Hevur tú eisini hugsað um hesar spurningar? “Tosar Gud við meg? Hvussu Gud tosar við meg? Hvussu hoyri eg Hansara rødd? Hvussu veit eg tað er Guds rødd?” Ah gott, eg hopi tú segði ja har, tí so eri eg ikki tann einasta.


Hetta var nemliga ein spurningur eg undraðist nógv á sum yngri. Og orsøkin, at eg stríddist við hendan spurning var, tí eg var meira upptikin av, hvat menniskju søgdu, heldur enn hvat Bíblian, orð Guds segði um hetta.

.

Tosar Gud við meg teg? 

Svarið er ja, Gud tosar við meg og teg. Kristna lívið er samfelag, og alt samfelag hevur samskifti ella samband. Og við, at vita hvussu Gud tosar við meg og teg, so kunnu vit styrkja samfelagið við Harran. Og koma at kenna Hann betur. Akkurát, sum tú mást brúka tíð saman við einum vini fyri at koma at kenna hann betur, ella við øðrum orðum, tit brúka tíð saman fyri at styrkja tykkara samfelag.

.

Hvussu tosar Gud við okkum?

Svarið er so ómetaliga einfalt. Gud tosa við okkum gjøgnum Sítt orð. Bíbliuna. Tá vit lesa Orð Guds so vita vit 100%, at hetta er rødd Guds. Henda bók Bíblian inniheldur Guds tankar. Gud veit alt og hevur skapt alt. Og av øllum vísdómi og alt ein kann vita, so hevur Gud valt at fortelja okkum hesar sannleikarnar, sum standa í Bíbliuni. 

Gud tosar ikki longur við okkum gjøgnum eina hoyrandi rødd sum í Gamla Testamenti, men gjøgnum skrivaða orð Sítt – Bíbluna. Bíblian er givin okkum so vit kunnu koma at kenna Gud, hjarta Guds, og hvussu Gud ynskir, at vit skulu brúka okkara lív. Hugsa um Bíbliuna, sum brøv skrivað í kærleika og nógvum umhugsni til tín frá tínum Himmalska Pápa.

Ger Bíbluna sum ein part av tínum lívið við at lesa Bíbliuna dagliga og við at biðja Gud tosa til tín gjøgnum blaðsíðurnar í Bíbliuni. Meira tú lesur, meira gevur tú Gudi at arbeiða við í tínum dagliga lívið.

(Hvat lærir Bíblian, Emmaus Bíbliuskeið, s.9)

.

Hvat sigur Gud, um Sítt egna orð, Bíbluna?

Gud sigur Bíblian er innblást: Gud sigur um Bíbliuna, at hon er fullkomiliga innblást, inspirera av Gudi. Tvs. Gud hevur bestemma orð fyri orð, hvat stendur í Bíbliuni, og einki í Bíbliuni er har av tilvild. Gud sigur eisini, at Orð Hansara er fullkomið, liðugt, og einki skal leggjast afturat. So her hevur tú Orð Guds complete, fullkomið. Les tað. 2.Pæt.1,20-21; 2.Tim.3,14-18, 1.Tess.2,13; Orð.30,5-6Opin.22,18-19)

Gud sigur, at Bíblian er sannleikin: Vit lesa í (Jóh.17,14-17; Sálm.119,160; Sálm.33,4Jóh.8,31-32; Orð.30,5-6; Sálm.19,10; 2.Kor.13,8). Vit lesa í Ápostlasøguni um nakrar menn, sum vistu og trúðu, at Orð Guds var sannleiki. Teir studeraðu Bíbliuna fyrst og fremt, fram um, hvat menniskju søgdu Áp.17,11.

Tey trúgvandi hava Anda sannleikans búgvandi í sær, Heilaga Andan, og Hann leiðir tey. (Jóh.16,7-14) Hann letur teimum upp skriftirnar, so tey skilja tær. Júst sum Jesus lat upp menniskjum skriftirnar, tá Hann livdi her niðri á jørðini (Luk.24,27; 3.Jóh.1,3-4)

Gud sigur, at lesa vit Bíbliuna so vera vit vís, vit fáa vísdóm. Tað stendur, at Bíblian enntá kann geva einfaldum vit (tvs. óklókum vit), tvs. øll verða vís við at lesa Bíbliuna. At koma at kenna Gud gjøgnum Bíbliuna, kallar Gud upphav vísdóms. (Orð.2,6Sálm.119,104Sálm.119,130Orð.9,10Orð.23,23)

Gud sigur, at Bíblian er hvassari enn tvíeggja svørð. Gud sigur nemliga í orðatøkunum 5,6, at syndin er sum tvíeggja svørð, men í Hebrearabrævinum 4,12, at orð Guds, Bíblian er hvassari enn syndin sjálv, hvassari enn tvíeggja svør. Harumframt er Bíblian kraft og kann seta okkum í frælsi. (Ef.6,17Hebr.4,12; 2.Kor.10,3-5; 1.Kor.4,20; 1.Tess.1,5)

Gud biður okkum tala Orð Guds, Bíbliuna: Gud sigur í orðið sínum, talið onkur so tali Hann Orð Guds. Tvs. Gud biðjur okkum lesa, brúka, tosa og citera Bíbliuna, tá ið vit tosa: (1.Pæt.4,11; 1.Tim.4,13). Vit síggja eisini, at Jesus sjálvur var vísur í øllum orðið Guds, Bíbliuni, og beinleiðis citeraði, las, tosaði og endurgav vers í Bíbliuni, tá Hann tosaði (Matt.4; Jóh.7,38). Gud ynskir, at vit skulu gera tað sama.

Gud sigur, at Bíblian, Orð Hansara, er ævigt. (1.Pæt.1,24-25; Sálm.119,160; Matt.5,18; Es.40,8).

Harumframt mangt annað, so sigur Gud at Bíblian, Orð Hansara, er lykt áleiðini, ein GPS (Sálm.119,105), uppskriftin uppá eitt gott lív (Sálm.119,9; Matt.7,24), Matur hins trúgvandi (Matt.4,4).

.

Kunnu vit hoyra Guds rødd í daglig degum?

Meira vit lesa í Bíbliuni, meira hevur Gud at arbeiða við. Tað er sum ein búkur. Meira mat vit fylla í búkin, meira hevur kroppurin at arbeiða við og njóta gott av gjøgnum dagin. Meira vit lesa Orð Guds, meira tilfar hevur Gud at brúka í okkara lívið. Tað vit lesa festir seg í tonkum, minninum og hjartanum. Og betri vit kenna Orð Guds, Bíbliuna, betri verða vit før fyri at kenna vilja Guds í okkara lívið, sum vit høvdu um í síðstu viku. Betri vit kenna orð Guds, betri vita vit um okkara tankar eru uppbyggjandi og rættir og skulu eggjast, ella um teir eru skeivir og skulu kveistrast til viks.

,

Kanska tú spyrt, Dina hevur tú hoyrt rødd Guds?

Nei, eg havi ongantíð hoyrt Gud tala hart, munnliga sum Gud gjørdi í Gamla Testamenti. Men eg havi ofta hoyrt Gud tala til mín gjøgnum vers í Bíbliuni. M.a. hevur Jóh.4,9-10 verið mær sera dýrbart í síðstuni.

Kanska onkur hugsar: “men Dina, hvussu visti tú, at tú skuldi gera Youtube video.” Hoyrdi tú eina djúpa rødd siga: “Dina far og ger youtube video”? Nei, als ikki. Sannleikin var, at eg gleddist í Gudi (Sálm.37,4). Eg las Hansara orð, Bíbliuna. Og Bíblian, orð Guds opnaði míni eygu. Soleiðis, at eg sá ein tørv og ein møguleika. Gud legði hetta á hjarta. Gud legði eitt ynski um at leggja andaligt tilfar út á neti, á mítt hjarta. So einfalt var tað.

Men í dagliga lívinum, so síggi eg viðhvørt ein tørv og ein møguleika við t.d. at hjálpa mammu at vaska upp. Tá eg eri fylt av Heilaga Andanum, ella við øðrum orðum, tá eg havi lisið í Bíbliuni, so gevur Gud ynskir í hjarta um at hjálpa og verða lýðin og gera væl. Hetta er Guds rødd, sum virkar gjøgnum Bíbliuna. Tískil er tað so týdningarmikið at vit lesa og granska Bíbliuna. Um tú hevur áhuga at lesa um at granska Bíbliuna, so havi eg viðfest ein blogg um tað her.

Skriva viðmerking