Kærleiki verður nýttur sum ein óruddulig skuffa, har sum vit leggja orð í, tí vit hava onga aðra staðni at leggja tey. Vit siga “eg elski Gud”, “eg elski kips”, “eg elski lovsong”. Síggja tit trupulleikan? Hvat við orðinum at hava onkran kæran ella dáma okkurt?
Vit nýta orðið at elska í eini breidd, at ivasamt er, um vit veruliga skilja týdningin av orðinum kærleiki og at elska longur. Mong av okkum halda, at tað mótsatta av kærleika er hatur. Men hetta er heldur ikki so, tað mótsatta av kærleika er líkasæla. Og tað er ein tunnur tráður millum toleransu/tolsemi og líkasælu.
Fyri mong av okkum, so halda, vit at kærleiki er at verða eldhugaður í onkrum. Vit samla allar tær góðu, eymu kenslurnar og kalla tær “at elska og kærleiki”. Vit elska at ganga túrar, vit elska pizza og vit elska ein tónleika bólk. Og tá vit venda okkum móti menniskjum, so meina vit ofta tað sama. Vit føla eina djúpa, eyma kenslu fyri teimum, tí tey fáa okkum at føla okkum glað, djørv, týdningarmikil og virðismikil.
Menniskju definera kærleika, sum eina ófiltreraða kenslu. Tey siga, at tín leiklutur í kærleika er passivur, tvs. tú gert einki. Tað er nakað, sum hendir tær. Tað enska orðið sigur “fall in love” og “fall out of love.” Á føroyskum er tað at detta í kærleika og at detta úr kærleika. Tað er sum at detta um ein stein, bara av tilvild.
Tað er stuttligt at verða forelskaður, tí tað kitlar í búkinum. Men hvat tá forelskilsi kenslurnar fella burtur og hvørva, og onkur annar fær teg at føla enn meira virðismiklan? Tá hava vit ein trupulleika við hesari lýsingini av orðinum fyri kærleika.
Jesus sigur, at hjúnabandið er fyri lívið. Jesus sigur: “Tað, sum tí Gud hevur bundið saman, má menniskja ikki skilja sundur.” (Mark.10,9). Sum ein sannur trúgvandi, so taki eg undir við Jesusi. Við Jesusi, so mugu vit endur-lýsa orðið Kærleiki og at elska.
Ein maður Jóhannes, eisini kallaður lærusveinurin, sum Jesus elskaði, sum ger hann til ein serfrøðing fyri kærleika ella hvat tað merkir at vera elskaður av Gudi Jóhannes skrivaði hetta:
1. Jóh. 4:9
Í tí er kærleiki Guds opinberaður millum okkara, at Gud hevur sent Son Sín, hin einborna, í heimin, fyri at vit skulu liva við Honum.
Tvs. Kærleiki er = Jesus á krossinum. Um tú vilt skilja, hvussu kærleiki sær út og hvønn atburð hann hevur. So skalt tú Ikki hyggja í orðabókina, men hyggja at Jesusi, sum gav Sítt lív fyri heimin.
Halda tit hatta ljóðar, sum ein djúp, eym kensla?
Tað er einki galið við kærleikskenlsum ella forelskilsi. 1.Mósebók kap 2 og hásongirnir lovprísa hesum romantiska kærleikanum. Gud skapti okkum við kenslum. Romantiskar kenslur eru ein gáva frá Gudi. Kærleiki kann vera ein kensla, men kærleiki er so nógv meira enn bara ein kensla.
Jesusar deyði á Golgata var ultimativa kærleiksgerðin (Jóh.3,16). Paulus skrivar (Róm.8,32). Paulus skrivaði, at Jesus var fyrimyndin fyri, hvussu menn skuldu elska kvinnur sínar (Ef.5,25).
Hesin sjálvuppofrandi kærleikin er nakað, sum vit øll kunnu læra av. Menn og kvinnur, hjún og ógift.
Jesus er fyrimyndin fyri kærleika. Tað er í Honum og við Honum at vit koma at skilja, hvat kærleiki og at elska er.
Hyggja vit eftir kærleika í síni kjarn, so er tað ein sjálvuppofrandi kærleiki. Ein kærleiki sum gevur seg sjálvan.
Lesa vit 1.Kor.13, so síggja vit henda kærleika, sum gevur Seg Sjálvan. Jesus livdi hendan kærleikan fullkomiliga, okkum til fyrimynd. (1.Kor.13:1-8, v.13)