BØN
Kennir tú teg nakrantíð veikan í bøn. Kanska tú ikki eigur røttu orðini og Harrin virkar so fjart burtur. Kanska tú bara eigur eitt suff ella ein favn fullan av tárum.

-Kæri tú, tú skal vita, at Harrin er tær nær, og allar bønir og suff hins kristna røkka langt út um himmalhválvið, nógv longri enn sólin og stjørnurnarnar skína, ja heilt inn í Himmalin, og inn at Guds egna hjarta.
Tað er í bøn vit fáa mátt, hóast vit eru lítil og veik.

Lívið leggur mangt á okkum; brostnar dreymar, líðing, tár, sorg og sakn, men Jesus bjóðar okkum tá at vera okkara lossur, okkara grund, tá stormar havsins leika á. Hann gevur skjól, tá vit eru veik, óttafull, brotin og ivandi. Hann hevur lovað aldri at sleppa okkum og ongantíð fara frá okkum.(5.Mós.31:6)

Hvíl trygt í hesum kæri tú í kvøld og í nátt.

Bøn

Skriva viðmerking