag í vikuni at hava hesa minningarmáltíð ella breyðbróting (Áp.20,7). Hendan áminning um Jesusar líðing og deyða styrkir hin trúgvandi at tilbiðja Gud. Hevur tú sum trúgvandi umhugsa at fara til breyðbróting?

Minst til:

  1. Minst til, at tú vart skaptur til at tilbiðja Gud. Minst til, at endamál lívsins er at tilbiðja Gud. Tað er tað einasta, sum ger teg heilan. (Es.43,7)
  2. Minst til, at sonn tilbiðjan má vera í anda og sannleika tvs. í hjartanum (Jóh.4,23-24). 
  3. Minst til, at “muðurin talar tað, sum hjartað er ov fult av.” So fyll teg við Guds orðið, so tað er tað sum flýtir yvir í tínum tonkum, orðum, gerðum og lívi. (Matt.12,34)
  4. Minst til, at at vit koma líkjast tí, sum vit hugsa um og spegla okkum í. So hugsa um Gud, spegla tær í Hansara orðið, Bíbliuni. (2.Kor.3,18)

Takk fyri í dag, Harrin signi tykkum og hjálp tykkum sum trúgvandi at tilbiðja Gud í anda og sannleika.

Um tú, sum hyggur ikki kennir Jesus sum tín persónliga Frelsara. So vil eg fortelja tær, at Jesus er deyður fyri teg, og ynskir at bjarga tær undan einum ævigum fortapilsi. Vend tær til Gud í bøn, játta tína synd og bið Jesus fyrigeva tær og koma inn í títt lív. 

 

Vit síggjast. Bei.

Skriva viðmerking