Gestabloggur eftir Bjørg D. Djurhuus. Ester Seward hevur rættlisið.

Í Haggai tosar Gud við fólkið í Juda og talar at atburði teirra. Hann spyr tey, hví tey ikki hava bygt hús Harrans, men heldur hava bygt síni egnu hús. Tey siga bert, at tíðin ikki er komin enn. Tá svarar Gud teimum aftur: 

Hag. 1:5-9

(…) Leggið til merkis, hvussu tykkum gongst!

Tit sáa nógv – men lítið kemur í hús; tit eta – men verða ikki mett; tit drekka – men fáa ikki tostan sløktan; tit klæða tykkum – men eingin verður heitur; og tann, ið tænir fyri løn, fær lønina í holutan pung.

 (…) Leggið til merkis, hvussu tykkum gongst!

Farið niðan á fjøllini eftir viði, og byggið húsið! Tað toknast Mær, og tá skal Eg vísa dýrd Mína – sigur HARRIN.

Tit væntaðu nógv – men lítið varð; og táið tit bóru tað í hús, blásti Eg tað burtur. Hví? – sigur HARRIN Gud herskaranna. Tí hús Mítt liggur í oyði, meðan tit hava nógv um at vera, hvør við hús sítt.

 

 

húsið

Photografur: Petra D. Mørkøre, https://www.instagram.com/petra_photography_/   Sett saman: Dina Bech

 

Tá lurtar fólkið og ger eftir boðið Guds um at byggja hús Harrans. Eftir hetta byrjar at ganga væl hjá teimum. Tey hava nóg mikið av mati, drekka og klæðum. Eina tíð seinni biður Gud tey hyggja aftur á, hvussu teirra lív eru broytt, síðani tey byrjaðu at byggja hús Harrans. Hann vísir teimum, hvussu ringt tey høvdu tað áðrenn, tá tey høvdu lítið av mati og drekka, lítið av klæðum og fingu vánaliga løn. Síðani vísir Gud teimum á, hvussu gott tey hava tað nú, eftir at tey eru byrjað at akta Hann. 

Soleiðis kann tað eisini onkuntíð vera hjá okkum. Vit velja heldur at “byggja okkara egna hús” og liva okkara egna lív, so sum vit ynskja, heldur enn at “byggja hús Harrans”, har vit akta Hann, arbeiða fyri Hann og søkja Hann dagliga. Jesus sigur í 

Matt. 6:33: 

Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!

 

Vit eiga, sum fólkið í Juda, at velja at byggja hús Harrans og ikki stúra um klæðir og pengar. Vit burdu heldur ikki bíða eftir, at ”tíðin er røtt” at byrja upp á Guds verk. Tí um vit veruliga hugsa okkum um, fer tíðin nakrantíð at vera ”røtt”? Tað fer altíð at vera okkurt, ið órógvar. Vit mugu minnast til, at Gud hevur lovað at syrgja fyri okkum. Hóast Guds máti at útvega okkum er ofta øðrvísi enn vit vænta. So veit Hann altíð best, hvat okkum tørvar, um tað er ríkidømi ella fátækradømi. Tað góða er, at søkja vit Hann av heilum hjarta, er Hann hjá okkum og vísir okkum leiðina, vit skulu ganga. Tá kunnu vit hvíla í, at vit eiga júst nóg mikið av klæðum og pengum.   

 

HÚSIÐ

Skriva viðmerking