Sálm. 42:2-6

Sum hjørturin tráar eftir rennandi vatni, so tráar sál mín eftir Tær, Gud! Sál mín tystir eftir Gudi, hinum livandi Gudi; nær skal eg sleppa at stíga inn fyri ásjón Guds? Tár míni eru matur mín dag og nátt, av tí at í heilum verður sagt við meg: “Hvar er Gud tín!”

Hetta má eg minnast, og úthella sál mína í mær: Hvussu eg í skaranum fór til hús Guds við gleðirópum og lovsongi – í hátíðarskaranum.


Sálm. 42:9-12

Um dagin sendir HARRIN náði Sína, og um náttina er songur Hansara hjá mær, bøn til Gud lívs míns.

– Eg má siga við Gud, klett mín: Hví hevur Tú gloymt meg? Hví skal eg ganga sorgarbundin, kúgaður av fíggindum?

Tað er, sum hvørt bein í mær varð sundursorað, táið fíggindarnir háða meg, táið teir samt og javnt siga við meg: “Hvar er Gud tín!”

– Hví ert tú niðurboygd, sál mín, hví ert tú so órólig í mær? Bíða eftir Gudi! Tí eg skal aftur kunna takka Honum, frelsu andlits míns og Gudi mínum!

 

Sálmur 42 er ein sorgarsálmur, sum var skrivaður, tá Ísrael var í útlegd. Tvs. tey búðu ikki í sínum egna landi og vóru trælir.

Teir, ið skrivaðu hendan sálmin nevna tvey áhugaverd ting:

 

1) Teir tysta eftir Gudi.

Vit tysta eftir mongum í lívinum: undirhaldi, ítrótti, arbeið, pengum, familju og frítíðarítrivum. Men hesir menn, sum skrivaðu hendan sálmin, tystu eftir at brúka tíð saman við Gudi. Og tað er tað einasta sum kann nøkta okkara djúpastu tráan. – Hvat tystir tú eftir? Brúkar tú tíð við Gudi? Nær er best hjá tær at brúka tíð við Gudi?

 

2) Hóast sorg og mótgongd, so er Gud nær.

Mong halda, at tá vit uppliva mótgongd, og sorg kemur inn, so er Gud langt burtur. Vit stríðast við sorg, bera ótta og hava tungt við at lesa Bíbliuna. Kennist tað onkutíð tá, sum at Gud ikki leggur í? – Einki kundi verið longri frá sannleikanum. Gud livir og Gud leggur í. Gud er teimum nær sum hava sundurbrotið hjarta (Sálm.34:19), eisini tá tað ikki kennist so. Lít á Gud – bíða eftir Honum, Hann skal gera tær ein útveg.

 

 

Skriva viðmerking