Gestabloggur eftir Mirjam Kambsskarð. Ester Seward hevur rættlisið.

Vit hava øll uttan iva fingið spurningar sum: Hvørjar ætlanir hevur tú nú? Hvat ætlar tú at gera? Hvat fert tú at gera í framtíðini?

Í fólkaskúlanum skuldi eg fyrst velja, um eg skuldi fara í 10. flokk, síðani skuldi eg velja, hvat eg vildi gera aftaná at fingið prógvið. Eg valdi at byrja í student, og tá studentatíðin nærkaðist endanum, skuldi eg sera ofta siga fólki, hvørjar ætlanir eg hevði aftaná summarfrítíðina.

 

Eg havi sjálv fanga meg í at spyrja onnur, hvørjar ætlanir tey hava aftaná student ella annað. Men eg havi verið skjót at leggja afturat, at tey ikki noyðast at skunda sær, tí tey hava góða tíð og enn eru ung. Síðani plagi eg at geva teimum hetta ráðið:

Bið fyri tínari framtíð og spyr Gud um, hvørjar ætlanir Hann hevur fyri tær.

 

Gud hevur skapt okkum, og Hann hevur lagt nøkur fótaspor fyri okkum, sum vit skulu ganga í. Hann hevur eina ætlan fyri okkara lívi. Hann ynskir, at vit skulu líta á Hann og leggja okkara framtíð í Hansara hendur. Og tá ið tíðin so er røtt, fer Hann at vísa okkum, hvønn veg vit skulu fara.

 

Eg trúgvi veruliga, at tað hevði havt sera stóra ávirkan á okkara lív, um vit brúktu minni tíð uppá at stúra um okkara framtíð, og heldur settu nógva tíð av til at biðja fyri, at Gud skal vegleiða okkum. Vit mugu gjarna leggja ætlanir og hava dreymar, men vit mugu minnast til at taka Gud við í okkara avgerðir, og biðja Hann um at vísa okkum, hvørjar hurðar skulu opnast, og hvørjar skulu latast aftur.

 

HVAT ÆTLAR TÚ TÆR Í FRAMTÍÐINI?

Skriva viðmerking