Hásong. 8,7

Hey, hjartaliga vælkomin til Vakurleiki.fo, tað er Dina Bech, sum situr her. Fyri tykkum sum eru nýggir hyggjarar, so kann eg fortelja, at eg geri video um ymisk evnið. Øll evnini verða viðgjørd út frá, hvat Bíblian sigur um tey.

Eg veit, at nøkur av tykkum kenna seg sera rakt av mongum sannleikum í videounum. Og tað er einki galið við tí. Eg kann bara troysta tykkum við at siga, at eg føli meg sera rakta, serliga tá eg fyrireiki meg til hesi video. Videoini eru um mong torfør evnir. Og tað, at vit kenna okkum rakt, vísir okkum á, at vit hava tørv á Gudi. Vit hava tørv á Honum, sum okkara Frelsara frá okkara syndum. Og vit hava tørv á Honum sum okkara Harra og Leiðara gjøgnum lívið, so Hann kann leiða okkum hvønn dag. Eg havi eg tørv á Gudi hvønn tann einasta dag. Tá eg lesi Guds orð, so kenni meg rakta, tí Gud tosar við meg. Og tá eg kenni meg rakta, so veit eg, at eg havi brúk fyri náði, kærleika, styrki og vegleiðing frá Gudi.

Videoini, sum eg nú havi gjørt eru um ymisk torfør evnir, sum kyn o.a. Og tey eru ætlað trúgvandi, sum ynskja fylgja Jesusi eftir. Men øll eru sjálvandi hjartaliga vælkomin at hyggja, við einum opnum hjarta.

Síðstu tvær vikurnar hevur evnið verið kyn. Fyri nøkrum vikum síðani fekk eg ein spurning um samkynd, sum eg las upp í parti 2. Sum eg setti meg inn í hetta evnið, lærdi eg, at vit liva í einum samfelag og eini tíð, sum hevur vent kynum, kenslum og kærleika fullkomiliga á høvdið. Tann læran ella hugsanin, sum roynir at bróta niður eyðkennini millum kynini, er eisini við til at bróta niður myndina av bíbilska hjúnabandinum. Tað er tí, at definitónin av hjúnabandinum er so týdningarmikil fyri okkum, sum eru sonn trúgvandi í Føroyum. Tí byrjaði eg við at gera partar, sum greiða frá, hvat Bíblian sigur grundleggjandi um kyn og kenslur.

Vit lærdu, at vit einans hava tvey kyn. Bæði Bíblian og biologiin vísir og prógvar hetta. Hyggja vit, at skaparnarverkinum, so verður alt livandi skilt sundur í kallverur og kvennverur, enntá fiskar og plantur. Vit tosaðu eisini um, at stereo-typur, tíni áhugamál, yndis litir, klæðir og kenslur ikki ávirka títt kyn. Kyn, er tað tú ert føddur við, og ikki nakað tú sleppur at velja ella kanst broyta. Kyn er ein partur av at verða eitt menniskja. Líka sum, at hava bein og armar, er ein partur av at verða menniskja, so hava vit kynslimir og DNA, sum er ein partur av at vera menniskja. Men kynsligu limirnir og DNA eru ymisk millum bæði kynini, og orsøkin og endamálið er m.a. so vit kunnu nørast og vaksa í talið (1.Mós.1,29). Hjúnabandið er nevniliga millum ymisku kynini. Og um tað ikki eru kynsligir munur, so er ikki talan um eitt hjúnaband. 

Eg segði síðst, at um Gud vil, so fóru vit at viðgera evnið um samkynd. Meira eg havi lisið um evnið, so havi eg sæð, at tað er rættast at tosa um evnið út frá hjúnabandinum. Tí fari eg fyrst hava hava ein part um kærleika, síðani um hjúnaband. Og seinni um ymiskt, ið ikki ímyndar hjúnabandið sum Bíblian tosar um. Her ímillum at dríva hor, at liva sum samkynd osv. Sannleikin er, at tá Paulus tosar um hesi evnið, so tosar hann um tað í ljósinum av hjúnabandinum. Tá Jesus verður spurdur um skyldsmissu, so tosar Hann fyrst um hjúnabandið. Tí fara vit eisini at gera júst tað.

Vit fara at grava djúpt niður at finna dýrgripir í Bíbliuni. So fá tær ein heitan te-munn aftur við, set teg væl til rættis, og so byrja vit spennandi ferðina, har vit fara at lesa um, hvat Bíblian sigur, at kærleiki og romantikkur er.

.

Hvat er kærleiki?

Hvat er kærleiki?, er ein av teimum spurningunum, sum eru mest spurdir í øllum heiminum til allar tíðir. Til at svara hesum spurningi, fara vit at hyggja í Bíbliuna!

.

Hví tráa vit eftir samfelag og kærleika?

Kærleiki og samfelag (ella felagsskapur) ganga hond í hond. Í samfelag við onnur, fáa vit og geva umsorgan og kærleika. Longu í fyrstu Mósebók kapitul 1 og 2, síggja vit, at Gud skapti menniskjað við einum tørvi á samfelag. Hetta er ein undurfull mynd av Gudi. Vit hava øll tørv á samfelag við Gud. Síðani hava vit tørv á samfelag við onnur menniskju gjøgnum maka, familju ella vinir. Gud er nevniliga ein Gud, sum livir í samfelag. Gud segði: “Latið okkum”. Gud er jú Faðirin, Sonurin og Heilagi Andin. Tríggir, men ein. Tá Gud skapti Ádam, so hevði Ádam samfelag við Gud. Ádam gekk við Gudi í urtagarðinum Eden (1.Mós.2,19). Hóast Ádam hevði ótreytað samfelag við Gud og ótreytaða kærleika Guds, so segði Gud (1.Mós.2,18).

Vit lesa einki um, at Ádam kendi seg einsaman ella gramdi seg um tað. Men Gud gav Ádami, tað, sum honum tørvaði eftir ætlan og vísdómi Sínum. Gud skapti Ádami eina felagaða, Evu, tí Gud sá, at Ádam var einsligur og hevði tørv á samfelag. Serliga samfelagið millum Ádam og Evu, kallaði Gud hjúnabandið, tí tey vóru eini hjún. Hjún er ein maður og kvinna, sum eru gift. 

Tørvurin á samfelag, er ein undurfull mynd av Gudi. Ikki øll eru og verða gift, men vit hava øll tørv á samfelag gjøgnum ein hjúnafelaga, familju ella vinir.

Legg til merkis, Gud skapti mann og kvinnu. Og Gud skapti hjúnabandið. Samfelag, kærleiki, romantikkur, hjúnabandið og kynslívið var Guds hugskot. Tað var Guds hugflog og skapandi evnir, sum upphugsaði og skapti alt hetta. Menniskju kring allan heimin tráa eftir og njóta knýta vinarbond, njóta familjubond og hjúnabond. Kærleiki og samfelag er ikki nakað, sum er hent í einari menningartilgongd. Tað var stoypt inn í DNA menniskjans frá byrjan av.

Í 1.Mósebók læra vit, at menniskjan hevur upphugsað og skapt nógv gjøgnum tíðina. Vísund, teknologi, list, arkitektur og mangt annað, men ikki hjúnabandið og tað, sum til hoyrir. Gud skapti okkum við tørvi á samfelag og Gud skapti samfelag, kærleika og hjúnabandið. Gud, sum skapti hetta veit, hvussu tað eigur at síggja út. 

.

Hvør kann læra okkum kærleiks-frøði ella um kærleika og samfelag?

Í byrjanini í Bíbliuni, so læra vit tveir sannleikar. Fyrst so læra vit, at kærleikin er vakur. Gud skapti nakað framúrskarandi. Samtíðis læra vit, at okkurt er galið.  Vit læra, at kærleikin frá skaparaverkinum enn er sjónligur, men at hann er vorðin avskeplaður og spiltur. Í Eden sá ormurin, Satan, hendan reina kærleikan millum mann og kvinnu, og av øvundsjúku vildi hann spilla og oyðileggja hann. Tað gjørdi hann við eini lygn. Lygnin, sum Satan segði Evu var, at Gud ikki elskaði hana, og vildi henni ikki tað besta. Tey trúðu hesi lygnini. Tað er lætt at hugsa sær, at tey tóku eina dára avgerð, men sannleikin er, at vit eru ikki ørvísi. Satan sigur okkum somu lygn í dag: “Gud elskar teg ikki. Hann vil tær ikki tað besta. Hansara vegur, er ikki hin besti. Tú veitst betur enn Gud.” Trúgva vit hesari lygnin?  ella lurta vit eftir Gudi, skaparanum, ið einans er góður og vil okkum tað besta?

Fyri at læra sannleikar Guds og ráð Guds fyri samfelag, kærleika, hjúnabandið og forlovilsi, so mugu vit fylgja Jesusi eftir. Vit mugu lurta eftir Gudi gjøgnum Bíbliuna. Jesus, sum livdi eitt lív sum ógiftur, single, er besta fyridømi uppá sannan kærleika. Jesus lærir okkum alt, ið neyðugt er at vita um samfelag, kærleika og hjúnaband. So hvør kann læra okkum kærleiks-frøði? Svarið er Bíblian.

 

Hvat er kærleiki?

Kærleiki verður nýttur sum ein óruddulig skuffa, har sum vit leggja orð í, tí vit hava onga aðra staðni at leggja tey. Vit siga “eg elski Gud”, “eg elski kips”, “eg elski lovsong”. Síggja tit trupulleikan? Hvat við orðinum at hava onkran kæran ella dáma okkurt?

Vit nýta orðið at elska í eini breidd, at ivasamt er, um vit veruliga skilja týdningin av orðinum kærleiki og at elska longur. Mong av okkum halda, at tað mótsatta av kærleika er hatur. Men hetta er heldur ikki so, tað mótsatta av kærleika er líkasæla. Og tað er ein tunnur tráður millum toleransu/tolsemi og líkasælu.

Fyri mong av okkum, so halda, vit at kærleiki er at verða eldhugaður í onkrum. Vit samla allar tær góðu, eymu kenslurnar og kalla tær “at elska og kærleiki”. Vit elska at ganga túrar, vit elska pizza og vit elska ein tónleika bólk. Og tá vit venda okkum móti menniskjum, so meina vit ofta tað sama. Vit føla eina djúpa, eyma kenslu fyri teimum, tí tey fáa okkum at føla okkum glað, djørv, týdningarmikil og virðismikil. 

Menniskju definera kærleika, sum eina ófiltreraða kenslu. Tey siga, at tín leiklutur í kærleika er passivur, tvs. tú gert einki. Tað er nakað, sum hendir tær. Tað enska orðið sigur “fall in love” og “fall out of love.” Á føroyskum er tað at detta í kærleika og at detta úr kærleika. Tað er sum at detta um ein stein, bara av tilvild.

Tað er stuttligt at verða forelskaður, tí tað kitlar í búkinum. Men hvat tá forelskilsi kenslurnar fella burtur og hvørva, og onkur annar fær teg at føla enn meira virðismiklan? Tá hava vit ein trupulleika við hesari lýsingini av orðinum fyri kærleika. 

 

Jesus sigur, at hjúnabandið er fyri lívið. Jesus sigur: “Tað, sum tí Gud hevur bundið saman, má menniskja ikki skilja sundur.” (Mark.10,9). Sum ein sannur trúgvandi, so taki eg undir við Jesusi. Við Jesusi, so mugu vit endur-lýsa orðið Kærleiki og at elska.

Ein maður Jóhannes, eisini kallaður lærusveinurin, sum Jesus elskaði, sum ger hann til ein serfrøðing fyri kærleika, skrivaði hetta: (1.Jóh.9,10). Tvs. Kærleiki er = Jesus á krossinum. Um tú vilt skilja, hvussu kærleiki sær út og hvønn atburð hann hevur. So skalt tú Ikki hyggja í orðabókina, men hyggja at Jesusi, sum gav Sítt lív fyri heimin.

Halda tit hatta ljóðar, sum ein djúp, eym kensla? 

Tað er einki galið við kærleikskenlsum ella forelskilsi. 1.Mósebók kap 2 og hásongirnir lovprísa hesum romantiska kærleikanum. Gud skapti okkum við kenslum. Romantiskar kenslur eru ein gáva frá Gudi. Kærleiki kann vera ein kensla, men kærleiki er so nógv meira enn bara ein kensla. Jóhannes brúkar bæði orðið kærleiki/at elska sum eitt navnorð og eitt sagnorð. Tá tað kemur til kensluna, forelskilsi, so eru vit passiv. Men í kærleiks gerðini, at elska, so eru vit virkin. Sagnorðið, at elska merkir, at geva seg sjálvan, júst sum Jesus gav Seg Sjálvan á krossinum. Jesusar deyði á Golgata var ultimativa kærleiksgerðin (Jóh.3,16). Paulus skrivar (Róm.8,32). Paulus skrivaði, at Jesus var fyrimyndin fyri, hvussu menn skuldu elska kvinnur sínar (Ef.5,25). Hesin sjálvuppofrandi kærleikin er nakað, sum vit øll kunnu læra av. Menn og kvinnur, hjún og ógift.

Jesus er fyrimyndin fyri kærleika. Tað er í Honum og við Honum at vit koma at skilja, hvat kærleiki og at elska er.

Í Jóhannes evangeliinum lesa vit m.a. tá Jesus vaskaði føturnar hjá lærusveinunum. Gøturnar vóru skitnar, runugtar og fyltar við lorti frá djórum. Fólk gingu runt í sandalum, og á kvøldi vóru føturnar… ja… adstyggiligar. Tit kunnu ímynda tykkum, hvussu tær sóu út. Tá fólk komu inn í hús, so vaskaðu trælirnir ella tænarar teimum um føturnar. Men Jesus Skaparin, Gud, sum skapti menniskja úr dusti (Sálm.103,14), fór niður á knæ at vaska skittin millum tærnar á Jóhannesi og hinum lærusveinunum. At enda spyr Jesus teir, um teir hava skilt, hví Hann gjørdi hetta (Jóh.13,13-15). Jesusar lív er fullkomna dømið uppá sannan kærleika og at elska. So einfalt at skilja, men so torført at liva. Fyri Jesusi er kærleiki at tæna. Tað er at vaska skittin millum tærnar hjá øðrum. Tað er eitt val. Tað er at velja av fríum velja at tæna tí persóninum, sum minst hevur uppiborðið tað.

Tað er als ikki lætt at gera. Og tað er júst tí, at Gud hevur givið okkum tað sum eitt boð Í Bíbliuni. Jesus vísir á GT og sigur: (Luk.10,27Jóh.13,34).

Sannleikin er, at ein kann ikki krevja kenslur við boðum, men ein kann krevja gerðir við boðum. Gud gevur okkum ikki boð um at hava djúpar, eymar kenslur fyri okkara grannum. Men Hann biðjur teg elska tín granna. Hetta er ein Jesus-kærleiki. Eitt val at tæna einum øðrum fyri Jesusar skuld.

Hyggja vit eftir kærleika í síni kjarn, so er tað ein sjálvuppofrandi kærleiki. Ein kærleiki sum gevur seg sjálvan.

Lesa vit 1.Kor.13, so síggja vit henda kærleika, sum gevur Seg Sjálvan. Jesus livdi hendan kærleikan fullkomiliga, okkum til fyrimynd. (1.Kor.13:1-8, 13)

 


Bíblian er skriva upprunaliga á tveimum málum GT á Hebraiskum og NT á girskum. Tí fáa vit ikki bara eitt orð fyri kærleika og at elska á upprunamálinum. Á hebraiskum (í GT) hava vit 3 orð fyri kærleika/at elska: Ahava, rayah og dot. Á griskum (í NT) hava vit 4 orð: Agápe, phileo, eros og storge.

Tey Hebraisku orðini fyri kærleika (GT)

Ahava er nevnt fleiri ferðir í Bíbliuni. Ahava er m.a. kærleikin, ið eigur at binda eini hjún saman. Og ahava er treytaleysi kærleikin eitt foreldur hevur til sítt barn. Ahava er kærleikin Gud hevur fyri menniskjum, og ynskir aftur frá teimum. Ahava er nevnt í 5.Mós.6,5.:

legði HARRIN kærleik Sín á tykkum, so Hann valdi tykkum út;… tí HARRIN elskaði (ahava) tykkum (5.Mós.7,7-8)

Jeremias sigur, at Guds ahava er ævigur (Jer.31,3). Hann hevur ongan enda, tí hann hevur onga byrjan. Kærleiki Guds, ahava, bara er…  Ahava er ein gerð og eitt val (5.Mós.4,37). Sum Guds fólk, so verður ísrael kallað til at svara Guds ahava aftur við at vísa ahava í gerð. (5.Mós.6,5; 5.Mós.10,12). Allar hesar gerðirnar (ótti, ganga, tæna, halda) eru bundnar at kærleika. Gera vit ikki hetta, so elska vit ikki Gud. Vit siga bert at vit gera. Í Gamla Testamenti vísti Ísrael sín kærleika til Gud við, hvussu tey fóru við menniskjum kring seg. Tað er tí, Gud sigur (3.Mós.19,18)

Ahava vísir, at allur kærleikur hevur sínar røtur í, at Gud elskar okkum. 1.Jóh.4:19. Gud hevur ahava fyri okkum, tí eiga vit at hava ahava fyri øðrum. Ahava er ein vitnisburður um Gud (Jóh,13,35)

The bible project, hava gjørt eitt video um Ahava kærleika. Link niðri undir í videonum (https://www.youtube.com/watch?v=HV_LUs2lnIQ). 

Afturat hava ahava, so hava vit rayah og dot á hebraiskum.

Rayah: At rayah onkran, merkir at elska ein vin. Rayah kann umsetast sum vinur, fylgisveinur ella besti vinur. (Hásong.4,7)

Dot: Dot eru tær romantisku, djúpu, eymu kenslurnar í einum hjúnabandi. Tað er tann holdligi kærleikin millum mann og konu (Hásong.1:2).

Mong menniskju koma saman í eitt forhold, tí tey halda at dot, at kynslívið, eru nóg mikið, men so er ikki. Afturat rayah og dot í einum hjúnabandið, so mugu vit hava ahava. Hetta er tann kærleikin, ið ger at eitt hjúnaband heldur til deyðin tey skilir.

Ahava: Ahava verður nevndur í (Hásong.7,6-8). Hesin kærleikin kann ikki steðgast og ikki sløkkjast. Yrkingin her vísir á, at ahava er sterkast. Kenslur, hvussu sterkar tær so eru, so eru veikar afturímóti ahava. Kenslur koma og fara, men ahava stendur fast. Ahava heldur gjøgnum allar tíðir og megnar allar forðingar. Ahava er kærleikin frá hjartanum og kærleikin frá viljanum. Martin Joensen yrkir: “Viljin er sterkasta svørið, býtur á harðasta stál.” 

Omma mín og abbi mín hava verið gift í 62 ár. Hóast tey eru sjúk og veik, og hava mangan ligið á deyðastrá, so er teirra størsta ynski og størsti longsul bara at verða saman. Hetta er ahava. Og tað mest fantasiska er, at tey elska hvønn annan meira og eru meiri forelskaði nú, enn nakrantíð áður. Ahava er tað, sum megnar at bera eitt forhold og hjúnaband longri enn tær djúpu, eymu kenslurnar. Ahava ber hjúnabandið gjøgnum alt lívið, gjøgnum fjøll og dalar, familju, arbeið og arbeiðsloysi. Gjøgnum sorg, pínu, gleði og heilsu, lív og deyða. Jesus elskaði menniskjuna við einum sjálvuppofrandi kærleika, við ahava. Hann gekk vegin til krossin “via dolorosa”. Fyri at koma til páskir, sum vit øll gleðast um, so mátti Jesus ganga gjøgnum vegin út til krossin.

Eingin kann byggja eitt hjúnaband á bara djúpar, eymar kenslur, tær eru óálítandi. Rayah og dot eru heldur ikki nóg mikið í sjálvum sær, vit hava tørv á meira. Líka mikið, hvussu vakur og væl fyri ein so er, so følnar kroppurin við árunum. Ein verður gamal, fær rukkur og viknar. Vit hava tørv á meira enn rayah og dot. Vit hava tørv á ahava, tí treystaleysa kærleikanum.

 

Tey grisku orðini fyri kærleika (NT)

Tey grisku líkjast nógv hebraisku orðunum. Vit hava Agápe, philia, storge og eros.

Agápe: er mest nýtta orðið fyri kærleika í NT. Hetta er treytaleysur kærleiki. Hesin treytaleysi kærleikin, merkir kærleiki, ella at elska uttan treytir. Tað er tí, at agápe-kærleiki ikki er bundin at honum, sum verður elskaður. Agápe er sum ein kelda. Ágápe rennur út úr Guds nátúru, tí Gud ER kærleiki. Agápe gleðist í at geva til onnur, sum ein kelda. Hesin kærleikin heldur á at elska, hóast tann, ið verður elskaður er óreinur, óelskandi og óverdur. Tað er ein treytaleysur, sjálvuppofrandi kærleiki. Agápe ynskir bara gott fyri onnur, og livir fyri at tæna øðrum. Agápe er ein 1.Korint 13 kærleiki. Tvs. tað er einki, sum ger, at Gud elskar teg meira ella minni. Gud elskar teg við einum fullkomnum kærleika. Hann livdi eitt lív fyri teg tænti tær og gav Sítt lív upp fyri teg. Agápe gevur og krevur einki afturfyri. Agápe er Guds kærleiki til okkara hóast okkara syndir. Agápe er, at Jesus tók heimsins synd á seg og gevur tí æviga náði, sum sigur ja-takk. Agápe kærleiki verður m.a. nevndur í:

Phileo: er kensluligur kærleiki millum vinir. Vit hava phileo, tvs. vit eru góð við okkara vinir, vit hava vinir kærar, vit dáma teir osv.   Vit kunnu agápe okkara fíggindar, men vit kunnu ikki phileo okkara fíggindar. Vit kunnu ikki verða kensluliga bundin til at elska okkara fíggindar. Og tað er ikki tað Gud biðjur okkum gera. Gud biðjur okkum agape okkara fíggindar.

Phileo er sterkur kærleiki millum vinir, men undir stórum pressi kann phileo slitna. Vit lesa m.a. at Pætur sveik vin sín Jesus og avnoktaði Hann (Luk.22).

Í Jóh. 21:15-17 verður Philia sett upp ímóti Agápe.   Matt. 6:5, 10:37, 23:6, 26:48; Mark. 14:44; Luk. 20:46, 22:47; Jóh. 5:20, 11:3, 36, 12:25, 15:19, 16:27, 20:2, 21:15, 21:16-17; 1 Kor. 16:22; Titus. 3:15; Op. 3:19, 22:15 (Titus. 2:4 philandros and philoteknos)

Fyri tey, ið eru gift, so er hjúnafelagin teirra tættasti vinur. Men eitt hjúnaband eigur ikki einans at verða bygt á phileo. Agápe og storge (ella ahava) eru neyðug fyri, at hjúnaband skal halda til deyðin tey skilir)

Fyri nakrar eftirfylgjarar Jesusar, er singleness, at verða ógiftur, ein undurfull gáva. Bíblian sigur frá mongum søgum um menn og kvinnur, sum ikki giftust og ikki fingu børn, men funnu lívgandi vinabond. Her m.a. Paulus.

Ein góð fyrimynd fyri eitt gott vinaband og sannan vina- ella bróðurkærleika, er vinabandið millum Dávid og Jónatan (1.Sám.18:1, 3-4). Vinaband teirra var so sterkt, at hjarta teirra var bundið saman og teir elskaðu hvønn annan sum seg sjálvan.  Hetta er tað vit av sonnum kalla hjartavinir. Kanst tú hava ein slíkan hjarta vin? Ja! Og slíkt vinabond er ein undurfull gáva at fáa frá Gudi. Eg eri ógift, og tað er ein sonn signing, at kunna eiga sterk og lívgandi vinabond. Vinir, sum biðja fyri mær og eggja meg til at tæna Jesusi betur og vera eitt ljós fyri Hann. Tí er tað so umráðandi at hava trúgvandi vinir, phileo. Ikki so vit kunnu goyma okkum í eini kliku. Men so vit kunnu uppmuntra hvønn annan, biðja og lesa saman, so vit kunnu fara út og tæna Jesusi betur. 

.

Storge: verður nevnur í bíbliuni í samansettum orðum. Storge er familju kærleiki. Hesin kærleikin springur úr menniskjans egnu náttúru. Tað er ein náttúrlig kensla ella ábyrgd, sum menniskju kenna fyri sínari familju. Gud skapti hetta. Storge ein stillur kærleiki, eitt álit, har vit hvíla. Orsøkin, at vit kunnu hvíla heima, kenna frið og “hvíla í okkum sjálvum” er av storge, familju kærleika. Tá tað er ófriður í heiminum, so er tí hesin Storge, familju kærleikin manglar.

Róm. 1:31, 12:10 (filos storges, vís vinaband í familjuni millum onnur); 2 Tim. 3:3

.

Eros: Eros er ikki nevndur í Nýggja Testamenti. Hetta er holdligur kærleiki millum mann og konu. Hesin kærleikin er ógvuliga sterk kensla. Hetta er ein sigrandi, vasksandi kensla, sum festir seg í høvdinum. Hóast eros er vendur móti einum øðrum, so hevur seg sjálvan í huga. Eros er grundaður á, at onkur annar nøktar tínar tørvir eina stund. Um tørvurin ikki verður nøktaður, so heldur eros at orsøkin fyri “at elska” er burtur. Úrslitið verður “eg elski teg ikki longur.” Mong hjúnabond verða bygd á Eros, tað er nevniliga tí, vit hava hjúnarskilna. Eros leitar eftir, hvat hann kann fáa. Eros hevur sítt egna fyri eyga og er egoistiskur. Gevur eros, so gevur hann fyri at fáa. Fær eros ikki tað hann vil, so verður hann bittur og firtin. Eros er ein avmarkaður kærleiki. Tað er ikki ein agápe ella ahava kærleiki. Eros heldur ikki tá á stendur.

https://www.mcleanbible.org/sites/default/files/Multiply-Resources/Chap3/GreekWordsforLoveWS_Chapter3.pdf

 

Tey grisku orðini fyri kærleika:

Tá vit læra hesi ymisku orðini í Bíbliuni fyri kærleika, so verða vit betur før fyri at skilja kærleika og vísa kærleika. Vit skilja, at kærleiki ikki bara er kenslur, men eitt val.

Vit skilja harafturat, at Gud elskar okkum við einum treytaleysum kærleika, og Hann ynskir, at vit skulu vísa henda kærleika til okkara næsta sum vitnisburð um Hann. Av tí, at agápe er eitt val og ein sjálvuppoffrandi kærleiki, og ikki ein kensla, so kunnu vit agape/elska okkara fíggindar.

Síðani skilja vit eisini, at vit kunnu hava serligan kærleika fyri einum vini. Vit kunnu vera kensluliga bundin at einum góðum hjartavini, sum Dávid og Jónatan. Gud skapti hetta, og hetta er ein sonn signing.

At enda, so hava vit ein serligan gudskaptan kærleikan millum hjún, ið eigur at verða ein samanrenning av ahava, rayah og dot. Er einki ahava í einum hjúnabandið, so er bara ein spurningur um tíð til tað slitnar. Tí er tað so umráðandi at byggja eitt hjúnaband á ahava kærleika, treytaleysan kærleika, og ikki einans kenslur. Ahava er kærleiki frá hjartanum og kærleiki frá viljanum.

 

Hetta var evnið í dag. Eg skal viðmæla nakrar bøkur, sum viðgera evnini hjúnaband, forlovilsi o.a.. Tað eru Loveology (sum eisini er ein video seria á Youtube, https://www.youtube.com/watch?v=hW1TAyCbxMo&t=8s), Ætlan Guds við hjúnabandinum, Andaligi vøkstur hins trúgvandi 10-11, Saman við tær 2 frá 2011 kap.7 (eitt Zarepta heftið) og Is God anti-gay.

Eg takki fyri at tit hugdu við. Um tit dámdu videoið so eru tit vælkomin at like’a og deila tað við vinir, familju ella hjúnafelagan. Vit síggjast aftur næstuferð. Tá fara vit at tosa um hjúnabandið.

Skriva viðmerking